Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. februar 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Um ein sigur Jannie Dam Jacob- sen, so er tað ikki vist, at tey flestu vita, hvør hon er. Men um so róð- urskvinnan á seksmannafarinum Jarnbardi verður lagt afturat, vita tey flestu í øllum førum at talan er um kappróður og eitt tað mest su- verena seksmannafari við kvinnum seinastu tíggju árini Jannie Dam Jacobsen venur í hes- um døgum seks aðrar megnar- kvinnur til at fara niður á Scilly- oyggjarnar at rógva kapp. Hetta er triðju ferð, at Jannie verður millum tær 60 ella 70 róðurskvinnurnar, sum díkja á sínar rógvarar á Worldchampionship in Gig Racing á Scilly oyggjunum. Tær skulu av- stað seinast í apríl, og kappingin er fyrsta vikuskiftið í mei. Tað er ein heilt øðrvísi kappróður enn vit føroyingar eru vanir við, men fyri Jannie er tað ikki fremmant long- ur. - Eg haldi, at tað er sera rotið, at bert ein manning fer niður í ár, sigur Jannie, og her sipar hon til, at Róðrarsambandið broytti kapp- ingarreglarnar soleiðis í fjør, at bert tann eina manningin sleppur á Scilly. Tað er óheppið, heldur Jannie, tí so er ongin at heppa, meðan tær rógva, og ongin hjá teimum at hyggja at og heppa á, tá menninir rógva teirra tein. Fyrstu ferð kvinnurnar á Jarrnbardi luttóku á Scilly, tóku tær sjálvar stig til túrin og skaffaðu pengar- nar. - Túrurin kostaði um 100.000 krónur, og vit fingu nógvan stuð- ul, umframt at vit høvdu ymisk til- tøk. Vit búðu ikki líka fínt, sum hin manningin tá, men vit búðu væl og høvdu tað gott, greiðir Jannie frá. Og her kann líka skoyt- ast uppí, at Jarnbardur tað árið fekk tað frægasta úrslitið nøkur manning yvirhøvur hevur fingið í hasi kappingini. Tær endaðu á einum fimtaplássi, og tá skal hugsast um, at yvir 60 bátar lut- taka. Ikki við í ár Jannie var 15 ára gomul fyrstu ferð, hon sessaðist afturi í rong á Jarnbardi. Hetta var í 1996, og tað árið gjørdust tær nummar tvey í heim- ligu kappingini. Men eftir tað fingu tær veruliga vind í seglini og gjørdust føroyameistarar í 1997, 1999, 2000 og 2002. - Tað er onki so gott sum at gerast føroyameistarar í kappróðri, men líka so ringt er tað samstundis at tapa, sigur Jannie og leggur aftur- at, at tá tær á Norðoyastevnu í 2001 gjørdust nummar fýra, var tað fyrstu ferð, síðani hon byrjaði, at hon ikki fekk eitt heiðursmerki um hálsin. - Tað var ein niðurtúrur, sum eg seint fari at gloyma. Eg var bara so kedd, minnist hon aftur á. Tað árið var ikki so gott hjá teimum, men árið eftir varð gamli Jarn- bardur skiftur út við ein nýggjan, og á Ólavssøku 2002 høvdu tær aftur vunnið allar sjey róðrarnar í einum kappingarári og kundu sum før- oyameistarar aftur gleðast um, at tær høvdu vunnið sær pláss í kappingini á Scilly í 2003. Jarnbarda kvinnur- nar eru nú farnar hvør í sína ætt, onkrar eru farnar niður í lestrarørind- um, so báturin er ikki mannaður í ár. - Eg hevði so gott kunnað hugsað mær at verði við aftur í ár, men eg eri farin av, tí allar hinar eru vekk, sigur Jannie, sum er formaður í róðrarfelagnum Knørri. Og hon leggur at enda afturat, at um onkur hevur hug at manna bátin, so er bara at siga frá. 2 Sosialurin Nr. 39 - 26. februar 2003 Sosialurin Nr. 39 - 26. februar 2003 3 Tíðindablaðið Sosialurin Postsmoga 76 100 Tórshavn Tlf. 31 18 20 Fax 31 47 20 Teldupostur: ph_1@sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjórn: Ingrid Bjarnastein Solby Anna Eliasen <ph_1> er ein partur av Sosialinum annanhvønn mikudag. Evstamark er á middegi fríggjadag Lýsingar til <ph_1> skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin áðrenn blaðið kemur út. Lýsingarnar skulu ikki vera størri enn 254 mm breiðar og 70 mm høgar. Navn: Jannie Dam Jacobsen Føðingardagur: 30.07.1980 Starv: Skrivstovukvinna á Toll og Skatt Hvat vildi tú verða, tá tú vart stór, tá tú vart lítil? Tannlækni Vangamyndin: Jannie Dam Jacobsen 30071980 Scillyoyggjarnar fyri tri›ju fer› Útbúgvingin stuttum snýr seg um sambandið millum menniskju og tøkni, serliga millum menniskju og informatiónstøkni. Fyrsta árið lærir tú við einum oyra um kommunikatión og informatión heilt niðri frá filosofiska nullstøðinum, og við hinum oyranum um programmering. Næsta árið tekst tú mest við organisatiónsgreining, og triðja árið kemur tú til so sakina, nevniliga sjálvt sambandið millum menniskju og tøkni. Tú lærir at sniðgeva tøknini soleiðis at hon hóskar til menniskjuni, ið skulu brúka hana, og tú lærir alt sum er vert at vita um “usability”, sum føroyskt umsett má eita brúkssemi. Teldan sum miðil Tá tey fyrstu trý árini er yvirstaðin, og bachelorprógvið er í hondini, ert tú rættiliga væl fyri at fara út í tann veruliga heimin at seta ein menniskjaligan dám á tøknina. Men sum við øllum øðrum útbúgvingum er tað eisini best at fara víðari á tvey ára langu kandidatútbúgvingina, tá tú lesur Informatiónsvísindi. Tá tú kemur so langt, hevur tú uppbygt tær eitt fakligt grundstøðið, og so er tíð at ganga egnar vegir. Her eru nærum óavmarkaðir møguleikar, tí tú kanst fara útum In- formatiónsvísind at leita tær lærugreinir. Sjálvur havi eg valt at taka tað fyrra árið av kanditatútbúgvingini á einum italienskum universiteti, sum er sera framkomið innan kommunikatión og miðlavísind, og her eri eg í løtuni ígongd við at gera meg klókari upp á hvørjar eginleikar “heimateldan” í sær sjálvum hevur sum miðil, og hvussu informatiónstøknin gevur nýggjar møguleikar og setir nýggj krøv til gomlu vælkendu miðlarnar. Meira fæst at vita um Informatiónsvísind og systurútbúgvingina Miðlavísind á Aarhus Universitet á vevsíðuni hjá Institut for Informations- og Medievidenskab á www.imv.au.dk Rúnar Reistrup, lesur informatións- videnskab á Århus Universitet – Eg havi altíð hildið sálarfrøði vera sera spennandi, og hesin áhugin mentist bara, meðan eg gekk á HF, har sálarfrøði er ein av lærugreinunum. Fyri at sleppa inn at lesa sálarfrøði, krevst eitt nokk so høgt miðaltal, og tað eydnaðist mær tíbetur, so nú eri eg í gongd við mína dreymaútbúgving. Men hóast ein ikki lýkur krøvini um miðaltalið, so kann ein sleppa inn kortini, um søkt verður gjøgnum kvotu 2. Útbúgvingin til sálarfrøðing er býtt upp í tvey. Fyrst ein bachel- orútbúgving, ið tekur trý ár, og síðani ein yvirbygningur, sum tekur tvey ár. At lesa sálarfrøði er sera spennandi, tí har eru so mong onnur ting, sum eru partur av sjálvari lærugreinini. So sum biologi, sociologi, samfelagsfák, filosofi og so framvegis. Mong halda, at sálarfrøði er = Freud, men tað haldi eg ikki. Sálarfrøði er so øgiliga nógv meira enn bara Freud og psykoanalysan. Ofta verði eg spurd, um tað ikki er torført ella strævið at ganga á universiteti, men til hetta kann eg bara svara bæði ja og nei. Á tímatalvuni eru ikki nógvir tímar, áleið 14 um vikuna, har teir flestu eru fyrilestrar. So á tann hátt er tað ikki strævið, men nógv er at gera heima. Nógvar uppgávur og nógv at lesa. Eg minnist ta fyrstu vikuna, tá fingu vit at vita, at vit skuldu lesa 500 síður til vikuna eftir. Eg øtaðist og hugsaði veruliga, at eg var endað á skeivum staði, men tað ræður um at leggja sær tingini væl tilrættis og síðani raðfesta, hvat ein kann og ikki kann. Í fyrstuni kann tað vera torført, at allur teksturin er á enskum, men tað venur ein seg við beinanvegin. Viðvíkjandi bústaðarmøguleikum vita tey flestu, ið fara niður at lesa, at tað er sera torført at finna nakað at búgva í. Í løtuni búgvi eg sjálv til leigu á tí privata marknaðinum, og er tað væl dýrari enn á kollegium. Men tað ræður um at skriva seg upp allastaðni í góðari tíð, so skal tað nokk eydnast at fáa okkurt at búgva í. Her kann eg líka leggja afturat, at ein skal ikki vera bangin fyri at finna okkurt uttanfyri býin, tí ferðasambandið er gott, og ofta tekur tað ikki nógv meira tíð, enn um ein býr inni í býnum. Tá eg byrjaði á universitetinum, virkaði alt so stórt og ógvu- sligt, og eg føldi, at øll hini vóru klókari enn eg, men sum fráleið fann eg út av, at mong onnur vóru í somu støðu, sum eg. So sum eitt gott ráð, vil eg siga, at hóast tað í fyrstuni eru nógvir stórir bitar at gloypa, so má ein ikki fella í fátt. Ein venur seg skjótt við alt tað nýggja. Beinta Klakstein, 23 ár, lesur sálarfrø›i á universitetinum í Keypmannahavn Útbúgvingar Sum framhald av útbúgvingargreinunum í seinasta <ph_1>, hava vit aftur hesaferð tvey lesandi við. Talan er um Rúnar Reistrup, sum lesur informationsvidenskab í Århus, men sum í løtuni er staddur í Siena í Italia í lestr- arørindum. Eisini Beinta Klakstein, sum lesur sálarfrøði í Keypmannahavn, hevur skrivað nøkur orð um útbúgvingina. hvat skal eg ver›a??? C M Y K 14