leygardagur 2. februar 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 23 — 2. februar 1991
tíðindablaðið S0Sjalurin
Holl søgulig ritgerð, ið
arpar ljós á nútíðarmál
Róland W. Høgnesen,
søgufrødingur
Jåkup Thorsteinsson:
Et Færø som Færø.
Studier i Færøernes for-
fatningsmæssige stilling i
forhold til Danmark
1834-1852.
Aarhus 1990, 446 bls.,
kr. 440.-.
Pad var ein stórur dagur
fyri foroyska seguvísind,
tå Jákup Thorsteinsson
hin 14. des. 1990 vardi
doktararitgerð sína á
lærda háskúlanum í Aar-
hus. Danskt doktaraheiti
miklum mæti alla
staðir, og her var væla-
verk lagt fram.
eir báðir offisiellu
opponentarnir hevdu
mong rósandi orð til Ják-
ups fyri ritgerð hansara.
Tey sjónarmið, sum Ják-
up setir fram, eru bygd á
hellubotn. Jákup hevur
funnið fram alt keldutil-
farið, hann hevur vandað
sær um arbeiðið við keld-
inum, hann er sera nær-
lagdur og vælgerin, so
próvferslan hjá Jákupi er
er I
kki at vika. Kanska er
rovførslan i stødum nog
langrøkin, hildu teir
iðir. Men so verður ofta,
á hevundurin er vælgerin
roynir at fáa allar
snøklar við.
Nil sjálva ritgerðina
hevði hvergin av oppo-
nentunum nakrar atfinn-
okkurt smá-
putl, sum lítlan og ongan
tydning hevur. Fyrri
teirra, Lorenz Rerup frá
Roskilde Universitets-
center, røddi mest um
vidurskiftini i Slesvik um
somu tíð fyri at visa at
tesa Jakupsar var rett: at
einaræðisstjórnin í Keyp-
mannahavn royndi sum
best at halda fast um allar
landspartarnar í danska
ríkinum, men noyddist at
laga seg eftir umsteðun-
um á staðnum, annað-
hvert tað var i Føroyum, í
Slesvík ella aðrastaðni.
Seinni = opponenturin,
Vagn Wåhlin frá Aarhus
Universitet, hevur verið
so beinasamur at prenta
meginpartin av reðu síni í
Dimmu (nr. 144, hin 13.
des. 1990). Wåhlin helt, at
bók Jåkupsar var skilagóð
ritgerð eisini i danskari
søguskriving. Jákup hev-
ur vidgjørt filosofiska
hugtakið »suverenitetur«,
vit kunnu siga »fullveldi«.
Jákup hevur skrivað um,
vussu ein partur av ein-
ríki kann hava nakað
uttan
Ingar
ella nógv »fullveldi« innan
ríkisfelagsskapin. Í so
máta kundi bók Jákupsar
verða lisin sum partur av
einum nútíðar orðaskifti
um viðurskifti Danmark-
ar við Felagsmarknaðin,
nú felagsskapurin verður
útbygdur og gerst fastari.
Vit kunnu eisini brúka
bókina til tað orðaskiftið,
sum er við at taka seg upp
i Føroyum um at broyta
heimastýrisskipanina og
um viðurskifti Føroya til
Felagsmarknaðin.
Drúgvasti parturin av
bók Jákupsar er IV part-
ur, sum er 83 blaðsíður og
ein fjórðingspartur av
sjálvari ritgerðini, er um
viðgerðina í fólkatingin-
um danska av uppskotin-
um um vallóg fyri Feroyar
til fólkatingið. Her vísir
Jákup sítt kynstur at
loysa sundur eitt langt og
flokjasligt orðaskifti.
Hann hevur flokkað
donsku sjónarmiðini í átta
ymsar bólkar. Her vísir
Jákup eisini hvussu fimur
hann er í royndum at
brúka statsrættarlig
ásteði (teoriir), sum hann
hevur lagt fram í byrjan-
ini av bókini í 4. kapitli.
Her verður bert nomið við
tríggjar av bólkunum.
Jákup ferir fram, at teir
menn, sum umleið 1850
løgdu lunnar undir danska
borgarliga fólkaræðið,
vóru vísir í, at fólkaræði
einans kundi grundast á
ein borgarastætt, tað eru
menn í sjálvsteðugari
vinnu og lærdir em-
bætismenn. Men í Føroy-
um var einki til av tí fólka-
slagnum tá á degum,
hildu hesir menn. Í Feroy-
um var bert almúgva,
vildu hesir menn vera við.
Sostatt vóru Feroyar
noyddar at verða partur
av danska borgarliga
fólkaræðinum, so danski
borgarastætturin kundi
taka rettu avgerðirnar
fyri Feroyar.
Men eisini hesir menn
noyddust at laga seg eftir
umsteðunum á staðnum,
so teir góvu — góvu —
Føroyum eitt amtsråd,
sum umframt vanliga
amtráðsvirksemið eisini
kundi sleppa at gera til-
mæli um serferoysk mál,
so at umboð fyri donsku
borgarastættina = kundu
taka rettu avgerðirnar.
Fremsti forsprákarin fyri
hesum var D.G. Monrad.
Men aðrir fólkatings-
menn, sum vóru ávirkaðir
av m.ø. N.F.S. Grundtvig,
talaðu um at rett fólka-
Róland W. Høgnesen.
Klaksvíkingur, f. 1927. Er
cand. mag. í søgu og reli-
gión frå Københavns Uni-
versitet. Undirvisir å Gl.
Hellerup Gymnasium. Høv-
undin hevur sjålvur skrivad
serritgerð um stjórnarvið-
urskifti í Føroyum til og
við fyrru helvt av 19. old.
mentan einans kann koma
frá rætta fólkinum, tí van-
liga fólkinum, og at fólka-
ræði eigur at grundast á
fólkamentan. Og er hon
ikki til taks nú, kann hon
fara at koma, tá fólkið fær
frælsi.
Eisini maður sum A.F.
Tscherning talaði um
fyrst at venja fólkið til
fólkaræði og síðan geva
umboðsmonnum teirra
sess millum hini umboðini
fyri fólkaræði, so sum tað
er til skjals á baksíðuni á
bók Jákupsar.
Tað letur til at øll søgu-
fólk nú góðtaka, at í Før-
oyum var eingin borgara-
stættur. Meguliga er tað
so. Men eg vil ikki góð-
taka hesa hugsan fyrr enn
hon er prógvað vid søgu-
froðiligum kanningum.
Fara vit aftur um ár 1800,
finna vit í Feroyum eina
stætt, sum er ógvuliga
átek eini borgarastætt.
Embætismenn komu ofta
uttanífrá, men teir livdu
ævi teirra í Føroyum. Teir
giftust ofta føroyskum
gentum. Embætismennin-
ir í Havn og prestarnir
høvdu saman við teimum
mætastu bendrunum tað
politiska ræðið í landin-
um, og hesir somu hevdu í
hondum meginpartin av
handlinum í landinum.
Men fara vit fram um um-
leið ár 1800, so er hetta
dygga sambandið millum
embætismenninar og teir
mætastu bendurnar dott-
ið burtur, av tí at donsku
embætismenninir og
prestarnir ikki longur
stødadust i Føroyum. Men
teir mætastu bøndurnir
góvust ikki av teirri sek at
vera handilsmenn. Teir
handlaðu og teir trivust
sera væl við at einahandil-
in hevði inn- og útflutning
um hendi. Tá so fríhandil-
in kom — mest fyri at
stuðla handilsvinnuni í
Keypmannahavn — ja, so
handlaðu somu menninir
framvegis, nú við form-
ligum handilsloyvi,
kanska sum úthandil fyri
handilshús niðri í Keyp-
mannahavn.
Íslendingar vóru ikki
frægari fyri við borgara-
stætti enn feroyingar.
Men kortini sluppu teir
undan donsku grundlógini
og undan at senda umboð
til rikisdagin í Keyp-
mannahavn. Teir fingu Al-
tingið aftur sum lógar-
ting. Hetta komst av, at í
Keypmannahavn vóru ís-
lendskir lærdir embætis-
menn, sum kendu rettu
stovnarnar og rettu menn-
inar, so teir í tokum tíma,
áðrenn avgerðirnar av
røttum vóru tiknar,
kundu bera fram ís-
lendsku sjónarmiðini í
rettum líki, so danskir
politikarar, bæði í eina-
ræðistíðini og í fólka-
ræðistíðini, tóku við ís-
lendsku sjónarmiðunum.
Og so áttu íslendingar tær
gomlu fornsegurnar. Bert
onkur hendinga serfreð-
ingur tá hevði hoyrt um
føroyskan kvæðaskald-
skap.
Íslendingar vóru harð-
liga ímóti, at danska
grundlógin kom í gildi í Ís-
landi, og at teir skuldu
velja umboð til ríkisdagin.
Jákup sigur í bókini, at
einki er at finna um, at
nakar føroyingur var i-
móti at grundlógin var
tinglisin i Føroyum, og at
foroyingar skuldu velja
umboð til danska ríkis-
dagin. Heldur er tað tvert-
urímóti.
Satt at siga, tá eg fyri
mongum árum síðani
skuldi skriva serritgerð til
embætisprógv, fór eg
fyrst at hugsa um hetta
tíðarskeiðið umleið 1850,
so eg havi lisið stóran part
av keldutilfarinum fyrr
Men áðrenn eg rættuliga
setti skjetil á, var eg farin
longur aftur í tíðina. Síðan
skrivaði Jákup serritgerð
um hetta evnið. Tað er
ógvuliga gleðiligt, at Jáku
nú hevur skrivað hetta
valaverk av eini doktara-
ritgerð um stjornarvidur-
skiftini umleið 1850. Her
nýtist ongum at koma
afturumaftur. Tað er eis-
ini ógvuliga gleðiligt, at
Jákup hevur dugað at
leggja serritgerðina heilt
til viks. Her er endur-
nýtslan eingin.
Tá eg las bók Jákupsar,
var eg komin til blaðsíu
341 — tað er 20. kapitul
»Perspektivering«, har
Jåkup ikki hevur gjørt
sjålvstødugar kanningar
— ådrenn eg fekk hug at
gera viðmerkingar av
týdningi.
Fyrst trý stutt brot úr
bókini, ell trý á blaðsíðu
341.
»Den økonomiske
liberalismes krav om fri-
hed på erhvervslivets om-
råde og hermed forbunden
privat ejendomsret til pro-
duktionsmidlerne førte til
det kgl. handelsmonopols
ophævelse og indførelse af
frihandel i 1856 (hoved-
værk: »Føroyar undir fri-
um handli i 100 år«, J.K.
Joensen m.fl, Tórshavn
1955).«
»Imidlertid skulle det
vise sig, at frihandelens
indførelse kom til at
betyde, at det færøske
samfund udsattes for kul-
turimpulser fra udlandet
(både på det religiøse og
det verdslige område) og
indre sociale omvæltning-
er, der efterhånden førte
til det traditionelle bonde-
samfunds opløsning (Ger-
hard Hansen: »Vækkel-
sesbevægelsernes møde
med færingernes enheds-
kultur«, Tørshavn 1984
J.P. Joensen: »Fra bonde
til fisker«, Tórshavn
1987)«.
»Frihandelens indfer-
else blev således også den
af de fundamentale forud-
sætninger for den færøske
nationalbevægelses — op-
komst (Debes, s. 59)«.
Felags fyri øll hesi brot-
ini, sum ikki eru frå
Jåkupi, men ødrum søgu-
frødingum, er, at
honds stórur dentur
verður lagdur á árstalið
1856 og lóg um fríhandil.
Men ølium søgufrøding-
um er jú greitt, at ávís
loggåva åvist ár lítið ella
einki hevur at týða. Tað
einasta, sum hendi í 1856
var: higartil hevði dansk-
ur statskapitalur innflutt
til og útflutt úr Feroyum
fyri at feroyingar kundu
fáa neyðsynjarverur, í
1856 fór danskur privat-
kapitalur at flyta inn og at
flyta út fyri privatan vinn-
ing, profit. Annað hendi
ikki.
Tað er rættuliga logið at
lesa, at samfelagsbroyt-
ingarnar fara fram í tí sum
samfelagsfreðingar í dag
nevna »yvirbygningurin«.
Hetta verður ofta skírt
borgarlig ella idealistisk
seguskriving, og tað plag-
ar ikki at verða sagt uppá
ovur-
ros.
I dag
felags- øgufrødingar
vera samdir um, at broyt
munnu allir sam-
ingarnar fara fr
1t sum
samfelagsfrødingar nevna
FAG] Síða 17
TR
WA
viku-
SKITTIÓ
»basis«, og tá tað er hent,
koma broytingarnar eisini
fram í yvirbygninginum.
Lat meg tala ítekiliga:
fyrst koma vinnuligar og
samfelagsligar broyting-
ar, síðan koma broytingar-
nar í áskoðan og hugsunn-
ar hátti, eitt nú í lógar-
broytingunum.
Til tað fyrsta brotið er
at siga, at privatur ognar-
rættur til framleiðslu-
tólini var eins vanligur í
Feroyum undan sum
aftan á 1856, og at privat-
ur handil var eins vanligur
undan sum aftan á 1856.
Til tað annað brotið er
at siga, at sosialar (samfe-
lagsligar) broytingar fóru
fram áðrenn 1856. Longu í
1856 livdu reiðiliga 40%
av feroyingum av fiski-
skapi, meðan slek 40%
høvdu landbúnað sum
hevuðsvinnu. So longu í
1850 var hitt traditionella
bóndasamfelagið upp-
loyst (vit kunnu eisini
siga: at longu í 1850 vóru
menn við at leggja burtur
gamla siðvenju, av berari
neyð, fyri at teimum
kundi verða lív lagað her á
landi. Hesir fátæku menn
broyttu feroyska samfe-
lagið).
Til tað triðja brotið er at
siga, at fundamentalu
fyritreytirnar fyri fer-
oysku tjóðskaparrersluni
vóru tær vinnuligu og
samfelagsligu broytingar
nar, sum teir fáteku feroy-
ingarnir noyddust at
byrja í 1830- og 1840-tal
inum fyri at mat i
munnin til seg og síni. Í
1856 høvdu hesir menn
broytt føroyska samfelag-
ið so mikið, at teir skúgv-
aðu einahandilin til viks.
Einki søgufrødiligt verk
er enn komið á prent um
hesar vinnuligu og samfe-
lagsligu broytingarnar.
Her er úr at gera hjá før-
oyskum segufreðingum.*
Bókin hjá Jákupi kann
verða lisin á ymsan hátt
ella til ymisk endamál:
1. sum visundalig segu-
frødilig ritgerð; tað er
endamál Jákupsar, í so
máta er hon av besta
slagi,
2. sum innblástur til søgu-
froðingar, ið hava hug at
gera kanningar um tær
vinnuligu og samfelags-
ligu broytingarnar, sum
fóru fram í 19. eld, her
liggur mangt á láni enn,
og
3. sum ritgerð um politisk
mål, sum eru frammi í tíð-
ini, um viðurskifti Feroya
við Danmark, um heima-
stýrisskipanin skal broyt
ast og kanska til viður-
skifti Føroya við Felags-
marknaðin.
hin 6. januar 1991
Róland Hegnesen
- kur fær hug i nakað
fáa