leygardagur 2. februar 1991síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í
Í
————"
Vr. 23 — 2. februar 1991
Esmar A. Jacobsen
Tá segði Dávid við Náthan: >Eg havi
syndað móti Harranum«. Og Náthan
segði við Dávid: >Harrin hevur eisini
fyrigivið tær synd tína, tú skalt ikki
doyggja«. — 2. Sám. 12,13.
Hendingina kenna vit frå bibliusøguni.
Dåvid hevði syndað grovliga; men hann ann-
aðhvert dugir ikki at síggja at hetta var
synd, ella vil ikki síggja tað.
Tá er tað at Harrin sendir profetin Náthan
til Dávids. Uppgávan hjá Náthani var tann
sama, sum allir profetar bæði fyri og eftir
hava fingið, at sannføra um synd og um
syndafyrigeving. Undan sannfering um
syndafyrigeving má sannfering um synd
koma; ti at har sum eingin synd er — t.e.
syndakensla —, har er heldur eingin tervur á
syndafyrigeving. Øll hava syndad; men ikki
oll vilja kennast við sína synd.
Dávid dugdi væl at síggja syndina hjá eðr-
um; men ikki hjá sær sjálvum. Hann dømdi
til deyða tann ríka mannin, sum hevði tikið
gimburlambið hjá hinum fátæka. Tá er tað,
at Náthan ber honum boðini frá Gudi: Tú ert
maðurin — ið hesa gerð hevur framt. Tástani
sá Dávid ella tástani játtaði hann, at tað,
sum hann hevði gjørt, var synd móti Harran-
um. „Eina móti tær havi eg syndað og gjørt
tað, ið tær tykir ilt“. Sálmur 51,6.
Hesi orðini frammanfyri sýna okkum
hvussu nær ið syndajáttingin og syndafyri-
gevingin eru samanknýtt. Hetta hendir, um
vit so mega siga, í sama andadrátti. »Um vit
játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og
rættvísur, so at hann fyrigevur okkum synd-
irnar og reinsar okkum frá allari ørættvisi«.
1. Jóh. 1,9.
andlåt
23. januar
Herborg Húsgarð, ættað úr Sydrugøtu, búsitandi
í Reykjavík, 58 ára gomul.
24. januar
Jensa Heinesen, Kunoy, 75 ára gomul.
Meinhard Gaardlykke, Lamba, 80 ára gamal.
27. januar
Lena við Misá, Vági, 78 ára gomul.
Lukkas Johannes Lukkasen, Skopun, 96 ára
gamal.
Elsba Wolles, av Trøllanesi, 92 ára gomul.
28. januar
Simun Petur Joensen, Skopun, 94 ára gamal.
Marius Olsen, Skálavík, 83 ára gamal.
29. januar
Louisa Mikkelsen, Vági, 87 ára gomul.
Agnas Trondesen, Depli, 81 åra gomul.
30. januar
Torbjørn Hjelm, Vågi, 69 åra gamal.
Gudstænastur sexagesima
Viðareiði: Jógvan Johansen kl. 12.00, altargongd
Christianskirkjan: Niels Pauli Danielsen kl. 11.00
Haraldssund: Henning Bøgesvang 12.00
Leirvik: Peter O. K. Olofson kl. 12.00
Lamba: Jåkup Kass. kl. 11.00
ÆDuvik: Jåkup Kass kl. 17.00
Norðskála: Emil Olsen kl. 12.00, altargongd
Saksun: Martin R. Jacobsen kl. 11.00
Vestmanna: Marjun Bæk. kl. 12.00. Talvan gongur fyri
sunnudagsskúlan hjá Heimamissiónini
Vesturkirkjan: Kjartan Mørkøre kl. 11.00, altargongd
Kirkjubøur: Kjartan Mørkøre kl. 13.00
Bøur: David Johannesen kl. 12.00
Skålavik: Jåkup R. Hansen kl. 12.00, altargongd
Tvøroyri: Jónsvein Bech kl. 12.00, barnagudstænasta.
Talvan gongur fyri sunnudagsskúlan.
Vágur: Birgitte Johannesen kl. 11.00, altargongd
Sumba: Heri Joensen kl. 12.00
Leygarkvøldid i Hvalvik: Martin R. Jacobsen kl. 20.00
Sunnudagin gongur talvan i øllum kirkjum í Norðuroya
vestara prestagjaldi til frama fyri Sjómansmissiónina
>>
Þ
Lt .X
Vælkomið
Utla barn
28. januar fingu Lív á
Hans Clementsen,
Hoyvík, eina dóttur.
28. januar fingu Conny
Hansen, Miðvági, og
Leivur Christiansen,
Kirkju, ein son.
29. januar fingu Joan
og Hans Dam, Argjum,
eina dóttur.
29. januar fingu Lilian
Troygaard Nielsen og
Johnny Ámonsen,
Fredriksberg, ein son.
19. januar fingu Birita
og Birgir Krossteig,
Tórshavn, tvíburðar,
gentur. 30. januar fingu Teresa
Jarnfoss, Tórshavn, og
Kristian L. Dam,
Klaksvík, eina dóttur.
23. januar fingu Jean
og Trúgvi Gudmundar-
son, Hvalba, ein son.
30. januar fingu Karis
Danielsen, Strondum,
og Wenzil Højgaard,
Toftum, ein son.
24. januar fekk Anna
Maria Berthelsen,
Strondum, eina dóttur.
25. januar fingu Birna
og Anfinn Miðhamar,
Vági, eina dóttur.
30. januar fingu Amy
og Jan Jacobsen, Ser-
vági, eina dóttur.
27. januar fingu Sólvá
og Ejnar Bruun, Runa-
vík, eina dóttur.
31. januar fingu Noomi
Joensen og Norðleif
Holm, Leirvík, ein son.
27. januar fingu Bjørg
og Ingi Olsen, Vest-
manna, eina dóttur.
31. januar fingu Jón-
gerð og Absalon Heine-
sen, Leirvík, ein son.
KFUK
Samkoma teirra eldru verð-
ur mánadagin kl. 15.00.
Pottasláing.
Ringið!
- og vit skriva
(C11820
Síða 17
Hetta orðið man hevur verið lítið umhildið í
skrift, og nógv royna at sleppa undan at siga
man, tí vit eiga so nógv annað gott málbrúk at
seta í staðin.
Man hevur lítið verið sagt í fjølmidlunum: men
nú er tað vorðið so vanligt at hoyra, og ofta sæst
tað eisini í bleðunum.
Vit fara at seta tveir málteigar í Tíðindablaðið
Sosialin undir yvirskriftini Man. Teir hava báðir
staðið í Skúlablaðnum.
Tað, ið her fer at standa, er tað, sum Tórarinn
Evensen gav læraraskúlanæmingunum og eisini
næmingum á skeiðum.
Sv. 1
i.
Nyta ein i fyrra setningi og hann i seinra setning:
Skuldi ein ongantíð royna nakað nýtt, fór hann
altíð at teva uppi í tí gamla.
Tá kendi ein, sum hann átti seg sjálvan.
Best sum ein nú stendur og sker torv, veit hanr
ikki av, fyrr enn...
2.
Tu:
Kemur tú ytst á Tinganes.
Frá hevdinum skalt tú hvalin skera.
Tú skalt altíð vera varin.
3.
Teir ella tey:
Tá ið tey ganga her úti...
Tá ið teir skjóta til máls...
4.
Fólk:
Ofta høvdu fólk verið fyri vónsvikum.
Fólk siga so nógv.
2.
Maður, menn:
Honum eigur maður at fylgja av garði. sum hanr
vil aftur skal koma.
Hvussu tað er, vita menn ikki reiðiliga.
6.
Opersønligur setningur í gerðsogr
Tiga skal millum tveggja vina
Ikki eigur at smíða negluna fyrrenn bátin.
Ikki skal goyma sum kráka.
Men sum inn kom, gjørdust trøini hægri.
Vid logum skal land byggja.
Vågar: Tlf. 32413
Suduroy (nord): Tlf.
71560
Suðuroy (suður): Tlf.
73030
Læknavaktir
Tórshavn: Sølvi W.
Olsen, df. 16611,
leygardag og Andor
Ellefsen, tlf. 12233,
sunnudag.
Eysturoy: Pål Olsen,
tuf. 47010, leygardag
og Andreas Petersen,
tlf. 41086, sunnudag.
Norduroyggjar:
Karin Haar, tlf. 55279
Tanniæknavakt
Tårshavn
Brådfeingishjålp fæst
leygardag, sunnudag
og halgidagarkl. 13.00
- 14.00. Tlf. 14544.
AMNESTY INTERNATIONAL,
Føroya Deild:
Skrivstovan i Vågsbotni er opin månadag, mikudag
og friggjadag kl. 11-16. Tlf. 15816