hósdagur 7. februar 1991síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
7. februar 1991
Kuwait eitt nýtt Stalingrad
Landbardagin um Kuwait
er enn ikki byrjaður av
álvara, men hann nærk-
ast. Onkur heldur um nak-
rar fáar dagar, aðrir siga
um nakrar vikur. Uppaft-
ur aðrir vilja vera við, at
teir sameindu vilja sleppa
undan landbardaga.
Hetta, halda teir, kann
gerast við framhaldandi
bumbingunum av irak-
isku deildunum í Kuwait.
Fyrr ella seinni mødast
hermenninir og endin
verður at teir geva seg yv-
ir, verður sagt.
Hvussu og ikki, so gerst
steðan hjá irakisku her-
monnunum í Kuwait
meira og meira hættislig.
Hon er farin at minna ikki
sert um steðuna í Stalin-
grad í 1942, tá Hitler gav
deildum sínum í Stalin-
grad greið boð um ikki at
geva seg yvir, men heldur
berjast til síðsta mann.
Tað sær ikki mætari út
enn at segan er við at
endurtaka seg í Kuwait og
tað eru teir eygleiðarar,
sum halda, at Kuwait
verður enn verri enn
Stalingrad.
Hernaðarserfreðingar,
sum fylgja gongdini í
Golfkrígnum, eru á einum
máli um, at steðan hjá
irakisku hermonnunum í
Kuwait kanska er nógv
truplari enn hon var hjá
týsku hermonnunum í
Stalingrad undir seinna
heimsbardaga.
Eins og reyði herurin tá
lokaði týsku deildirnar
inni við framhaldandi
bumbingum av Bellum
flutningum, so er steðan
tann í Kuwait, at teir sam-
eindu hava kvett allar
flutningsmeguleikar til og
úr Kuwait. Vegir og brýr
eru oydiløgd og hverki
loftvegis ella sjóvegis
kunnu irakar koma sínum
deildum í Kuwait til hjálp-
ar. Ein stórur partur av
irakiska flogvápninum er
oyðilagdur og ein partur
er flýddur til Iran. Irak-
iski herflotin er so gott
sum allur oyðilagdur.
Hetta er steðan hjá
teimum næstan 500.000
irakisku hermonnunum í
Kuwait, nú tríggjar vikur
eftir at kríggið byrjaði.
Men hóast steða teirra
gerst verri fyri hvønn dag,
so eiga teir kortini enn
nekur góð trumfkort á
hondini: tey kemisku og
bakteriulogisku vápnini.
Tann dag, teir taka tey í
brúk, verður ikki lukku-
ligt fyri teir sameindu.
Men spurningurin er nú,
um irakar tora at brúka
hesi vápn. Tað eru teir
eygleiðarar, sum halda, at
irakar eisini hugsa um,
hvat teir sameindu fara at
gera, um kemisk vápn
verða tikin í brúk. Ein
meguligi, sum irakisku
deildirnar bera stóran ótta
fyri, eru nekur nýggj
vápn, sum amerikanarar
eiga. Talan er um so-
nevndar »oilfuel« bumbur.
Tå hesar bresta, skapa
tær eitt so stórt trýst, at
alt livandi, sum er í nánd,
doyr. hesi vápn kunnu eis-
ini nýtast móti hermonn-
unum, sum eru í skýlum
langt undir jørå.
Avgerandi spurningur-
in er tí, hvat teir sameindu
fara at gera, um irakar
fara at brúka kemisk
vápn. Higartil hava ameri-
kanarar víst aftur megu-
leikanum at brúka kjarn-
orkuvápn. Men teir siga,
at aðrir og betri meguleik-
ar eru. Meguliga eru tað
umrøddu »oilfuel« bumb-
ur, teir hugsa um.
Viðgongdur høgramadur
upp í ísraelsku stjórnina
Ísraelski forsætisráðharr-
in Yitzhak Shamir hevur
tikið eitt heldur óvanligt
stig, sum kann koma at
fáa avleiðingar fyri møgu-
leikan at finna eina loysn
á palestinaspurninginum í
næstu framtíð.
Hann hevur tikið ein
ultrahegravendan politik-
ara upp í stjórnina, fyrr-
verandi herovastan
Rechavam Reevi, sum
hevur fingið ráðharraheiti
uttan málsgki. Reeve er
formaður í tí sera hegra-
venda flokkinum Moledet
(Móðurlandið), sum ikki
hevur dult sína steðu til
palestinarar og arabarar.
Hann er sera víðgongdur
og heldur, at allir palestin-
arar í hersettu ekjunum
skulu vísast úr hesum ekj-
um og tvingast til at bú-
seta seg í arabiskum lond-
um.
Avgerðin hjá Shamir at
fáa lítla høgraflokkin við í
stjórnina er tann, at hann
vil tryggja stjórnini sterri
meiriluta eisini eftir at
Golfkríggið er av. Við hes-
um flokkinum hevur
stjórnin 66 tinglimir av
teimum 120 íalt. Shamir
sigst hugsa taktiskt við
hesi víðkan av stjórnini.
Summir eygleiðarar
halda, at hann hevur tikið
hetta óvanliga stigið fyri
at hava betri meguleikar
til at nokta fyri at ganga
krevunum um eina friðar-
Fuglafjarðar
Javnadarfelag
Årsadalfundurin
verður
mikudagin 20. febr. 1990
Skrá sambært lógini.
Tíð og stað verður lýst seinni.
Nevndin
ráðstevnu á meti.
Tað hevur volt til stóra
mótsteðu bæði i andsteð-
uni og í stjórnini, at Sha-
mir hevur tikið ein so
høgravendan og víð
gongdan politikara vid i
stjórnina, í eini tíð, har tað
so sanniliga er brúk fyri at
vísa varsemi og ikki minst
at vísa umheiminum, at
eisini ísraelar eru fúsir til
at loysa palestinaspurn-
ingin.
Shamir hevur vart seg
við at vísa á, at talan verð-
ur ikki um broytingar í
politikkinum.
Eygleiðarar vísa á, at
Shamir við hesum fyrst og
fremst vil
royndirnar hjá arbeiðara-
Ringið!
- og vit skriva
(C11820
80 ár
Í dag verður Dagmar Clem-
entsen í Skopun 80 ár.
Dagurin verður hildin hjá
Tollakki.
seta kíla ft.
flokkinum at koma í aftur
stjórn. Eisini ger Shamir
við hesum amerikanarum
greitt, at teir ikki skulu
rokna við, at hann uttan
víðari fer at góðtaka
megulig amerikonsk krøv
um at taka seg úr teimum
hersettu ekjunum, tá
Golfkríggið er av.
Reevi er eins og fleiri að-
ir høgraheykar í Ísrael fy-
ri, at landið beinanvegin
fer í kríggj móti Irak. Júst
henda vanda hevur verju-
málaráðharrin Moshe A-
rens víst á, og hann er ein
av teimum, sum er ósamd-
ur við Shamir at víðka
stjórnina. Shamir sigur, at
Reevi og flokkur hansara
fáa onga ávirkan á tann
politikkin. Tí har fer Sha-
mir sjálvur at hava avger-
andi orðið.
Kring alt Ísrael og úti í
heimi eru komin mótmæli
móti avgerðini hjá Sha-
mir. Hetta er so ikki tað,
sum Ísrael hevur brúk fy-
ri, nú palestinaspurning-
urin stendur so frammar-
laga á skránni, verður
sagt.
Palestinarar í teimum
hersettu økjunum siga, at
politikkurin hjá monnum
sum Reevi er við valdi at
tvangsflyta palestinarar í
hópatali úr heimum sínum
og út úr landinum.
Síða 13
100.000 amerikanarar
nú deyðir av AIDS
Nú eru meira enn
100.000 amerikanarar
deydir av AIDS siåani
henda sjúkan tók seg
upp í 1981. Komandi
trý árini fer talið at
vaksa til eina fjórðings
millión, sigur ameri-
kanski stovnurin fyri
fólkaheilsu, CDC.
AIDS er í dag mest
vanliga deyðsorsekin
millum ungar menn í
stórbýum sum New
York, Los Angeles og
San Francisco, og sjúk-
an breiðir seg ógvuliga
skjótt millum kvinnur
eisini.
Allar kvinnur, sum
hava fingið diagnosuna
AIDS, hava fingið
hana hesi seinastu
tvey árini, verður upp-
lýst.
1200 doyðu av
jarðskjálvta
Ein harður jarðskjálvti
rakti í vikuni Pakistan
og Afghanistan og
gjørdi stóran skaða.
Meira enn 1200 fólk
lótu lív og fleiri hundr-
að eru skadd.
21 spæl
fiskibrunnur
dartspæl
skjóting
biografur
sodavatn
ísur
Hesaferð verður tiltakið til frama fyri:
Ambulansatænastuna í Vágum
Fornminnir í Vágum
Hjálpargrunn.
HOL! Å ARGJUM
. 62 fermetrar til støddar vid inn-
og av Argjavegnum — til leigu frá 1.
jan. 1991.
Hølini eru væl hóskandi til skrivstovu,
goymslu ella annað vinnuligt
handil,
endamál.
Giljanes-tiltakið
1991
Árliga Lionstiltakið hjá
L.C. Vágar
verður tann 10. febr., kl. 15.00
i
Ítróttarhellini á Giljanesi
Har verður m.a.:
Ein onnur náttúru-
vanlukka í grannaland-
inum Iran hevur gjørt
50.000 menniskju
heimleys. Stór lendi
liggja undir í vatni.
tombola
seymsláing
ballónir
mótaframsýning
kaff/vaflur
pylsur
eydnuhjól
Tlf. 11820