Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. februar 1991síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 28 — 9. februar 1991 A ———1—7———— Kendur amerikanskur journalistur: Almenningurin fær ikki sann- leikan at vita um Golfkriggið Journalistar eru r Steðan hjá fjølmidlunum í sambandi við Golfkríggið hevur verið nógv umredd, síðan kríggið byrjaði fyri skjótt fýra vikum síðani. Og í USA gongur tað hart fyri seg. Frá báðum síðum. Tað eru tey, sum halda, at tíðindamaðurin hjá CNN í Bagdad er ein landssvíkjari, tí hann let- ur seg misbrúka av Sadd- am Hussein og hansara propagandamaskinu. Og tað eru tey — serliga journalistar — sum halda, at amerikanski sensururin ger, at sannleikin um kríggið kemur ikki fram — amerikanska fólkið verður í veruleikanum villleitt. Ein sannroynd er tað, at ongantíð fyrr hevur sen- sururin undir einum kríggið verið so stórur sum nú undir Golfkríg- num. Bæði amerikanarar, bretar og saudiarabarar eru sera varnir við, hvat skal út til pressuna um kríggið. Orsekin til hetta verður segd at vera, at fjølmiðlarnir skulu ikki sleppa, eins og teir gjørdu tað undir Vietnamkríg- num, at taka stríðshugin frá hermonnunum og for- koma undirtøkuni heima fyri krígnum. Men spurningurin er nú um ikki serliga amerik- anska stjórnin er farin ov langt við sensuri sínum. Tað halda alsamt fleiri journalistar, og teir bera nú vitturliga ótta fyri, at amerikanska fólkið í veru- leikanum verður villleitt — tað fær ikki sannleikan at vita um kríggið. Í vikuni var kendi amerikanski journalistur- in Carl Bernstein gestur hjá sjónvarpssteðini CNN. Hann var forfardur yvir, hvussu eitt nú amerikanska stjórnin hev- ur valt at takla fjølmidlar- nar. Tað sær út til at linj- an, sum varð løgd við inn- rásina í bæði Granada og Panama, verður fylgd til fulnar. Nettupp við inn- Tvangsauktion På dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn afholdes Torsdag den 1. marts 1991 kl. 11.10 tvangsauktion over matr. nr. 278 Klaks- vik. Auktionen er begæret af advokat Jógvan Páll Lassen Advokatfelagið Tórshavn telefon 11260 pá vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er et beboelseshus í 2 etager. Grundens areal er 317 m*. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn pá dommerkontoret. Færgernes fogedret, den 06.02.91 Lasse S. Christensen, fm. rásina í Granada fingu fjølmiðlarnir kjaftband og hetta gjørdi, at amerik- anska fólkið leingi einki fekk at vita, um hvat veruliga hendi. Carl Bernstein er ímóti, at so nógv verður tagt fyri amerikanska almenningi- num. Hann heldur ikki, at hetta hevur nakað at gera við at forða Saddam Hussein í at fáa týdning- armiklar hernaðarligar upplýsingar. — Trupulleikin við Golf- krígnum og fjølmidlunum er helst at finna í tí, at kríggið er líka nógv polit- iskt sum hernaðarligt, sig- ur Bernstein. — Tað ber als ikki til at skilja hesi bæði hver frá eðrum í hesum krígnum, og tað er tí tað er so tor- ført at liva við, at fjølmidl- arnir iki skulu fåa nakrar tenografar upplysingar, sigur hann og vísir til, at fyri at forða politiskum avleiðingum, so vilja hernaðarligu myndugleikarnir ikki vísa fram lík av amerikonskum hermonnum ella siga frá veruliga talinum á deyð- um og særdum. Hetta er tó ein so týðandi partur av krígnum, at tað eigur amerikanska fólkið at fáa vitan um. Carl Bernstein, sum hevur gjert nógv av upp- søkjandi journalistikki fyri stóra blaðið Life, sig- ur, at uppgávan hjá jour- nalistum er ikki at vera stenografar. — Okkara uppgáva er at vera reportarar, sum kunnu greiða fólki frá, hvat veruliga hendir, sig- ur Carl Bernstein, sum eisini verjir starvsfelaga sín, journalistin Peter Ar- nett í Bagdad. — Hann hevur leingi verið okkara einasta kelda í Bagdad og sjálvandi eiga vit at inn- síggja, hverjar trupla upp- gávu hann hevur. Men hann ger eitt týdningar- mikið arbeiði. Í USA heldur orðaskift- ið um leiklutin hjá fjel- miðlunum fram. Tað eru tey, sum eru sera ónegd við viðgerðina hjá eitt nú stóru sjónvarpssteðini CNN. Við at senda alt samdøgurid frá krígnum hevur sjónvarpið gjert kríggið til eitt undirhald og veruleikafjart, siga kri- tikkararnir. Men hvussu er og ikki, CNN og altjóða fjølmidlar- nir royna hver í sínum lagi at kappast um at vera fyrstir við tíðindunum frá krígnum. Stovnsleiðari Søkt verður eftir leiðara til dagstovnin á Velbastað, sum ætlandi verður tíkin í nýtslu um mánaðarskiftið mars/apríl 1991. Lokin útbúgving í nåmsfrødi er ein treyt. Umsókn saman við prógvi og møgu- ligum ummælum, verða at senda Kirkju- bgar Sóknar Bygdaráð, 176 Velbastað, innan 15. februar 1991. Kirkjubøar Sóknar Bygdaráð Baker: Vilja ikki revsa Gorbatjov Amerikanarar eru ila við av steðuni í teim- um baltisku londunum og harðrendu atferðini hjá sovjetiska herinum móti sivilfólki í hesum londum har fleiri hava latið lív seinastu vikur- nar. Men kortini er amerikanska stjórnin rættiliga varðin við at koma við ábreiðslum. Hetta halda eygleiðar- ar vera tí, at USA hev- ur brúk fyri, at Sovjet- samveldið ikki setir kíl- ar í royndirnar at fáa bilbukt við Saddam Hussein. Higartil hava russar sagt seg stuðla royndini at fáa Sadd- am Hussein úr Kuwait við stríðsmegi, men tað hava eisini hesa sein- astu tíðina verið reddir frammi í Sovjetsam- veldinum um at USA er farið ov langt í Mið- eystri. Serliga teir sov- jettisku herovastarnir halda, at Gorbatjov hevur verið ov lagalig- ur mótvegis USA og at hetta kann koma at skaða sovjettisku áhugamálini i økinum. Nú um dagarnar út- talaði amerikanski utt- anríkisráðharrin seg um steðu USA til við- urskiftini í Sovjetsam- veldinum. Hann segði, at ætlanin hjá USA er ikki at vilja revsa Sov- jet fyri leiklut tess í baltisku londunum, men tað er einki sum talar fyri brúki av harðskapi móti friðar- ligum g demokratiskt valdum stjórnum í baltisku londunum. Tað frættist annars, at amerikanarar hava givið lyfti um at senda baltisku londunum stórar negdir av heili- vági. Hetta meti summi sum eitt stig á leiðini til viðurkenning av sjálvstýrinum hjá hesum londum. Tað verður annars hildið,. at tað er við at blíva kalt millum stór- veldini nettupp orsak- að av steðuni í baltisku londunum. Hetta halda eygleiðarar eisini var orsekin til at toppfund- urin millum Gorbatjov og Bush varð útsettur. Litauar ikki bangnir fyri Gorbatjov Hóast sovjettiski leið- arin Michail Gorbatjov í vikuni gav fólkinum í Litaueri greið boð um, at ætlaða fólkaatkveð- an er ólóglig, fara íbúgvarnir i Litauen kortini til valhølini i dag. teir skulu atkvøda fyri ella ímóti at taka fult sjálvstýri frá Sov- jetsamveldinum, sum hertók landið í 1940. Roknað verður við at flest allir litauar fara at atkveða í dag, og at teir fara at siga ja til fult sjálvstýri. Men spurningurin er tå, hvat leidslan i Kreml fer at fyritaka sær. Tad seinasta, sum er komið fram er, at stórar deild- ir av Reyða herinum skulu hava venjingar í baltisku londunum í morgin. Hetta verður helst gjert fyri at leggja trýst á fólkið í Litauen til ikki at velja, tí tað er jú ólóg- ligt sambært avgerðini hjá Gorbatjov. Valið í Litauen er í dag og í morgin. Hóast hesa álvar- somu ávaring frá leiðsl- uni í Kreml, so tykjast baltar sum heild ikki at vilja lýða boðunum. Heldur ikki fólkið í Estlandi ætlar sær at taka fólkaatkveðuna aftur, sum er sett til 3. mars. Tá skal fólkið í Estlandi atkveða um sjálvstýri.