hósdagur 7. februar 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
KG
Heimsins størsta
krigsskip nú við
Teir sameindu herða
nú trýstið móti irak-
isku deildunum í Ku-
wait. Mánadagin varð
heimsins stersta krígs-
skip, »Missouri« brúkt
fyri fyrstu ferð í kríg-
num Kanónirnar
kunnu bera næstan 40
kilometrar við 1,2 tons
tungum granatum.
Skipið roynir at raka
irakisku deildirnar í be-
tongskýlum við
strondina. Við hesum
hava teir sameindu lat-
ið upp fyri einum triðja
hermóti. Framman-
undan gera teir loft-
álop á Irak og Kuwait
og bumba irakisku
deildirnar frá steðum í
Saudi Arabia.
Missouri er eitt gam-
alt krígsskip. Tað var
umborð á hesum skip-
inum, at japanarar
undirskrivaðu
kapitulatiónina eftir
seinna heimskríggj.
Missouri hevur ikki
verið brúkt í kríggi síð-
ani Korea-kríggið í 50-
unum.
Eygleiðarar vilja
vera við, at nógv um-
redda innrásin í Ku-
wait verður sett í verk
innan tvær vikur, og at
áhaldandi og oyðileggj-
andi kanóneldurin frá
Missouri er liður í hesi
ætlan. Helst vilja teir
sameindu beina sær
vegin fyri eini land-
gongd frá sjónum eis-
ini.
Um sama mundið
halda teir sameindu
fram við at bumba
irkaiskar steðir í Ku-
wait við mongu flogfer-
um sínum. Her er talan
um amerikonsk B52
bumbuflogfer og
bretsk og fronsk jag-
arabumbuflogfer.
Í vikuni datt eitt av
hesum stóru B52
bumbuflogferunum
niður í Indiska havið
eftir eitt álop á steðir í
Kuwait. Tríggir av
manningini vórðu
bjargaðir. Hon telur
seks. Tað var maskin-
brek, sum var orsekin
til at flogfarið datt nið-
ur, siga amerikanskar
hernaðarkeldur.
Landbúnaðaruppskot
neyvan samtykt í EF
Eitt uppskot, sum EF
hevur latið gera við-
víkjandi broytingum í
stuðulspolitikkinum
innan landbúnaðin,
verður helst ikki sam-
tykt. Tað fær ikki tann
neyðuga meirilutan
millum limalondini.
Ætlanin við uppskotin-
um var at ganga eitt
nú amerikonskum
krevum á meti um at
EF skal minka mun-
andi um stuðul sín til
landbúnaðin.
EF skeyt fyrst upp
at lækka stuðulin við
einum tridingi, men
hetta kundu amerikan-
arar og onnur landbún-
aðarlond uttanfyri EF
ikki góðtaka. Nú hevur
EF-nevndin so gjert
eitt nýtt uppskot, sum
hevur við sær, at stuð-
ulin til tey effektivu og
vælkoyrandi landbrúk-
ini verður munandi
skerdur til fyrimunar
fyri tey meira ineffek-
tivu brúkini í ikki so
framkomnum land-
brúksekjum í EF. Prís-
legan skal eisini setast
á eitt steði, so hon
svarar prísunum uttan-
fyri EF.
Tey landbúnaðar-
londini í EF, sum hava
sera nútímans og sera
effektiv brúk, vilja ikki
góðtaka hesa gongd.
Tey halda tað vera
skeivt at tey skulu
svíða fyri at minni
mentir bóndur í EF
skulu fáa sosialhjálp.
Tað vísir seg nú, at
bæði Danmark, Holl-
and, Bretland og Frak-
land fara ikki at góð-
taka uppskotið. Um
tað verður samtykt, so
fer hetta at merkja eina
minking í danska út-
flutninginum uppá 4
mia. kr.
Nr. 26 — 7. februar 1991
.
Kirkjan og Golfkríggið:
Eitt rættvist kriggj,
sigur danskur prestur
Tað eru fáir spurningar,
sum í mong, mong ár hava
elvt til so nógv kjak sum
júst Golfkríggið. Fjølmidl-
arnir kring allan heimin
kappast um at vera fyrstir
við tíðindum frá krigsøk-
inum. Men í blødunum, i
útvarpi og í sjónvarpi
snýr tað seg ikki bara um
tíðindi frá hendingunum.
Nógv verður eisini gjørt
burtur úr kjakevninum: er
tað rætt at kríggjast,
kundu vit sloppið undan
krígnum, skilja vit í heila
tikið arabiska heimin,
hvat fer at henda eftir
kríggið osfr. osfr.
Eisini kirkjufólk luttaka
í hesum orðaskiftinum, og
í donskum bleðum verður
rættiliga nógv gjørt burt-
ur úr.
Í hesum døgum heldur
Heimsráð Kirkjunnar
aðalfund í Australia og er
eitt av teimum evnunum,
sum nógv verður tosað
um, júst Golfkríggið og
steðan í Miðeystri. Mill-
um luttakararnar á ráð-
stevnuni er eisini Peter
Widmann, prestur og
doktari í gudfreði við
lærda háskúlan í Árhus.
Í samreðu við Árhus
Stiftstidende sigur hann
m.a. um Golfkríggið:
EFTIR
Jan Miller skrivar
— Kirkjan boðar
næstrakærleika, men eitt
avgjørt nei til krigg) gagn-
ar ikki friðinum í heimin-
um.
Øll ynskja frið, men eru
vitni til kríggj. Kristna
kirkjan, sum sjálv hevur
verið við í krossferðum,
avnoktar kríggj og valds-
gerðir. Men tað setir ofta
kirkjuna meira uttan fyri
alla ávirkan.
Kristna kirkjan líkist
nevniliga alt meira eini av
hesum mongu mótmælis-
rerslunum, sum tosa við
stórum og tómum orðum
og seta veruleikafjar krev
til frið í ellum heiminum,
sigur Peter Widmann við
blaðið.
Hann er hverki krígs-
greðingur ella friðar-
fanatikari, men sum prest-
ur og doktari í gudfrødi
heldur hann tað vera rætt,
at eisini kirkjufólk tosa
um Golfkríggið.
— Okkara kirkja hevur
altíð víst á munin millum
rættvís og órættvís
kríggj. Fitt rættvíst
kríggj er til fyri at forða
órætti. Nú siga mong
kirkjufólk, at ongi kríggj
eru rættvís. Tí ein ikki er
førur fyri at ímynda sær
óhugnaligu avleiðingar av
einum kríggi. Men tann
steðutakanin er vanda-
mikil og uttan ábyrgd,
heldur hann.
— Óttin fyri tí altoyð-
andi krígginum er nett-
upp fellan hjá Saddam
Hussein. Hann hugsar
sum so, at eingin torir at
byrja Ragnarok, at øll
ynskja frið og hata kríggj.
Og hetta brúkar hann.
Men venda vit okkum
móti kríggi sum seinastu
loysn í eini kreppusteðu,
geva vit jú fólkum sum
Saddam Hussein fríar
hendur. Og tað gagnar so
sanniliga ikki friðinum,
sigur Peter Widmann.
Hann vónar at Heims
ráð kirkjunnar fer at taka
undir við sanktiónunum
og eisini krígnum móti
Irak.
— Politisk búgvin, kall-
ar maðurin, sum hevur
boðað næstrakærleikan
sum prestur, avgerðina
um at frígera Kuwait við
kríggi.
— Eg haldi, at kríggið í
Golfinum snýr seg um at
verja tað sindrið av lógum
og reglum, sum er millum
lond. Tær fyritreytir, vit
øll liva undir. Tað ber ikki
til at gera innrás í eitt
annað land og hertaka tað.
— Sjálvandi er kríggj
ræðuligt, men vit kunnu
ikki bara melda okkum út
úr samfelagnum, tí partur
av tí er ljótur, sigur
danski presturin.
Hóast hann stuðlar
krígnum móti Irak, so við-
gongur hann, at spurning-
urin, sum eisini kirkjurnar
í 3. heiminum vilja vera
við, er eisini eitt stríð mill-
um norður og suður.
Winnie Mandela fyri rættin
Um somu tíð sum suður-
afrikanski forsætisráð-
harrin F.W. de Klerk hev-
ur boðað frá týdningar-
miklum broytingum í
apartheidpolitikkinum, er
eitt sakarmál móti Winnie
Mandela, konu ANC-leið-
aran Nelson Mandela, fyri
í rættinum í Johannes-
burg.
Winnie Mandela er
skuldsett fyri at hava
verið við til at gera seg inn
á svartar unglingar.
Verjin hjá Winnie Man-
dela hevur kravt, at ákær-
an móti henni verður tikin
aftur, men hesum hevur
rætturin víst aftur.
Sambært ákæruni skal
Winnie Mandela hava ver-
ið við til at burturflyta og
buka fýra svartar ungling-
ar. Ein teirra doyði av
lestinum. Í fjer var ein av
lívverjunum hjá Winnie
Mandela demdur til deyða
fyri at hava verið við til at
taka lívið av tí 14 ára
gamla Stomple Seipei.
Winnie Mandela sigur,
at hon er ósek. Hon vil
fegin hava eina rættarsek,
sum kann vísa at hon er ó-
sek. Leiðandi ANC-fólk
vilja vera við, at endamál-
ið við rættarsakini er po-
litiskt. Teir hvítu vilja við
einum dómi móti konu
Nelson Mandela raka
svarta leiðaran og skapa
trupulleikar fyri arbeiði
hansara at geva teimum
svertu fleiri rættindi.
Sakarmálið móti Winnie
Mandela byrjar mánadag-
in.
VALUTAKURSIR
USA
Bretland
V-Týskland
Svøriki
Noreg
Frakland
Belgia
Sveits
Holland
Italia
Finnland
Ísland
Eysturríki
Spania
Portugal
Kanada
Japan Yen ...
Írland Pund ..
Grikkaland Drakmur
Pund ..
Króna
Króna
Króna
Escudos
Dollari ..
„1118,55
Markur .
Frankur .
Frankur .
Frankur .
Gyllin ...
Markur .
Skillingur
Pesetas .
Dollari ..
- 1023,50
Ultimo
6.2 síðsta mán.
560,50 573,50
1124,30
384,95
103,13
98,47
113,40
18,715
453,20
341,52
0,5132
159,16
10,55
54,695
6,157
4,3610
493,60
4,3510
1025,70
3,6130
385,20
102,55
98,40
113,19
18,710
451,80
341,80
0,5126
158,35
10,50
54,740
6,131
4,3680
48430
4,3575
3,6000
Kelda: Føroya Sparikassi