Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. februar 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

í É A Nr. 31 — 14. februar 1991 Síða 5 Javnaðarkvinnur og politiska framtíðin - royna eitt framtak, til tess at menna kvinnupolitisk mál, so tær verða fórar fyri at taka framtíðar avbjóðingar - á jóvnum føti við hin partin av samfelagsborgarunum Leygardagin 16. februar hittast javnaðarkvinnur í felagshølinum á Argjum, har fundur verdur frå kl. 11 fyrrapartin og til kl. fimm seinnapartin. Tað eru javnadarkvinn- urnar í felag, sum hava heitt á Maritu Petersen, landsstýriskvinnu, um at siga frá sínum arbeiði á Tingi og í Landsstýrin- um. Fundarevnið er "Kvinnur í politikki." Fyrireikarnir vóna, at nógvar javnaðarkvinnur kring landið fara at stev- na til Havnar henda dag- in, so fundurin og kjakið kann gerast so fjøll- broytt og áhugavert sum gjørligt. Bente Kjær er ein av stigtakarunum. Er tíðin ikki farin frå hesum kvinnusamkomum. Er tað ikki meira átroð- kandi at koma víðari, og geva seg til kennis - eis- ini har mannfólk eru til staðar? - Tað hevur ikki verið tað stóra virksemi í fel- agnum seinastu tíðina, og tí fara vit nú at royna at fáa tað aftur á fótur. Kvinnur í Javnaðarflokkinum halda tað vera stimbrandi og kveikjandi at hittast og tosa um politisk mál - bæði tá - Eg haldi kortini, at kvinnur eru meira aftur- haldandi at siga sína meining, tá menn eru til staðar. Soleiðis er tað framvegis, hóast ein ávís broyting kortini er kom- in seinastu árini. KVINNUR HITT- AST Á FUNDI I dag koma fleiri kvinnur á politisku fund- ir, enn t.d. fyri fáum ár- um síðani, men kvinnur hugsa fyrst um heimið og tað, sum tær har skulu avvrika har, áðrenn tær fara út fyri dyr. Har hava menn tann fyrimun, at teir bara fara í holt við tað, sum hevur teirra áhuga - hóast teir hugsa um familjuna, so er tað ikki á sama hátt. Hvat er so áhugavert, at kvinnur mugu savnast í felag, og útihýsa hinum partinum av floksfeløgu- num? - Tað er altíð hugna- ligt tá kvinnur hittast og sosialt er tað eisini men- nandi, umframt at tað virkjar kveikjandi og stimbrandi. Vit tosa kan- ska um samfelagsmál, sum menn ikki hugsa so nógv um - eitt nú nát- túruna, familjuna og dålking av umhvørvinum, brúkaramál, umframt mál, sum eru frammi í dag, eru á skránni á fundinum leygardagin, T.d. í Noregi og Svø- ríki eru kvinnurnar í Javnaðarflokkinum áhug- aðir fyri at fara upp í EF felagsskapin, og hetta fara vit eisini at tosa um. Hví kunnu kvinnur og menn í Javnaðarflokki- num ikki tosa um hesi mál í felag, og hervið kanska fáa meira fjøll- broytt sjónarmið fram? - Vit halda, at møguleikin er stórri fyri at fáa og ymisk sjónar- mið fram, um mannfólk ikki eru hjåstødd. - Eg haldi ikki at tað er avoldað, at vit einsa- mallar tosa um hesi mál. Talan er eisini um systirsolidaritet, og hetta fyribrygdi vilja vit fegnar varðveita, sum nakað serstakt fyri okk- um. - Eg dugi íkki at síggja, at hetta skuldi verið ein meinbogi kvinn- urnar vegna, ti viðgerðin fer fram innanflokka. Vit fara at leggja okk- ara sjónarmið fram í flokkinum seinni, og her- við í samráð við po- litikarnir. Marita Petersen skal siga frå sinum arbeidi sum politikari. Gevur tab ikki kvinnunum áræði at fara beinleiðis í holt við po- litiskt arbeiði? - Jú, sjálvsagt er tað eisini endamálið við slík- um politiskum fundi, sum er grundaður á sjó- narmiðini í Javnaðar- flokkinum. Tað skuldi sostatt eisini komið flokkinum til góðar. UMRÁÐANDI FYRI FLOKKIN Fyri hálvum ári síðani gjørdust vit limir í Norðurlendska javnaðar- kvinnufelagnum, og vit luttóku á ráðstevnu í Danmark, har ein po- litikari í enska Laubour flokkinum legði dent á, hvussu umráðandi tað var fyri ein flokk, at kvinn- urnar stóðu so sterkar. talan er um mál ið eru frammi júst nú, men eisini fyri í felag at mennast til at taka avbjóðingar, á jóvnum fóti við mannfólkunum. Bente Kjær, ein av stigtakarunum til javnaðarfundin leygardagin: - Vit skulu menna kvinnurnar at taka við á politiska leikpallinum, men eg haldi, at tær skulu taka hesar avbóðingar, tá tær kenna seg nóg tryggar at koma fram við sínum sjónarmiðum. - Hann segði, at kvinn- urnar júst vóru tær, sum koyrdu á og fingu poli- tíkarnir at taka undir við teirra sjónarmiðum. Á fundinum leygardagin fara Bente Kjær og Sú- anna Holm at greiða frá ráðstevnuni í Danmark. Hví fara kvinnur so ikki beinleiðis upp í arbeiðið, har avgerirnar verða tikn- ar, t.d. stilla upp til løgtingsval? - Vit skulu menna kvinnurnar at taka vid å politiska leikpallinum, men eg haldi at tær skulu taka hesar avbj6dingar, tå tær kenna seg nóg trygg- ar at koma fram við sín- um sjónarmiðum. M. a. politiski fundurin leyg- ardagin er hóskandi høvi hjá kvinnum, sum hava ætlanir um at gera nakað itøkiligt innan politik. Orð: Dagny Myndir: Kalmar - Tað er vorðið alt ov trongligt í politikki, og tí mugu vit finnar aðrar gongdar leiðir, at menna okkum at taka tær av- bjóðingar, sum framtíðin hevur við sær. Vónandi fara nógvar kvinnur at hittast á fundinum leygardagin, sigur Bente Kjær at enda. Dagny Umboðsmannaval Sjúkrakassi Vestmanna valdømis lýsir til umboðsmannaval 18. mars 1991. Veljast skulu eitt umboð fyri Vest- manna- , eitt fyri Kvivikar- og eitt fyri Kollafjarðar sókn. Uppskot til umboð skulu skrivliga vera sjúkrakassanum í hendi í seinasta lagi 4. mars 1991. Sjúkrakassarnir fyri Vestmanna valdømi Kollafjørður