leygardagur 9. februar 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgðarblaðstjóri: Krisjan Dai:
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi
ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Blaðfólk- Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
Dagny Joensen - Ólavur W. Høgnesen
Hilmar Jan Hansen - Justinus Eidesgaard
Siga sín egna
deyðadóm
UPSAPRÍSURIN setti met í
vikuni. Eitt flakavirki gav kr.
7,85 fyri eitt kilo av upsa.
Hetta eru fleiri krónur meira,
enn avreiðingarprísurin var,
áðrenn hann varð tikin av
síðsta heyst.
NÓGV fegnast sjálvandi um
henda høga prísin. Hann
kemur væl við hjá teimum
trongdstøddu skipunum,
hugsa summi. Skipini eru jú
so illa fyri. Oðrvísi er við
virkjunum. Tey kláraðu seg jú
heilt væl í fjør, verður sagt.
MEN SO er neyvan. Fyri
hvørja krónu ella hvort oyra
eitt virki letur meira fyri fisk-
in, líka nógv minkar skiftisav-
lopið. Minkar tað ov nógv,
fær virkið ikki endarnar at
røka saman.
TANN HÆGRI prísurin, virk-
ini lata, er jú ikki ein prís-
hækking í útflutninginum.
Útgevari P/t Sosialurin
Uppseting: P/f Sosiaturin
Prent P/f Pressan 1981 Telefon
Bústaður: Argjavegur 26
Postadressa: Postsmoga 76
110 Tórshavn
14720
Argir
11820 Telefax:
Tað ljóðar, at virkini fáa ikki
meira fyri henda fiskin frá
Fiskasøluni. Men neyvan fær
eitt virki loyvi at bjóða so
nógv fyri eina last uttan at
bankin hjá viðkomandi virki
hevur góðtikiið prísin.
FRAMMANundan vita øØll,
sum hava åhuga fyri fiskivin-
nuni, at tad stendur illa til hjå
Sólarris i Skopun. Virkið er
komið í eina klemmu. Bjóðar
tað ikki hægri prís fyri fiskin,
fær virkið ongan fisk. Og
bjóðar virkið meira, ja so
versnar stødan eisini.
GONGDIN í løtuni prógvar
tað, sum summi spáddu, tá
sokallaða fiskivinnuuppritið
var til umrødu, og seinri, tá
fiskivinnulógirnar vórðu sam-
tyktar: Tey smærru virkini
verða við undirlutan og vit
fáa eina miðsavning.
OG EINGIN er nóg mikið at
sær komin, at binda um heil-
an fingur. Hugflog og vilji
vantar. Um vit halda okkum
til Sandoynna, so tykist sum
um bæði virkini eru deyðs-
dømd. Hetta átti at verið
ásannað og virkini áttu onk-
ursvegna at kasta saman. Ella
samarbeitt.
SUM NÚ ER, skriva tey sín
egna deyðadóm og bankin er
við at framskunda hesa hend-
ing. Medvitandi ella ikki. Eitt
Verður virkjum sum hesum lív lagað
við alsamt hækkandi fiskaprísum?
er givið: Nógv fer at henda í
næstum og enn er myndin
ikki skillig.
K.
MM sosialey I"
— 4
Drekka vid
skili
Rúsdrekkakjakið gongur
sum ongantíð fyrr og bæði
í Sosialinum og eðrum
blødum hava ærligar og
skilagóðar niðursteður
verið gjerdar av
arunum.
Dagblaðið ger í odda-
grein í gjár upp negdirnar,
við flyta inn og bryggja
sjálvir og nevnir tær uml.
100 milj., sum av hesi nýts-
lu fall til landskassan í
tolli og avgjøldum og halda
les-
tað vera náttúrligt at
spyrja:
Hví drekkur Jeppe so
nógv? Stórsta partin av
svarinum finna vit óiva í
eini lóg, sum fyri ávíst rús-
drekka ásetur, hvussu
nógv vit kunnu drekka,
men ikki hvussu lítið. Við
ødrum orðum, so er størsti
trupulleikin hópbílegging-
in og tær harav fylgjandi
hópgoymslurnar, sum
lætta um atgongdina hjá
teimum ungu til rús-
drekka og beinleiðis skapa
periodudrankarar.
Tí vil ein skipan, sum
kvoterar sterka legin, men
loyvir småsølu (t.v.s. eina
hálva fløsku eftir tørvi í-
staðin fyri seks, tá ein nú
bíleggur kortini) helst í
sjálvum sær avmarka mis-
nýtsluna og atgongdina
hjá teimum ungu til rús-
drekka, treytað av, at sølan
av vini og øli å matstovum
og einkarsølum (ella hvat
landsstýrið nú kann finna
uppá fer fram undir strong-
um eftirliti.)
Dagblaðið tekur síðani
samanum og sigur at ein
ávís nýtsla má haldast at
verða vidurkend, tá øll tala
um eitt »nåtturligt for-
hold« til rúsdrekka, men at
misnýtslan stavar frá ver-
andi skipan, hópkeypinum
EJ S SK.
<N SAR Á
á SÁ BSRB > oo
RE Á ø hd >
FR
og hóngoymslunum.
Vit kunnu ikki annað
enn verða samdir við Dag-
blaðnum í tí, at okkurt má
gerast skjótt.
Krámarar og
kraddarar
Í seinastu Dimmu hugleið-
ir X leingi og væl um utt-
anlandsskuldina, hver ið
sekur er í henni og sam-
metir hana við eitthvert
annað rán, eitt nú við
bankaránið á Oyrabakka
og avleiðingarnar hetta
fekk fyri teir seku og sigur:
Kapitalistarnir í Føroy-
um skylda nu 11 milliardir
uttanlands og senda Palle-
ba rokningina — 11 milli-
ardir!. Tad er 22.000 meiri
enn tad, sum å Oyrabakka
vard stolid frå kapitalist-
unum i Føroyum. Siga vit
so, at tað eru 22.000 for
syrgjarar I landinum, ja so
hava teir allir fingid eina
rokning uppá % milj. (rån-
ið) hver frá monnum, sum
halda seg vera smartar og
tískil hava bæði eina og
tvær milj. á bók i SB —
hver so veruliga eigur tær.
So slítast hugsjónir. Vit
hava havt javnaðarstjórn í
mannaminni. Palleba skal
so arbeiða 22.000 ferðir so
nógv sum bankaránið og
geva kapitalistunum peng-
arnar, ti teir brúka ikki
sínar »egnu« at gjalda
skuld við.
Ja Dimma og X, skilið er
ringt, men tað var tann tíð.
tá hverki Dimma ella
flokkur hennara vildi við-
urkenna, at tað hvørki
vóru Palleba ella lands-
kassin, ið áðrenn 88 høvdu
lánt okkum út á sjógv, men
gott tað sama at vent er í
holuni.
Øllum fattast pening,
eisini Tórshavnar
Kommunu.
Hon hevur tískil
sett sær fyri at spara
og tað álvarsliga, so
ålvarsliga at sjálvt tey
neyðars oyruni, ið fá-
ast kunnu við at
nokta smæstu skúla-
børnum okkara tær
bøkur, hesi sambært
galdandi lóg hava
rætt til, verða mett
sum gott íkast —
helst til Gundadal ella
Nólsoyarfjorð.
Líkamikið, men ell
vita vit, at »påtikni«
sparihugurin í hesum
forinum meira snýr
seg um prinsippir enn
hasi neyðars oyruni —
snýr seg um avteku
av »gratisprinsippi-
num«, sum tað so illa-
vorðið verður kallað
av teimum, sum ikki
halda nakað hepi vera
í, at tað almenna, vit
og tit, skulu hava
nakra felags ábyrgd,
eitt nú tá talan er um
at brynja okkara børn
Í
Leggur eftir teimum smæstu x
og ungu til at taka við
eftir okkum í samfel-
agnum.
Men eru vit ikki fel-
ags um hetta, so frá-
siga vit okkum eisini
alla ábyrgd av, at oll í
minsta lagi fáa eitt
nekulunda grundsteði
at byggja víðari á.
Niðurlagið: >Enhver
er sin egen lykkes
smed« kann so dånt
nýtast um lívsleiðina
hjá nøkurlunda til-
komnum fólki, men
ikki fyri tey av okkara
smæstu, sum kanska
ongan hava at halda
seg til — enn minni at
leita sær stuðul hjá.
Skulu tey harafturat
verða skerd undirvís-
ingarliga, hevur sam-
felagið av álvara sligið
hondina av teimum.
Hesa »paradisleid-
ina« hava bretar ging-
id seinastu årini, men
sjålvt teir hava nú
sett sær fyri, at fjålga
um barnaskúlarnar.
Gerið tit líkaso.