Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. februar 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 28 — 9. februar 1991 tíðindablaðið --Tað var ein stórur dagur fyri okkum, tá tunnilin varð skotin í gjógnum,sigurGunnar Poulsen, bygdaráðs- formaður Millum 3-400 fólk vórðu samankomin, tá seinasta skotið varð latið av í sumbiartunnlinum hós- dagin um tveytíðina seinnapartin. Og hýrurin var góður. Ein bilrød kom norðanfrá við almennum gestum „ har vóru landstyrismenn, løgtings- menn, umbod fyri stovnar og annad. Um kveldið var borð- hald hildið í samkomu- húsinum fyri teimum, sum høvdu gjørt tunnilin og innbodnum gestum. Landstýrismennir Svend Aage Ellefsen, John Petersen og Jóanes rå Eidesgaard hildu rødu. Eisini Sverri Midjord, og Heirgeir Nielsen, og Hilmar Bech reistu seg. Og landsverkfrødingurin Henning Jacobsen segði nøkur orð. Borðreitt var vid røstum kjøti og súpan og før- oyskur og enskur dansur var til langt út á náttina. Seinasta skotið í sumbiartunnlinum er brostið. Nógv fólk var samankomið. Mynd: Sigmund Olsen. Porkeri BYGDAFOLKID Veitslan var bert fyri innbodnum. Men bygdar- rådsformadurin i Sumba, Gunnar Poulsen sigur, at tá tunnilin er liðugur og alment tíkin í nýtslu, tá verður veitsla fyri allari sóknini. TVEIR TUNNLAR Tá fyrireikingarnar ul sumbiartunnilin vórðu gjørdar, varð hugsað um tveir møguleikar, sigur Gunnar Poulsen. --Ein ætlan gekk út uppá, at gera tveir tunnlar. Fyrst ein til Víkabyrgi og síðan ein ul Sumba. Hesir báðir tunnlar tilsamans høvdu verið eitt sindur styttri enn núverandi, men vegurin hevði verið umleið ein kilometur longri, sigur Gunnar Poulsen, bygdar- ráðsformaður. --Men jardfrødingarnir ráddu frá hesi ætlan. Millum annað tí, at so nógvar rivur vóru í fjallinum har á leiðini. Jarðfréðingarnir vístu heldur á staðið har nýggi tunnilin nú er. Lítið Sumbingar sigast at vera seigir at knúska, og soleiðis var eisini fjallið, sum gjøgnum øldir hevur avbyrgt teir frá umheiminum. Sera torført var hj'á tunnilsarbeiðarunum at skjóta seg igjøgnum. Um trý ár verður tunnilin liðugur. Nógv er broytt síðan hesin, sum smá- drongur, titadi í túnunum. Mynd: Sigmund Olsen, Porkeri mundu teir gruna, at tað fór at vera so troført at gera sumbiartunnilin, sig- ur Gunnar Poulsen. IKKI DYRUR --Higartil eru brúktar 106 milliónir til vegin. Eg haldi ikki, at hetta er so dýrt. Tildømis er vegurin frá tunnlinum og heilt til Oyrarnar í Vági breið- kaður við tí ulfari, sum er komin úr tunnlinum. Og enn er eitt stórt fjall av ífyllugrótið eftir, hetta má eisini roknast sum eitt virði. 30 milliónir skulu nýtast afturat fyri at gera tunnilin = lidnan. sigur Gunnar Poulsen. --Tað eru ringar tíðir í landinum og tí er tað hugaligt, at Svend Aage Ellefsen, landstýrismaður lovaði, at ikki skuldi steðgast á fyrr enn tunnilin er liðugur. Arbeiðið sum eftir er, verður mett at taka trý ár, sigur hann. KOYRA IGJØGNUM Bilarnir koyrdu sum sagt gjøgnum tunnilin hósdagin. Men fríggjadagin koyrdu eisini bilar. --Tað tekur ikki meir enn tiggju minuttir at koyra í gjøgnum. Efur gamla vegnum er koyritíðin 20 minuttir. Bygdaleiðir royndi eisini tunnilin fríggjadagin, sigur hann. jústinus