mikudagur 13. februar 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Dario Fo
Sjónleikurin "7. Boð... Stjal eitt
sindur minni" verður sýndur fyrstu
ferð 1. apríl í Norðurlandahúsinum
gjáramorgunin hitti
myndamaður okkara ngk-
ur fólk, sum íðkaðu
renning klokkan níggju
tyrrapartin.
Hetta vóru kortini ikki
vanlig ítróttarfólk, men
sjónleikarar, ið runnu sær
orku og innblástur til
komandi uppgávuna, sum
er at framføra sjónleikin
7. Boð... Stjal eitt sind-
ur minni, eftir Dario
Fo.
Tað er Gunnvør Nols-
ge, leikstjóri úr Dan-
mark, sum er komin
hendavegin at seta leikin
upp. Hon er útbúgvin
sjónleikari, men hevur í
mong ár virkað sum leik-
stjóri í Danmark
ALVARSLIGT
SKEMT
Dario Fo er ógvuliga
serstakur í síni leikrita-
skriving, og hevur sett
dám á leikpallin, við 6-
teljandi leikritum, har
mótsetningar verða sett
upp móti hvgrjum gðr-
um.
Dari Fo skemtar í ál-
vara og gaman, og neyvan
er nakar áskoðari heilt
óávirkaður, tå hann fer út
aftur, eftir loknan leik.
Atta yrkisleikarar fóru
undir leikvenjing 5. feb-
ruar, og seinni koma á-
hugaleikarar við í venj-
ingini, tilsamans 14 fólk.
Gongdin í leikinum snýr
seg um fólk, sum broyta
sín upprunaliga leiklut.
Tú heldur tey vera ein
ávísan persón, men so
brádliga verður alt vent
upp og niður. Fólkini eru
kortini ikki tað, sum tey
góvu seg út fyri at vera.
Stutt sagt, hetta er eitt
séga um fólk, sum um-
1. punkt á arbe'ðsskránni
er renning í ein tíma.
Síðani fara leikarnir til
verka í |
Norðurlandahúsinum,
har vant verður til kl.
fimm seinnapartin. Á
myndini síggjast fremst:
Erling Eysturoy, Egi
Dam, Gudmundur
Joensen, Hans Tórgarð,
Katarina Nolsøe. Ria og
Súsanna Tórgarð hómast
eisini á myndini.
skapast, so hvørt sum
leikur fer fram.
Vit hitta fólk, sum
arbeiða á einari kirkju-
garðsgoymslu.
ÓVANLIG
GOYMSLA
Tríggir gravarar ar-
beiða har, og ein teirra er
gentan Æneas, ið er ein-
asti kvinnuligi gravari í
heiminum! Hon hevur
arvað starvið eftir pápa
sín, sum so inniliga
ynksti sær ein son. Hann
gav henni navnið Æneas,
og visti ikki betur enn at
hetta var gentunavn.
A kirkjugarðgoymsluni
eru eisini líkkistur, og
har kemur ein maður at
lána sær eina líkkistu.
Sálarfróðingur hansara
hevur víst honum á kir-
kjugarðsgoymsluni, av ti
at hann heldur mannin
líða av deyðsangist, sum
Dario Fo sjálvandi hevur
funnið serliga heiti fyri.
Um maðurin venur seg
við at liggja í kistuni,
verður hann lektur fyri
sína "fobi."
Gunnvør Nolsøe,
leikstjóri er dani, men
hon hevur føroysk
foreldur. Leikstjórin
hevur fingið úrbúgving
á týskum
sjónleikaraskúla í síni
tíð, men hevur seinastu
árini virkað sum
leikstjóri.
Nr. 30 — 13. februar 1991
Kona henda góða mann
hevur sjálvsagt eisini
sínar trupulleikar. Hon
er bangin fyri at gerast
einkja o.s.fr.
Nógvir aðrir løgnir
persónar verða vístir á
palli, og her skal bert
sigast, at fyrsti partur
fer fram á kirkjugarðs-
goymsluni, og hin á
einum sinnisjúkukrahúsi,
sum áður hevur verið
kleystur.
Tað er Leikfelag Før-
oya sum skipar fyri upp-
setingini og Leikpallur
Føroya sum figgjar.
Yrkisleikarnir eru: Ria,
Súsanna og Hans Tór-
garð, Katarina Nolsge,
Erling Eysturoy, Egi
Dam, Kári Mourtisen og
Gudmundur Joensen.
Seinni í venjingini
koma sjey áhugaleikarar
upp í leikin, og Regin
Patursson, sum ger pall-
in. Carl Johan Jensen
hevur umsett til før-
oyskt.
FRUMSÝNING
Í APRÍL
Gunnvør Nolsøe sigur,
at alt gongur sum ætlað.
Tey byrja arbeiðsdagin
kl. níggju fyrrrapartin
við at renna í ein tíma.
Síðani verður vant til
kl. fimm seinnapartin. Tá
áhugaleikarnir fara undir
venjing, verður eisini
neyðugt at taka kvgldarar
við í arbeiðaskránna.
Gunnvør Nolsøe hevur
ådur verid i Føroyum og
sett Dario Fo leik å pall.
Tað var í 1979, tå sjón-
leikurin "Vit lata ikki
eitt oyrað" varð fram-
førdur í Sjónleikarhús-
inum í Havn.
Dagny
Tvangsauktion
På dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1,
Torshavn afholdes
Fredag den 15. marts 1991 kl. 10.10
tvangsauktion over matr.nr. 282, Klaks-
vik.
Auktionen er begæret af Frida Paturs-
son, Fr. Petersensgøta 9, Tórshavn,
telefon 1.1145, på vegne en pant- og
udlægshaver.
Ejendommen er et beboelseshus, opført
i 1951, på en 230 m? stor grund. Det be-
byggede areal udgør 133,72 må i 3 etag-
er.
Ejendommen kan beses efter aftale med
ovennævnte advokat.
til
menterne ligger
dommerkontoret.
Auktionsdoku-
gennemsyn på
Færøernes fogedret,
den 11.02.91
Lasse S. Christensen