Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. februar 1991síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Reingerðarfólk til Sparikassan — at seta í starv skjótast gjørligt! Gøtu søkja vit eftir deild okkara í vlovsara fyri okkara núverandi ra avloysari et raðir. Arbeiðstíðin er MO tú skalt ve 30 tímar join ært tú sambært avtalu. Skrivlig umsókn skal sendast til Forova SspDarikassåa Fuelatirði Á » y "ATI CE. a aa O Fuglatjordur Vanlukkutrygging Fyri ikki at verða fyri ov stórum figgjarligum missi, um vanlukkutilburður berst á, er neyðugt at hava tryggingarvidurskiftini í lagi. Tryggingarslegini eru: Vanlukkutrygging av hjálparfólki á sjógvi og landi — løgskipad. Tey, ið hava fólk í arbeiði á sjógvi ella landi, hava skyldu til at halda arbeiðsfólkið van- lukkutryggjað. Eigarar av skipum og bátum yvir 4 tons hava skyldu til at vanlukkutryggja mann- skapið. Heimatrygging av sjófólki logskipað. Tey, ið vinna meir enn 1/5 av årsinnløguni av sjónum, hava persónliga tryggingarskyldu. Sjálvboðin arbeiðsvanlukkutrygging sjålvkravd. Arbeidsvanlukkutrygging fevnir um van- lukkutilburðir, ið henda i persónligum arbeiði hjá tryggjaða. Hartil fevnir henda arbeiðsvanlukkutrygg- ing eisini um vanlukkutilburðir, ið henda beinleiðis á veg til og frá arbeiðsplássi. Sjálvboðin frítíðarvanlukkutrygging sjålvkravd. Frítíðarvanlukkutryggingin verður teknad sum uppískoyti til arbeiðsvanlukkutrygging- ina, so tryggjaði eisini er vanlukkutryggjaður í frítíðini. Vanlukkutryggingin gevur nærri upplýsingar og leiðbeiningar. Ringið, skrivið ella stokkið inn á gólvið. Tað er lívsneyðugt... TØROVA 4 H 3 Foroya Vanlukkutrygging S/F ý: Telefon 11466 & 15952 Yviri vid Strond 23 Postboks 59 + 110 Tórshavn 13. kunning frå EF-arbeidsbolkinum I - Føroyar og EF … Avleiðingar av ymiskum sambondum vid EF Tá ið tríggir fjórðingar av okkara útflutningi fara til EF-londini, verður neyð- ugt við onkrari avtalu við EF, og verður nú greitt frá, hverjar avleiðingar teir ymsu sambandsmegu- leikarnir við EF kunnu hugsast at fara at hava Fríhandilsavtala Sum greitt frá í 12. kunn- ing hava vit skotið upp fyri EF at fáa eina fri- handilsavtalu millum Før- oyar/Danmark og EF. Hendan avtalan kann samanberast vid tær av- talurnar, ið EF hevur við EFTA-londini og onnur lond við. Avtalurnar við EFTA- londini snúgva seg í høv- uðsheitum bert um ídnað- arverur. Í onkrum føri eru landbúnaðar- og fiskavør- ur skoyttar uppí. Hóast Føroyar í meira enn 10 ár tollfritt hava kunnað selt ídnaðarverur á EF-marknaðinum, so hava vit ikki gjørt tað. Hetta stendst kanska av, at okkara verur ikki eru kappingarførar. Í eini frihandilsavtalu vil EF sjálvandi treyta sær, at vit taka tollverj- una av og seta onkra aðra avgjaldsskipan í staðin, sum ikki ger mun á før- oyskum verum og á ver- um úr EF. Tá ið EF bæði í eini ráðssamtykt frá 14. febru- ar 1974 og í innganginum til fiskivinnuavtaluna i 1977 hevur viðgingið, at vit eru fullkomiliga bund- in at fiskivinnuni, so mugu vit treyta okkum at fiskaverur vera við í frí- handilsavtaluni við EF. Afturfyri kunnu vit so bjóða EF, at flestu land- búnaðarverurnar vera við í avtaluni. Hóast vit fáa eina frí- handilsavtalu við EF. vilja vit kortini hava nak- að av handilspolitiskum frælsi eftir. Ein fríhandilsavtala skal helst geva báðum pertum forrættindi á marknaðinum hjá hinum partinum. Tí er ikki nóg mikið bert at avtaka tollverjuna og seta nýggjar avgjalds- skipanir í verk. Men um vit seta ein veruligan toll, sum virðir tær GATT- skyldur, ið Danmark (og EF) eru bundin av, og sum hava við sær, at gjøldini ikki eru hægri enn tey Gatt-heftu gjøldini hjá EF, so ber til at bjóða EF null-toll og harvið forrætt- indi á tí føroyska mark- naðinum. Fáa vit eina fríhandils- avtalu við EF, eiga vit á at royna at fáa handilsavtal- ur við EFTA-londini, ið líkjast hesari. Tollsamgonga Ein víðari loysn enn fri- handilsavtala vildi verið at biðið EF um eina toll- samgongu at líkna við hana, ið Man og Erma- sundsoyggjarnar hava, ella avtaluna, ið Andorra fekk fyri stuttum. Okkara fyrimunur við eini tollsamgongu, id fevn- ir um fiska- (og landbún- adar-)vørur, er trygd fyri, at føroyskar verur verða seldar í EF javnbjóðis EF- verum. So verður ikki neyðugt at seta uppruna- váttan á okkara verur, tá ið tær verða sendar til EF. Ein tollsamgonga hevur eisini við sær, at tollgjøld- ini hjá EF verða nýtt mót- vegis triðjalondum. Hetta hevði dýrkað innflutning- in av verum úr londum uttanfyri EF, sum EF ikki hevur játtað tollfrælsi. Treytin fyri eini tollsam- gongu er eisini, at partar- nir semjast um, hver skal hava tollinntekuna. Her kundu vit kanska nýtt skipanina hjá Isle of Man sum fyrimynd. Isle of Man fær ein part av tcim- um tollgjøldum og av- gjøldum, sum verða kravd upp í Stórabretlandi, ið svarar til teirra part í fólkatalinum í Stórabret- landi. At fáa eina tollsam- gongu við EF hevur verið hildið at verið ein vansi fyri okkum, tí roknað verður við, at vit vildu mist niðurgreiðslustuðul- in fyri landbúnaðarverur, so hesar gjørdust dýrari. Men í handilsavtaluni millum EF og Andorra er ásett, at Andorra kann varðveita niðurgreiðslu- stuðulin fyri ávísar land- búnaðarverur. Í handils- avtaluni millum EF og tey fronsku amtini handan hav er eisini meguleiki fyri serskipanum fyri teirra innflutningi av landbun- adarvørum. Tad er ikki 6hugsandi, at aðrir spurningar enn tollgjøld kundu komið upp á tal í eini samráðing um tollsamgongu við EF. A alheimsfundum vil EF meta vegna alla toll- samgonguna, eisini Fer- oyar. Sjálvandi skal oll verja av føroyskum verum tak- ast av Associering ella aðrar serskipanir Tað er torfert at lýsa eina skipan, ið fevnir um meira enn fríhandil við verum, tí innihaldið í eini slíkari skipan valdast, hvat ið partarnir verða samdir um. Men talan kann verða um: samstarv millum ymsar stovnar, fritt råsa- rúm hjá arbeiðsmegini, rættindi at stovna virki, fíggjarstuðul o.a.. Tað ber til at hugsa sær tvær fyrimyndir. Onnur, ið stevnir ímóti eini veru- ligari og víðgongdari associeringsskipan við EF. Hin, ið bert viðvíkur økjum, har ið vit hava ein serligan terv fyri sam- starvi við EF. Limaskapur Hóast limaskapur í EF ikki er á politisku dags- skránni í letuni, skal hesin meguleiki tó verða um- reddur, so fólk fáa hóming av, hvat hann ber við sær. Føroyar verða tá i tollfe- lagsskapi vid EF, te. at eingin tollur verdur lagdur á verur, sum verða fluttar millum Feroyar og EF- londini, og vit hava sama toll sum EF mótvegis triðjalondum. Tollurin frá triðjalandi skal í kassan hjá EF. Neyðugt verður at seta meirvirðisgjald (moms) á verur og tænast- ur. Vit koma undir land- búnaðarpolitikkin hjá EF, tað merkir, at landbúnað- arverurnar verða dýrari. Fiskivinnupolitikkurin hjá EF verður eisini galdandi fyri okkum, tað merkir, at tað verður EF-nevndin, ið ásetur TAC og kvotur í foroyskum sjógvi, og tað verður eisini EF-nevndin, ið ger av, hvussu nógv vit sleppa at fiska í EF-sjógvi og í triðjalandssjógvi. Marknaðar- og struktur- skipanir hjá EF fara eisini at galda fyri okkara fiski- vinnu. Allar EF-fyriskip- anir á fiskivinnugkinum sum á ellum eðrum ekjum. Ikki bara tollverjan av okkara ídnaði fellur burt- ur, men eisini tað mesta av stuðlinum til fiskivinnu og landbúnað má óivað burtur. Politikkurin hjá EF fer at fáa árin á nógvum ødrum økjum hjá okkum. Afturfyri kunnu vit fáa stuðul úr ymsum grunn- um hjá EF í tann mun hetta samsvarar við regl- urnar og politikkin hjá EF. Føroyingar verða EF- borgarar, men aðrir EF- borgarar fáa eisini somu rættindi í Feroyum sum føroyingar. Heimild: Arni Olafsson Felagið Livdin hevur rimmarbingo i Blindahúsinum leygarkvøldid 2. febr. kl. 16.00. Nógvir góðir vinningar verða, so sum ferð til Noregs aftur og fram fyri tvey. 500 | av olju frá Oljufelagnum Føroyar o.m.a. Skåla Arbeiðsmannafelag Aðalfundurin hjá Skála Arbeiðsmannafelag verður 15. februar, kl. 18.00 í Losjuni á Skála. Skrá samb. lógum felagsins. Nevndin