mikudagur 26. februar 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 39 - 26. februar 2003
Nr. 39 - 26. februar 2003
5
Áhugabólkurin fyri
áhugamálum teirra
eldru í Norðoyggjum
hevur sent eitt skriv
til landsstýrisfólk og
fólkavaldu umboðini
úr Norðoyggjum, har
tey gera vart við sína
ónøgd við, at ongin
leiðari verður settur
til eldrasambýlið
undir Kráarbrekku
ELDRARØKT
Solby A. Eliasen
Áhugabólkurin sigur, at tað
er alneyðugt at ein serstak-
ur leiðari við ábyrgd fyri
eldrasambýlinum
verður
settur. Viðkomandi eigur so
eisini at umboða áhugamál-
ini hjá teimum búfólkun-
um, sum fara at verða har.
Men Páll á Reynatúgvu,
landsstýrismaður
í
al-
mannamálum hevur eina
greiða og avgjørda støðu til
hetta málið. Hann sigur, at
tað verður ongin serstakur
leiðari settur til nakað
eldrasambýli, so longi sum
hann er landsstýrismaður.
Hann metir tað ikki vera
fíggjarliga ábyrgdarfult at
gera tað.
Í skrivinum verður mill-
um annað sagt, at tey í
eldrabólkinum við miklum
harmi og stórari undran
hava verið noydd at fylgja
við teirri ófatiligu og syrgi-
ligu lagnuni, sum eldra-
sambýlið
undir
Kráar-
brekku hevur fingið. Tað
hevur staðið búgvið til at
taka fólk inn í nærum
tríggjar mánaðir nú, men
onki er hent enn.
Áhugabólkurin vísir á, at
tað vegna umsitingarligar
tvørleikar frá landsmyn-
dugleikunum, har tað fyrst
snúði seg um at fáa sett
leiðara, og tá tað starvið við
tógvið stríð langt um longi
varð greitt, so gjørdist orr-
usta um, antin slíkt starv
skal verða yvirhøvur. Tí
spyr áhugabólkurin hvat tað
næsta stríðsmálið verður.
Tey fílast samstundis á, at
meðan alt hetta hevur ging-
ið fyri seg, so sita eldri og
gomul, ið hava sera átroðk-
andi tørv á at sleppa inn,
uttan at fáa nakra veruliga
frágreiðing.
At enda heitir áhugabólk-
urin staðiliga á allar góðar
kreftir um at gera alt, ið
gerast kann til tess at fáa
eldrasambýlið at lata upp
fyri borgarunum alt fyri
eitt, og vísa tey á tann øgi-
liga tørvin, sum er á økin-
um.
Skrivið er undirskrivað
av øllum seks limunum í
áhugabólkinum, og tær eru:
Maria Klein, húsmóðir,
Kala Lómaklett, sjúkrahjál-
pari, Gerda Absalonsen,
vinnurekandi, Rannvá Isak-
sen, sjúkrahjálpari, Amalia
Hansen, vinnurekandi og
Ragna Djurhuus, sjúkra-
røktarfrøðingur.
Áhugabólkur vil hava leiðara settan
Áhugabólkurin fyri áhugamálum teirra eldru í Norðoyggjum hevur sent skriv til myndugleikarnir, har staðiliga verður heitt á
tey, um at fáa ein leiðara til eldrasambýlið undir Kráarbrekku settan
NÁTTÚRA
Tíðindaksriv frá Føroya
Náttúruverndarfelag
Tíðindaskriv frá Nordvest-
jysk Folkecenter for Vedva-
rende Energi. (NFVE)
Ein
av
undangongu-
monnunum innan náttúru-
og umhvørvisverndvernd
Erling Simonsen, hevur
sum fyrsti norðurlendingur
og føroyingur tikið stig til
at konvertera bil sín ein
VW LUPO 3L til rapsolju.
Vanligir
dieselmotorar
kunnu uttan hóvasták um-
byggjast til at koyra uppá
rapsolju, men VW LUPO
hevur ein framkomnan 3
cylindara hátrýst diesel-
motor við beinleiðis inn-
spræning, og hevur NFVE í
samstarvi
við
Elsbett-
Motor granskingardepilin í
Týsklandi
ment
hesa
nýggju tøknina.
Preben Megaard leiðari á
NFVE og varaforseti í
Eurosolar sigur m.a. frá, at
fyri hvørji 2 kilo av fóður-
protein verða 1 kilo av olju
og 4 kilo av hálmi.
Ein hektar dyrkilendi
gevur góðar 35.000 kilo-
metrar bilkoyring við bili,
og er her talan um gang-
nýtslu av varandi orku.
Danir kunnu á 300.000
hektarum framleiða raps-
olju til eina millión Lupo-
bilar, ið koyra góðar 10.000
kilometrar um árið.
Erling Simonsen sigur
frá, at bilurin nú koyrur
sum ein dreymur, og at
hann sjálvandi er errin av
av hava fyrsta framkomna
super-bilin
í
Norðan-
londum, óheftan av bæði
Shell og Statoil. Gleðin er
fullkomin og samvitskan
rein nú koyrast kann 100%
náttúruvinarligt.
Vit ynskja Erling og
Jórun Simonsen alt tað
besta við nýggja bilinum og
vóna at síggja tey ofta og
títt á føroyska vegunum.
FNU fegnast um rapsoljubilin
LISTAFRAMSÝNING
Tíðindaskriv
Fríggjadagin 28. februar kl.
16 letur Torbjørn Olsen upp
málningaframsýning
í
Galerie Focus í Havn.
Myndevnini eru millum
annað lýsingar av fólki og
náttúru.
Framsýningin hjá Tor-
bjørn Olsen í Galerie Focus
í Gríms Kambansgøtu 20
verður frá 28. februar til
14. mars og opið er týsdag
til fríggjadag kl. 14 til 18,
leygardag kl. 16 til 18.
Fernisering er fríggjadag
28. februar kl. 16 til 18.
Tórbjørn sýnir fram í Fokusi
Verður tunnilin ímill-
um Øravík og Hov
lagdur har, sum Petur
Hammer hevur skotið
upp, fer tað at spara
suðuroyingum fleiri
milliónir um árið
HOVSTUNNIL
Áki Bertholdsen
Suðuroy: Verður tunnilin,
sum ætlanin er at gera
ímillum Øravík og Hov,
lagdur har Petur Hammer
hevur skotið upp, heldur
enn har sum Landsverk-
frøðingurin ætlar at leggja
hann, verður tunnilin ikki
bara nógv betri og bíligari
at gera.
Hann fer eisini at føra til
eina sparing hjá suðuroy-
ingum uppá fleiri milliónir
um árið.
Hetta vísa útrokningar,
sum verkfrøðingurin Gud-
finn Olsen og lærarin, Poul
Erik Smedemark, ið báðir
undirvísa á Miðnámsskúl-
anum í Vági, hava gjørt.
Tá ið tað kom fram, at
Landsverkfrøðingirn ætlaði
at leggja tunnilin ímillum
Øravík og Hov í 140 metra
hædd omanfyri Hov, vendi
Petur Hammer, byggimeist-
ari á Tvøroyri, sær av sínum
eintingum til NCC og
spurdi um tað ikki bar til at
leggja tunnilin niðri í dal-
inum. Hetta er 100 metrar
lægri enn Landsverkfrøð-
ingurin ætlaði at leggja
tunnilin.
Við
útgerðini,
sum
Landsverkfrøðingurin hev-
ur, verður hann noyddir at
leggja tunnilin eftir jarð-
frøðini í økinum og ikki har
hann liggur best fyri ferðsl-
una.
Men NCC hevur so fram-
komna útgerð, at teir kunnu
bora tunnilin, har hann er
best fyri ferðsluna, uttan at
hugsa um jarðfrøðina.
Tunnilin, sum Lands-
verkfrøðingurin hevur skot-
ið upp, verður 2,1 kilometr-
ar langur, men harafturat
skulu 4,2 kilometrar av
vegi gerast afturat. Hesin
tunnilin verður í 140 metra
hædd Hovsmegin og til-
samans fer arbeiðið at kosta
ímillum 120 og 130 milli-
ónir.
Tunnilin, sum NCC bjóð-
ar sær at gera, verður 2,5
kilometrar, men har skal
ongin vegur gerast. Hesin
tunnilin verður heilt niðri
við sjógvin og hann kostar
einar 92 milliónir, ella góð-
ar 30 milliónir minni enn
tann hjá Landsverkfrøðing-
inum.
Tí er ongin ivi um, hvat
er tann besta loysnin.
Stór sparing
Men hetta eru ikki einasti
fyrimunurin við uppskotin-
um hjá Petur Hammer.
Teir báðir studentaskúla-
lærararnir í Vági, Gudfinn
Olsen, verkfrøðingurin og
Poul
Erik
Smedemark,
matematiklærari,
hava
roknað út, at tunnilin, sum
NCC bjóðar sær til at bora,
fer at spara suðuroyingum
fleiri milliónir um árið.
Í talvuni, sum stendur við
greinini, sæst, at tað eru 25
kilometrar ímillum Vág og
Tvøroyri sum er. Verður
tunnilin hjá Landsverkfrøð-
inginum valdur, styttist
teinurin niður í 22,2 kilo-
metrar og verður tunnilin
sum NCC kann bora eftir
uppskoti frá Petur Hammer
gjørdur, styttist strekkið
niður í 19,4 kilometrar.
Teir báðir hava mett, at
1.000 bilar fara at koyra
ímillum um dagin. Hetta
talið byggir á, at uppteljing-
ar vísa, at í 2000 koyrdu
yvir 800 bilar ímillum um
dagin.
Teir
hava
somuleiðis
roknað við, at tvey fólk eru
í hvørjum bili og at miðal-
ferðin er 60 km/t.
Sostatt fer tunnilin hjá
Landsverkfrøðinginum at
spara suðuroyingum 34.000
tímar í ferðing um árið,
men uppskotið hjá Petur
Hammer og NCC fer at
spara 68.000 tímar.
Siga vit, at hvør tími
kostar 100 krónur er skjótt
at rokna seg fram til, at
talan er um eina sparing
uppá fleiri milliónir um
árið.
Samstundis fer tunnilin
hjá Landsverkfrøðinginum
at føra til at 100.000 litrar
av brennievni verða spardir,
men hitt uppskotið førir til
eina sparing uppá 240.000
litrar, so aftur her er ein
milliónupphædd at spara.
Og at enda kann vísast á, at
nakrar
hundrað
túsund
krónur eru at spara í
dekkum, tí jú styttri leiðin
er, jú minni verða dekkini
slitin.
Men umframt allar hesar
fyrimunirnar, fer uppskotið
hjá NCC og Petur Hammer
at føra við sær, at vegurin
fer at krevja minni røkt, eitt
nú asfaltering og bilaverjur
og ikki minst, eisini minni
kavarudding og tað er eisini
ein fíggjarligur fyrimunur.
Lagt verður eisini afturat,
at verður uppskotið hjá Pet-
ur Hammer fylgt, fer mið-
alferðin á bilunum helst eitt
sindur upp, tí vegurin verð-
ur nógv slættari og beinari
at koyra eftir, men tað ger
so bara teir fíggjarligu fyri-
munirnar enn størri. (Sí
talvu).
Men samanumtikið er
talan um eina sparing uppá
fleiri milliónir um árið,
umframt at sjálvur tunnilin
er væl bíligari at gera, so
fíggjarligur fyrimunirnir av
uppskotinum
hjá
Petur
Hammer verða bara sjón-
ligari og sjónligari.
Uppsk. hjá
Tunnil sum NCC
Nú
Landsverk
kann bora
Strekkið Vágur -Tvøroyri (km)
25
22,2
19,4
Styttri vegur ( km)
0
2,8
5,6
Meðalferð (km)
60
60
60
Tíð at koyra ímillum (minuttir)
25
22,2
19,4
Tíðarsparing
0
–2,8
–5,6
Tíðarsparing um árið (tímar)
0
–34.000
–68.000
Spart brennievni (litrar)
0
–100.000
–240.000
Dekkslit (tal av dekkum)
0
–200
–400
Hendan talvan vísir, hvussu nógv er at spara hvørt einasta ár, verður tunnilin ímillum
Hov og Øravík lagdur, har Petur Hammer hevur skotið upp, heldur enn at leggja hann
har, landsverkfrøðingurin hevur ætlað at bora. Í Talvuni er roknað við, at 1.000 bilar
brúka tunnilin um dagin, at tvey fólk eru í hvørjum bili og at eini dekk halda 20.000
kilometrar
Spara fleiri milliónir um árið
Hendan myndin vísir, hvussu stórur munur er á teimum báðum uppskotunum, sum eru gjørd til tunnil ímillum Øravík og Hov.
Ringurin høgrumegin vísir, har landsverkfrøðingurin ætlaði at gera tunnilin í 140 metra hædd. Ringurin vinstrumegin vísir, hvar
NCC hevur bjóðað sær til at bora hann í 40 metra hædd. Verður hetta uppskotið valt, slepst undan einum longum strekki av
fjallavegi er tað ringasta í Suðuroynni at koyra hjá lastbilum við eini brattari brekku og tveimum svingum uppá næstan 180 stig
Hendan myndin vísir tunnilsmunnan í Hovi, eftir uppskotinum hjá Petur Hammer og NCC. Talan er um ein slættan, beinan veg
niðri í dalinum. men verður uppskotið hjá Landsverkfrøðinginum valt, slepst ikki undan eini drúgvari brekku av fjallavegi
C
M
Y
K
5
4