Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Fríggjadagin kl. 16.30: Lassie Lassie er og vitjar gamla vinmannin hjá Corey. Ben Adams, sum býr tætt við eina á. Har uppdagar Lassie, at nakrir otarar sita fastir í fellum, og saman við Ben eydnast tað honum at fáa teir úr. Ben beinir fyri fellunum, sum granni hansara hevur sett út. Men hesin setir skjótt nýggjar fellur aftur. Men so hendir nakað, sum fær hann at hugsa seg um Fríggjadagin kl. 17.00: Hanna-Barbera Hour Vit skulu síggja nakrar teknisendireðir frá væl kendu Hanna-Barbera, sum í sín- ari tíð gjørdi »Familjan Flinta«. Tveir partar verða vístir hverja ferð: Jetsons, Scooby Doo, Hucklberry Hund og Bjern- en yogi. Fríggjadagin kl. 19.00: Lívið um tey 30 Hope verður skadd av bilvanlukku og verður koyrd á sjúkrahús, har hon verður innløgd. Michael, sum er ovbyrjaður av arbeiði upp undir jól, verður skelkaður og fer fyri fyrstu ferð í eina synagogu. Fríggjadagin kl. 22.03: Darling Enskur filmur frá 1965. Hetta er segan um Dianu Scott, eina kvinnu, sum kendi nógvar menn, áðrenn hon giftist við ein- um italskum prinsi. Diana Scott, nú Della Romita prinsessa, sigur segu sína fyri einum kvinnublaði. Lív hennara tyk- ist sum eitt ævintýr, men er hon ikki fangi í einum heimi, hon sjálv hevur valt sær? Julie Christie spælir høvudsleiklutin. Leygardagin kl. 17.00: The Young Riders Í Blue Creek keypir Lou ein vakran kjóla. Hon letur seg úr mannfólkaklæðunum og fer í kjólan. Síðani fer hon í býin. Ein hestur er um at koyra hana um koll, men tá kemur Tyler De Witt og skumpar hana til viks, so einki hendir. Tyler bjóð- ar síðani Lou at koma við sær. Hon er hugtikin av honum, men heldur kortini, at alt er ikki sum tað eigur. Og hon fer ikki skeiv. Tyler er kendur fyri at vera harðligur við konufólk og livir av at stjala. Men enn veit Lou ikki, hvat fer at henda Leygardagin kl. 19.00: Norður og suður Tvey ár eru liðin, og Orry fer heim til Mont Royal saman við George at ferðast Har frættir hann, at gentan, hann er góð- við, Madeline, skal giftast við Justin Motte. Orry er heima, tá ið hon verður men ter skjótt aftur t West Point Jack Palance tidindabladid sostalurin Leygardagin kl. 22.00: Attack Amerikanskur filmur frá 1956. Segan fer fram í Europa á vetri 1944. Seinni heims- bardagi leikar á, og týskararnir hava framt eitt nýtt álop. Erskine Cooney, kapteinur í amerikanska herinum, fær boð um at verja ein bóndagarð móti fígg- indanum, kosta hvat tað vil. Cooney er kendur fyri at svíkja sínar egnu menn, og nú biður hann Costa løjtnant verja bóndagarðin. Hesin fer, men lovar sam- stundis, at hesa ferð skal Cooney doyggja, um hann svíkur teir. So loypa týskararnir á Sunnudagin kl. 19.00: Outrageous Fortune Amerikanskur filmur frå 1987. Lauren og Sandy eru so ólíkar, sum tvær kvinnur kunnu vera. Men tær hava okk- urt felags, tær ganga á sama sjónleikar a- skeiði og eru forelskaðar í sama manni. Tá ið hann doyr av einum bumbuálopi, verða báðar ólukkuligar. Men tær upp- daga, at hann hevur ikki bara snýtt tær, men aðrar eisini. Og hann hevur sjálvur funnið uppá at sleppa sær burtur úr øll- um. Líkið, funnið verður, er ikki av hon- um, og nú fara tær at leita eftir honum = EY åd George Carlin, Shelley Long og Bette Midler Sunnudagin kl. 22.15: Remington Steele temington fær illgruna og verður øvund- sjúk, tá ið advokatur er meira hugtikin u ern av ákærda, sum er ákærdur eð Eg 1orð Hetta ger så ill ar Nr. 22 — 1. februar 1991 Mánadagin kl. 19.00: Spenser Hin unga Brook Harrington verður stungin til deyðis i bili sínum, mitt i Boston. Spenser hoyrir seinasta róp hennara um hjálp og skundar sær aftan á drápsmanninum. Men drápsmaðurin skjýtur seg, meðan Spenser hyggur at. Skelkaður ger Spenser av at kanna, hvat fer fram, hví varð kvinnan dripin, og hví vildi maðurin heldur doyggja enn verða tikin til fanga? Mánadagin kl. 20.03: The Quiiller Memorandum Max von Sydow og George Segal Enskur filmur frå 1966, bygdur å rit hjå Harold Pinter. Quiller er ein loyniligur agentur, sum skal avduka leidararnar fyri eini nýnazistiskum felagsskapi. Mið- depilin sigst vera í Berlin, og Quiller fer haðar, og skjótt finnur hann okkurt spor. Hetta førir hann til ein skúla, har hann hittir ta ungu, vøkru lærarinnuna Inge. Men er hon so ósek, sum hon letst at vera? Týsdagin kl. 19.03: Legend of The Golden Gun I ; me 7"}} Jeffrey Osterhage og Carl Franklin myrd. Tað er Quantrill, nakrir ókendir fråfalnir frå sudurstatunum, sum fremja dråpini. Síðani borgarastríðið varð liðugt, hevur Quantrill framt yvirgang. John ætlar at hevna familju sína og eftir- sum hann er væl við byrsumannin John Hammer, biður hann hann læra seg at skjóta, so hann kann steðga Quantrill eina ferð med alla. Leikarar: Jeff Osterhage, Hal Hol- brook, Robert Davi, Keir Dullea, Carl Franklin, Michelle Carey, Ellisa Leeds. Mikudagin kl. 19.05: Pør í hjørtum 1890 var eitt gott år i litla gullgravaraby- num Goldtown, og ikki minst figgarliga hjá gamla Bailey, sum fekk eina rúgvu av gulli. Nú er tann tíðin farin, og abba- sonur Bailey, Jim, hevur tikið yvir og gjørt býin til eitt pláss, har nógv ferða- fólk koma. Men býurin eigur ikki nógvar pengar. Jim bjóðar Jennifer og Jonathan Hart heim í vón um at Jonathan letur teimum nakað av pengum. Men Jim veit ikki, at nakrir gavstrikkar hava funnið gull aftur, men hava sínar ávísu ætlanir við tí Hósdagin kl. 16.30: Sjeynda barnið 3. partur Cassie metir tí gátufera Deverill og fer næstan at trúgva at hann er eitt spekilsi. Men er hann óndur ella góður? Hósdagin kl. 17.00: Winners Asfaltblómur vaksa í betonginum og í as- faltinum í bakgørdunum, har hann býr — tað heldur Kevin í hvussu so er. Hann er 16 ára gamal, og hann er ikki sum hini. Men mamma hansara vil hava hann heima heldur enn at lata hann fara á nakað heim. Kevin elskar sínar asfalt- blómur, hóast eingin annar sær tær, og hann livir sítt lív saman við teimum og við vinum sínum. Men so fáa sosialu myndugleikarnir eyguni upp fyri Kevin, og gera av at »hjålpa« honum Hósdagin kl. 22.03: McCall - Rashat Casey og Martha Taylor arbeiða nogv, ti tey hava just keypt eini »dreyma-hus«. Men dreymurin verður til eina »marru« orsakað av ungdómi nærhendis, sum hevur retur í nýnazismuni. Eftir at hava verið fyri nógvum keðiligum tilburðum, ringir Martha til McCall og biður hann hjálpa sær. Hesin setir seg í samband við leiðaran, Dale Stevens, samstundis sum 4 era limur í einum felags 1 tiet st sær Upp ti