Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. februar 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Postadressa: Postsmoga 78 110 Tórshavn 14720 Abyrgdarbladstjéri: Krisjan Dahi Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith - Dagny Joensen - Ólavur W. Hegnesen - Hilmar Jan Hansen - Jústinus Eidesgaard Útgevari: P/f Sosialurin Uppseting: P/f Sosiaturin Prent: P/F Pressan 1981 pind Bústaður: Argjavegur 26 Argir 11820 Telefax: Telefon ya Spennandi tidir UPSAPRISURIN hevur sprongt loftið — tað oyska. nú før- VIT hava frå sølutølum fyri lastir, avreiddar i utlendskum havnum, havt eina håming av, hvat aðrir hava evnad at givid fyri henda »gråa« iva- fisk. Eisini hava mangir føroy- ing fylst å, at onki kundi ger- ast fyri at fåa betri pris fyri føroyskt framleidda vøru úr hesum fiski. MEN tað glediliga tykist nú vera hent, at eisini okkara fiskakeyparar hava fingið eyguni upp fyri einum »sann- ari« virði á upsanum. Summi vilja vera við, at hesin ovur- prísur verður givin av neyð — tí nærum eingin fiskur fæst til virkingar við alsamt mink- andi tilfeinginum. Tey í vinn- uni, sum bjóða hesar prísir, siga hinvegin, at hetta íkki verður gjørt av neyð aleina, at skil kortini er í. HETTA vita tey best sjálvi og góða eydnu við tí. VERÐUR hetta leiðin, so fer skjótt at muna hjá skipunum, kanska hóast minni nøgdir. Men vísir tað seg kortini, at virki eftir virki soleiðis »for- keypir« seg, er lítið vunnið, serliga bygdamenningarliga sæð, tá hugsað verður um, hvørji virki, ið fyrst kunnu ætlast at lúta í so harðari kapping um rávgruna. IKKI tí, skal týðandi studning- ur framvegis veitast, so er kanska okkurt, sum nú fer at benda á, at fiskimenn sum frálíður fáa ynski síni uppfylt um at studningurin ikki skal liggja í fyrsta liðnum, men bert í útflutningsliðinum. TÍLÍK broyting, viljað ella ikki, krevur besta skil og ikki minni hógv frá øllum síðum. AT prísurin, føroysku útflytar- arnir seinastu tíðina hava fingið fyri upsaframleiðslu, hevur verið bæði »g6dur« og støðugur, bendir ivaleyst á, at < 8 marknadurin nú hevur vidur- kent upsan sum nóg góða veru at seta partvís í staðin fyri toskin, sum í seinastuni hevur átt alsamt minkandi marknaðarpartin SO er bert at vóna fyri toskin, at hann ikki fellur so lágt í nøgdum, at marknaðurin ikki longur roknar við honum — sum eitt nú við sildini til matna sum líkinda prísur ikki fekst fyri í fleiri ár, tí virk- ini og harvið marknaðurin høvdu lagt um til aðra og meira álítandi framleiðslu. UTTAN at nevna tøl og virki, so er mongum kunnugt, at mong fiskavirki í dag tíbetur hava góðan rakstur — serliga takkað verið upsanum, sum hevur verið álitið hjá fleiri av størru virkjunum. AT hesin bøtti rakstur í onk- rum fórum stendst av burtur- rationalisering av starvsfólki, eitt nú við útskiftan av van- ligu reinskeringarlinjunum)/- borðunum til »flow-linjur«, er ein veruleiki, ið má viður- » kennast og takast vid i heild- armyndini fyri lønsemi í júst hesi framleiðslu. SJÁLVSAGT skal råvøran ar- beiðast so bíliga og rationelt sum til ber, men tað kann fara at gerast landsbúskapar- liga ivasamt, at treytin er so nógv minni fólk — um vit ikki samstundis ella rættari — í stundini fáa í lag aðrar fram- leiðslur til hesi nú tøku flaka- fólk okkara. NÓGV kann verða keglast um í politikki, men sammett við týdningin av at fáa semju um ein skilagóðan tilfeingis- og framleiðslupolitikk eru all- ar aðrar ósemjur fyri lítið at rokna. Flúgvið i | SI ' S Á > ME SoSigaley 4 #57 — á RE Neyðars fiskastovnar Dimmalætting skrivar i oddagrein í gjár um nidurfiskadu stovnarnar: I en tid med frednings- bestemmelser for de fleste fiskearter og be- grænsninger i fiskeriet overalt i verden på grund af overdreven udnyttelse af fiskebestanden, siger det sig selv, at erhvervs- mæssigt må det gå hård- est ud over de nationer, som har fiskeri hovederhverv måde er vel som Og i så næppe noget samfund mere sårbart end det færøske Lige så indlysende er det, at i nedgangstider som dem, vi nu er inde i, hjælper det ikke at satse på den hidtil gældende gyldne regel: at produ- cere os ud af vanskelig- hederne, da vi har for- valtet vor eneste rávare, fiskebestanden pá vore egne fiskebanker - verd- ens bedste fisk í verdens reneste farvand - sá dár- ligt, at vi í stedet for at øge fangsten, nu da vi har mest brug for den, må se os nødsaget til at ind- skrænke fiskeriet, hvir bestanden skal hava en chance for at komme op på et niveau, der sikrer den færøske fisakeflåde et nogenlunde stabil fremtidigt udbytte Rætt hevur Dimma i, at tad er spell, at vit ikki sleppa at fiska sum okk- um lystir. Men burtur år hesum ger sama blad ta nidurstødu, at ti ber ikki ul at framleida okkum år kreppuni. Ju sanniliga eigur tað at bera til at framleiða okkum burtur år trupulleikunum. Ikki við at veiða fleiri tons, men at fáa meira fyri tey færri tonsini vit fáa hendur á. Men tílíkt kemur ikki Dimmu til hugs. Dýrt sjálvstýri Dimmalætting hevur óg- vuliga ilt av sjálvsstýris- lógaruppskotinum hjá Javnaðarflokkinum. Í oddagrein skrivar blaðið m.a.: Men en fare, der kan kuldkaste alle gode hen- sigter til genoprettelse at samfundets økono- miske stabilitet, lurer i den af Socialdemokratiets bebudede selvstyrelov, som de har planer om at sammenflikke til afløs- ning for Hjemmestyre- loven, der har været & SØ Sy fÆ BEMSEMfJA sS gældende siden 1948. Dette kan medføre, at samfunden går glip at statsstøtten, som udgør en trediedel af de midler, der er opført på finans- lagtingsloven. Dimmalætting nýtir uppskot Javnadarfloksins um sjálvstýrislóg sum ræðumynd mótvegis tí stuðli, føroyska sam- felagið fær úr Danmark. I sær sjálvum hevur møguliga sjálvsstýris- lógin onga broyting í hesum stuðli, men er meira ein sannføring av, at einki stendur i stad. Heldur ikki vidvikjandi vidurskiftunum millum Danmarkar og Føroya. Haraftrat kundi verið lagt aftrat, at stuðul er einki mál í sjálvum sær. Oftast tvørturim6ti og virkar ofta sum ein koddi. føroyskt Leygardagin 26. mars, fyri sløkum trimum árum síðani, lendi føroyska flogfarið á fyrsta sinni í Før- oyum. Hendan dag fekk danska flogfelag- ið Maersk Air, sum í áður var einsamalt um flogleiðina, kapping. Lítið er at ivast í, at hetta var hart til- trongt. Tænastan var mangan undir miðal við prísum nakað væl omanfyri. Maersk vildi ongan- tíð kunngera hvat veruligi vinningurin var av Føroyaleidini. Tað var heldur ikki so løgið, tí á sumri í 1988 kom fram, at felagið fíggjaði ein stóran part av hall- inum á donskum inn- anríkisleiðum við av- lopinum av Føroya- leiðini. 30 miljónir krónur var avlopið seinasta árið Maersk fleyg einsamalt til og úr Føroyum. Hóast kapping er millum flogfelggini bæði, hevði eitt ávíst samstarv helst tænt báðum pørtum. Um hetta hava samráðingar verið í drúgva tíð, uttan at úrslit enn tykist at hóma. Kanska kemur eitt úrslit - kanska ikki. Men uttan mun til hvat úrslitið verður er lættasta, skótasta og besta loysnin, at føroyingar nýta sítt egna flogfelag í enn stórri mun enn fyrr. Vit fáa tá eina góða loysn. Eina føroyska loysn. Flúgvið før- oyskt!