Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 22 — 1. februar 1991 Sjónvarp Føroya Fríggjadagin kl. 19.15: Heidi Sjónvarpið fer nú undir at senda eina sendirød, vid føroyskari talu, í 26 pørtum um Heidi. Heidi byr hjå abba sinum uppi í fjøllunum í Sveits. Vinmaðurin hjá henni eitur Pætur, og tey bæði ansa geit- um og hava tað stuttligt. Men Heidi noyðist at flyta til Frankfurt at vera hjá einari sjúkari gentu. Heidi trívist ikki í stórbýnum, men leingist illa eftir abban- um og Pæturi. Fríggjadagin kl. 20.30: Jú, harra forsætis- ráðharri Jim Hacker noyðist at fara til verka at forða fyri, at marxistar yvirtaka eitt »commonwealth-land«, og hetta førir við sær, at hann fær trupulleikar við uttan- ríkisráðið. Tað er Paul Eddington sum spælir Jim Hacker. Leygardagin kl. 21.25: Byrsumaðurin Danskur filmur frá 1977. Danmark hevur við fólkaatkveðu avgjert, at teir skulu hava atommegi. Blaðmaðurin Niels Vint- er (Peter Steen) sigur í sjónvarpinum, at hann sær tað neyðuga í at fólk lata lív fyri at bjarga eðrum undan atomdeyðan- um. Ein fanatiskur maður lurtar og fer eftir byrsuni Anders Bodelsen hevur skrivað hesa seguna, sum er spennandi, saman við leikstjóranum Franz Ernst. Jens Okking spælir byrsumaðurin Leygardagin kl. 18.05: Hvat gert tú annars? — tá ið tú ikki gert tað, tú fært løn fyri? Í hesi sendingini luttaka m.a. operasang- arin Gurli Plesner, Bent Henius við gomlu jazzvinum sínum, 15.000 >tin- soldar« og gentutónleikabólkurin »Spæli- désirnar«. Sunnudagin kl. 14.40: Tann litla prinsessan Tad er barnastjørnan Shirley Temple, sum er hevuðspersónur í hesum kenslu- borna filminum frå 1939, sum gongur fyri seg i London i Victoria-tidini. Sunnudagin kl. 17.20: Gallakonsert ur Oslo Audrey Hepburn og Gregory Peck eru vertir. Luttakararnir eru m.a. Vaclav Havel og James Galway. Oslo filhar- moniske Orkester spælir. Sunnudagin kl. 21.45: Kring jørdina í 80 dagar - 5:7 Michael Palin er komin til stórbýirnar eystanfyri. Hann vitjar m.a. í Mekka, Shanghei. Tann stóri havnarbýurin ligg- ur í Kina og hevur í dag 12 mill. íbúgvar. Síðani gongur leiðin til Japan, Tokyo. Fyrivarni verður tikið fyri broytingum Ulla Rønnow leggur sendingina til rættis Sunnudagin kl. 22.35: Apopleksi Tey, ið fáa apopleksi, missa knappliga følisansin i ørmunum, beinunum og síð- ani í ellum kroppinum. Henda sjúkan rakar umleið 10.000 danir um árið. Nógv- ir sjúklingar enda á røktarheimum, men í dag er gjørligt at lekja, lætta um og at fyribyrgja sjúkuni, sum stendst av bl6d- teppi i heilanum. Henda sendingin greið- ir nærri frá sjúkuni. sst] Woody Allen og Diane Keaton Lagt til rættis Ella Smith Clementsen Hirtist á tif. 15616 Tysdagin kl. 22.00: Kærleiki og deydi Søgan er frå 1912 og Napoleon hevur lop- ið á russar. I einum kliva situr hin deyða- dømdi Boris og lítur aftur um bak. Hetta ljóðar syrgiligt, men Boris er Woody Allen, og filmurin er sera skemtiligur Filmurin er frá 1975, og leikararnir eru: Diane Keaton, Yves Barsarq og James Tolkan. Hósdagin kl. 22.45: Ársins bestu heilar Tey, sum hava fingið Nobelvirðislen innan vísind, sita rundan um borðið sam- an við Bengt Feldreich