mikudagur 6. februar 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 25 — 6. februar 1991
Heimsbúskapurin ikki
nervaður av Golfkrignum
— men nógv menningarlond sera illa fyri
Tað eru ikki tekin til, at
heimsbúskapurin fer at
verða stórvegis nervaður
av krígnum í Golfinum.
Hesa niðursteðu koma
politiskir og búskaparligir
leiðarar til, sum í hesum
degum eru savnaðir í
Sveits at viðgera búskap-
arligu steðuna í heimin-
um, nú kríggj er í Golfin-
um.
Verður kríggið bara at
fevna um Irak og Kuwait
sum higartil og fer tad
ikki at vara ov leingi, so
halda búskaparfólk, at
heimurin fer at sleppa
undan eini búskaparligari
kreppu.
Men fyri einstek lond
hevur kríggið sera álvars-
ligar avleiðingar. Eitt nú
fyri fleiri av londunum í
krigsøkinum og menning-
arlondum sum heild. Olju-
prísirnir eru hækkaðir og
tað merkja hesi lond.
Londini í fjareystri, sum
hava fingið stórar inntek-
ur frá fólki, sum hava ar-
beitt í Miðeystri, hava nú
mist hesar inntøkur og tað
merkist skjótt á penga-
punginum.
Hóast talan ikki er um
eitt búskaparligt kríggj,
so er kortini heldur talan
um eitt »goymslukriggj«.
Lester Thurow professari
við teknologiska stovnin í
amerikanska statinum
Massachusetts sigur við
eitt danskt blað, at rokn-
ingin fyri kríggið fer at
koma eftir krígslok, tá
USA og tess sameindu
skulu til at gera av,
hvussu nógv av mistu og
oyðilagdu hernaðarút-
gerðini tey ynskja at
endurnýggja. Og hetta fer
í stóran mun at verða
tengt at gongdini í Sovjet-
samveldinum.
Sum heild bera fíggjar-
freðingar og politikarar
meiri ótta fyri psykolog-
isku ávirkanini av kríg-
num í Golfinum. Hvussu
henda ávirkanin verður á
bæði brúkarar og vinnu-
lívið.
Á fundinum í Sveits
varð nógv tosað um steð-
una í Eystureuropa og
Sovjetsamveldinum. Tað
er greitt, at hýrurin var
ikki eins góður sum fyri
einum ári síðani, tá múrar-
nir fullu og tey fyrstu tek-
ini vóru til kollveltandi
táverandi
heimin-
broytingar í
kommunistiska
um.
Enn er langt á mál í hes-
um partinum av heimin-
um og fíggjarfreðingar
dylja ikki fyri, at teir eru
ivasamir um steðuna í
Sovjetsamveldinum, eitt
nú orsakað av hendingun-
um í baltisku londunum.
Sovjettisku umboðini
søgdu, at tørvur er á hjálp
og at vísa tol.
Umboðini fyri eystur-
europeisku londini vístu á,
at meguleikar teirra at
taka ímóti ílegum úr
vesturheiminum eru av-
markaðir. Stórur tervur er
á privatiseringum fyri at
kunna stovnseta ein
marknaðarbúskap.
Danski skattaborgarin
svíður fyri stórtapum
hjá peningastovnum
2
RA
Tap uppá fleiri milliardir
hjá peningastovnum og
kreditfeløgum fara at
kosta hverjum einstøkum
donskum skattaborgara
5000 kr.
— Kreditfeløg og pen-
ingastovnar senda bara
rokningina fyri stóru tap
teirra víðari til borgarar-
nar, so her er talan um
einki minni enn umfordeil-
ing, sigur danski fíggjar-
frødingurin Finn Østrup
við blaðið Det Fri
Aktuelt.
Hóast bankar og kredit-
feløg hava mist fleiri milli-
ardir krónur í fjer, so
merkir tað sum so ikki, at
tey missa peningin. Í
veruleikanum eru tað
skattaborgararnir, sum
gjalda gildið.
Bæði kreditfeleog og
bankar draga nevniliga
tapini frá í skattinum.
Samstundis koma kundar-
nir at gjalda sín part sum
hækkandi útreiðslur og
rentur.
Metingar vísa, at tapini
hjá bankunum og kredit-
feløgunum í 1990 eru
uppá 17 mia. krónur.
Hetta merkir, at teir 3,5
mill. skattaborgararnir í
Danmark hver skulu
gjalda 5000 kr. meira í
skatti.
Ein partur av tapunum
stavar frá sterstu fíggjar-
gøluni í søgu Danmarks,
nevniliga »Nordisk Fjer«,
sum herfyri fór á heysin
eftir at leiðslan hevði svik-
að fyri fleiri hundrað milli-
ónir kr.
Ein stórur partur av
tapunum stava frá lánum,
sum eru givin eftir 1905.
Tað er ymiskt, hvussu
verður mett um, hver hev-
ur ábyrgdina av hesum
stóru tapum.
Ein teirra, sum leggur
alla skyldina á peninga-
stovnarnar, er figgjarfrød-
ingurin Finn Østrup.
Hann sigur, at í teimum
góðu árunum fram til
1986 vóru peningastovn-
arnir sera ágangandi í út-
lánspolitikkinum við stór-
um heilsíðulýsingum fyri
at fáa fólk at læna pengar.
Tann stóra kappingin
hevði við sær, at peninga-
stovnarnir ikki vóru nóg
varnir.
— Tað er helst rætt sum
bankarnir siga, at eingin
kundi siga hvussu avleið-
ingarnar fóru at vera av tí
konjunkturniðurgongd,
sum tók seg upp 1986,
men stóru prísbroytingar-
nar á íbúðarmarknaðinum
síðani byrjanina av 1970-
unum áttu at fingið bank-
arnar at víst sterri var-
semi, sigur Finn Østrup
við Det Frie Aktuelt.
Aðrir fíggjarfreðingar
vilja vera við, at serliga
kreditfeløgini, sum í 1990
hava mist 9 mia. kr.,
kundu víst sterri varsemi.
Teir halda tað nú vera
uppá tíðina við politiskari
uppílegging í lánipolitikk-
in hjá kreditfeløgunum.
Viðvíkjandi bankunum
verður sagt, at hesir nú
hava havt metstór undir-
skot í tvey ár á rað, og
heldur hetta fram, so eig-
ur samfelagið at umhugsa
uppílegging í lánipolitikk-
in.
„ So stór tap er ikki bara
ein sak millum bankarnar
og partabrævaeigararnar.
Landskassin missir sera
stórar upphæddir, og hinir
kundarnir verða raktir av
hægri rentum.
Hóast Golfkríggið tek-
ur ein stóran part av
tíðini hjá leiðarunum í
londum sum Frakiandi
og Týsklandi, so er tó
tíð eftir til at viðgera
framtíðina hjá EF-fe-
lagsskapinum. Golf-
kríggið hevur so eisini
skundað undir ynskið
millum ávís EF-lond,
at felagsskapurin í
framtíðini eigur at
hava sín egna verju-
politikk, tískil eisini
sín egna her.
Frakland og Týsk-
land hava nú skotið
upp, at spurningurin
um ein felags verjupoli-
tikk verður tengdur
upp í alt kjakið um eina
EF-unión. Hetta tó
uppá longri sikt. Upp-
skotið varð sett fram
mánadagin á einum
fundi í EF-ráðnum við
luttøku av uttanríkis-
ráðharrunum í EF-
EF letur
hjálp til palestinarar
EF hevur samtykt at
lata palestinarum í
teimum hersettu økj-
unum, í Sýrialandi,
Jordan og í Libanon
matveruhjálp fyri
meira enn 200 mill. kr.
Hetta verður gjert fyri
at vísa tí palestinska
fólkinum solidaritet í
hesum tíðum, har júst
palestinarar tykjast at
vera sterstu tapararnir
í Golfkrígnum.
Serliga í teimum her-
settu økjunum er stød-
ST-aðalskrivarin
átalar teir sameindu
Herfyri gjerdu flogfer
hjá teimum sameindu
álop á fleiri jordanskar
tangabilar á markinum
millum Irak og Jordan.
Fýra jordanskir bilfer-
arar og ein egyptari
doyðu undir álopinum.
Jordan hevur harðliga
mótmælt hesum álopi,
sum tað sigur er á sivil-
an oljuflutning og einki
hevur við Golfkríggið
at gera. Jordanarar
siga seg eiga nógvan
pening til góðar í Irak,
og at irakar gjalda
skuldina aftur við at
lata jordanarum olju.
Men hesum hava teir
sameindu ilt við at
trúgva. Teir vilja vera
við, at talan er um
Tosa nú aftur um
felags EF-verju
londunum. Sambært
uppskotinum skal eitt
verjusamarbeiði vera
ein natúrligur partur
av einum felags uttan-
ríkis- og trygdarpoli-
tikki í EF.
Nakað varð tosað um
EF-uniónina á fundin-
um. Meirilutin av lima-
londunum var samdur
um, at tað í ávísum fer-
um skal kunna atkveð-
ast um uttanríkis- og
trygdarpolitiskar
spurningar í EF, men
hesum vísir Danmark
avgjert aftur. Hóast
danski uttanríkisráð-
harrin í nógvum er
samdur við sínar
starvsfelagar í EF, so
er ikki meiriluti í
danska fólkatinginum
fyri at geva EF avgerð-
arrættin í uttanríkis-
og ella trygdarpolitisk-
um spurningum.
matvoru-
an hjá palestinarum
ring. Ísraelska stjórnin
hevur nú kravt út-
gonguforboð fyri pale-
stinarar í skjótt tríggj-
ar vikur, og hetta hev-
ur havt sera álvarslig-
ar fylgjur fyri fólkið
har. Eitt er tað, at tey
sleppa ikki til arbeiðis.
Nakað annað er, at tey
sleppa ikki heldur út at
keypa sær mat. Tað er
m.a. hetta, sum EF nú
vil beta um.
flutning av hernaðarút-
gerð. Tað hevur eisini
verið frammi, at talan
er um flutning av
Scudrakettum úr Irak
til Jordan. Irakarar
vilja á henda hátt
goyma og verja sínar
rakettir móti álopum í
Irak.
Hesum vísa jordan-
arar aftur og nú hevur
eisini ST-aðalskrivarin
sent eitt harðligt mót-
mæli til USA og teir
sameindu um seinastu
hendingina, har fýra
jordanarar lótu lív.
Teir sameindu hava
svarað aftur, at talan
er um hernaðarligan
flutning.