mikudagur 6. februar 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 25
6. februar 1991
Norska
skella-
veiðan
Í SOri
Og veldug botnøkir liggja
oyðin mong ár framyvir
Norska skeljaveiðan
endaði eins skjótt og hon
byrjaði. Skeljaveiðan við
Bjarnoynna, Jan Mayen
og Svalbard gjørdist eitt
stuttfreistad ævintýr við
álvarsligum fylgjum fyri
teir, sum settu pening í
hetta og fyri botnin á
skeljaleiðunum.
Hetta er nidurstødan
hjá norsku vísindamonn-
unum Jan Sundet og
Michaela Aschan á
Norska Fiskaríháskúl-
anum, sum hava fylgt
við skeljaveiðuni frá ti
hon byrjaði.
Og ævintýrið er bert
fimm ára gamalt. Í 1985
byrjaðu norðmenn at
royna eftir skeljum við
stórum nýmótans skelja-
trolarum. Tá veiðan var í
hæddini luttóku 26
trolarar og øll væntaðu,
at skeljaveidan fór at
gerast eitt satt gullnåm.
Nú er bert ein trolari
eftir.
Samanlagt gjørdu
norðmenn iløgur fyri 1,5
milliard i skip og virkir
á landi og hetta varð
HR
Ango gavst skjótt
Sp 66 66 3 2 #5 8 eee
gjørt uppá rekordtid.
Urslitid er ikki bert
húsagangur fyri nógvar
av luttakarunum, men
ein vistfrødilig vanlukka
fyri skeljaleidirnar., og
eitt sera ringt umdømi
fyri Noreg sum fiski-
vinnutjóð. Hetta halda
báðir fiskifrødingarnir,
sum hava fylgt skelja-
veiðuni neyvt.
HART TRÝST
Skeljaveiðan byrjaði
eitt ár áðrenn fiski-
frødingar komu inní
myndina.
--Norska fiskivinnan
var í kreppu. Trýstið á
mynduleikarnar fyri at
ganga nýggjar leiðir var
stórt. Bæði frá reiðarum,
skipasmiðjum og bank-
unum. úti í heimi, ser-
liga í USA var góður
marknaður fyri skeljum.
Tilfeingið norðanfyri var
ókent og fiskifrød-
ingarnir vórðu íkki
spurdir til ráðs, siga
Aschan og Sundet við
Aftenposten.
við skeljaveiðuni.
John Dam bygdi skeljatrolaran Fame, tá norska skeljaveiðan sá ljósast út. Her tosar hann
við Atla Dam, tá Fame kom til Føroya.
--Tað vórðu bygdir sjey
nýggir skeljatrolarar og
nótabátar, supply-skip
og feskfiskatrolarar
vórðu umbygdir.
Samanlagt 26 båtar fyri
900 milliónir norskar
krónur. Tá vit komu inní
myndina var ikki lætt at
fáa okkara ávaringar og
sjónarmið í gjøgnum.
RÆNING
Skipini dreggjaðu við
trimum dreggjum og í
meðal fóru millum 14-
15.000 tons av tilfarid
gjøgnum skiljimaskinur-
nar um dagin. Hetta gav
ikki meir enn try tons av
vøddum. Vøruna sum
marknadurin ynskti.
—Kring Bjarnoynna, Jan
Mayen og serliga vid
Moffen vid Svalbard
vórðu risaøkir av botni
løgd oyði mong år fram
í tíðina. Saman vid grúsi
og gróti vórðu eisini
stórar mongdir av
igulkerum, sjópylsum og
krossfiskum og ødrum
botndjórum skriktar upp
og oyðilagdar, siga
vísindamennirnir, sum
leggja afturat, at av teim
36 kendu sløgunum av
botndjórum við Moffen
vóru bert 22 eftur.
seinast teir kannaðu.
Norsku vísundamenn-
irnir eru sera ivasamir
um norska framferðar-
háttin hjá norskum
kapiutali, reiðarum og
skipasmiðjum. Í dag sita
mangir eftir við svið-
anum.
--Men harðast gekk
hendan vitleysa veiðan
útyvir sarta umhvørvi á
botni har norðuri. Nú
hava vísundamennirnir
fingið mynduleikarnar
ul at steingja økini kring
Bjarnoynna, Jan Mayen
og Moffen.
jústinus
Teir løgdu ov hart ut
-Skynsom veiða undir Føroyum oyðir ikki stovnin, vísa okkara egnu
royndir. sigur Kjartan Hoydal, fiskivinnustjóri
Norðmennirnir løgdu alt
ov hart ut vid skelja-
veiðuni og tað var ongin
semja um hvussu stórt
tilfeingið var. Tí endaði
norska skeljaveiðan sum
#
Fame og Ango var føroyinga partur av skeljaavintjrinum. Fame er farin av
lunuinut Og
hon gjørdi. Hetta heldur
Kjartan Hoydal, fiski-
vinnustjóri i Tinganesi.
--Royndirnar hjá før-
oyingum, eitt nú útfyri
Rituvík og á Húsa-
grynnuni vísa, at tað ber
til at veiða ár um ár og
ikki troyta skeljastovnin
meir enn hann tolir. Nú
er bert eitt skip, sum
roynir undir Føroyum,
hetta skiftir millum
ymiskar leiðir og í ár
hevur gingist væl, sigur
Kjartan Hoydal.
NORÐHAVIÐ
Sjey umsøknir liggja
hjá landstýrinum um at
sleppa at royna efur
skeljum á økinum á
Norðhavinum.
Landstýrið hevur enn
ikki tikið stóðu ul, hvor
fær loyvini. Um tað
verður eitt, tvey ella try
skip. Okkara kanningar
vísa, at veiðast kann um
3500 tons av skeljum á
Norðhavinum árliga og
hetta gevur millum 300-
350 tons av lidnari vøru,
sigur Kjartan Hoydal.
—Verktidin fyri skejlar
byrjar ikki aftur fyrr enn
i august og talan verda
um smærri skip, sum
sleppa at royna. Kanska
eitt sindur stórri enn
Nordheim av Oyri. Eisini
er útgerðin eitt sindur
ørvisi, tå roynast skal á
Norðhavinum,
hann.
Sigur
jústinus