mikudagur 6. februar 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Bera nú ótta fyri
terroratsóknum
Hóast fleiri terrorat-
SOKN hava verið
framdar móti londun-
um, sum luttaka í kríg-
num móti Irak, so hava
hesar umsóknir ikki
havt við sær, at fólk
eru deyð. Nógvir bygn-
ingar tilhoyrandi USA
og Bretlandi, serliga í
Grikkalandiu og í fjar-
eystri, eru oyðilagdir.
Nú hevur útvarpið í
Bagdad, sum hoyrist
víða um, givið sínum
fólki boð um at fara til
verka Hetta er í
hvussu er ein av tulk-
ingunum hjá serfreð-
ingunum, sum týsnátt-
ina hoyrdu útvarpið í
Bagdad Útvarpið
hevði boð til vinir
Iraks kring allan heim-
in og segði teimum, at
nú var tímin komin.
Eygleiðarar halda, at
úttalilsini í útvarpin-
um í Bagdad hevdu a-
dressu til terrorista-
bólkar kring heimin
um at fremja atgerðir
móti áhugamálum hjá
teimum sameindu
Á heimsins sterstu
herflotasteð í Norfolk
í USA funnu teir í gjár
fleiri spreingileðingar á
nekrum av teimum
sera eldfimu tangun-
um. Brustu hesir,
kundu teir havt við
sær eina vanlukku fyri
steðina og alt har nær-
hendis. Enn hevur
eingin sagt seg hava á-
byrgdina av hesum,
men lítil ivi er um, at
her er talan um terror-
atsóknir av tí slagnum,
sum leiðslan í Irak nú
vónar verða settar í
verk.
lrakiska fólkið líður
undir bumbingunum
Higartil hava teir sam-
eindu víst á, at loft-
álopini einans oyði-
leggja hernaðarlig mál
og mál, sum hava til-
knýti til irakisku krígs-
maskinuna. Rakettir-
nar og bumburnar eru
so framkomnar, at tær
raka bert ætlaðu hern-
aðarligu málini, verður
sagt.
Men hesum vísa
vesturlendskir tíðinda-
menn aftur, sum tó eru
undir irakiskum sen-
suri aftur. Hesar sein-
astu dagarnar hava
teir víst myndir frá
ekjum, har sivilfólk
búgva ella búðu. Íbúðir
teirra eru oyðilagdar
og mong sivilfólk eru
deyð ella lestað. Irak-
iskir læknar siga, at
steðan hjá bernunum
er sera álvarslig. Sank-
tiónirnar gjerdu sítt
til, at har gjerdist trot
á teimum týdningar-
mestu medisinverun-
um, og nú hevur krígg-
ið bara gjert steðuna
nógv verri. Bern og
ung doyggja, tí sjúkra-
húsini kunnu ikki geva
teimum hjálp. Bumb-
ingarnar av elverkum
hava t.d. við sær, at
sjúkrahúsini ongan
streym hava, og hetta
hevur longu havt kata-
strofalar fylgjur.
Ein irakisk kvinna
vendi sær í eini sam-
reðu við sjónvarps-
steðina CNN beinleiðis
til amerikanska forset-
an, George Bush, við
orðunum: >Hví bumb-
ar tú sivilfólk her í
Bagdad, tá tit segdu
tit skuldu fara í kríggj
fyri at frígera Kuwait!
Kuwait liggur ikki í
Irak, men nógv syðri<,
segði tann irakiska
kvinnan, sum vísti á
allar oyðileggingarnar í
irakiska høvudsstad-
num.
Tíðindi vilja vera við,
at har er einki drekki-
vatn at fåa longur.
Hetta hevur kortini
ikki fingid teir sam-
eindu at gevast við
loftålopum sínum á
Irak. Tað frættist, at
flogfør hjá teimum
sameindu hava gjert
meira enn 40.000 flog-
ferðir móti deildum og
hernaðarsteðum í Irak
og Kuwait, síðani
kríggið byrjaði — og
nú fer eitt flogfar í luft-
ina hvenn minutt.
— men fyrst og fremst at sleppa av við
Saddam Hussein
Tað eru ikki bara palestin-
arar, sum kenna seg vera
við sviðið soð — eisini eitt
annað fólk í Miðeystri,
kurdarnir, kenna seg sum
heimleysar og forfylgdar.
Kurdar búgva í fleiri av
londunum í Miðeystri.
Teir siga seg vera millum
20-25 mill. í tali og búgva í
fimm londum: Irak, Iran,
Turkalandi, Sýrialandi og
Sovjetsamveldinum. Bara
í Irak búgva næstan 5
mill. kurdar.
Kurdar hava leingi
stríðst fyri at fáa sítt egna
landi, Kurdistan, men teir
hava mett stórari mót-
steðu í fleiri av londunum,
eitt nú Turkalandi og
Irak. Irakiski leiðarin
Saddam Hussein man
vera tann, sum hevur
ræðuligast móti kurdiska
fólkinum. Fyri at gera
enda á kurdiska kravinum
um sjálvstýri og fyri at
royna sítt nýggja vápn,
eiturgass, læt Saddam
Hussein fyri nekrum
árum síðani nøkur av flog-
forum sínum sleppa stór-
um negdum av vanda-
miklum eiturgassi yvir
kurdisku landsbygdina
Halabja. Gassið hevði
oyðandi ávirkan alt fyri
eitt. Ein partur av teimum
20.000 íbúgvunum slapp
til rýmingar, men meira
enn 5000 fólk, tey flestu
kvinnur og bern, fingu
eiturgassið niður í seg og
á kroppin og liðu ein ræðu-
ligan deyða.
Hóast kurdar tá royndu
at gera umheimin varugan
við hesa ræðuligu gerð,
vóru tað bert fá lond, sum
góvu tí ans. Samhandilin
við Irak og Saddam Huss-
ein helt fram ótarnaður.
Tað eru mong, sum í
dag eru sera vónsvikin av
londum sum USA, Bret-
landi og Týsklandi, at tey
ikki longu tá fataðu, hver
Saddam Hussein var.
Kurdar dylja ikki, at
stersta ynski teirra er at
fáa sitt egna land, Kurdi-
stan, sum vil fevna um
landaøki i fleiri londum.
Men nú teir sameindu eru
í kríggi móti Saddam
Hussein, hava kurdar lagt
ynski sítt um eitt sjálv-
steðugt Kurdistan á hill-
ina. Nú ræður um at fella
Saddam Hussein og einki
annað, siga kurdar.
Kurdar vísa á, at spurn-
Nr. 25 = 6. februar 1991
Damgskus
ingurin um eitt sjålvstød-
ugt Kurdistan er ikki
aktuellur i løtuni. Hann
fara teir at vidgera aftur
eftir golfkriggid, alt eftir
hvussu stødan verður i
Miðeystri.
Hóvliga steðan hjá
kurdum hevur fingið
stjórnina í Turkalandi at
geva kurdum fleiri av
rættindum sínum aftur.
Turkiska stjórnin ber
stóran ótta fyri, at kurdar
í Turkalandi og í granna-
londunum skulu taka seg
saman og stovnseta sítt
egna land júst í tí økinum,
har nakrar av teimum ríku
oljukeldunum í > Irak
liggja. Tad eru hesar olju-
keldur, sum Turkaland
heldur seg hava segulig
rættindi til.
Enn er ikki greitt, nær
kurdar fara at herða stríð
sítt móti Saddam Huss-
ein. Teir hava sera góðar
stríðsmenn, sum hava víst
seg sera effektivar í fjalla-
lendinum í norðara partin-
um av Irak. Møguliga fara
teir at verða bruktir í eini
roynd at koma Saddam
Hussein og hansara sein-
astu deildum til lívs.
Eitt stórt tal av kurd-
um, sum flýddu til Sýria-
lands eftir gassálopið á
Halabja, venda nú aftur
til Irak og gera seg klárar
at fara í kríggj. Men enn
bíða teir, tí eitt álop nú
kann fáa Saddam Hussein
SYRIEN
til at endurtaka gassálop
sítt á ósekar kurdiskar
landsbygdir i irakisku
fjøllunum. Men spurning-
urin er nú bara um tíð til
kurdar taka vápn í hendi
og fara í hernað móti
Saddam Hussein.
Felag fyri arbeiðs-
og ferðsluskadd
Í umbúnað er at stovna eitt felag fyri ar-
beiðs- og ferðsluskadd í Føroyum.
Endamálið hjá felagnum verður at
fremja fyribyrging
av arbeiðs- og
ferðsluskaðum. Serstakliga skal felagið
arbeiða við teimum trupulleikum, sum
standast av hesum, og stuðla teimum,
ið verða rakt.
Um nóg nógv taka undir við hugskotin-
um, er ætlanin at fara í gongd við fyri-
reikingunum.
Tit, sum hava áhuga, biðjast ringja til
tlf. 17373 ella skriva til:
MBF
Bryggjubakki 8
100 Tórshavn