Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. februar 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 39 - 26. februar 2003 Nr. 39 - 26. februar 2003 7 Country systrar koma til Føroya Fyrsta vikuskiftið í apríl mánaði koma fimm kvinnur til Føroya at spæla countrytónleik. Seinastu árini hava tær spælt í 20 londum kring heimin, og tær gera nógv burtur úr sínum framførslum TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Tað verður ein øðrvísi countrybólkur, sum fer at spæla í Føroyum fyrst í apríl mánaði. Tær eru fimm kvinnur og rópa seg Country Sisters. Umframt at syngja og spæla, føra tær eisini fram við góðum showi. Síðani 1989 hava tær spælt 500 ferðir í 20 ymisk- um londum, og tær hava verið víða hvar. Kvinnurnar, sum nú eru við í bólkinum, hava spælt saman seinastu tvey árini. Ein av kvinnunum, sum var við av fyrstan tíð, er fram- vegis upp í bólkinum og verður eisini við á føroyaferðini. Sjey fløgur Country Sisters spæla ym- iskan countrytónleik – cajun, bluegrass, gospel og rock n´roll – og tráðleysum mikrofonútbúnaði og hvítt lakeraðum ljóðførum leggja tær upp til eina lívliga framførslu. Country Sisters hava givið sjey fløgur út, og onkr- ar av teimum verða at fáa í Føroyum, áðrenn bólkurin kemur hendan vegin at vitja. Tær eita Sonia, Monika, Lenke, Lucie og Susan, og fyrst í apríl verða tær í Føroyum. Fríggjakvøldið 4. apríl spæla tær á Hotel Føroyum, og leygarkvøldið 5. apríl verða tær í Mentanarhúsin- um í Fuglafirði. Á báðum støðum verður gjørligt at fáa okkurt til matna í sambandi við tiltøkini. Atgongumerki kunnu keypast í forsølu. Donsk fyritøka fer at headhunta í Føroyum Stovnarin av head- huntarafyritøkuni SAM International, Niels Schreiner And- ersen, heldur, at tað eru uppgávur í Føroy- um, sum hansara fyritøka kann taka sær av. Teir kunnu til dømis finna føroysk- ar leiðarar í útland- inum, sigur hann HEADHUNTARI Eyðun Klakstein Síðst í farnu viku vitjaði stjórin á SAM International í Føroyum. Orsøkin til vitjanina var, at nú fer danska fyritøkan eisini at virka í Føroyum, og Niels Schreiner Ander- sen heldur, at tað eru upp- gávur í føroyska samfel- agnum, sum hansara fyri- tøka kann taka sær av. – Vit hava nakrar royndir og dygdir, sum føroyskar fyritøkur og onnur kunna fáa gleði av. Vit kunnu átaka okkum at finna stjór- ar og leiðarar í hesum lítla samfelag, og vit kunnu eisini finna føroyingar utt- anlands, sigur hann. Helt 50 ára dag við blonkum arki SAM International head- huntar fólk til størv av yms- um slagi. Uppgávan hjá felagnum er at finna tann rætta persónin til tað rætta starvið. Tað ger fyritøkan við at brúka starvslýsingar, internet og ikki minst tey góðu sambondini, sum headhuntararnir hava alla- staðni. Vanligt er, at SAM finnur fólk til leiðarastørv í fyri- tøkum, men felagið átekur sær eisini at finna røttu fólkini til onnur størv. – Tað er mest upplagt at brúka okkum, tá ið talan er um leiðarastørv, men vit átaka okkum eisini at finna fólk til størv, har tað kundi verið skilagot at brúkt okk- ara førleika, sigur Niels Schreiner Andersen. Hann stovnaði fyritøkuna í 1993, eftir at hann hevði havt leiðandi størv í stórum fyritøkum í 20 ár. – Eg helt mín 50 ára føð- ingardag við at verða eg sjálvur, sigur hann. Hann fór heim til sítt egna skriviborð og byrjaði við einum blonkum papp- írsarki. Úrslitið gjørdist SAM International, sum hevur upplivað stóran vøkstur síðani 1993. Finna føroyingar uttanlands SAM hevur nú deildir í fleiri londum – Noregi, Svøríki, Finnlandi og Týsk- landi – og nýggjasta deildin er nú farin at virka í Føroy- um. Tað verður Jógvan við Keldu, sum skal standa á odda fyri deildini í Føroy- um, og arbeiðið er nú byrj- að. Fríggjadagin vitjaðu Jógvan við Keldu og Niels Schreiner Andersen ymisk- ar føroyskar fyritøkur, og teir kundu staðfesta, at áhugi var fyri teirra virk- semi. – Vit eru sera væl mót- tiknar allastaðni, har vit eru komnir, og tað er einki at ivast í , at her eru uppgávur, sum vit kunnu loysa, heldur Niels Schreiner Andersen. SAM International hevur longu meira enn 100 føroy- ingar í sínum databasa, og við deildum í fleiri londum, heldur stjórin, at føroyskar fyritøkur og einstaklingar kunnu fáa gleði av teirra arbeiðið. – Vit kunnu til dømis finna føroyskar leiðarar í útlandinum, og føroyingar kunnu eisini skráseta seg hjá okkum, so teir møgu- liga kunnu koma upp á tal til størv í útlandinum, sigur hann. SAM International ætlar sær nú at gera ein serligan føroyskan databasa, har føroyingar kunnu skráseta seg. Country Sisters koma nú til Føroya at spæla Nú er SAM International farið undir sítt virksemi í Føroyum, og í farnu viku vitjaðu Jógvan við Keldu og Niels Schreiner Andersen føroyskar fyritøkur – Vit kunnu til dømis finna føroyskar leiðarar í útland- inum, og føroyingar kunnu eisini skráseta seg hjá okkum, so teir møguliga kunnu koma upp á tal til størv í útland- inum, sigur Niels Schreiner Andersen Skipa um á Hjalla Borgarar í høvuðs- staðnum skulu í framtíðini venja seg við at skilja ruskið. À Hjalla verður eisini eitt móttøkupláss gjørt BURTURKAST Heri á Rógvi Fólk í høvuðsstaðnum skulu í framtíðini ansa betri eftir, hvat tey koyra burtur, og hvat verður koyrt hvar. Tórshavnar kommuna hev- ur í longri tíð arbeitt við einari umskipanarætlan fyri Brennistøðina á Hjalla, og hendan ætlan er komin so mikið ávegis, at í summar mugu fólk venja seg við at skilja og annað gott. – Av fleiri orsøkum er tað ikki heppið, at fólk koma við burturkastinum sum nú. Tað kann vera beinleiðis hættisligt at skulu standa og tveita rusk í dunguna á brennistøðini, og so skulu vit eisini rætta okkum eftir teimum nýggju krøvunum og fylgja standardum, sigur Tórfinn Smith, formaður í Heilsu- og umhvørvis- nevndini hjá Tórshavnar býráð. Broytingarnar fara at merkja, at í framtíðini skal pappír og papp skiljast frá øðrum burturkasti, um- framt at eitt bingju- og móttøkupláss skal gerast við Brennistøðina á Hjalla til móttøku av burturkasti. – Broytingarnar fara at ávirka allar stovnar og virkir í kommununi, sigur Jan Christiansen, borgar- stjóri í kunnandi skrivi, sum er sent út til virki og stovnar í høvuðsstaðnum fyri at kunna tey um broyt- ingarnar. Tað verður kortini ikki alt arbeiðið, sum verður liðugt í summar. Á mynd á hesari síðuni, kunnu tit síggja, hvussu øki við Brennistøð- ina á Hjalla endaliga fer at síggja út. Tað verður kortini ein tíð afturat, áðrenn tað fer at síggja heilt soleiðis út sum í modellini, sigur Tórfinn Smith. – Fólk skulu koma við burturkastinu og avlevera tað, og síðani verður koyrt avstað. Ferðslan verður skipað í ein hestaskógv, soleiðis at ferðslan verður betri skipað enn í dag, sigur Tórfinn Smith. Àsetingar verða fyri, hvussu eitt húski og virki kann koyra í ovnin á Hjalla. Tórfinn Smith sigur, at eitt vanligt húsarhald – eins og nú – fer at kunna sleppa av við alt burturkasti hjá sær fyri einki. Virki skulu tó gjalda eitt ávíst gjald. Burturkasi skal skiljast við móttøkuplássi. Tað verður framvegis loyvt hjá bilum at koyra beinleiðis í ovnin so at siga, um hetta er skilt frammanundan. Brennistøðin kann tó – fyri eigarans rokning – kanna lastina, áðrenn hon veðrur koyrd í silo’ina. Soleiðis fer økið við Brennistøðina á Hjalla at síggja út, tá alt arbeiðið er liðugt. Mynd: Heri á Rógvi Øllum føroyingum stendur í boði at luttaka á Hobsons Virtual Education Fair VIRTUEL Heri á Rògvi Í døgunum 25-27 februar skipar Hobsons útbúgving- arportalurin fyri eini ráð- stevnu um útbúgvingar um allan heim. Møguleiki er hjá øllum at tekna seg til hesa ráðstevnu og spyrja um alt millum himmal og jørð innan útbúgvingar. Hetta skrivar Altjóða skrivstovan á heimasíðuni ask.fo. Holger Arnbjerg, leiðari á Altjóða skrivstovuni, sig- ur, at áhugin hjá føroying- um at lesa uttanfyri Dan- mark er voksin munandi. Tað sigur seg sjálvt, at tað nógva av samskifti mill- um áhugaði í Føroyum og skúlar í eitt nú Onglandi og Skotlandi fer fram umvegis Internetið. Holger Arnbjerg heldur tískil, at hesin møguleikin er kærkomin fyri føroyingar. Fleiri enn tveyhundrað skúlar eru við. Hevur tú hug at royna, so er adressan: http://sites.hobsons.com/vef/ Virtuel ráðstevna um útbúgvingar Á Internetinum ber til at royna eina virtuel ráðstevnu – virtual education fair – um útbúgvingar C M Y K 7 6