Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. februar 1991síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 MEG iða NAS WA viku- SKITUO tidindabladid Sosialurin Tann óndi maðurin frá Sólamia Einaferð fyri mongum eldum síðani búði ein óndur og ljótur álvamaður í einum landi, sum æt Sóla- mía. Hesin óndi maðurin æt Illoygdi. Illoygdi var ríkasti maður í allari verðini, men eisini tann gírigasti. Nógvir høvdu roynt at stjala frá honum, men hverja ferð doyðu teir. Illoygdi átti eina dóttur. Gentan var líka yndis- lig og góð, sum hann var ljótur og óndur. Hár hennara var krunkasvart, eyguni vóru stór og djúp. Klæðini, hon gekk í, vóru hvít og kjólin skein sum túsundtals gimsteinar. — Á. segdu fleiri ung- ir menn, — hon er tann vakrasta gentan, sum til er. Soria, sum dóttir Iloygda æt, var ólukkulig og græt seg í svøvn hvert kveld. Påpin var óndur við hana og stongdi hana inni í kamarinum, so at ong- in slapp at síggja hana ella at tosa við hana. Sum hon ynskti at sleppa at tosa við fólk. Skilti pápin ikki, at nú var hon vorðin 18 ár? Neyðars álva- gentan legði seg í songina og græt. Ein bóndabýur var nærhendis hellini, har Ill- oygdi búði. Eini hjún í bóndabýnum áttu 3 gentur og 3 dreingir. Tey vóru fátæk og ikki serliga góð við bernini, men tann yngsti sonurin var tann, ið hevði tað ringast av ellum. Foreldrini toldu hann ikki og vildu bert sleppa av við hann, so tá ið drongurin var vorðin 19 ára gamal, rýmdi hann heiman. Hjúnini vórðu glað og segdu: — Tað er gott, at okkara býtti sonur fór. Hann er tann býtt- asti og ljótasti av okkara børnum, vónandi kemur hann ongantíð heim aftur. Áðrenn Ferkó, soleiðis æt yngsti bóndasonurin, tók mat og annað, hann hevði brúk fyri, kysti systkin síni og segði, at hann fór ongantíð at síggja tey aftur. Tann elsti beiggin kroysti Ferkó og segði: — Vit fara ongantíð at gloyma teg. Hví mást tú, sum er bestur av okkum ellum, rýma frá okkara óndu foreldrum? Hann svaraði ikki, tók matin og fór avstað. Sjálvsagt var hann ringur um at rýma frá sínum systkjum, men hann var eisini glaður at sleppa frá allari ábyrgd. Tí tað var altíð hann, sum mátti fara upp klokkan fýra um morg- unin at rudda og geva hesnunum. Ongantíð slapp hann í song fyri midnátt. Ferkó var góður og fittur drongur. Sjálvt um hann ikki var so klókur og vakur, so gloymdu fólk tað, tá ið tey hugdu í eyguni á honum, sum vóru so sera blíð. Drongurin legði seg niður í tað heita grasið og hugdi at hellini hjá Illoygda, sum stóð á einum hólmi mitt í sjónum. Hvussu ofta hevði hann ikki ynskt at sloppið tvertur um sjógvin og inn í høll- ina? Men ongin slapp har yvir. Ferkó visti, at ein óndur álvamaður búði har við dóttur síni. Hví var lívið so órættvíst? Hann suffaði, blundaði og droymdi um Soríu og hellina. Brádliga vaknaði hann og var ræðslusligin. Beint framman fyri honum stóð ein ljótur maður við hvítum skeggi og stórari álvahúgvu. Tað var ongin annar enn Illoygdi sjálvur. Iloygdi smíltist, so tær ljótu, svertu tenninar sóust. Hann segði: — Eg hoyrdi tína hugsan. So tú vilt sleppa í hellina at síggja dóttur mína, sum er vakrari enn allar aðrar kvinnur í verðini? Ferkó nikkadi og stardi at Iloygda. Iloygdi segði: — Tú ert bæði byttur og ljótur, so eg fari at lata teg sleppa heim við mær. Drongurin visti ikki hvat hann skuldi siga. Nógvir ungir og vakrir menn hevdu roynt at sloppið inn í hellina. Og her stóð tann óndasti mað- urin á jerðini og vildi sleppa honum inn! Nei, nú skilti Ferkó onki, men okkurt mátti hann siga, so hann spurdi: — Hvussu sleppi eg um sjógvin? Ill- oygdi smíltist aftur, læt eyguni aftur og teskaði: — Eg ætli mær at lata træ koma í staðin fyri tann stóra sjógvin, men beinanvegin tú kemur í land, verða treini aftur til sjógv. Ferkó ætlaði at svara, men sá at álvamaðurin var farin og tá ið hann hugdi at sjónum, sá drong- urin nógv træ liggja har. Hann gekk og fór so at renna, so hoppaði hann og Ferkó fleyg í luftini yvir ímóti hellini. Bóndasonurin datt niður á oynna og í tí sama varð sjógvurin aftur har sum hann hevði verið. Iloygdi tók ímóti hoinum og segði læandi: — Hvussu kundi tú vera so býttur at halda, at eg fór at loyva tær at vitja dóttur mína? Men nú sleppur tú ongantíð burtur hiðani, tí ongin sleppur yvir sjógvin, sum eg gandaði fyri 18 árum síðani. Kæri býttlingur, nú ert tú vorðin mín fangi og trælur. Álvamaðurin flenti ein óhugnaligan látur og fór inn í sína vøkru holl. Men neyðars Ferkó stóð eftir við tárum í eygunum. Soría bustaði sítt langa, vakra hár, tá ið hon hoyrdi onkran gráta. Hon bleiv forvitin og hugdi út gjøgnum gluggan. Ein ljótur, ungur drongur lá í grasinum og græt, sum hjarta hansara var um at skrædna. Spakuliga læt hon gluggan upp og rópti blídliga: — Ungi maður, hví grætur tú so? Ferkó hugdi upp og fekk eyga á ta vakrastu gentu, hann nakrantíð hevði sæð. Hann segði: — Pápi tín hev- ur avbyrgt meg her úti, og nú sleppi eg ongantíð burtur aftur. Soría bannaði pápa sín og segði: — Tak tað ikki so tungt, eg veit hvat vit kunnu gera. Men ikki nú, tí pápi mín kemur til min um eina lítla lotu. Men í kveld kann eg tosa við teg. Gentan tagdi og læt gluggan aftur. Ferkó varð standandi sum gandaður. Hana mátti hann eiga og onga aðra. Men kanska helt henda avbera vakra genta hann vera ov ljótan? Bóndasonurin turkaði tárini burtur og sovnaði. Iloygdi flenti ein óndan látur, tå ið hann vitjadi dóttur sina og hon spurdi: — Hver var tað, id græt so illa, pápi. Og hvat ger hann her? Illoygdi flenti ein óndan látur og segði: — Hatta, hatta var bert ein ljótur býttlingi, sum eg lokkaði her yvir. Og hann kom við mær, mær, sum eri tann stersti ill- vildarmaður í heiminum. At nakar kann vera so býttur. Nei, tað fati eg ikki! Ílloygdi flenti aftur og fór út. Men Soría stóð eftir við einum duldarfullum brosi um bleiku varrarnar. Tað fór at skýma tá Ferkó vaknaði. Tað var vorðið kalt og drongurin ballaði jakkan fast um seg. Hann var bæði svangur og bangin, har hann FU LE Nr. 23 — 2. februar 1991 | Sega eftir Sólrún Hraunfjørd Njálsd. Gjørd 8. des. 1988 lá. Ljósa hárið og klædini vóru vát. Tað hevði regnað meðan hann svav. Hann reistist og hugdi inn í gluggan, har hann heyði sæð gentuna, men onki ljós var at síggja. Brádliga sá hann onkran koma ímóti sær. Tað svarta hárið var so vakurt, at Ferkó fór at tára, tí hann visti, at hann ongan meguleika hevði at fáa hesa gentuna. Soria smilt- ist blídliga til hansara, men úr eygum hennara skein ræðsla. Hon segði: — Endiliga slapp eg út. Pápi mín gloymdi at stongja hurðina. Tú mást sleppa tær burtur, tí eg hoyrdi pápa siga, at hann í morgin fór at drepa teg, áðrenn kemur upp. So, góði, tú mást skunda tær. Gentan tagdi og Ferkó stóð eina letu og hugsaði og segði so: — Nei, um eg fari, so skalt tú eisini koma við, tí tú kanst ikki búgva saman við honum alt lív títt, og tú mást hjálpa mær burtur frá hes- um óhugnaliga staði. Soría stardi inn í tey blíðu eyguni og ein legin ylur fór igjøgnum hana. Hvat var á vási? Hvi kendu hon seg sum í Paradís? Gentan kveistraði hesar tankarnar burtur og segði blídliga: — Tíverri kann eg ikki koma við tær, men pápi mín drepur teg og tað má ikki henda. Tú mást sjálvur svimja um sjógvin. Eitt ogiligt buldur hoyrdist og himmalin bleiv svartur og toran fór at ganga. Brádliga stóð álva- maðurin beint framman fyri teimum og óhugna- ligt hatur sást í eygunum. Hann segði: — So tit ætla at rýma! Veitst tú ikki, mín kæra dóttur, at ongin kann sleppa frá mær, uttan at spyrja meg um loyvi fyrst? Illoygdi flenti ein ljótan látur og hann helt tað vera so egiliga stuttligt, at onkur skuldi rýma. — Men, segði hann og láturin tagn- aði. — Kona mín doyði, tí hon ætlaði sær at rýma frá mær, segði at hon hevði fingið nóg mikið av mær, so sjálvandi mátti eg gera okkurt. So ein morgun gandaði eg sjógvin so heitan, at oll fóru at doyggja, um tey ætlaðu at svimja yvir um. Nei, mín vakra kona fór í sjógvin og doyði beinanvegin. Men hver tolir 100 hitastig? Dóttur hansara bleiv líkbleik og eyguni fyltust