Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Føroya Ídnaðarfelag Boðað verður til Aðalfundar mikudagin 20. febr., kl. 15.00 á Hotel Borg Skrá sambært lógini Nevndin Gráur Barnastólur og ein Hokus-Pokus -stólur til solu. TIf. 75038 Val í Sjómannadeild FFs Í løtuni er val av nevndar- og tiltakslim- um i sjómannadeild Føroya Fiskimanna- felags. Atkvødusedlar eru sendir um- borð í skipini og til hvønn einstakan lim. Atkvødurætt hava teir, sum hava goldið limagjald í 1989 og/ella 1990. Atkvoðuseðlarnir skulu vera inni hjá grannskoðara felagsins í seinasta lagi 15. februar. Um onkur limur av misgávum ikki hevur fingið atkvoðuseðil, verður hann biðum um at venda sær til skrivstovuna hjá Feroya Fiskimannafelag, tlf. 11569. Sjómannadeild Føroya Fiskimannafelags Skála Arbeiðsmannafelag Aðalfundurin hjá Skála Arbeiðsmannafelag verður 15. februar, kl. 18.00 í Losjuni á Skála. Skrá samb. lógum felagsins. Nevndin Nr. 24 — 5. februar 1991 Gevið ølklubbunum frið Nú rúsdrekkamálið aftur er aktuelt, havi eg hug til at gera nakrar viðmerk- ingar. Fyri tað fyrsta er tað tíð uppá at fáa greiðari reglur fyri hvat er loyvt og hvat ikki er loyvt. Sum steðan er nú, er hon ikki somandi fyri eitt samfelag sum okkara. Havast má í huga, at lættari tað er komandi til rúsdrekka, meira verð- ur drukkið. Tað vísa royndir aðrastaðni, men bann er eingin varandi loysn. Tey, ið koma at smíða og viðgera hesa lóg, mugu hava í huga, at 10% av fólkinum, sum drekka, enda fyrr ella seinni sum »alkoholikarar«. Tað vil siga ikki duga mátahald, men tysta eftir meira, tá tey fyrst hava fingið rúsin og hava ilt við at gevast aftur. Ein óndur sirkul byrjar og er ringur at sleppa burtur úr aftur. Einasti mátin er at lata vera við at drekka hjá hes- um persónum, men freist- ingarnar eru nógvar. Tí vil eg heita á landsstýrið um ikki at gera freistingarnar sterri hjá hesum fólkum við einari alt ov fríari selu, men hava henda bólk og onnur í huga. Latið klubb- arnar koyra, sum teir koyra nú, har persónar, ið ikki halda seg klára ein slíkan »omgangskreds« bara halda seg burtur við ikki at vera limur. So kunnu áhugað fyri klubb- unum vera har uttan at ó- rógva hin partin av fólkin- um. Mín meining er tann, at eitt »monopol« skuldi ver- ið á teimum sterru pláss- unum, kanska við skamt- an og matstovur skuldu kunna skonkt vín og veikt ol aftur við mati, undir strongum eftirliti. Eg haldi ikki at elstovur skuldu verið loyvdar. Tí har haldi eg hevði tann tapandi parturin í hesum máli komið at sitið dag eftir dag. Vit mugu gera okkum greitt, at lond rundan um okkum meira og meira við- ganga rúsdrekkatrupul- leikarnar. Landsstýrið má gera sær greitt, at ein tapandi part fáa vit í hesum máli og tann partur má og skal gerast so lítil sum megu- ligt. Setast má í lógina, at ein partur av avgjaldinum á rúsdrekka skal latast til fyribyrgjandi arbeiði á skúlum og aðrastaðni. Tað má havast í huga, at ein partur av fólkinum ikki kann mátahald og hann má fyri alt í verðini ikki blíva offur fyri hin so er lítið vunnið. Tí haldi eg at tankin við at hava klubbarnar sum nú er kanska verdur at um- hugsa. Og at ein og hver kann keypa sær tað, ið ein hevur brúk fyri í eini eink- arselu. Ringt verður at gera øllum til vildar, men hetta var so ein tanki. Ein, ið kennir ta ringu síðuna av rúsdrekka Hvor er Poul Michelsen? Ja, kanska er tað ikki neyðugt at seta fram handa spurning. Flestu havnarfólk áttu nú at havt kent sviðan frá hes- um harra á ein ella annan hátt. Tó, kanska er onkur, sum enn ikki hevur fingið eyguni upp. Til teirra kann eg siga so mikið: 1. Poul Michelsen heldur eg ikki til lógina. Tað er á- sett honum at gjalda pedagogum í Havn ta løn, sum teir sambært lógini hava rætt til — men har gerst einki, tí Poul sigur nei. Hann vildi helst, at eingir pedagogar vóru til. 2. Sambært skúlalógini eigur alt undirvísingartil- far at vera ókeypis, men nú krevur Poul, at foreld- ur at børnum í skúlunum í Havn sjálvi skulu gjalda ein part av hesum bókum. Rímiligt ella órímiligt — Poul Michelsen krevur pening inn, sum hann sambært lógini ongan rætt hevur til. Er ein so- vorðin maður ikki lógar- brótari? 3. Poul Michelsen er anti- demokratur. Hann ger ikki eftir samtyktum frá nekrum meiriluta, um hann á ein og hvenn hátt kann skulka sær undar. M.a. tvíheldur hann um, at býlingshúsini í Havn skulu stýrast av eini trí- mannanevnd, har hann sjálvur hevur valt seg per- sónliga til formann. Hevði tað ikki verið rætt, at hes- ir stovnar gjerdust sjálvs- ognarstovnar og vórðu stýrdir av umboðum fyri foreldur, eigarafelog, starvsfólkum og býráðið? Tað eru ivaleyst tey flestu, ið halda hetta vera rætt, men hvat nyttar tað — Poul sigur nei. Sum borgari her í Havn fari eg at krevja eitt svar frá borgarstjóranum: 1. Hvussu nógvar pengar sparir býráðið um árið, um tú sleppur at bróta lógina og fær pengar inn fyri skålabøkur? 2. Hverjar grundir eru fyri ikki at gera allar stovnar meira demokratiskar? 3. Hvussu nógvir pengar eru brúktir til kanningar- arbeiðið um flogvell á Glyvursnesi? 4. Hver skal gjalda út- byggingina í Gundadali av gamla velli og ellum tí, ið har hongur uppii? 5. Ber ikki til at bíða enn nekur ár við at fara undir at byggja eitt lands-stadi- on? P. Broyting — ongantíð ov skjótt Ahugavert at lurta eftir 5'aranum nú henda dagin um rúsdrekkaspurningin. Flest øll vóru samd um, at núverandi skipan er út av lagi. Tað skal eitast, at vit føroyingar hava eina lóg at ganga eftir, men vit vita øll, at henda sama lóg verður brotin fleiri ferðir um dag. Tað ringasta, haldi eg, er, at 15-16 ára gamlir ungdómar kunnu bestilla alla ta negd av veðragli, sum tey vilja. Neyvan verður spurt eftir »legi- timatión<, tá hesi koma at loysa út — hví verður hetta ikki gjørt? Tað er láturligt, at tú kanst bestilla 48 fløskur av sterkum brennivíni um árið úr Danmark, men tað er tabu og lógarbrot at keypa tað her í landinum. Er tað ikki eisini heilt burturvið, at tú kanst fylla kjallaran við víni (um tú eigur pening), bara tað er bestilt uttanlands; með- an tú her í landinum ikki eingang á eini matstovu kanst njóta eittans glasi av víni? Eg veit ikki, um aðrir síggja upp til okkum før- oyingar á summum økj- um, men tá teir hoyra um okkara rúsdrekkalóg, rista teir á hevdinum, og tað skilji eg væl. Marita, smíða meðan jarnið er heitt. Fá eitt skilagott uppskot niðan í tingið sum skjótast uttan at vevja hverja kommunu í landinum uppí — tá kem- ur bara sperðil í. Gev okk- um føroyingum høvi til sjálvir at avgera, um vit vilja hava eina fløsku av øli, víni ella brennivíni, ella um vit ynskja at keypa ein heilan kassa — hetta má væl vera ein demokratiskur rættur? P.