Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 29 — 12. februar 1991 Saddam Hussein ikki til at vika: Vit gevast ikki við heilaga krignum móti teimum vantrúgvandi Hverja ferð irakiski leið- arin er at hoyra í útvarpi ella í sjónvarpi ella bleðini í Irak endurgeva hann, so leggur Saddam Hussein herðslu á, at talan er um eitt heilagt kríggj móti teimum vantrúgvandi. Irak ætlar sær ikki at geva seg ein tumma, men berjast til sigurin er full- KOMIN. Saddam Hussein hevur nú aftur latið frætta frá sær — fyri fyrstu ferð í 14 dagar. Í eini útvarpssend- ing frá Bagdad sigur irak- iski leiðarin, at Irak hevur kki biðið um vápnahvíld og fer heldur ikki at gera Það. Vit fara at berjast til igurin er okkara, sigur hann og vísir aftur ollum royndum at finna eina loysn á kreppuni nú. Irak er komið til Kuwait fyri at verða verandi har og fer ikki nú at taka seg aftur, hóast heimsins sterkasta hermegi krevur tað, sigur hann. Iranarar hava hesar seinastu dagarnar gjert eina roynd at fáa Irak at góðtaka eina friðarætlan, men hesum og eðrum friðarroyndum vísir Sadd- am Hussein aftur. Sum eina seinastu roynd at fáa irakarar at taka seg úr Kuwait hevur sovjettiski leiðarin Gorba- tjov sent ein av næstu monnum sínum til Bag- dad. Endamálið við hesi vitjan er ikki at leggja fram eina friðarætlan, men at vissa Saddam Hussein um, at tað verður ikki lukkuligt fyri hann, tekur hann seg ikki úr Kuwait nú alt fyri eitt. Fylgjurnar verða ræðulig- ar, siga russarar. Cheney og Powell í Saudi Arabia Leygardagin vóru ameri- kanski verjumálaráðharr- in Dick Cheney og ovasti herstjórin Colin Powell í Saudi Arabia fyri at kunna seg við steðuna. Teir komu aftur til Wash- ington sunnudagin og skuldu í gjár hava fund við George Bush forseta um steðuna. Teir soáðir høvdu drúgv- ar samrådingar við teir ovastu hjá teimum sam- eindu, serliga ameri- kanska generalin Norman Schwarzkopf. Endamálið við ferðini sigst vera at geva Bush upplýsingar, nær ein landgongd kann gerast inn í Kuwait. Onkur heldur, at stóri landbardagin kemur í næstu viku, aðrir halda, at tað gongur longri tíð. Men tað verður so Bush sum skal taka avgerðina. Sum heild verður mett, at tíðin enn ikki er komin til tað nógv umredda landkrígg- ið. Tað er tí meguligt, at Bush fer at geva ovastum sínum boð um at halda fram við bumbuálopunum á irakiskar hersteðir og deildirnar í Kuwait við tí fyri eyga at oyðileggja moralin hjá mótpartinum. Tað sigst at ameri- kanski verjumálaráðharr- in hevur betri hug til at gera smærri ålop á Ku- wait heldur enn eitt stór- álop. Hetta fyri at fáa irakisku deildirnar upp úr skotgrevunum og so fáa flogvápnið at gera av við tær. Men enn lúrir óttin fyri kemiskum kríggi. Eyg- leiðarar bera ótta fyri, at irakar fara at svara aftur við kemiskum vápnum so skjótt teir sameindu fara undir tað stóra álopið. Hetta er tað teir sameindu vilja sleppa undan. Spurn- ingurin er bara hvussu. Ameriknarar hava sagt, at fer Irak at brúka kem- isk vápn, so hevur kríggið tikið eina nýggja vend og at ameriknarar tá fara at umhugsa steðuna. M.a. fara teir tá at royna at taka lívið av Saddam Hussein og næstu hansara. Amerikanski verjumála- ráðharrin hevur annars sagt frá, at irakiska stríðs- megin er nógv sterkari enn hann hevði roknað við frammanundan. Tað er tí ov tíðliga at siga nakað um, nær tað er gjerligt at fáa bilbugt við Saddam Hussein. Tað fer helst at taka longri tíð enn mett um frammanundan. EFTIR Jan Miller skrivar Danir klárir at taka móti | særdum frå Golfkrignum Í fleiri europeiskum londum eru sjúkrahús nú tilreiðar at taka móti særdum her- monnum frá Golfkríg- num. Teir fyrstu særdu amerikonsku hermenn- inir eru longu komnir til Týsklands. Verður tað til stórkríggj á landi kann roknast við, at eisini fleiri Norður- lond fara at taka móti særdum hermonnum, serliga amerikonskum. Danir hava brúkt nógvar pengar og orku til at gera seg út at taka móti særdum. Í Holstebro í Norðurjút- landi hava teir latið upp eitt hernaðar sjúkrahús, stendur heilt taka móti Eisini sjúkrahúsið í Odense er tilreiðar at taka móti særdum. Nú hava danir so eis- ini gjert seg út við ein- um flogfari, sum er inn rættað sum sjúkrahús. Talan er um eitt flotfar av slagnum 731, flogvåpnid sum nu klårt at særdum Boeing sum hevur leigad frå Mærsk Air. Tað er málað hvítt við reyðakrossmerkin- um á. Flogfarið er klárt at fara í luftina og nið- ur í Golfin eftir særd- um fyri síðani at flyta teir til Danmarkar. Danir eru annars ójavnir á máli, antin teir skulu lata veruliga hernaðarliga hjálp til teir sameindu ella ikki. Bretar hava biðið danir um hjálp, og danska stjórnin hevur boðað frá, at hon er fús til at ganga bretskum ynskjum á meti. Enn er ikki greitt, hvat bretar ynskja. Í Danmark verður nógv tosað um, antin danir skulu luttaka krígnum við hermonn um ella hernadarl útgerð har IE ella bara hjålpa við viðgerð av særdum Tad tykist ikki vera politiskur meiriluti fyri upp í kríggið Allir flokkar eru tó fyri at alla ta humani- teru hjálp, sum eru førir fyri. at iara við herfólki o.l veita danir Sovjettiskir jodar taka arbeiði frá palestinarum Nú um dagarnar settu ísraelsku myndugleik- arnir í teimum hersettu økjunum útgangsfor- boðið lutvíst úr gildi. Hetta forboð hevur verið galdandi fyri teir umleið 1,8 mió. pale- stinararnar i góðar tríggjar vikur. Ísraelar siga, at teir vóru noyddir at hava útgangsforboðið fyri at forða palestinarum at ganga mótmælisgong- ur til frama fyri Sadd- am Hussein og annars skapa øsing í økjunum. Palestinarar hava hin- vegin víst á, at hetta forboð er við at taka lívið av teimum. Eing- in er sloppin til arbeiðis og eingin er sloppin so mikið sum til handils. Nú eru so fleiri av palestinarunum farnir aftur til arbeiðis í Ísrael. Tað var eisini eitt krav frá ísraelsku arbeiðsgevarunum, at palestinska arbeiðs- fólkið fekk loyvi at fara aftur til arbeiðis. Men útgangsforboð- ið hevur havt óhepnar avleiðingar við sær fyri nógvar palestinarar, sum fyrr arbeiddu í Ísrael. Tað vísir seg, at sovjettiskir jedar eru komnir í teirra stað og gera nú arbeiði, sum palestinarar gjørdu áð- ur, fyri biligari penga. Hetta hevur fingið palestinskar leiðarar at tala at og vísa á, at ísraelsku myndugleik- arnir á henda hátt taka breyðið úr munninum á mangari palestinskari familju. Ein palestinskur oddamaður á Vestara áarbakka segði sunnu- dagin við amerikonsku sjónvarpssteðina CNN, at alt fleiri sov- jettiskir jedar búseta seg í hersettu økjunum og taka arbeidi frå palestinarum serliga i Israel. — Vit kunnu bert taka hetta sum eitt tekin um, at politikk- urin hjá ísraelsku stjórnini er fyrst at geva teimum sovjett- isku jedunum okkara jerð og arbeiði og har- næst at tvinga okkum úr okkara egna landi Israelskar stjørnar- keldur hava vist aftur uttalilsum um, ætlanin er at sovjettisku jødar- nir skulu buseta seg i hersettu økjunum.