fríggjadagur 8. februar 1991síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 27 — 8. februar 1991
Flest ferðslu-
skaðar í Belgia
Nógv færri skaðar í Norðurlondum
Belgiarar og týskarar eru
klárt á odda, tá talan er
um skaðar í ferðsluni.
Ein kanning, sum
sosialmálaráðið í Hollandi
hevur gjørt um ferðslu-
mentan og ferðsluskaðar í
Europa, vísir, at Týska-
land og Belgia hava nógv
teir flestu ferðsluskaðar-
nar. Av hverjum 100.000
íbúgvum komu 779 til
skaða í ferðsluni í Belgia
eitt ár og í Týsklandi 726.
Í hinum endanum liggja
trý norðurlond, Sveríki
við 258, Danmark við 262
og Noreg við 288 skadd-
um í ferðsluni.
Hálendska frágreiðing-
in vísir, at talið á ferðslu-
skaddum einki hevur at
gera við talið av bilum.
Belgia og Háland hava
umleið sama tal av bilum.
346 pr. túsund íbúgvar í
Hálandi og 349 í Belgia.
Heldur ikki samlaða fólka-
talið í mun til landastedd
gevur nakað svar uppá
talið av ferðsluskaðum —
Danmark t.d. er nógv
meira fjølbygt enn Sveríki
og Noreg, men kortini
henda eins nógvir ferðslu-
skaðar í Norðurlondum.
Eisini kann verða víst á,
at heldur ikki ferðin tykist
at gera munin. Mesta ferð-
in — 120 km á motorvegi
— er tann sama í Hálandi
og Belgia.
Orsekin til ymisku tel-
ini er sambært frágreið-
ingini helst at finna í
ferðslumentanini ella
medferðini. Belgiarar fóru
ikki at krevja koyrikort
fyrr enn fyrst í 70-unum,
og stóra talið á ferðslu-
skaðum í Týsklandi hevur
helst nakað við tað at
gera, at teir koyra skjótt.
Teir hava tær kendu auto-
stradurnar.
Danmark er tað landið í
Europa, har talið av
ferðsluskaðum er fallið
mest. Í 1986 komu helvt-
ina so mong til skaða í
ferðsluni í Danmark sum í
1970.
Bilasglan minkar
Tað er ikki bara í Feroy-
um, at selan av bilum
minkar. Kring alt Europa
minkar selan av persón-
bilum — við 1,9% frá 1989
til 1990.
Orsekin er bæði bú-
skaparliga steðan í fleiri
av londunum og so eisini
Golfkríggið, sum hevur
fingið fólk til at bíða við at
gera størri iløgur í brúks-
verur sum bilar.
Ein uppgerð, sum tíð-
indastovan AP-Dow Jon-
es hevur gjørt, vísir, at tað
í Europa vóru skrásettir
12.362.000 nýggir persón-
bílar í 1990 móti
12.598.000 í 1989. Telini
fevna ikki um londini í
Eystureuropa.
Kortini kunnu tølini
geva eina skeiva mynd,
tekur tú einstek lond burt-
ur úr. M.a. vaks selan av
bilum í Týsklandi við
7,4% frá 1989 til 90, fyrst
og fremst orsakað av
stóra eftirspurninginum í
Danmark
288
Holland 344
Eysturtýsklandi. Eystur-
týski eftirspurningurin
fevndi eisini um brúktar
bilar, sum hevði við sær,
at prísurin á brúktum bil-
um vaks nógv. Tað hevði
so við sær, at nógvir vest-
urtýskarar = seldu sín
gamla bil og keyptu ein
nýggjan.
Metingar vísa, at bila-
selan í 1991 fer at fella
262
enn meira vid 3,5% til
7,0%. Hetta orsakad av
Golfkrignum og ti tyski
marknaðurin er mettadur
fyribils.
Gongdin hevur givið bil-
ídnaðinum stórar trupul-
leikar. Tvey lond sum
Frakland og Italia, ið
hava innflutt stórt tal av
bilum úr Japan, innflyta
nú bert eitt sera lítið tal.
Síða 17
Hetta halda eygleiðarar
fer at broytast, tá fríi
marknaðurin í EF gerst
veruleiki frá 1. januar
1993, tí tá verða kapping-
arfortreytirnar broyttar.
Tað krevur at bilídnaðurin
bæði í EF-londum og í
Japan verður at leggja
um.
Teir konservativu
venda privatiseringini
hjá Thatcher bakið
Teir konservativu í Bret-
landi eru nú av álvara
farnir at gera upp við
steðutakanina hjá fyrrver-
andi leiðara teirra Marga-
reth Thatcher til almenna
sektorin.
Nú skulu tey komm-
unalu og almennu sjúkra-
húsini fáast aftur á fetur
og á eitt steði, sum semir
seg, soleiðis at tey, sum
annars hava ráð til at
gjalda fyri dýrar privatar
loysnir, fara at hugsa seg
umaftur, áðrenn tey velja
sær viðgerðarstað.
Hetta heldur formaður-
in í konservativa flokkin-
um Chris Patten, sum har-
við ger upp við priv 'tiser-
ingspolit kkin, sum fyrr-
verandi iorsætisrådharrin
Margareth Thatcher førdi
i 1980-unum. Hetta skriv-
ar bladkvinnan hjå
danska blaðnum Det Fri
Aktuelt ur London. Eisini
sjálvur avtakarin hjá
Thatcher, John Major, er
við í hesi »herferdini« móti
tí beinherðu Thatcherism-
uni. Major skal hava sagt
við konservativar ting-
menn, at »endamålid må
vera at tryggja at eingin i
hesum landi velur sær
eina privata útbúgving, ti
at tað ikki verður syrgt
nóg væl fyri bernum
teirra í tí alment stuðlaða
sektorinum«.
Thatcher metti tann al-
menna sektorin burturav
sum eitt trygdarnet fyri
tey, sum ikki hava nengar
til sjálvi at gjalda fyri sína
útbúgving ella heilsu.
Sjónarmið hennara vóru
eisini, at tá tey ríku sjálvu
guldu fyri slíka tænastu,
so hjálptu tey harvið teim-
um fátæku. Men í veru-
leikanum er steðið innan
almennu skúlarnar og
sjúkrahúsini bara gingið
niður á bakka, meðan
Thatcher sat við valdið.
Á eini ráðstevnu á
stovninum fyri politiskum
kanningum, gekk Chris
Patton inn fyri >sosialum
marknaðarbúskapi<, nak-
að, sum serliga týskarar
hava góðar royndir av.
Hann helt, at veksturin í
búskapinum skuldi m.a.
brúkast til at tryggja eina
betri almenna tænastu.
Patten setti útbúgving
sum fyrsta málið á
skránni hjá teimum kon-
servativu, hareftir eftirlit
við inflatiónini og ektum
arbeiði til frama fyri um-
hvervinum.
Gongdin í Bretlandi
hesi seinastu árini hevur
verið tann, at privatir
skúlar hava verið besta
trygdin fyri at fáa eitt
gott arbeiði. Men umleið
90% av ellum næmingum
ganga á almennum skúl-
um, og nýggi politikkurin
hjá teimum konservativu
má skiljast sum at hann
nú viðgongur, at steðugt
minkandi játtanir til al-
mennu skúlarnar eru
hevuðsorsekin til, at Bret-
land í dag liggur langt aft-
anfyri hini EF-londini.
Stersti andstøduflokk-
urin í Bretlandi, Labour,
hevur leingi havt útbúgv-
ingina sum fremsta aðal-
mál í politikki sínum. Nú
sær ikki mætari út enn at
stjórnin eisini fer at leggja
herðslu á hetta so átrok-
andi ekið, ið hevur ikki
bara ligið á láni undir
Thatcher, men eisini nær-
um er farið í spenir.
Virkini ráða yvir
skipunum
Nú farið er undir ta
frammanundan so hálov-
aðu skipanina við upp-
bodssølu av fiski gjøgnum
telefon, vil eg seta fiski-
málaráðharranum ein
stuttan fyrispurning.
Kunnu tygum, harra
John Petersen, svara mær
uppá, hvussu hendan sela
skal kunna bera til, tá
næstan øll skipini í flotan-
um eru ogn hjá flakavirkj-
unum og bundin at landa
til tey ávísu virkini?
Eg kann av royndum
siga, at skal nakað sum
helst skil fáast á okkara
fiskiveiðiflota, má hetta
steðgast. Tað ber ikki til,
at virkini skulu ráða yvir
skipunum, tí á tanr hátt
fara skipini fyri einki, og
tað nyttar lítið, at virkini
bera seg, men eingin er
eftir at fiska nakað til tey
at hagreiða.
N. Jacobsen
2 GÓLVSLÍPING
bíligari, skjótari,
minni støv, meiri vitan
GÓLVTÆNASTAN
riska
Tif. 19890