Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 1991síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 27 — 8. februar 1991 N NNA "BER | [ITROTTUR Norðurírland sera væl fyri — vann tyskvøldid á Póllandi At føroyingar gera klókt í ikki at undirmeta komandi måtstødulidid í EM-kapp- ngini, Norðurírland, bar ein venjingardystur fyrr í vikuni greið boð um. Tyskvøldid hittust lands- liðini hjá Norðurírlandi og Póllandi í einum venjing- irdysti í Belfast. Norðurírland liggur nið- anfyri Føroyar í EM-kvali- fíkatiónini, men er tó helst sera væl fyri, tá Føroyar skulu spæla í Belfast 1. mai. Norðurírska landsliðnum eydnaðist nevniliga at vinna á Póllandi. Og hóast Pólland ikki í løtuni spælir við styrkini frá góðu gomlu døgunum í 7Q' unum, er talan um eitt gott landslið. Póllendingar komu á odda í 17. minutti við ein- um máli, sum Robert Warzycha skjeyt. Eftir nógvar fánýtis royndir eydnaðist tó Gerry Taggart at javna út ein minutt fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki lá bet- ur fyri hjá norðurírum. Ikki vóru meira enn seks minuttir spældir, tá heima- liðið fekk brotsspark, sum Jim Magilton setti í netið. Atta minuttir fyri leiklok fekk Gerry Taggart so seinasta málið í dystinum, so endaliga úrslitið gjørd- ist 3-1. So nú veit føroyski landslidsvenjarin óivað eitt sindur meira um, hvør okkara komandi mótstand- ari er, og hvat hann er før- ur fyri. hj. | Danir fingu bert javnleik — spældu javnt móti komandi Bróndby- mótstóðuliðnum Torpedo Moskva Danska landslidid spældi tyskvøldid sin fyrsta landsdyst, sidan Laudrup- brødurnir smekkaðu hurð- ina aftur og søgdu lands- lidnum farvæl. Og ikki kann annað sig- ast, enn at úrslitið varð teimum eitt hreðaklapp, nú teir ikki vóru við. Bæði Michael og Brian hevur í seinastuni gingið væl í ávikavist Spania og Týsklandi. Danska landsliðið fekk í talska bynum Firenze týskvgldið nevniliga ikki meira enn javnleik móti Ssovjettisku meistarunum. Og tå var sovjettiska lið- 10 enntå ikki møtt sterkastu manning — kan- ska fyri at forda venjar- anum hjå Brøndby, Mort- en Olsen, at hava nakad serligt at „njósnast“ eftir, nå Europa Cup-dysturin móti Brøndby nærkast. Í dystinum vóru fáir målmøguleikar báðar veg- ir, og mesta spælið gekk fyri seg á miðjuni. Einasti, ið gjørdi vart við seg á danska landsliðnum, var Pisa-spælarin Henrik Larsen, hóast hann bert spældi við í fyrra hálv- leiki. hj. NM-kapping í skúla- Tíggju fóroyskir telvarar í fimm aldursbólkum vera við í kapping- ini saman við øOrum ungum telv- arum úr hinum Norðurlondunum Í degunum 14.-17. febr. verður norðurlandameist- araskapur í skúlatelving fyri einstaklingar telvað í Norðurlandahúsinum. Hetta er fyrsta ferðin, at hendan kapping er í Fer- oyum. Tá koma um 70 norðurlendingar, harav 50 eru telvarar, til Feroya. Afturat hesum 50 skulu 10 ungir føroyingar telva í norðurlandakappingini, sum er býtt í 5 aldursbólk- ar: A: upp til 10 ár B: 11-12 ár C: 13-14 ár D: 15-16 ár E: 17-20 ár Tað er Talvsamband Feroya, sum skipar fyri kappingini fyri londini í Norðurlendska Talvsam- bandinum: Finnland, Svø- ríki, Noreg, Danmark, Ís- land og Feroyar. Í hverjum aldursbólki eru 12 telvarar, tveir úr hverjum landi. Trý ár eru nú liðin síð- ani føroyingar komu við í hesa kapping, sum hvert ár gongur uppá skift imill- um londini, og er hetta ein liður í arbeiðnum at ekja áhugan fyri telving imill- um bern og ung. Kappingin verður sett hóskveldið 14. febr. kl. 20.30 í klingruni í Norður- landahúsinum. Sjálv Nú verður nógv tosað um at broyta rúsdrekkalóg- ina, og kann eg ikki annað enn taka undir við hesum tosi. Eg eigi ein mann, sum í mong ár hevur gjert lívið í okkara heimi til eitt hel- viti á jorð. Hann siglir úti, men altíð tá hann er heima, er brennivín tað einasta, hann hugsar um. Tí má eg arbeiða úti, so vit kunnu fáa goldið tað, ið má til í húsi og heimi. Men tað er ikki tað ring- asta. Nú bernini vaksa til, havi eg fleiri ferðir verið sum verður telvað í konsertsalinum 15.-17. febr., byrjar fríggjamorgun klokkan 9.30. 6 umfer vera, tvey hvenn dagin. Annað um far byrjar fríggjadag kl 15.30. Triðja umfar leyg ardag kl. 9.30, fjórða um far kl. 15.30. Seinasta um- far verður sunnudag kl 15.30, og eftir hetta kl 21.00 verða steyp handað vinnarum og diplom ellum telvarum. Feroyingar, ið koma at telva við, eru: A: upp til 10 ár: Sonn Petersen, Rituvík, Gunn- ar Hansen, Havn B: 11-12 ár: Flóvin Tór Næs, Havn, Carl Eli Nol- sæ Samuelsen, Havn C: 13-14 ár: Ólavur Simon- sen, Klaksvík, Qssur Joensen, Skopun D: 15-16 ár: Poul Martin Hansen, Kollafjerður, John Arni Nielsen, Skop- un E: 17-20 ár: Jóan Hendrik Andreasen, Havn, Øssur Hansen, Toftir. kappingin, Eftir seinna umfar leyg- ardagin 16. febr. verður snarkapping ímillum telv- ararnar. Eisini verður telvað við stórum talv- fólki, sum stendur uppi í klingruni allar dagarnar. varug við, at tey eru farin at drekka. Um eg spyrji tey, hvar tey fáa brennivín frá, svara tey ikki. Men tað talvi verður í Føroyum Flóvin Tór Næs er ein av teimum ungu føroyskø telv- arunum, ið verður við, tá NM-kappingin í skúlatelv- ing verður í Norðurlandahúsinum 14.-17. febrøar „|Rúsdrekkalógin má broytast kann so aldrin vera rætt, at smábern — 14 og 17 ár — so lætt kunnu fáa fatur á nekrum at drekka. Tí mugu vit fáa rús- drekkalógina broytta, og tað skal vera nú! Ólukkulig mamma ál es EET