týsdagur 12. februar 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Irakar við bretskan tíðindamann:
Hetta er ikki okkara
— men kriggið hjá
Saddam
Tíðindasensururin á
báðum síðum í Golf-
krígnum ger tað sera
torfert at fáa eina veru-
liga mynd av avleiðing-
unum av krígnum.
Tíðindamaðurin hjá
bretska blaðnum The
Times, Richard Bee-
ston, er júst heimaftur-
komin úr Írak, har
hann hevur tosað við
nógv fólk.
Flestu teirra eru for-
fard av krígnum og
siga, at hetta er ikki
teirra kríggj, men
Hussein
kríggj hjá Saddam
Hussein. Tey siga, at
Saddam Hussein við
hesum krígnum hevur
sett land teirra 40 ár
aftur í tíðina. Tey
halda tað var skeivt at
taka Kuwait og mangir
av teimum ungu monn-
unum eru flýddir niðan
í fjøllini at goyma seg.
Teir vilja ikki fara til
Kuwait at lata lív fyri
sek Saddam Husseins,
skrivar bretski tíðinda-
maðurin í The Times.
Sáttmálasamráðingar
í Danmark halda fram
Meðan tað gekk sum
fótur í hosu at gera
nýggjar sáttmálar á tí
almenna arbeiðsmark-
naðinum í Danmark, so
tykist sum um samráð-
ingarnar á tí privata
arbeiðsmarknaðinum
ganga nógv trekari.
Samráðingarnar
millum danska ídnaðin
og fakfelagið hjá ar-
beiðsfólkinum hava
ikki gingið so væl.
Fleiri fundir hava ver-
ið, men partarnir eru
farnir aftur hver til sín.
Roknað verður við at
partarnir metast aftur
Log
i dag. Samrådingarnar
millum HK og tess ar-
beidsgevarar eru longu
slitnadar og semings-
stovnurin er boðsendur
seinni i vikuni.
Kortini eru aðrir
sáttmálar gjørdir á pri-
vata arbeidsmarknad-
inum. M.a. hevur tað
eydnast donskum jour-
nalistum og fotograf-
um at gera ein nýggjan
tvey ára sáttmála við
sínar arbeiðsgevarar.
Hjá teimum hækkar
lenin við góðum 4%
komandi tvey árini.
kiropraktorar á veg
Ein spurningur, sum
av og á tekur seg upp í
almenna kjakinum, eis-
ini í Feroyum, er í
hvenn mun arbeiði hjá
kiropraktorum eigur at
verða javnmett við að-
ra læknaliga viðgerð.
Danska fólkatingið
hevur í letuni til við-
gerðar eitt lógarupp-
skot, sum skal tryggja
kiropraktorum autor-
isatión. Harvið er hesin
so nógv umreddi við-
gerðarbólkurin av álv-
ara á veg inn í hitan
Men lógaruppskotið
setir nágreiniligar
reglur fyri, hvat kiro-
praktorar hava loyvi til
og ikki. M.a. stendur í
uppskotinum, at kiro-
praktorar hava ikki
loyvi at viðgera bern
undir 1 ár. Sambært
lógaruppskotinum er
virksemi hjá einum
kiropraktori avmarkað
til at fevna um »diag-
nostik og kiropraktisk
behandling af biome-
kaniske funktionsfor-
styrrelser« stendur i ti
danska uppskotinum.
Nr. 29 — 12. februar 1991
Tyskarar selja nu
eiturgass til Libya
Byggja stórar goymslur til bæði eiturgass og kjarnorku-
vápn í oyðimorkini
Bert fáar dagar eftir at
týska sjónvarpið kundi
avdúka, at týskar fyritøk-
ur hava útgjert irakar við
eiturgassi og útbygt ra- jæ
kettir teirra at røkka lond,
sum Israel vid hesum eit-
urgassi — avdúkar enn ein
tysk sjónvarpssteð nú
týskar fyritøkur fyri at
standa fyri byggingini av
risastórum goymslum til
eiturgass undir jørd í liby-
sku oyðimerkini.
Talan er um nógv sterri
sáttmálar enn teir týskar-
ar hava havt vid Irak. Li-
byski leidåarin Moammar
Ghadaffi hevur eins og
Saddam Hussein i Irak nú
i mong år havt sera tætt
samarbeiði vid tyskar fyri-
tøkur. Hesar eru i løtuni
í ferð við at byggja nakrar
av heimsins sterstu
vápnagoymslum langt
undir jerð í oyðimerkini.
Hesar goymslur skulu
hýsa bæði kemiskum
vápnum og kjarnorku-
vápnum. Libya hevur í
fleiri ár roynt at útvega
sær kjarnorkuvápn eins
og Irak, men tað er
ógreitt, hvussu langt Gha-
daffi er komið við hesum
arbeiði.
Uttan vesturlendska
teknologi og arbeiðsmegi
hevði hetta ikki verið gjer-
ligt. Og eins og í Irak eru
tað eisini týskarar, sum *
fyrstir bjóða seg fram.
Talan er tó um fleiri lond í
vesturheiminum, sum eru
við í hesum milliardpro-
jekti í Libya, men fyrst og
fremst eru tað týskarar,
sum stíla fyri arbeiðinum.
Bæði Saddam Hussein og '
Moammar Gadaffi meta
týskarar at vera teir bestu
at útvikla teirra vápna-
goymslur og -ídnað.
Týska sjónvarpssteðin
ZDF visti í vikuni at siga
frá, at libysku goymslur-
nar eru nógvar ferðir ster-
ri enn tær, sum bygdar
eru í Irak. Tað er almenna
libyska fyritøkan AFEN-
CO, African Engineering
Company, sum stendur
fyri hesum velduga pro-
jektinum. Bygdir eru und-
ir jerð fleiri kilometrar
langir tunnlar, sum allir
hava tjúkkar og tryggar
betongveggir — eisini
”tryggjadir móti kjarn-
orkubumbum.
Henda avdúkingin kem-
ur rættiliga illa við hjá
„týsku myndugleikunum,
tí tað eru bert fáir dagar
síðani, at týska pressan
kunngjerdi fyri heiminum
stóra týska samarbeiðið
við Saddam Hussein.
Kring heimin verður nú
- spurt: Hvussu ber tað til,
at eitt land, sum fyri so fá-
Ex
"DEUTSCHE
um árum síðani var orsøk-
in til, at milliónir av
menniskjum vóru gassað
til deyðis, nú aftur er við
at útvega diktatorum av
sama slag sum Hitler
somu oyðileggjandi vápn!
Og er tað slíkur handil,
sum er orsøkin til, at tyski
búskapurin er so væl fyri,
verður spurt.
Bleðini í Týskalandi
hava góðar dagar eins og
sjór -arp og útvarp. Av-
dúkingarnar av týska
samstarvinum við eina-
ræðisharran í arabiska
heiminum er gott tilfar
ikki minst hjá andsteðuni
í Týskalandi sum nú
ákærir stjórnina at hava
gjørt ov lítið fyri at steðga
hesum deyðans keypmon-
num.
Hóast landið hevur
greiðar reglur fyri útflutn-
ingi og samhandli vid ávís
lond, so hevur tað kortini
eydnast Hussein og Gha-
daffi at fáa samband við
nógvar tyskar fyritøkur,
sum nú í nógv år hava
staðið fyri sjálvari megin-
lívæðrini í vápnaútbygg-
ingini hjá hesum londum.
Nú skal hetta tó steðg-
ast. Ætlanin er nú at seta í
verk ein stovn, sum skal
hava eftirlit við slíkum út-
flutningi. Men tað er tor-
før uppgåva, tí oftani er
ringt at skilja millum nær
útgerð t.d. skal brúkast til
hernaðarendamál ella til
vanlig gerandisendamål.
Í dag standa meiri enn
80 týskar fyritøkur á
svartalista. Fleiri av teim-
um eru stórar og kendar
fyritøkur.
Men eisini i londum sum
Bretlandi og USA verður
nú roynt at koma sam-
handlinum við slíkar
menn sum Saddam Huss-
ein og Moammar Ghadaffi
til livs. Í USA standa ikki
færri enn 40 fyritøkur á
svartalista. Hesar hava
selt Irak sera framkomin
vápn go radarútgerð.
Tysku fyritøkurnar sum
standa fyri ti mesta av
handlinum vísa á, at
segdu teir nei til hesar
sáttmálar, so vóru tað
onnur lond, sum fóru við
teimum.
Hetta halda tey flestu
vera eina bíliga umbering,
sum kanska sigur enn
meira um týska ídnaðin
enn nakað annað.