Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. februar 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 39 • mikudagur • 26. februar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo ÍF sendi spenningin í FM-stríðnum í hædd- ina, tá tær vunnu heimadystin á Mjølni KVINNUFLOGBÓLTUR Jákup Mørk Mjølnir hevði møguelikan at mest sum vissa sær FM- gullið, tá tær vitjaðu á Kambsdali sunndagin. Við einum sigri vildi munurin niður til næstu liðini í øllum førum verði somikið stórur, at sjálvt við einum tapi í trupla útidystinum móti TB um tvær vikur hevði Mjølnir framvegis havt lagnuna í egnum hondum. Tað merkti so eisini, at fyri ÍF var hetta avgjørt seinasti møguleikin at halda fast í oddinum, og tað var so eisini hetta, sum tær megnaðu. ÍF vann nevnliga ein sera spennandi dyst 3-2. Og sum skilst á lagnum, so var talan eisini um ein uppibornan sigur. Fyrsta settið var tað annars Mjølnir, sum trýsti á, men tá ÍF so fótaði sær, tóktist bara at ganga annan vegin. Serstakliga triðja settið var munurin stórur millum liðini, men tá Mjølnir so kortini svaraði aftur, kom av álvara lív í áskoðara- fjøldina. Í avgerandi settinum var kanska væntandi, at tað skulid gerast Mjølnir, sum dróg longra stráðið. Liðið telir fleiri av royndastu leikarunum í landinum, og tær hava áður víst, at tær megna at standa ímóti trýst- inum, tá aðrar mugu gevast, men so varð tó ikki hesa- ferð. ÍF reistist aftur. Við Nikolinu Alter sum stóra smasharanum trýstu tær gestirnar afturá, soleiðis at hesar fyri tað nógva vóru í verjustøðu, og við einum tryggum 15-9 sigri í javn- brótarunum, skutu tær FM- stríðið víðopið. Sigurin hjá ÍF ber nevn- liga ikki bara við sær, at ÍF nú er aftur í hitanum. Tað eru meistararnir av Tvør- oyri eisini. Tær sita kanska við sterkastu kortunum í hondunum, nú tær eiga heimadystir móti bæði ÍF og Mjølni til góðar, men hinvegni hevur ÍF enn ikki tapt landskappingardyst fyri TB í ár. Hvussu verður og ikki, tykist í øllum førum púr- asta vónleyst at gita í løt- uni. Men eitt er víst, og tað er, at tey bæði komandi vikuskiftini verða av tí heilt spennandi slagnum. Bæði fyri føroyskan flogbólt sum heild, og ikki minst fyri leikararnar á teimum trim- um oddaliðunum. Komandi dystir Hondbóltur 1. deild kvinnur 26.02 19.00 StÍF-Tjladur 1. deild menn 26.02 20.00 H71-Tjaldur ÍF-Mjølnir 3-2 (21-25, 25-22, 25-16, 19-25, 15-9) Eingin avgerð TB uppfylti sínar treytir, tá tær vunnu trygt í Havn, og við úrslitinum á Kambs- dali eru steypavinn- ararnir nú aftur við í gulldystinum KVINNUFLOGBÓLTUR Jákup Mørk Síðani TB tapti útidystin móti Mjølni fyrr í enda- spælinum, hava treytirnar hjá verandi meistarunum verið púrasta greiðar. Fyrst og fremst skuldu tær syrgja fyri at vinna sínar egnu dystir, og so máttu tær bara vóna, at ÍF megnaði at koppa Mjølni, tá hesi liðini hittust á Kambsdali. Um vikuskiftið vitjaði TB í Havn, og har megnaði Fleyr ikki at geva teimum stórvegis mót-støðu. Ser- stakliga fyrsta settið var talan um avgreiðslu-spurn- ing, og tó at Fleyr mutaði nakað ímóti í øðrum setti, so tóktist alt avgjørt, tá TB eisini tók hetta. Helst hildu tvøragenturnar tað sama, tí í øllum førum var um repp- ið, at Fleyr tók tær á bóli í triðja settinum. Somikið langt kom tað tó ikki, men avrikið hjá Fleyr her vísti tó, at tær kanska eru um at finna stevið aftur. Og tó at hetta ikki røkkur til nakað í ár, so man tað tó kennast hugaligt, um árið hevur kastað nakað av lærdómi av sær. Við aftur Og so var tað eisini so, at TB fekk næstu treyt sína uppfylta um vikuskiftið. Sigurin hjá ÍF á Mjølni ber við sær, at TB nú stendur við avgerðini í gullstríð- num. Verandi meistararnir hava nú tríggjar heimadyst- ir á rað at enda kappingina við, og teir báðir fyrstu mugu av sonnum metast sum alt ella einki dystir. Fyrst kemur ÍF á vitjan og síðani Mjølnir. Vinnur TB hesar dystirnar, so eru tær aftur fremstar í kvinnu- deildini, og so kann gullið staðfestast í seinasta heima- dystinum, sum verður ímóti Drátti. Men fyrst skulu tær altso taka hini bæði odda- liðini. Fleyr-TB 0-3 (11-25, 21-25, 24-26) TB hongur í Við sigrinum á Mjølni helt ÍF fast um FM-møguleikan í bestu kvinnudeildini, har trý lið nú øll tykjast standa við eins góðum møguleikum undan seinastu umførunum 21 8 Sosialurin Nr. 39 - 26. februar 2003 Two Weeks Notice Um tú ikki vilt síggja eina romant- iska komediu, so skalt tú ikki fara at hyggja eftir »Two Weeks Notice«. Filmurin er ein romantisk komedia, so tað baskar – ikki so nógv nýtt í tí, men í eini samanseting av Hugh Grant og Sandra Bullock er lagt upp til nakað serligt. Grant er júst sum hann eigur at vera: ríkur og sjarmerandi, hvørt meira enn annað. George Wade, sum Hug Grant eitur í filminum, eigur saman við beiggja sinum, Wade Corporation. Eitt felag, sum hevur til endamáls at forvinna pening. Beiggi George, Howard, er heilin aftanfyri felagið, meðan George er andlitið úteftir. Hann er sjarmerandi og vakur, og haraftur- at, dugir hann tað sindrið hann skal: vera á bíløtum og halda talur. Lucy Kelson er júst tað øvugta. Hon er ein mótstandari av nógv- um av arbeiðnum Wade brøðurnir gera. Hon er ung, vøkur, útbúgv- ing sakførari á Harvard og arbeiðir á rættarhjálpini. Lucy hevur mál og mið, og hvat hon gongur inn fyri. George fær til uppgávu at seta ein sakførara í starv, sum hevur prógv antin frá Yale ella Harvard, og tað varð straks verri, tí George hevur nevniliga hug at lata tey ytru virð- ini koma framum nakað annað. George hittir av tilvild Lucy, sum jú livir upp til strongu krøvini. Trupul- leikin er bara tann, at Lucy als ikki er áhugað í at arbeiða fyri Wade Corporation og George. Hon er í veruleikanum í holt við at forða felagnum í at ríva ein gamlan íbúðarbygning niður, so pláss verður fyri eigaraíbúðum. Tá George lovar henni, at íbúðar- bygningurin verður standandi, og at um hon velur at arbeiða fyri Wade, so gerst hon stjóri fyri væl- gerðarfelagnum hjá teimum. Hetta kann Lucy ikki siga nei til, men tð hon ikki visti av var, at arbeiðið var ikki bara at vera sjef- advokatur. Nei, tað inniheldur eis- ini at klára hjúnarskilnaðin hjá George, at velja honum klæðir, at tosa í telefon við hann mitt um náttina, at velja honum bræv- pappír og annað fjas, ið onki hev- ur við sakføraraarbeiði at gera. Skjótt gerst tað ov nógv og Lucy sigur upp – við 14 daga ávaring. George, sum nú er vorðin avheng- igur av Lucy, vil treyðugt lata hana fara, men at enda játtar hann, men Lucy skal finna sín egna av- loysara áðrenn hon fer. Unga, vakra og ambitiøsa June fær starv- ið, og tað vísir seg skjótt, at tað er ikki bar astarvið hon vildi hava. George er hennara næsta mál. Alt skuldi nú ver- ið í lagi, og Lucy kann byrja aftur við sínum egna arbeiði á Rættar- hjálpini. Men man okkurt ikki vera, sum býr undir øllum tí, sum hon og George hava havt til felags seinasta árið? Men so er spurningurin bara um tað er ov seint. Hugh Grant og Sandra Bullock rigga væl í leiklutunum sum George og Lucy. Hetta er ongin djúpur filmur, sum gevur tær nak- að at hugsa um, men tú sært Hugh og Sandru í sínum rætta elementi. So um tú hevur hug at flenna, so er at fara at hyggja eftir »Two Weeks Notice«, tí látur er heilt vist á skránni. Fakta um <Two Weeks Notice> leikarar: Sandra Bullock, Hugh Grand, David Haig, Alicia Witt, Dana Ivey o.o longd: 101 min. sta›: havnar bio Hendurnar upp ella buksurnar niður 01. Kall ella Føroya Tele? - Føroya Tele 02. Jolly ella Coca Cola? - Coca Cola 03. Rás 2 ella Útvarp Føroya? - Útvarp Føroya 04. Quality Street ella Roses? - Quality Street 05. Siemens ella Nokia? - Nokia 06. Loysing ella samband? - Loysing 07. Flúgva ella sigla? - Flúgva 08. Føroya Bjór ella Restorff? - Føroya Bjór 09. Fótbóltur ella hondbóltur? - Fótbóltur 10. Dimmalætting ella Sosialurin? - Sosialurin 11. Tomat ella agurk? - Tomat 12. Svart ella hvítt? - Svart 13. Pizza ella grill? - Grill 14. Fløgu, plátu ella band? - Fløgu 15. Kaffi ella te? - Kaffi 16. Jakka ella frakka? - Jakka 17. Lissur ella karalás? - Lissur 18. Rock ella popp? - Rock 19. Mamma ella babba? - Mamma 20. MacIntosh ella PC? - PC 21. Per ella Poul? - Pól 22. Um tú vart ein bilur, hvat slag skuldi tú so verið? - Um tað er mítt dreymaeg, so skuldi tað verið ein Ferrari, men um tað er mítt veruliga eg, so má tað verða ein gamal uppslitin Morris Mini. 23. Hvør skuldi so sloppið at koyrt teg, og hvør skuldi als ikki sloppið at koyrt? - Konan skuldi altíð sloppið at koyrt, men Margretha Drotning hevði ikki sloppið, tí eg vænti ikki, at hon dugir at koyra #4 Jens Tummas Næss: C M Y K 20