mikudagur 26. februar 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 39 - 26. februar 2003
Nr. 39 - 26. februar 2003
3
UTTAN ÚR HEIMI
Stuðul til stóru flokkarnar
ES-nevndin hevur nú skotið upp, at teir politisku
flokkarnir í limalondunum skulu fáa fíggjarligan
stuðul. 62 milliónir krónur skulu nýtast til stuðulin,
og endamálið er at menna demokratiið, sigur
nevndin.
Ein treyt fyri at fáa stuðul er, at flokkarnir eru
umboðaðir í fleiri londum, og tað hevur elvt til stóra
misnøgd í Danmark, tí eftir hesum fáa Sosialistiski
Fólkaflokkurin, Danski Fólkaflokkurin, Junirørslan
og Fólkafylkingin ímóti ES ongan stuðul, sjálvt um
øll fýra eru umboðað í ES-tinginum.
Mogens Camre, sum er ES-tinglimur fyri Danska
Fólkaflokkin, heldur, at uppskotið hjá ES-nevndini
hevur beint ta øvugtu ávirkanina enn ætlað, tí tað fer
at skerja demokratiið heldur enn at menna tað, sigur
hann. Einstakir politikarar úr teimum donsku flokk-
unum, sum eftir uppskotinum fáa stuðul, eru eisini
ímóti uppskotinum.
Mistu pappírini
Det Norske Veritas tók í fjør siglingarloyvið frá 77
skipum, tí trygdarviðurskiftini vóru ikki í lagi. Árið
fyri mistu 63 skip loyvið. Krøvini til trygdina eru
herd í seinastuni og serliga eftir vanlukkuna við
oljutangaskipinum "Prestige".
Tom Svensen, stjóri í Det Norske Veritas, sigur, at
felagið leggur serliga stóran dent á góðskukrøvini
og trygdina, samstundis sum fleiri reglur og krøv
eru komin. Hann sigur, at felagið slakar ikki í
nøkrum krøvum.
Det Norske Veritas hevur ongantíð klassað so
stóran part av heimsins handilsflota sum í fjør. 16
prosent av øllum heimshandilsflotanum er klassaður
í Det Norske Veritas, og av teimum skipunum, sum
eru í gerð, eru 20,6 prosent klassað í felagnum.
Sleppa ikki leysir
Vinstrasinnaða uppreistrarrørslan í Kolombia,
FARC, sýtir fyri at lata tríggjar amerikanarar leysar.
Teir tríggir amerikanararnir hava sitið fangar hjá
rørsluni í fjúrtan dagar, og FARC sigur, at menninir
eru krígsfangar. USA hevur umleið 500 hernaðar-
ligar ráðgevar í Kolombia.
Teir tríggir menninir vóru saman við tveimum
øðrum í einum lítlum flogfari, sum noyddist at
neyðlenda í frumskóginum har suðuri í Kolombia
tann 13. februar. FARC hevur boðað frá, at hinir
báðir, ein amerikanari og ein kolombiumaður, eru
deyðir.
Tað lítla Cessna-flogfarið var amerikanskt, og
kolombiskir embætismenn hava sagt, at flogfarið
var á njósnaraferð, tá tað noyddist at neyðlenda í
frumskóginum. Seinastu dagarnar hava fleiri túsund
stjórnarhermenn leitað eftir fangunum, men higartil
uttan úrslit.
Øll vápnini vórðu oyðiløgd
Versonur Saddam Hussein, Hussein Kamel, skal
hava greitt amerikansku fregnartænastuni CIA frá,
at Irak hevur eingi hópoyðingarvápn. Tey seinastu
vórðu oyðiløgd í 1995, skal hann hava sagt sambært
amerikanska tíðarritinum Newsweek.
Hussein Kamel, sum var leiðari fyri iraksku
vápnaverkætlanunum í tíggju ár, flýddi úr Irak til
Jordan í 1995, men tá hann seinni fór heimaftur,
varð hann myrdur. Meðan hann var í Jordan, var
hann fleiri ferðir til avhoyringar hjá CIA. Ætlan
hansara var, at hansara avdúkingar skuldu elva til, at
verfaðirin varð frákoyrdur, men tá hann skilti, at
USA ikki var sinnað at stuðla ætlanum hansara, fór
hann aftur til Irak.
Hussein Kamel greiddi eisini táverandi vápna-
eftirlitsmonnunum hjá ST frá tí, sum hann visti um
irakska vápnaídnaðin. Sambært Newsweek hevur
ST ongantíð almannakunngjørt innihaldið í hesum
samrøðunum, tí ætlanin var at kanna, um Hussein
Kamel hevði sagt satt.
Norðurkorea royndi
fyrrakvøldið eina
rakett. Í Suðurkorea
ávarar forsetin
grannan ímóti av-
leiðingunum
KOREA
Árni Joensen
Beint áðrenn tann nývaldi
suðurkoreanski
forsetin,
Roh Moh-hyun, varð tikin í
eið,
kunngjørdi
suður-
koreanska verjumálaráðið,
at Norðurkorea hevði skot-
ið eina rakett úr yvir Ja-
panska Havið.
Tilburðurin fekk eisini
ávirkan á setanarrøðuna hjá
suðurkoreanska forsetan-
um. Tann 56 ára gamli
løgfrøðingurin
ávaraði
Norðurkorea og segði, at
landið noyðist at velja
ímillum kjarnorkuvápn og
altjóða hjálp. Forsetin nýtti
tó høvi at gera vart við, at
tað eru onnur viðurskifti,
sum tey bæði grannalond-
ini kunnu samstarva um.
Norðurkoreansku mynd-
ugleikarnir vóru skjótir at
vátta, at landið hevði skotið
eina rakett út yvir Japanska
Havið. Ein talsmaður hjá
myndugleikunum segði, at
talan var um eina roynd,
sum var neyðugt til tess at
verja landsins trygd.
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at Norðurkorea órógvar
sínar grannar við rakett-
royndum. Fyri átta árum
síðani skutu norðurkore-
anar eina rakett tvørtur um
Japan út í Kyrrahavið. CIA
vil vera við, at Norðurkorea
hevur eisini rakettir, sum
kunnu røkka mál á ameri-
kansku vesturstrondini
Irakski forsetin hevur
lítlan hug at beina
fyri teimum ólógligu
rakettunum. Har-
afturímóti vil hann
fegin í sjónvarpsdyst
við sín amerikanska
starvsfelaga
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen
Í einari tríggjar tímar lang-
ari samrøðu við ameri-
kanska sjónvarpið CBS
segði Saddam Hussein, at
hann kundi hugsað sær ein
sjónvarpsdyt við George W.
Bush, forseta.
- Eg eri til reiðar at fara í
beinleiðis orðaskifti við
tykkara forseta, segði Sad-
dam Hussein. Hann legði
afturat, at hann ætlar sær at
siga tað, sum hann hevur at
siga, og at amerikanski for-
setin kann so gera tað
sama.
ST-vápnaeftirlitsmenn-
inir hava kravt, at Irak skal
beina fyri rakettum av
slagnum Al-Samoud, tí tær
bera longri enn tær rakett-
irnar, sum Irak hevur loyvi
at hava, men í sjónvarps-
samrøðuni segði Saddam
Hussein, at Irak hevur
ongar rakettir, sum bera
longri enn tað, sum loyvt
er. Sambært vápnaeftirlits-
monnunum bera rakettirnar
183 kilometrar, men irakar
siga, at í royndini hjá eftir-
litsmonnunum høvdu ra-
kettirnar onga løðing og
onga stýriskipan. Tí vóru
tær lættar og bóru langt.
Talsmaðurin hjá Hvítu
Húsunum, Ari Fleischer,
segði í gjár, at orðalagið hjá
Saddam Hussein í sam-
røðuni við CBS vísti, at
irakski leiðarin ætlar sær
ikki at laga seg eftir ST-
krøvunum. Tilboðið um ein
sjónvarpsdyst millum teir
báðar forsetarnar hevði
hann onga viðmerking til.
ST hevur kortini ikki
mist vónina um, at Irak fer
at gera eftir kravinum um at
beina fyri rakettunum. Ser-
ligi sendimaðurin hjá Hans
Blix, Dmetrius Pericos,
skal til Bagdad at tosa við
stýrið har um eina tíðar-
ætlan fyri, nær tann sein-
asta rakettin skal vera fyri-
beind.
Saddam bjóðar Bush av
- í sjónvarpsdysti
Norðurkorea spælir
við vøddunum
Nýggi forsetin í Suðurkorea, Roh Moh-hyun, sigur, at Norðurkorea noyðist at velja ímillum
kjarnorkuvápn og altjóða hjálp
Mynd: Reuters
Havnarlagið í Sørvági
er farið at líkjast sær
sjálvum aftur, fegnast
borgarstjórin um.
Virksemið er sera
fjølbroytt, og har er
altíð lív
VINNA
Edvard Joensen
Sørvági: Tað er nógv óg
fjølbroytt virksemi á havn-
arlagnum í Sørvági. Eftir
eitt deydligt tíðarskeið síð-
an kreppuna fyri 10 árum
síðan, er rættiligt lív komið
í aftur.
Tað var tann tíð, tá Sør-
vágur var millum tey frem-
ru vinnuplássini í landin-
um. Men seinnu árini hevur
verið í so linligt, heldur
borgarstjóin
í
Sørvági,
Eivin Jacobsen. Men nú fer
at líkjast aftur, fegnast hann
um.
Virksemið hevur verið ov
einstáttað á havnarlagnum,
heldur hann. Tað hevur ver-
ið flakavirkið. Og tá einki
arbeiði var har, so var deytt.
Nú er alt øðrvísi. Er ikki
arbeiði á flakavirkinum, so
er tað laksurin. Síðani er
landingarmiðstøðin, og nú
kemur ísvirkið í gongd
aftur. Eisini eru tænastu-
vinnur so sum smiðja og
handil. Umframt reiðaríið
hjá Vesturvón, sum støðugt
veksur. So alt í alt sær bara
væl út í løtuni, heldur Eivin
Jacobsen.
Nógv fólk
Tað arbeiða nógv fólk á
havnarlagnum í Sørvági.
Bara fiskavirkini munnu
hava reiðiliga hálvthundrað
fólk til abeiðis hvønn dag,
metir borgrstjórin. Soleiðis
helvt um helvt á laksa-virk-
inum hjá Sørvágs Laksi og
á saltfiskavirkinum hjá P/F
Maru. So er tað fiskamót-
tøkan hjá Vinjardi Joensen,
sum ætlandi fer at lata upp í
nýggjum hølum fyrsta dag-
in. Har munnu fara at ar-
beiða eini fimm - seks fólk,
metir hann.
Eisini eru smiðjan hjá
Tavsen og handilsvirkið hjá
Niclasen. Umframt egning-
arskúrarnir. Oljugoymsla er
eisini, og har koma tanga-
bilarnir at fylla á. So alt í
alt er bara heilt fitt av lívi á
havnarlagnum í Sørvági.
Men tað krevur eisini
nakað av kommununi, sigur
Eivin Jacobsen. Umstøð-
urnar skulu alla tíðina vera
at byggja nakað virksemi á.
Dekki á bryggjuni er ikki
allastaðni í nóg góðum
standi, og tað má hjálpast
uppá. Serliga ytri partur
krevur ábøtur heilt skjótt.
Um tað verður stoypt ella
asfalterað, er ikki endaliga
avgjørt enn, sigur borgar-
stjórin.
Heimari á havnalagnum,
heimi við laksavirkið, er tó
bøtt um. Har er dekkið
stoypt, eins og træbrúgvin
eisini er umvæld.
Útróðurin
Útróðurin er vaksin mun-
andi í Sørvági í seinastuni,
og fleiri og fleiri hava biðið
um egningarpláss.
–Tað var soleiðis, greiðir
Eivin Jacobsen frá, at menn
bóðu um loyvi at seta skúr-
ar á sjálva bryggjuna. Men
tað vildi bygdarráðið ikki.
So okkurt annað mátti fáast
til vega í staðin. Tað ber jú
ikki bara til at nokta og
einki eiga at bjóða ístaðin
fyri, heldur hann.
Sørvágs Kommuna fór tí
undir at seta tann heimara
skúrin, sum teir siga, so
frægt í stand, at verast
kundi í honum, og har hev-
ur so verið egnt í vetur.
Hetta er tó ikki nøkur var-
andi loysn, og arbeitt verð-
ur eisini við øðrum møgu-
leikum, sigur Eivin Jacob-
sen.
Hann greiðir frá, at ætl-
anir eru um at byggja
nýggjar
egningarskúrar.
Men tað verður kortini ikki
í hesum áirnum, at pengar
verða til tað, sigur hann.
Eingin endalig avger er
tikin um hvat og hvussu,
men hugt er at ymsum
møguleikum. Og eitt, sum
teimum dámar væl, sigur
Eivin Jacobsen, er tað, teir
hava gjørt í Skopun. Har
eru sera snøggir og arbeiðs-
ligir egningarskúrar gjørdir
omanvert bryggjuna. So
hvør veit um ikki okkurt,
sum fer at líkjast væl tí,
verður at síggja í Sørvági
um ikki so langa tíð, heldur
hann.
Heilt við skerdan lut hava
útróðrarbátarnir kortini ikki
verið í Sørvági í ár. Til
dømis hevur kommunan
sett ein nýggjan krana á
bryggjukantin, har bátarnir
plaga at leggja upp, tá teir
koma aftur av útróðri.
Økt virksemi í Sørvági
Tað er lív aftur á
havnarlagnum í Sørvági.
Útróðurin er góður, og
virksemi annars er vaksandi.
Aftan fyri bátin, sum
avreiðir, er smiðjan hjá
Tavsen. Og við síðuna av
henni er ísvirkið, sum fer í
gongd aftur fyrsta dagin.
Umframt er eisini móttøka
og bæði saltfiskahús og
laksavirki, har væl av fólki
arbeiðir
Mynd: Edvard Joensen
Nýggja Norræna
verður latin Smyril
Line tann 7. apríl,
sum er tríggjar vikur
seinni, enn higartil
hevur verið ásett
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Tey, sum ætla sær páskatúr
til Danmarkar í ár, sleppa
kortini við nýggj Norrønu.
Hon kemur til Havnar sama
dag,
sum
hon
eftir
upprunaligu ferðaætlanini
skal
sigla
aftur
til
Danmarkar.
Eftir væleydnaða roynd-
artúrin hjá Nýggju Norrønu
í seinatu viku, stendur nú
greitt, at hon verður handað
Smyril Line av Flender
Werft í Lübeck tann 7.
apríl. Hon fer beinleiðis til
Føroya og verður í Havn
tann 10. apríl, sum eisini er
dagurin,
tá
hon
eftir
ferðaætlanini skal sigla til
Danmarkar á síni fyrstu
páskaferð.
Smyril Line sigur í tíð-
indaskrivi, at vikurnar eftir
páskir, verður pláss gjørt í
feðraætlnini fyri serstøkum
framsýningartúrum
í
Føroyum,
Hetlandi
og
Íslandi, har almenninguin
fær høvi at vitja umborð og
síggja nýggja skipið.
Norrøna var tekniskan
royndartúr í Eystrasalti í
seinastu viku. Tekniska
útgerðin og maskinútgerðin
vóðru
roynd.
Eini
hálvtannaðhundrað
fólk
vóru við skipinum hendan
túrin, sigur Smyril Line. Tá
siglt varð við fullari ferð,
gekk Norrøna 22 míl.
Norrøna tríggjar vikur seinkað
C
M
Y
K
3
2