mikudagur 26. februar 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 39 - 26. februar 2003
Nr. 39 - 26. februar 2003
11
Nú er komið undir land við nýggjari stjórn í
Ísrael, og tað ber í móti eini rættiliga víð-
gongdari høgrastjórn. Hetta er ein sera álvar-
som gongd, tí ætlaninar hjá hesi stjórn eru sera
víðgongdar, tá hugsað verður um Vestara Áar-
bakka, har flestu palestinensar búgva. Tað
liggur á ljóði, at komandi stjórnin fer at nýta
eitt komandi kríggj móti Iraq til av álvara at
gera upp við palestinensarnar.
Hvat merkir so hetta? Jú hetta merkir sambært
altjóða eyðgleiðarum, at Ísrael við valdi fer at
flyta stórar hópar av palestinensiska fólkinum
av Vestara Áarbakka og innlima partar av hes-
um øki í eitt komandi størri Ísrael. Oman á
hetta kemur, at tað ljóðar eitt nú í norska út-
varpinum, at Sharon hevur álvarsamar ætlanir
um at reka palestinensar út úr sjálvum Ísrael.
Her býr sum kunnugt meira enn ein millión av
hesari tjóð, og Sharon hevur altíð mett hesar
palestinensar sum eina hóttan móti innaru
trygdini í landinum. Tað er tó lítið, sum bendir
á, at altjóða samfelagið fer at góðtaka slíka
etniska útreinskan í tí landi, sum skal umboða
vesturlendskt fólkaræði í Miðeystri.
Hinvegin er væl hugsandi, at Sharon í tí ruðu-
leika, sum eitt kríggj móti Iraq fer at skapa í
Miðeystri, kann sleppa gott frá at fremja um-
fatandi fólkaflytingar á Vestara Áarbakka. Í
einum komandi kríggi móti Iraq hevur USA
brúk fyri fullum stuðli frá Ísrael, og Sharon fer
eins og onnur lond í Miðeystri at krevja sín prís
fyri stuðulin. Tað kann vera, at Sharon fyri eitt
styttri skeið á hendan hátt kann kúga palestin-
ensisku tjóðina til at gevast við harðskapinum
og til at binda frið ella at sleppa sínum krøvum.
Men sum frá líður er hetta ein bæði ómoralskur
og vandamikil politikkur. Vandin liggur í hes-
um, at politikkur Sharons ber við sær fræið til
nýggjar stríðsspurningar og í tí, at hesin
politikkur ikki loysir tann grundleggjandi
spurningin í økinum nevniliga, hvør, ið eigur
rættin til økini á Vestara Áarbakka. Tað er tí at
vóna, at Vesturheimurin tekur sær um reiggj og
setir Sharoin stólin fyri dyrnar, áðrenn ov seint
er t.v.s., áðrenn lopið verður á Iraq.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Høgrastjórn við
vandamiklum ætlanum
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið
Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið
Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Leiðslan í Heimarøktini sagt seg úr starvi
Viðmerking í sam-
band við, at øll leiðsl-
an í Heimarøktini
hevur sagt seg úr
starvi
Jana H. Dalsgaard,
forkvinna, Felagið Føroysk-
ir Sjúkrarøktarfrøðingar
Felagið Føroyskir Sjúkra-
røktarfrøðingar
harmast
um, at øll leiðslan í Heima-
røktini hevur sagt seg úr
starvi. Vit undrast og spyrja
eins og øll onnur, hvat or-
søkin man vera.
Tað, at øll leiðslan fer
samstundis ger sjálvsagt, at
alt arbeiðið støðgar upp í
eina tíð, og tá er vandi fyri,
at tað, sum er uppbygt
gjøgnum seinastu árini,
meira ella minni, fer fyri
bakka.
Ikki lýsast eftir
fakligum leiðara
Tá vit so tann 22. februar
lesa í Dimmalætting, at
landsstýrismaðurin á økin-
um sigur seg ikki vera vís-
an í, at starvið sum fakligur
leiðari í Heimarøktini verð-
ur sett aftur, hvøkka vit
sjálvsagt við. Hetta kann
hann ikki meina í álvara.
Hetta verður eitt stórt aft-
urstig, ja, einki minni enn
ein katastrofa, serstakliga
tá tað júst nú m.a.verður
arbeitt við, at seta á stovn
døgnrøkt fyri alt landið.
Havandi í huga menning-
ina á hesum stovni og stóru
avbjóðingarnar, ið standa fyri
durum, hongur tað ikki
saman. Sparingarnar á Sjúk-
rahúsøkinum føra jú við sær,
at arbeiðsbyrðan í Heima-
røktini økist enn meira .
Aftur eru tað tey eldru og
tey veikastu í okkara sam-
felag, ið eru fyri vanbýti.
Støðan hjá teimum er, sum
vit øll vita, als ikki nøkt-
andi frammanundan. Júst,
sum vit nú skuldu havt góð-
ar fortreytir fyri at betra
teirra umstøður, verður
»teppið rykkt undan«.
Felagið Føroyskir Sjúkra-
røktarfrøðingar fer undir
ongum umstøðum at góð-
taka, at tað ikki verður lýst
eftir fakligum leiðara fyri
Heimarøktina.
Kaj Leo Johannesen,
Sambandsflokkurin
Eg fari við hesum at takka
Hergeir Nielsen fyri sína
grein í Dimmu undir heitin-
um »Søluátak Sambands-
floksins«. Hettar er spírin
til eitt kjak, sum formaður-
in í uttanlandsnevndini
leggur upp til, eg haldi at
uppskotið fekk alt annað
enn eina syndarliga lagnu.
Nú er tað soleiðis, at for-
maðurin loyvir sær at við-
gera mína sálarliga støðu
við at siga, at Kaj Leo Jo-
hannesen, sum legði navn
til uppskotið, man verða
ein ótrúliga vónbrotin mað-
ur. Her skal eg heilsa
formanninum soleiðis, at
hann ikki fær fortreð av
hesum og siga, at uppskots-
stillarin er ein ógvuliga
glaður maður og sær seg
hava gjørt eitt lítið ískoyti
til kjakið um ES, uttan
sjálvandi at tað kemur í
nánd av, hvat formaðurin í
uttanlandsnevndini hevur
fingið á skaftið.
Undirritaði hevur tann
veikleika at síggja sjálvt
eitt lítið framstig, sum ein
sigur. Vit skulu minnast til,
at vit higartil hava stungið
høvdið í sandin, og sum
kunnugt hevur uttanlands-
nevndin ikki tað stóru ar-
beiðsbyrðina, sambært for-
manninum.
Men undirritað er glaður
og fyri at nevndin hevur
hálað høvdið upp úr sand-
inum og hevur fingið heitt
á landsstýrið at skipa fyri
einari ráðstevnu um ES,
hettar er undiritaði takk-
samur fyri.
Tað er ikki, rætt tá sagt
verður, at limaskapur í ES
treytar, at tú hevur ein
sjálvstøðugan lim at lima
inn. Skotland er limur uttan
at verða sjálvstøðugur, mær
vitandi er Åland limur utt-
an at verða sjálvstøðugur,
eg haldi tað verða eitt slag
undir beltið, tá formaðurin
sigur, at »hendan limin
ræðist
Sambandsflokk-
urin«.
Formaðurin í uttanlands-
nevndini veit, at í hesum
føri kann ikki sigast, at
Sambandsflokkurin ræðist,
eftirsum Sambandsflokkur-
in er tann, sum hevur fingið
uttanlandsnevndina at heita
á Landstýrið, at skipa fyri
einari ráðstevnu um ES.
Undirritaði metir, at tað
er skaðiligt at sleingja út
við populistiskum pástand-
um, sum formaðurin ger,
við at siga, at vit í Sam-
bandsflokkinum vilja geva
okkara fiskiríkidømi burtur
fyri einki. Hettar er burtur-
við og hevur einki við
veruleikan at gera.
Víðari sigur formaðurin í
uttanlandsnevndini,
at
Sambandsflokkurin lat Kaj
Leo Johannesen stinga
fingurin í jørðina. Lat meg
gera formanninum greitt, at
undirritaði legði sjálvur
uppskotið fram.
Sambandsflokkurin virð-
ir, at aðrir limir í flokkinum
ikki noyðast at hava somu
meining sum flokkurin í
øllum, t.v.s beint øvugt av
tí, sum vit kenna so væl frá
Tjóðveldisflokkinum, har
allir venda sær móti floks-
formanninum í tingsalinum
og bíða eftir tí kenda sign-
alinum, áðrenn teir siga
sína meining.
Við vón um eina góða og
gevandi ráðstevnu, sum
kann menna vitan okkara
um ES.
Takk Hergeir Nielsen
VIÐMERKINGAR
Setan av fornfrøðingi
Onki krav til føroyskt
mál, ið er grundin
undir tjóðini!
Óluva Húsgarð
Landsstýrismaðurin
í
mentamálum – ikki fólka-
valdur, men við stórum
valdi – hevur valt útlending
framum føroying at vera
stjóri á Fornminnissavnin-
um.
Hetta prógvar, hvussu
aftarlaga føroyingar standa!
Til samanberingar: Tað
hevði ikki verið lukkuligt,
um íslendskur mentamála-
ráðharri hevði lýst í donsk-
um blað eftir stjóra til
almennan íslendskan stovn,
og sum hevði sett dana
framum íslending.
Íslendingar hava tjóðar-
stoltleika! Føroyingar hava
ongan stoltleika! Føroyski
umsøkjarin kann sleppa at
vera hjálparmaðurin hjá
dananum, ið hevur fingið
starvið! Ikki tí at føroying-
urin ikki hevur høgu út-
búgvingina, ið krevst!
Sitandi landsstýrismað-
urin í mentamálum kann
ikki kenna nakað til mál-
stríðið í 1930-unum, og tær
avleiðingar hetta stríð fekk
fyri ávís fólk!
Føroyingar kunnu ikki
hugsa um fullveldi við
sovorðnum fólki í landsins
stjórn! Við fullveldi skal
annað og meira til!
FORSVAR!
Tey fólk, ið forsvara hesa
gerð, siga, at nógvir før-
oyingar hava leiðandi størv
í Danmark!
Til hetta er at siga:
Ongin føroyingur fær
leiðandi starv í Danmark,
uttan at viðkomandi er full-
kønur í donskum máli bæði
í skrift og talu!
Talaði nakar um líkarætt í
ríkisfelagsskapinum!
Hugburður og persónur
Høgni Debes Joensen
Eitt fyribrigdi hevur kanska
serliga í seinastuni gjørt
vart við seg í Føroyum. Tað
er hetta, at fólk í skrift og
talu hava á lofti, at onkur
stingur annan í ryggin, at
framd verður bakbíting, at
gingið verður frá givnum
lyftum, at fólk siga seg úr
flokkum av persónspurn-
ingum og so framvegis.
Við politiskari sannfør-
ing er soleiðis, at hon kann
verða tengd at huginum til
persónligan fyrimun, eins
og hon kann vera tengd at
samskifti við ávísar per-
sónar, familju, vinir, kenn-
ingar ella starvsfelagar, ella
sannføringin kann verða
ektað -grundað á persónlig-
an, sjálvstøðugan hugburð.
Rættilig sannføring, eitt
nú politisk, kann ikki sigast
at vera til yvirhøvur, er hon
í størri mun knýtt at vina-,
kenningar- ella ættarbond-
um. Tá er rætta heitið neyv-
an sannføing ella hugburð-
ur, men heldur vinalag ella
í ringasta føri tað, ið nevnt
verður opportunisma.
Kennir tú teg ikki knýttan
at einari eitt nú politiskari
kós av øðrum orsøkum enn
persónligum áhugamálum,
so man vera ivasamt ella
misjavnt við hugsjónarliga
støðinum. Tó kanst tú sum
vera man í fleiri førum væl
skilja, at onkur rættiliga og
rættvíst hevur fingið stykni
til fólk, ið ein higartil hevur
kent seg í parti við.
At knýta seg til eina
veruliga stevnu ella ætlan
man bert hava ítøkiligt
innihald, er hetta grundað á
lívshugburð og ikki á per-
sónar. Sjálvandi hava ávísir
persónar umboðandi eina
ávísa stevnu ella ávísan
hugburð rættiliga ofta av-
gerandi týdning fyri, í
hvønn mun fólk koma at
gera hesa stevnu til sítt
egna hugsjónarliga áhuga-
mál. Men hevur tú nomið
eina hugsjónarliga sannfør-
ing, so átti møguligur sym-
ella antipatiur eftir tað at
havt minni at týða, tí at tá er
(ella tað átti at verið) tað, ið
avgerandi týdning átti at
havt, at verið tann stevna,
ið tú sjálvur heldur vera
hina røttu. Brennir tú fyri
eini søk, so átti tað ikki at
verið persónspurningar, ið
gera av, antin tú heldur fast
við sjónarmið tíni.
Ein samfelagslig sann-
føring kann í roynd og veru
ikki verða tengd saman við,
hvørjar persónar tær líkar
og hvørjar ikki. Var tað so,
at tú bert kundi verið felags
um eina hugsjón ella ein
hugburð saman við fólki, ið
tær dámar, meðan tú vísir
frá tær hugsjónir, ið eisini
fólk, ið tær ikki dámar,
hava, so vóru tey fá við fel-
ags hugsjónum yvirhøvur.
Og tá hevði verið tvørligt at
nátt teimum hugsjónarligu
málunum. Á sama hátt
kundi verið sagt, at var tín
felagshugur treytaður av, at
tú var samdur um alt við øll
í sama bólki, ja, so mundu
verða fá í hvørjum bólki,
eins og bólkarnir høvdu
verið nógvir -so mikið
nógvir,
at
einki
hug-
sjónarligt frambrot kundi
verið framt yvirhøvur.
Jákupsstovumaðurin,
sáli, segði einaferð, tá ið
vit sótu og prátaðu í byrj-
anini av sekstiárunum, nak-
að, sum í veruleikanum er
sera einfalt, man samstund-
is ógvuliga beinrakið. Veru-
leikin kann jú stundum vera
einfaldur. Hann segði nak-
að soleiðis, tá ið prátið fell
á politikk og politiskar
flokkar: “Um tað nú var so,
at øll tey, ið tóku undir við
einum politiskum flokki,
høvdu tað sjónarmið, at tey
skuldu vera samd í øllum,
ið flokkurin umboðaði av
sjónarmiðum um alt, og
skuldi teimum samstundis
dáma øll tey fólkini, ið
vóru í hesum flokki, so
høvdu vit havt eins nógvar
flokkar, ið tað eru fólk.”
Teimum, ið áhuga hava
annars fyri umrødda evni,
skal eg mæla til at lesa bók-
ina “Hvor der handles” eftir
Bettinu Heltberg, ið sera
hugtakandi
gevur
sína
mynd av stríðnum -eisini
umrøtt sum kongamorðið-,
tá ið danski politikarin
Svend Auken varð vrakað-
ur sum formaður í danska
sosialdemokratínum
til
frama fyri Poul Nyrup.
Hetta var, sum vera man,
ein herskin biti fyri Auken
at slúka, men hann varð
kortini verandi í flokkinum
og varð seinni danskur um-
hvørvismálaráðharri, vald-
ur av sosialdemokratunum.
Nýtt uppskot til tunnil í Suðuroy
Ole V. Laursen, deild-
arleiðari á Miðnáms-
skúlanum í Suðuroy
Stríð
millum Vág
og
Tvøroyri hevur verið ein av
orsøkunum til eina heldur
treka framgongd sum heild
í Suðuroynni. Tað hevur
verið stríð um plaseringina
av havnum og almennum
stovnum v.m. Tað er sjálv-
sagt skiljandi, tá eingin vil
lata frá sær at vera mið-
depilin, har framgongdin
plagar at vera. Úrslitið hev-
ur verið lyndi til at stovna
tveir miðdeplar, har menn-
ingin ikki hevur kunnað
staðið mát við aðrir mið-
deplar í landinum.
Samstarv er sjálvandi
loysnin á trupulleikanum,
men tað hevur verið trupult
orsakað
av
tí
torføra
vegnum.
Vit á Miðnámsskúlanum
kenna henda vegin sera
væl. Hann er vandamikil og
torførur at koyra eftir. Ofta
havi eg verið bangin um, at
nakað skuldi henda næm-
ingunum á skúlavegnum.
Tað vóru tí gleðilig tíð-
indi, tá vit fyri nøkrum
árum síðani hoyrdu um
tunnilin undir Hovstúgvu.
Hann fór at taka burtur tey
vandamiklu økini á skúla-
vegnum.
Vit dugdu bara ikki at
skilja, at tunnilin bleiv
lagdur
heilt
uppi
á
fjallinum
av
hesum
orsøkum:
• Hann styttir bara koyri-
tíðina nakrar fáar minuttir.
• Tað eiga heilt vist at vera
betri støð at leggja tunnilin,
soleiðis at hann loysir
ferðslutrupulleikarnar
betri.
• Tað letur seg gera at bora
ein tunnil undir Vestmanna-
sund og kann tí ikki vera
ein tekniskur trupulleiki at
leggja hann á einum meira
hóskandi staði.
Vit komu ásamt um, at tað
var nokk tann ódýrasti
hátturin at gera vegin
tryggari.
Nú er komið eitt nýtt
uppskot til tunnil
Felagið, sum gjørdi tunnilin
undir
Vestmannasundi,
kann gera ein tunnil á
einum nógv betri stað. Og
vit hoyra, at orsøkin til at
Landsverkfrøðingurin ikki
sjálvur hevur skotið hesa
plaseringina upp, er tí at
teirra útgerð er avoldað.
Tað nýggja tunnilsupp-
skotið hevur við sær:
• Ein sleppur undan at
koyra upp á fjallið.
• Ein sleppur undan teim-
um brøttu svingunum í
Hovi.
• Ein sleppur undan einum
vegastrekki í Hovi, sum
ofta gevur trupulleikar í
kava.
• Koyritíðin verður mun-
andi styttri.
• Orkunýtslan verður mun-
andi minni.
• Tunnilin verður haraftur-
at bíligari enn ein tunnil,
sum liggur longri uppi á
fjallinum.
Øll í Suðuroynni mugu
vera glað um nýggja upp-
skotið. Ikki bara fólk úr
sunnaru helvt, sum koma
lættari til Smyril, men
serliga fólk í norðaru helvt,
sum eiga børn mugu vera
glað. Ein stórur partur av
teimum ungu taka students-
prógv á Miðnámsskúlan-
um. Við byggingini av
einum nýggjum Miðnáms-
skúla og munandi betring
av skúlavegnum kunnu for-
eldur
vera
rólig
um
framtíðina hjá børnumum.
Tað nýggja tunnilsuppskot-
ið er ein vegur, sum frá tí
langa vegastrekkinum í
Hovi heldur fram stórt sæð
í eini beinari linju til Øra-
víkar. Tað er ikki ivi um, at
tað er nógv tann besta
ferðsluloysnin. Hon vil
uttan iva draga Suðuroynna
saman og kann vera við til
at seta meira ferð á menn-
ingina her.
Nú vóni eg ikki, at tað
koma smápolitisk stríð upp
í málið soleiðis, sum tað
plagar. Men lat okkum øll
her í Suðuroynni stuðla tí
nýggja
tunnilsuppskot-
inum.
C
M
Y
K
11
10