Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. februar 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 39 - 26. februar 2003 Mikudagin 26. februar verður Poul Johannes Jo- hansen fyrrverandi sjó- mansskúlastjóri í Havn 80 ár. Poul Johannes er føddur og uppvaksin á Strondum. Hann fór til skips sum 16 ára gamal og tók prógv sum fiskiskipari í 1946. Á vári 1950 tók hann stýrimans- prógv í Havn, hetta var fyrsta próvtøkan, eftir at skúlin var yvirtikin í 1949. Um heysti 1950 tók hann skipsføraraprógv í Keyp- mannahavn og telegrafist- prógv í 1951. Eftir tað sigldi hann sum stýrimað- ur og telegarfistur hjá DFDS til 1954, tá hann fór at útbúgva seg til sjómans- skúlalærara. Hann var lær- ari á Fanø Navigationsskole frá 1957 til 1962, tá fa- miljan flutti heima aftur til Føroya. Poul Johannes var settur sum lærari á Føroya Sjómansskúla 1. august 1962. 1. oktober 1971 tók hann við sum stjóri á Før- oya Sjómansskúla, tá táver- andi skúlastjórin, Dánjal J. Joensen, legði frá sær fyri aldur. Poul Johannes fór frá sum skúlastjóri í 1993, tá hann var 70 ára gamal. Síð- an hevur hann gjørt tað hann hevur havt hug til saman við konu, børnum og abbabørnum. Hóast sjónin er farin at bila tey seinnu árini, forðar tað honum ikki í at spæla bridge á telduni og annars at seta seg inn í tað, ein telda kann brúkast til. Poul Johannes fylgir væl við tí sum fyriferst í samfelag- num. Hann hevur verið limur í Lions Club í Havn síðan 1966, tá felagsskap- urin varð stovnaður. Hann brúkar eisini sína vitan innan sína yrkisgrein, við tað at hann hvørt ár roknar út streymtalvur til Álma- nakkan. Í 1951 giftist Poul Johannes við Katrinu, fødd Poulsen, av Strondum og fingu trý børn, sonin Krist- ian og døturnar Maibritt og Maluna. Føðingardagurin verður hildin mikudagin 26. febr- uar frá kl. 10-16 við mót- tøku í heiminum á Haralds- trøð 1 í Havn. NØVN Í VIKUNI Nøvn í vikuni Kennir tú onkran … Kennir tú onkran í familjuni, á arbeiðsplássinum, í grannalagnum ella hvar tað skal vera, ið hevur ein merkisdag sum t.d. rundan føðingardag, brúdleypsdag, starvsdag ella onkran, sum hevur fingið nýtt starv ella annað, so sig okkum frá. Tú skal bara skriva navn og bústað og um gjørligt aðrar upplýsingar eisini um tann persónin tú heldur eigur at koma í blaðteigin "Nøvn í vikuni", so taka vit okkum av restini. Tú er eisini vælkomin at senda okkum nøkur orð og um møguligt mynd. Annars hava vit góðar journalistar og fotografar til slíkar uppgávur. Navn:..................................................................................................................... Bústaður:............................................................................................................. Bygd/býur:..............................................................Tel:..................................... Evt. arbeiðspláss:.............................................................................................. Merkisdagurin er: ............................................................................................ Innsendari: ....................................................................Tel:............................... Sendið lepan, í brævbjálva, til: • Postboks 76 • FO-110 Tórshavn • "Nøvn í vikuni" Eisini ber til at støkka inn á gólvið, ringja, faxa ella senda teldupost til redaktiónir okkara kring alt landið: Høvuðsstaðarøkið: tel. 311820/216135, fax 314720, teldupost: maggi@sosialurin.fo Norðoyggjar: tel. 458686, fax 458687, teldupost: solby@sosialurin.fo Eysturoy: tel. 447820, fax 449520, teldupost: vilmund@sosialurin.fo Suðuroy: tel. 375364, fax 375464, teldupost: aki@sosialurin.fo Vágar: tel. 333820, fax 333720, teldupost: edvard@sosialurin.fo Poul Johannes Johansen 80 ár Týsdagin, 25. februar, varð Føroya Ríðingarfelag 60 ár. Felagið hevði okkurt til børnini í Útibarnagarðin- um í Havnardali í gjár í sambandi við føðingardag- in. Formaður í Føroya Ríð- ingarfelag er Hans Vilhelm Lützen. Føroya Ríðingar- felag 60 ár Leygardagin, 22. februar, fylti Jógvan E. Ósá løg- reglumaður í Runavík 60 àr. Jógvan er føddur og uppvaksin í Klaksvík. Hann var sjómaður og ar- beiðsmaður, áðrenn hann tann 15. oktober í 1968 kom inn á politiskúlan í Danmark. Hann arbeiddi sum løgreglumaður í Havn frá 1970-72. Í 1972 flutti hann til Klaksvíkar, har hann arbeiddi sum løg- reglumaður til 1989. Frá 1989 til 1994 var hann sýslumaður í Sandoynni. Síðan 1994 hevur hann ar- beitt sum varaleiðari á Politistøðini í Runavík. Jógvan hevur eisini luttikið í sjónleiki í ymiskum sjón- leikarafeløgum í landinum. Jógvan E. Ósá 60 ár Væl umtókti rock- bólkurin fer nú aftur at spæla til dans og konsertir. Nýggjur sangari er komin við í bólkin, og teir eru fullir av orku, nú teir leggja til brots aftur 1. mars fer All That Rain at spæla aftur alment, og tað verður við einum nýggjum sangara. Pól Arni Holm, sum var sangari í Týr, er farin upp í All That Rain, og harvið eru teir nú fýra tónleikarar í bólkinum. Fyrsta framførslan við Pól Arna verður nú leygar- kvøldið, tá ið All That Rain fer at spæla til árliga grýlu- dansin í ítróttarhøllini á Kambsdali. – Pól Arni passar ó- væntað væl til bólkin. Hann er sera nærlagdur og seri- øsur, og hann fer at geva bólkinum nakað heilt nýtt. Hann kann syngja alt frá vøkrum balladum til harð- an rock. Vit eru bergtiknir av honum og hava ongantíð áður verið so spentur upp á bólkin, sum vit eru nú. Soleiðis siga hinir tríggir tónleikararnir, sum eru við í All That Rain um nýggja sangaran. Teir eru Hans Ravnsfjall, sum spælir gittar og syngur, Henning Nicodemussen, sum spælir trummur, og Jens Tummas Ness, sum spælir bass. Nýtt lív All That Rain er kendur sum ein vælspælandi bólk- ur, sum fevnir breitt, tá ið talan er um tónleik. Teir spæla bæði sangir hjá sær sjálvum og sangir hjá øðrum, og nú nýtt lív er komin í bólkin, eru teir farnir at hugsa um at spæla eina nýggja fløgu inn. Men fyri fyrst verður talan um framførslur til dans og konserttiltøk kring landið. 1. mars spæla teir á Kambsdali og 8. mars eru teir í Royn-høllini í Hvalba. Tað er rættiligur grav- gangur eftir at fáa All That Rain at spæla, og tí verður ivaleyst møguleiki at hoyra teir til onnur tiltøk kring landið seinni. Tað ber til at frætta meira um bólkin og komandi tiltøk á heimasíðuni www.allthatrain.com All That Rain leggur til brots aftur Jens Tummas Næss hendurnar upp ella buksurnar ni›ur Prix Føroyar ‘03: Myndareportasja Vangamyndin: Jannie Dam Jacobsen Filmsummæli: Two weeks notice C M Y K 13 12