mikudagur 26. februar 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 39 - 26. februar 2003
Sosialurin Nr. 39 - 26. februar 2003
7
Michael Jackson gravar
sína egnu grøv
Tá Michael Jackson bleiv
ákærdur fyri pædofeli í
1993, rindaði hann 200
milliónir krónur fyri, at vitnis-
burðurin frá tí tá 13 ára
gamla Jordy Chandler, ikki
bleiv almannakunngjørdur.
Pappírini, sum avdúka, hvat
Jordy Chandler segði, hava
ligið í einum kassa á einari
dómaraskrivstovu í Los
Angeles. Men herfyri eydnaðist tað einum bretskum blað-
manni at fáa hendur á innihaldinum í kassanum. Sambært
Jordy Chandler var Michael Jackson sera ónæriligur við
hann fleiri ferðir.
– Hann segði, at fyri tað um tað kundi tykjast skeivt, so var
tað ikki sikkurt, at tað var tað kortini. Hann hevði kropsligt
samband við meg fleiri ferðir, og tá eg segði, at mær ikki
dámdi tað, svaraði hann, at øðrum dámdi tað, og so mátti
tað vera eitt tekin um, at eg ikki var líka góður við hann
sum hinir vinirnir hjá honum. Og so lat eg hann gera, sum
hann vildi við meg, stendur at lesa í frágreiðingini hjá Jordy
Chandler.
Og herfyri kom ein filmur eisini út, sum skuldi hava til
endamáls at vísa aftur øllum pástandum um, at Michael
Jackson er ein pædofil, men hesin filmur vísir júst tað mót-
satta. Filmurin er gjørdur av Martin Bashir. Michael Jackson
hevur svarað aftur við at lata ein av sínum vinum, Marc
Schaffel, gera ein film, sum hann heldur upp á, vísir at
Bashir er ein svíkjari. Men aftur her rennir poppkongurin
seg í trupulleikar, tí Marc Schaffel hevur eina fortíð, har
hann millum annað hevur framleitt hard-core pornofilmar
har ímillum eisini bøssafilmar.
Sostatt er líkt til, at Michael Jackson er fangaður í sínum
egna neti av lygnum. Og so er spurningurin, um hansara
mongu milliónir fara at megna at bjarga honum burturúr
trupulleikinum enn einaferð.
Mariah Carey er fín upp á ta›
Mariah Carey er og verður
ein fín madamma. Hon hevði
bílagt og goldið fyri eina viku
feriu í einum knasandi flott-
um tropuparadísi á tí karib-
isku oynni Anguilla. Har eru
allatíðina sjey tænarar og
tríggir kokkar til hvønn gestin
alt samdøgurið. Men bert
tríggjar tímar eftir, at ma-
damman hevði lent, pakkaði
hon alt saman aftur og reisti
av aftur oynni.
– Hatta var langt undir mítt støði, ljóðaði grundgevingin.
Men hon fekk tó ikki sínar 250.000 krónur aftur.
topp.10/video
01.
Sum of All Fears
02.
Minority Report
03.
Austin Powers – Goldmember
04.
Ringenes Herre
– The Fellowship of the Ring
05.
Big Fat Liar
06.
Men in Black II
07.
Sweetest Thing
08.
Scorpion King
09.
40 Days and 40 Nights
10.
Skulls II
topp.10/fløgur
01.
T.A.T.U
– 200 km/h in the Wrong Lane
02.
Eminem – 8 Mile More Music
03.
Ymiskt – Nu Divas 2
04.
Julie – Home
05.
Ymiskt – Dancechart vol. 3
06.
Robbie Williams – Escapology
07.
Soundtrack
– More Music From 8 Mile
08.
Nik & Jay – Nik & Jay
9.
Eminem – The Eminem Show
10.
Christina Aguliera – Stripped
topp.10/dvd
01.
Sum of All Fears
02.
Austin Powers – Goldmember
03.
Minority Report
04.
Blade II
05.
Showtime
06.
Ali G- AIII
07.
Men in Black II
08.
Sweetest Thing
09.
Van the Man
10.
40 Days and 40 Nights
topp.10/cd-rom
01.
Command & Conquer – Generals
02.
Battlefield 1942 – Road to Rome
03.
Sims – Houseparty
04.
Aerial Combat Manoeuvre
05.
Battle Realms
06.
Hitman 2
07.
Sim City 4
08.
Robin Hood
– Defender of the Crown
09.
Fifa 2003
10.
Sims – Deluxe Edition
<n‡tt - n‡tt>
The Official Dance Chart vol. 3
Heiti: The Official Dance
Chart vol. 3
Bólkar: Ace of Bace, Moby,
Lutricia McNeal, DJ Aligator
Project, Kim Wilde, Sinead
O´Connor o.o
Dupult fløga
Skeringar: 20 + 20
Plátufelag: Edel-Mega
Records
Nu divas 2
Heiti: nu divas 2
Bólkar: Avril Lavigne, Pink,
Atomic Kitten, Anastacia,
Mary J. Blige o.o
Skeringar: 19
Plátufelag: BMG
Julie
Heiti: Home
Skeringar: 12
Plátufelag: EMI
Now Dance 2
Heiti: Now Dance 2
Bólkar: Justin Timberlake,
Outlandish, Soulmagic,
Musikk, Snap!, Dee Dee o.o
Skeringar: 19
Plátufelag: Now Music
Guano Apes
Heiti: Walking on a Thin Line
Skeringar: 12
Plátufelag: Supersonic
The Sum of All Fears
Høvuðsleiklutir: Ben Affleck
og Morgan Freeman
Longd: 119 minuttir
Prod. ár: 2002
Ben Affleck er í høvuðsleik-
lutinum sum CIA-eftirlitsmað-
urin, Jack Ryan í hesi spenn-
andi filminum, sum er gjørd
til bestseljaran hjá Tom
Clancy.
Óttin fyri tí kalda krígginum í
USA kemur aftur til lívs, tá
tann russiski forsetin doyr, og verður eftirfylgdur av ein-
um manni við eini kryptiskari fortíð. Men spenningarnar
millum eystur og vestur brýtur út, tá CIA fær mistanka
um, at russiskir vísindamenn eru við at útviklað fleiri
atomvápn. Jack Ryan verður sett í aktion av CIA-stjóra-
num, William Cabot (Morgan Freeman) og fylgir einum
vandamiklum spori til eina sjokkerandi niðurstøðu: Yvir-
gangsmenn leggja ætlanir um at framprovokera eitt
kríggj millum USA og Russland við at spreingja eina
bumbu meðan Super Bowl finalan er.
Terror i høj fart
Høvuðsleiklutur: Jean
Claude Van Damme
Longd: 85 minuttir
Prod. ár: ????
Jacques Kristoff er ein
harður Nato-eftirlitsmaður
við spesiali í kemiskari og
lívfrøðiligari vápnafrøði. Nú
er hann á veg til Eysturev-
ropa fyri at smugla Galina
Konstatin, ein altjóða
kvinnuligur brotsmaður, til
Týsklands. Hon hevur týdn-
ingarmiklar upplýsingar um
eitt nýtt dreparavirus, SP-43.
Men onkur hevur fortalt um ætlanirnar. Tey koma beint
inn í eitt bakhold. Tey koma við neyð og deyð í trygd um-
borð á einum ekspress-toki til München. Men umborð á
tokinum bíðar heimsins ringasta marra, yvirgangs-
maðurin, Manson Cole.
Galina sigur nú fyri Jacques, hví hon hevur brúk fyri
einum lívverja. Ikki bara tí hon hevur upplýsingar um SP-
43, men tí hon hevur eina nøgd av stoffinum uppi á sær.
Fyri ein yvirgangsmann sum Cole er tað eitt supervápn...
Skulls II
Høvuðsleiklutir: Robin
Dunne, Nathan West,
Ashley Lyn Cafagna og
Lindy Booth
Longd: 95 minuttir
Prod. ár: 2002
The Skulls hevur fingið
ummæli sum »Heitasti
spenningsfilmur í býnum«.
Nú kemur eftirfylgjarin,
The Skulls II. Spenningurin
byrjar tá ein onkivitandi
lesandi verður tikin inn í
løgnu undirverðina í
loyniligastu losjuni í landinum.
Tà Ryan Sommers (Robin Dunne) verður limur í The
Skulls, verður hann samstundis ávaraður um, at hann má
ongantíð avdúka nakað um felagsskapin ella um teir
maktfullu limirnar. Men tá Ryan verður vitni til eitt morð
innanfyri privata økið hjá The Skulls, verður hann klárur
yvir, at tættari hann kemur sannleikanum, jú vandamiklari
verður tað.
Orðið bólkatrýst fær eina heilt aðra meining í hesum
filminum...
<n‡tt - n‡tt>
Robbie Williams og Kelly Osbourne
Tað hevur ikki tikið langa tíð
hjá Robbie Williams at koma
yvir Rachel Hunter, sum nýlig-
ani fór frá honum. Tey høvdu
verið sama í eina tíð, tá eks-
daman hjá Rod Stewart pakk-
aði og stakk av frá Robbie.
Men hann hevur longu funn-
ið sær troyst. Herfyri var hann boðin til eina veitslu hjá Just-
in Timberlake frá NSYNC. Har byrjaði hann at práta við
Kelly Osbourne, og tað gekk ikki long tíð, so vóru tey meira
upptikin av at kyssast heldur enn at práta.
Gwyneth Paltrow hjálpti arbei›sfelaga
Ofta verður tikið til um
Gwyneth Paltrow, at hon er
so menniskjanslig og vanlig,
hóast hon er ein mega-film-
stjørna. Hon er ikki bangin
fyri at tosa við tey ókendu.
Og hon hevur arbeitt við upp-
tøkunum til filmin Ted and
Sylvia í New Zealandi. Har
hjálpti hon einum arbeiðsfel-
aga frá filmsliðinum at vinna
eina kapping. Viðkomandi hevði teknað seg til eina kapp-
ing, har tann sum hevði tann besta souvenirin frá einum
kendum persóni við, skuldi vinna kappingina.
Og tit kunnu bara gita, hvør vann, tá hann kom har við
Gwyneth Paltrow ” i egen person”.
Arnold Schwarzenegger undir skur›
Herfyri varð hann skaddur, tá
hann framdi eitt stunt undir
upptøkunum til filmin Termi-
nator 3. Men hann vildi ikki,
at hann skuldi vera orsøk til
at filmurin ikki helt tíðarætl-
anina, so tí bíðaði hann við
at lata seg leggja undir
skurð, inntil upptøkurnar vóru komnar í kassan. Men nú og
í tær komandi tríggjar vikurnar má filmstjørnan so ganga
við armi í fatli.
Claudia Schiffer er mamma
Ikki var hann eldri enn eina viku
gamal fyrstu ferð hann bleiv møtt-
ur av myndafólkunum hjá pressuni.
Talan er um nýfødda sonin hjá
Claudiu Schiffer og Matthew De
Vere Drummond. Sonurin, sum vig-
aði 3.175 gram, hevur fingið navn-
ið Caspar. Og hann svav væl og
trygt í føvninginum hjá mammu
síni, tá hon bar hann út úr sjúkra-
húsinum.
Ein onnur heimskend fotomodell hevur eisini fingið eitt
barn. Men hjá henni er tað nummar tvey. Talan er um au-
stralsku supermodellina Elle McPherson. Hon og maðurin,
Arpad Bussons fingu eisini ein son. Hann var góð 300 gram
størri enn tann hjá Claudiu og skal eita Aurelius Cy Andrea.
Stóribeiggi hjá honum Flynn fylti fimm ár sjálvan Valentines
Day 14. februar.
Dennis Quiad aftur giftast
Meg Ryan og Dennis Quaid
vóru gift í níggju ár, men so fór
hon við Russel Crowe, og tað
var endin á tí hjúnarbandinum.
Og nú sær út til, at Dennis
Quaid er komin víðari eisini.
Hann er fallin fyri tí 20 ára
gomlu Anna Poche. Og tað
letur til, at tey bæði fara at
giftast skjótt. Og hinvegin skal
Russel Crowe eisini giftast
skjótt, men tað verður ikki við
Meg Ryan. Hann fór frá henni
eftir sjey mánaðar.
So er bert at vóna, at Meg Ryan hevur notið teir mánaðar-
nar bæði væl og virðiliga, tí sum nú er, situr hon einsamøll
– single.
Halle Berry ísakøld um minni
um pápa sín
Út at til letur tað til, at lívið hjá
Halle Berry er heilt gott. Hon klárar
seg avbera væl í sínum arbeiði, og
er nógv eftirspurd til filmar. Hon
hevur vunnið Oscar, og nú hevur
hon eisini roynt seg í leiklutinum
sum James Bond babe.
Men á privatlívinum sær tað ikki
so ljóst út hjá Hally. Hennara fortíðarkenslur fingu hana aft-
ur herfyri, tá pápi hennara andaðist. Hon sló hondina av
honum, tá hann bukaði mammuna og systrina hjá Halle, tá
hon var fýra ára gomul. Og hon hevur ongantíð fyrigivið
honum. Tað vísti hon tann dagin, hann fór til gravar. Tá fór
Halle í býin at brúka pengar saman við manninum, Eric
Benet og dóttrini hjá honum, India.
Britney er alt ov vill
Tað vóru tíðir,
tá Britney
Spears ikki
fekk frið fyri
mannfólkun-
um. Men nú
er tann tíðin
farin. Nú
flýggja menn-
inir, tá hon
kemur ov
nær. Tí hon er alt ov vill, siga fleiri.
– Lívið hjá Britney er alt ov langt úti til at vit kunnu vera
saman, sigur sangarin Fred Durst, sum einaferð helt upp á,
at hann var maðurin í lívinum hjá sangarinduni. Filmstjørn-
an Colin Farrell hevur eisini fingið nokk av henni, og henn-
ara eks Justin Timberlake helt herfyri føðingardag. Tá unti
hann ikki henni so mikið sum eitt eygnakast, og tískil end-
aði føðingardagsveitslan fyri hennara viðkomandi í úrtíð, tá
hon fór grátandi heim.
C
M
Y
K
19
18