Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 24 — 5. februar 1991 Palestinarar veruligu tapararnir Tað eru teir 1,7 mill. pale- stinararnir í teimum her- settu økjunum í Gaza og á vestara Åarbakka, sum eru veruligu tapararnir i Golfkrignum. Hetta meta nógvir eygleidarar, sum fylgja krignum og steðuni í Miðeystri. Síðani kríggið byrjaði hevur verið útgangsfor- boð í hesum økjunum, og palestinarar sleppa hverki til arbeiðis, til handils ella so frægt sum út á getuna. Teir eru allir sum ein noyddir at halda seg innandura. Bara so mikið sum gloppa teir eina hurð, verður skotið eftir teim- um. Palestinarar halda at út- gangsforboðið er móti øll- um lógum og rætti og vísa á, at hetta fær sera álvars- ligar fylgjur fyri teir allar. Mistu inntekurnar eru egiligar og hótta við heilt at undirgrava palestinsku samfelegini. Ísraelar halda einki løg- ið ella skeivt vera í slíkum útgangsforboði. Palestin- arar siga seg stuðla Sadd- am Hussein og vit taka tí ongan kjans, sigur ein kelda, sum heldur palestinarar vera eina álv- arsliga hóttan móti trygd- ini hjá jødum, nú PLO og Saddam Hussein háls- fevnast. Frá fleiri síðum verður nú métmlt móti ísraelsku viðferðini av palestinsk- um íbúgvum í hersettu økjunum. Altjóða felags- skapurin Amnesty Inter- national hevur i seinast- uni åkært fsrael fyri brot å mannarættindini. Sagt verður, at framvegis eru 14.000 palestinarar í fongslum uttan dóm. Har hava teir sitið síðani 1987. Eisini verður sagt, at upp til 4000 palestinarar hava verið hildnir í varðhaldi í upp til eitt ár uttan nakra ákæru ella dóm. Eisini í Ísrael sjálvum eru mótmæli móti viðferð- ini av palestinarum. Og tað snýr seg serliga um verandi útgangsforboð. Tann jediski læknin Ruch- sama Marton, sum fyri tveimum árum síðani stovnaði felagsskapin »Association of Israeli- Palestinian Physicians for Human Rights«, åkærir Ísrael fyri brot á manna- rættindini. Hon sigur, at tað er ikki nokk við tí, at palestinarar ikki sleppa til arbeiðis orsakað av út- gangsforboðnum, sum skjótt hevur varað í tríggjar = vikur, men mangir teirra sleppa ikki út at keypa mat. Alt tað 1,7 mill. stóra palestinska samfelagið er við at syndr- ast, sigur hon við danska blaðið Jyllands-Posten. Hon vísir á, at palestinar- ar, sum gerast álvarsliga sjúkir, sleppa heldur ikki til lækna sum steðan er. Ein vanligur hermaður skal meta um, antin ein palestinari skal sleppa til lækna ella á sjúkrahús ella ikki. Og tað hevur hann ongar fortreytir fyri, sigur tann jediski læknin. Útgangsforboðið er sera strangt. Allir palestinar- ar, sum ikki halda tað, verða skotnir. Útlendskir tíðindamenn í Ísrael meta støduna hjá palestinarum vera sera ringa. Tað ger ikki steð- una betri, at ein av ovastu leiðarunum, Yasser Ara- fat, beinleiðis hevur sagt seg stuðla Saddam Huss- ein. Eisini mangir pale- stinarar taka undir við Saddam Hussein. Øll tey mongu árini undir ísra- elskari herseting hava gjørt, at palestinarar síggja ein meguleika at fáa sítt egna heimland, nú onkur torir at seta seg upp móti Ísrael og USA. Spurningurin um steð- una hjá palestinarum eftir Golfkríggið verður nógv umreddur. Teir flestu eyg- leiðarar vilja vera við, at við positivu steðutakan teirra mótvegis Saddam Hussein, fara palestinarar bara at vera nógv verri fyri eftir kríggið. Kortini eru tað teir, eisini nógvir hóvligir ísraelar, sum halda, at ein eigur at bera yvir við palestinarunum. Teir hava nú í alt ov langa tíð verið offrini, tá stríð hevur verið millum arab- arar og jedar. Framstand- andi ísraelskir rithevund- ar sum David Grossmann og Amos Oz halda, at palestinarar hava fullan rætt til sítt egna land, eisini eftir eitt Golfkriggj, og eisini um teir í orð og talu hava sagt seg stuðla Saddam Hussein. David Grossmann sigur við norska blaðið Aften- posten: >Vi má fá palestin- erne inn igjen í historien. Ferst da vil de la være á hengi sig til en strálende fortid eller leve pá frem- tidsfantasier«. Men hann vidgongur, at studulin til Saddam Hussein hevur gjørt dialogin enn torfør- ari. Palestinarar ongar gassmaskur Bert ein lítil partur av teim um 1,8 mill. pale- stinsku íbúgvunum í teim- um hersettu økjunum á Vestara Áarbakka og í Gaza hava fingið gass- maskur frá ísraelsku myndugleikunum. Allir ísraelar hava gassmaskur. Hóast hægstirættur í Ísrael hevur kravt av myndugleikunum, at allir palestinarar eisini fáa gassmaskur at verja seg við móti einum m: gulig- um kem'skum áloji úr Irak, s- hevur israe.ska stjórnin ikki latið við seg koma. Higartil hava bert 75.000 íbúgvar fingið gassmaskur. Fleiri av ra- kettunum, sum Saddam Hussein hevur skotið móti Ísrael, eru lendar nettupp í økjunum, har palestinarar búgva. Keldur siga, at tað kunnu ganga mánaðir til allir palestinarar hava fingið gassmaskur, ísra- elar siga, at palestinarar skulu fáa gassmaskur, men at tað tekur sína tíð at útvega tær og fáa tær býttar út. Annars siga stjórnarkeldur í Ísrael, at endamálið hjá Saddam Hussein er ikki at raka palestinarar, men tætt- bygdu økini í landinum. Onnur vísa á, at vandin við rakettunum hjá Irak er, at tær ikki altíð raka har, tær eru ætlaðar. Tískil hava eisini nakrar teirra rakt eki, har pale- stinarar búgva. Ein tann stersta fyritek- an í Norðurlondum, SAS, er í stórum fíggjar- ligum trupulleikum. Og ætlanin er at siga meira enn 3000 fólkum upp. Orsøkirnar til trupulleik- arnar eru fleiri, m.a. minkandi umsetningur og vaksandi oljuútreiðsl- ur orsakað av Golfkríg- num, skeivar ílegur o.a. Nú hevur so kjakið tik- ið seg upp um framtíðina hjá hesi norðurlendsku fyritøkuni, sum stjórnir- nar í Danmark, Sveríki og Noregi eiga ein stóran part í. Tað eru tey, sum halda, at SAS skal fult og heilt yvir á privatar hendur, men onnur halda, at tað almenna skal seta fleiri pengar í fyrtøkuna fyri at bjarga henni. Borgarliga stjórnin í Danmark er ikki í iva. Hon er fyri at privati- sera SAS. Men hetta kann bert gerast, um øll trý londini eru fyri hes- um, og tað eru tey ikki í dag. Danski javnaðarflokk- urin er avgjert ímóti pri- vatisering av SAS. Tað fer at merkja, at rutur, sum í dag ikki bera seg, men sum er til týdningarmikil útjaðara- eki, eitt nú í Norður- noreg, verða niðurlagd- ar. Síða 13 Spurningurin er nú, hverja hjálp SAS skal hava og hvat slag av hjálp. Her eru teir borg- arligu ójavnir á máli. Tann konservativi Lars P. Gammelgaard heldur, at privatisering er tað einasta rætta. Hann heldur ikki, at SAS skal koma rennandi til lands- kassarnar, hverja ferð fyritøkan er í figgjarlig- um trupulleikum. Trupulleikarnir í SAS stava fyrst og fremst frá einum hotelævintýri og fløgum í eitt ameri- kanskt flogfelag, sum hava givið stórt undir- skot. Tað skal SAS ikki koma til statin við, held- ur tann konservativi politikarin. SAS hevur terv á kapi- tali, skal tað halda fram nærum ótarnað. Spurn- ingurin er so um parta- peningurin skal hækkast ella staturin skal geva lániveðhald. Bæði danski javnaðar- flokkurin og aðrir flokk- ar eru fyri at varðveita SAS sum tað er — ikki minst tí her er talan um nógv arbeiðspláss. Neyvan verða gjerdar stórar broytingar í ognarviðurskiftunum hjá SAS. Tað, sum nú fer at henda, er, at 3500 fólk verða uppsegd áðrenn endan av 1992, fyri harvið at kunna spara 3,5 mia. kr. Eftir hetta fer at verða hugt nærri at, um neyðugt verður at spræna fleiri almennar pengar i fyritøkuna. Íranar royna seg sum meklarar Iranski forsetin roynir nú at mekla í Golfkríg- num. Í gjár segði hann, at hann var til reiðar at fara til Bagdad at tosa við Saddam Hussein og fyrileggja honum eina ætlan um vápnahvíld og eina friðarætlan fyri alt Miðeystur. Eygleiðarar halda, at iranska uppskotið snýr seg um at Irak fyrst og fremst skal taka sínar hermenn úr Kuwait, og harnæst skulu øll tey sameindu herliðini taka seg heilt úr Miðeystri og ein deild av hermonnum úr islamiskum londum skal setast til at ansa eftir, at alt gongur sum tað skal. Enn eru ongar við- merkingar komnar úr Bagdad, men eygleiðar- ar vilja vera við, at tað er ikki vist, at uppskotið hjá iranska forsætisráð- harranum verður víst aftur, tí tað í nógvum gongur krevum hjá Irak á meti. Eisini verður víst á, at við hesum uppskot- inum sleppur Saddam Hussein at verða ver- andi leiðari í Irak. Tað er tó eisini heilt óvist um hin parturin í málinum, teir sameindu við USA á odda, fara at ganga við til vápnahvíld nú, eisini um Irak tekur seg úr Ku- wait. Tað er neyvan nakað dulsmál, at tað sum amerikanarar ræðast mest, er bara ein hálvur sigur, t.v.s. at irakar taka seg úr Kuwait og Saddam Hussein slepp- ur at halda fram sum leiðari í Irak og harvið verður verandi ein hótt- an móti bæði teimum sameindu og Ísrael. Tað er tí neyvan hugsandi, at amerikanarar vilja ganga við til vápnahvíld nú, tí tað bera gevur Irak meguleikan at brynja seg út aftur og byggja upp alt tað, sum teir sameindu hava lagt í oyði av hernaðarligum slag. So eygleiðarar meta tað vera rættiliga iva- samt, um eitt friðarupp- skot hevur nakran meguleika nú Men gongur Saddam Hussein við til alt fyri eitt at taka seg úr Kuwait, so kann steðan blíva ein onnur. Tá er setningurin hjá ST uppfyltur, og spurning- urin er tá, um amerikan- arar og teir sameindu hava nakran meguleika at halda fram við kríg- num. Sum stødan sær út i løtuni, so kann væl hugsast, at Saddam Hussein tekur undir við eini vápnahvíld júst nú, tí við henni hevur hann alt at vinna og teir sam- eindu við USA á odda nógv at tapa. Tá kemur eisini spurningurin um steðu Ísraels inn í mynd- ina. Fara israelar blankt at góðtaka, at sami Saddam Hussein, su”. hevur gjørt álop á Ísrar., verður sitandi leiðari í Irak komandi árini!!!