Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. februar 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 39 - 26. februar 2003 Nr. 39 - 26. februar 2003 9 Føroya Pedagogfelag hevði leygardagin aðalfund á Hotel Føroyum. Heili 350 limir møttu upp, og er hetta fyri meira enn 30 prosent av limunum, umframt at tað ongantíð áður hevur verið so góð uppmøting á aðal- fundi hjá Pedagog- felagnum AÐALFUNDUR Ingrid Bjarnastein Leygardagin hevði Føroya Pedagogfelag aðalfund. Bjørghild í Geil og Ann-Elisabeth Joensen stóðu fyri vali, og báðar vóru afturvaldar. Hinar í nevndini eru Carita Björklund, forkvinna, Gitta av Kák og Marita Ejdesgaard. Aðalfundurin byrjaði við, at Mogens Seider frá S o c i a l p æ d a g o g e n s Landsforbund úr Dan- mark helt fyrilestur við evninum »Etisk værdi- grundlag«. Heili 350 limir vóru komnir saman til aðal- fundin, og er hetta gott og væl 30 prosent av øllum limunum. Og verður upp- lýst av Pedagogfelagnum, at hetta er tað mesta nakr- antíð. – Hví tað júst komu so nógv fólk hesaferð, dugi eg ikki rættiliga at greiða frá, sigur Carita Björklund, forkvinna í felagnum. – Fyrilesturin hevur helst drigið fleiri fólk til, og so tað, at vit hava sáttmálasamráðingar í ár hevur helst eisini drigið fleiri til. Eisini bjóðaði felagið nátturða aftaná, har tað var høvi til at sita og práta, og tað hevur helst eisini havt nakað at siga, metir Carita Björk- lund. Carita sigur, at fundurin gekk væl, og tey eru væl nøgd við fundin. Sáttmálin hjá Pedagog- felagnum gongur annars út tann 1. oktober í ár. 350 fólk á aðalfundi Heili 350 fólk vóru møtt upp til aðalfundin hjá Føroya Pedagogfelag leygardagin. Hetta er tað mesta nakrantíð Mynd: Jens Kr. Vang Hugnaløta fyri ættleidd børn Leygardagin varð skipað fyri einum tiltaki fyri foreldur at ættleiddum børnum í Pálsstovu. Tað var DanAdopt úr Dan- mark, sum skipaði fyri, og vóru tilsam- ans yvir tveyhundrað fólk komin saman ÆTTLEIÐING Orð: Ingrid Bjarnastein Myndir: Jens Kr. Vang DanAdopt úr Danmark skipaði leygardagin fyri einum tiltaki í Pálsstovu í Havn fyri foreldur at ætt- leiddum børnum, og sluppu børnini sjálvandi eisini at vera við. Hetta er fyrsta tiltakið av sínum slag í Føroyum. Onkuntíð fyrr hevur verið skipað fyri líknandi tiltaki inni í Eysturoynni, men hesuferð var tað fyri allar Føroyar. – Allar familjur, sum hava ættleidd børn úr út- londum, kundu vera við. Fyriskipararnir frá Dan- Adopt fortaldu eitt sindur um tað nýggjasta, og so vóru tveir filmar vístir úr Korea og India fyri teim- um, sum høvdu áhuga, sig- ur Ann Lindberg, sum hev- ur hjálpt til við tiltakinum. Undirhald Tiltakið byrjaði klokkan 13 leygardagin og helt áfram allan seinnapartin. Foreldr- ini sluppu at práta saman, meðan børnini fingu vitjan av Angelu og einum ungum gandakalli. – Ein drekkamunn fingu vit eisini, men tiltakið var fyrst og fremst sosialt. Vit hava ein mammubólk í Havn, men vit vita onki um foreldur at ættleiddum børnum á bygd. Upplýsing- ar hava vit ikki loyvi at fáa frá Ríkisumboðnum, so lýst varð í bløðunum, so øll tey, ið høvdu hug kundu koma við, greiðir Ann Lindberg frá. Í Danmark eru slík tiltøk meira ella minni vanlig. Tað verður ofta skipa fyri slíkum, og tað er eisini lokalstøð, sum skipa fyri. – Hetta var eisini eitt ynski frá foreldrum, sum hava ættleitt. Vit hava ong- an møguleika at koma í samband við hvønn annan annars. Væl varð eisini tikið undir við tiltakinum. Eini 100 vaksin møttu upp, og tilsamans vóru eini 200 fólk í Pálsstovu leygardagin. – Nøkur ættleidd børn eru nú eisini so mikið vaksin, at tey høvdu teirra egnu børn við, so tað vóru trý ættarlið til staðar, og tað var ógvuliga stuttligt at síggja, sigur Ann Lindberg. Ann Lindberg heldur, at fólk vóru ógvuliga glað fyri tiltakið. – Vit gjørdu eisini ein lista, sum fólk kundu skriva seg á, so vit kunnu fara at skipa fyri einum ella øðrum einaferð um árið. Fyriskipararnir frá DanAdopt í Danmark: Ole Bergmann, Marianne Wung-Sung, Mette Garnæs og Ida Balling Ikki frítt, at henda fitta diddan er eitt sindur smæðin. Hon var saman við foreldrunum hjá sær í Pálsstovu leygardagin, har skipað varð fyri tiltakið fyri foreldur at ættleiddum børnum Heili 200 fólk vóru komin saman í Pálsstovu leygardagin. Hesin fitti beiggin var ímillum tey yvir 100 børnini Aldargomul vinna skerd rættindi - Seinastu árini hevur nógv verið tosað um rættin til fiskiríkidømi. Mær tykir,at opnu bátarnir eru gloymdir í hesum kjakinum,sigur uppilagstur fiskimað- ur,ið hevur útróður sum ítriv FISKIDAGAR Vilmund Jacobsen Sámal Jóhan Gaardlykke í Lamba, sum plagar at rógva út av Lambavík, tá iá veður er til tess, heldur lítið um, at opnir bátar ikki skulu sleppa til útróðrar, tí at fiskidagarnir hjá hesum bátum eru uppi. Soleiðis var í fjør summar, áðrenn nýggir fiskidagar vórðu útskrivaðir, og soleiðis var eisini nú seinast í farna ári. Sámal Jóhan er uppi- lagstur fiskimaður. Hann sigldi alt sítt góða lív, og í fleiri ár átti hann snellu- bátin, Grunning. Uppi tvær ferðir Tá ið hann legðist uppá land, fór hann undir smá- útróður sum ítriv. Hetta er ofta tað, sum einum uppi- lagstum fiskimanni dámar best. Sámal Jóhan hevur ein minni bát, sum kann drag- ast oman og niðan á vogni - alt eftir, hvussu líkindini á Lambavík nú einaferð eru. Hann hevur fiskiloyvi í bólki 5B, og tað er í hesum bólki, at fiskidagarnir vórðu uppi tvær ferðir seinasta ár. - Tað er ein undarlig kensla, at vit, sum hava hesar smáu bátarnar, ikki skulu sleppa at fiska, sam- stundis sum tey størru skip- ini, kunnu fara út á ytru landleiðina og vinna sær fleiri fiskidagar fyri teir, ið roynt verður uttanfyri. Sámal Jóhan sigur, at hann var 53 dagar á floti í fjør og fiskaði 15 tons. Søluvirðið var einar 180.000 krónur. - Eg vil siga, at hetta er eitt brúkiligt dagatal, men tá ið vit eru í bólki við felags- kvotu, har eisini bátar eru, sum hava dekk, vita vit ong- antíð, hvussu nógvar fiski- dagar vit fáa í einum ári. Høvdu vit, sum hava útróð- urin til ítriv, einar 50 fiski- dagar í part, hevði alt verið í lagi. Men knappliga standa vit har, tí fiskidagarnir eru uppi, og tað er ógvuliga keðiligt. Hann heldur ikki, at deksfør áttu at verið við í sama bólki sum opnir maskinbátar, tí deksførini kunnu vera á útróðri nógvar dagar, har opnu bátarnir liggja bundnir við bryggju. - Vit hava snøgt sagt ikki somu fyritreytir, sigur Sámal Jóhan. Aldargomul vinna Sámal Jóhan vísir á, at ein ørgrynna av bátum eru í bólkunum, 5B og 5D, sum fiska av felagskvotu. - Fóru allir hesir bátar á flot, vóru bert nakrir heilt fáir dagar í part í hvørjum hálvári. Tí vil eg mæla til, at vit, sum reka ein avmark- aðan útróður við opnum bátum og hóast alt hava hetta sum vinnu, fáa nakrar fiskidagar tillutaðar í part. Sámal Jóhan vísir á, at útróður við opnum báti er tað, sum hevur lívbjargað føroyingum upp ígjøgnum tíðirnar. - So, skulu vit tosa um søgulig rættindi, sum nógv hevur verið frammi seinastu árini, áttu vit, sum hava hesar bátarnar, ikki at verið fyri slíkum vanbýti. Hetta eru jú so smáar nøgdir, talan er um, men fyri okkum, sum hava siglt alt okkara lív, hevur hesin útróður stóran týdning, sigur Sámal Jóhan Gaardlykke. Tað er avmarkað, hvussu nógvar fiskidagar ein opin bátur hevur um árið - ikki minst á plássum sum Lambavík, ið er brimpláss. - Vit eiga ikki at vera í bólki saman við deksførum, heldur Sámal Jóhan Gaardlykke, ið er uppilagstur fiskimaður. Mynd: Vilmund Jacobsen Gott lag umborð á gomlu Ternu Øll manningin um- borð á gomlu Ternu eru avloysarar og veit sær ongan annan kjans hjá Strand- ferðsluni, nú teir eru leysir av stovninum í hesi vikuni SEINASTA FERÐIN Vilmund Jacobsen Tað var ikki jarðarferðarlag umborð á gomlu Ternu týs- dagin fyrrapartin, tá ið vit høvdu skiparan, Róa Jacob- sen úr Havn og stýrimann- in, Sámal Petur í Grund úr Søldarfirði í telefonini. - Jú, lagið er øgiliga gott. Vit hava havt rundstykkir í morgun, og seinnapartin verður wienarbreyð og kaffi á skránni. Vit hava vita av hesum leingi, og tí er tað líkasum bara at fáa hetta yvirstaðið. Soleiðis søgdu bæði skipari og stýrimaður við ein munn, nú hendan sein- asta dagin, gamla Terna siglir millum Skálafjørðin og Havnina. Frá í dag verður eingin sigling, og Strandferðslan hevur víst til bussarnar, sum koyra millum Eystur- oynna og Havnina. Allir avloysarar 5 mans hava verið við Ternuni, og teir eru allir avloysarar. Allir eru leysir av Strandferðsluni, tá ið hesin mánaðurin er úti í vikuni og sum er, vita teir sær ongan annan kjans hjá Strandferðsluni. - Eingin av okkum hevur annan kjans í boði, siga skipari og stýrimaður. Týsmorgunin var ikki endaliga avgjørt, hvar Ternan verður løgd, men sum skilst, verður tað helst í Vestmanna. - Hetta fáa vit at vita seinni í dag, sigur skiparin. Sámal Petur fór umborð á Ternuna, 3. juli ár 2000. Var í landi, meðan hann sat í landsstýrinum og fór síðan umborð aftur fyrst í juni 2002. Rói er ungur í garði. Hann byrjaði at loysa av sum stýrimaður við Teist- anum um Skopunarfjørð í fjør summar, og hevur síð- an siglt í 5 mánaðir sum skipari við Ternuni. Sum vanligt - At Skálafjarðarleiðin fór at verða niðurløgd hava vit vita av í longri tíð. Spurn- ingurin hevur bara verið um – nær, og hetta er so seinasti dagurin hjá okkum, siga teir báðir, skipari og stýrimaður. Ternan fór úr Havn sein- asta túrin í gjár kl. 16.20. - Vit sigla hendan túrin sum vanligt – fyrst inn á Toftir og síðan yvir á Strendur. Síðan fáa vit at vita, hvar skipið verður lagt, siga Rói Jacobsen og Sámal Petur í Grund. - At Skálafjarðarleiðin fór at verða niðurløgd, hava vit vita av í longri tíð. Spurningurin hevur bara verið um – nær, og hetta er so seinasti dagurin hjá okkum, siga teir báðir, skipari og stýrimaður. Mynd: Vilmund Jacobsen Helst nýggj ruta um einar tveir mánaðir - Gongst alt væl, vóna vit, at nýggja farleiðin millum Skálafjørðin og Sund kann fara av bakkastokki um einar tveir mánaðir ella so, sigur Sámal Petur í Grund SAMFERÐSLA Vilmund Jacobsen Gongst sum ætlað hjá Sámal Peturi í Grund og hansara fólkum, sum ar- beiða við at fáa eina nýggja farleið í lag millum Skálafjørðin og Sund, kunnu vit vænta, at fyrsti túrurin verður sigld- ur um einar tveir mánaðir ella so. Sámal Petur sigur, at felagið, Sjótek, hevur verið í Noregi og hugt at ferjuni, sum stigtakararnir ætla at keypa. - Fyrstu útmeldingarnar hjá Sjótek um ferjuna eru ógvuliga positivar, og vit rokna við, at frágreiðingin fyriliggur seinni í hesi vikuni, sigur Sámal Petur. Í fjør heyst vóru stig- takararnir í Noregi og hugdu at ferjuni, og nú hevur so Sjótek, ið eru skipakønir, eisini verið har yviri. - Hetta er ein ávís ferja, sum í løtuni er í drift. Hon siglir millum Norodden og Sørodden, norðanfyri Bergen. Felagið, sum eig- ur ferjuna, hevur eina aðra, sum liggur tøk, og tí kunnu teir selja hesa, sigur Sámal Petur. Um 2 mánaðir Gongst alt væl, vónar hann, at nýggja farleiðin millum Skálafjørðin og Sund kann fara av bakka- stokki um einar tveir mánaðir ella so. - Men hetta avhongur so eisini av, hvørji krøv Skipasýnið fer at seta, sigur Sámal Petur í Grund. Ætlaða ferjan tekur fleiri enn 80 vanligar per- sónbilar – ella 6 trailarar og 50 persónbilar sam- stundis. C M Y K 9 8