Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. februar 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Rúsdrekkalógin man vera tann sárbærasta lóg, vit hava, og er einki at siga til tað. Rúsdrekka er ein vera, sum so ymiskar met- ingar eru um. Summi, tann stersti parturin av fólki, dáma rúsdrekka við mátahaldi, onnur ov væl og so aftur onnur, sum einki vilja hava við rús- drekka atgera, siga tað vera púra óneyðugt. Fólkaatkveðan, sum var í sjeytiárunum um at Nr. 31 — 14. februar 1991 broyta rúsdrekkalógina, vísti týðuliga, at ein stór- ur partur av Feroya fólki ikki vildi broytta. hava lógina Palle Dalsgaard skrivar Tað er einki at ivast í, at um atkveðan hevði verið í dag, so hevði úrslitið verið tað sama. Tað er kanska ikki so nógv at siga til. Ein stórur partur av fólki - eisini teimum, sum dáma rúsdrekka — ræðist fyri hvat fer at henda, tá henda vera verður lættari at fáa hendur á hjá teim- um, sum brúka í meira lagi av hesum sterka logi. Tað hevur verið áhuga- vert at fylgt við, hvat fólk halda um hesa lóg, hvussu hon skuldi verið, ella ikki skuldi verið, bæði í blød- unum og í útvarpinum (Fimmaranum). Innast inni eri eg samd- ur við Juul Jacobsen. Hann heldur, at lógin, sum vit hava, er nóg góð og at hon bara skal hald- ast. Men tíðin broytist, vit verða noydd at broyta okkum nakað eisini, og serliga tá hugsað verður um Feroyar sum ferða- mannaland. Gevur ferða- mannavinnan nakran vinning, so eru vit noydd til at fáa okkum tað har kann vinnast, tí nú er ikki so nógv at velja í hvat vinnu viðvíkur. Hvussu lógin skal broytast, eri eg ikki tann rætti at úttala meg um, men hotellini mugu fáa loyvi til at skonkja aftur- við mati, eins og tey hava í londum uttan um okk- um, annars hava vit ov lít- ið at bjóða fremmanda- fólki. Hvat selu viðvíkur, mátti tað verið nóg mikið við einari einkarselu í Havn at byrja við. Tað er munur á at kunna keypa úr Havn og at noyðast at keypa úr Keypmanna- havn. Einkarselan skuldi ikki verið á posthúsinum í Havn, men skuldi verið latin einum álitisfólki fyri ein fastan prís (tilboð), so mátti = viðkomandi um hvat hann ella hon hevði av hjálparfólki, so henda fyritoka bar seg fíggjar- liga. Vit mugu kunna hava onkra fyritøku, sum ikki krevur hjálp av fíggjarlógini. Hesi fólk, sum so komu at hava hetta arbeiði, kundu so verið onkur av teimum, sum meguliga verða arbeiðsleys á post- húsinum ella aðrastaðni. Rúsdrekkalógin eigur at verða munandi broytt í tíðini, sum kemur, men rættast er at byrja í tí smáa í hesum viðbrekna máli. Palli Dalsgaard Svíar umsókn um EF-limaskap í juni Svenska stjórnin ætlar at lata EF eina umsókn um svenskan limaskap í juni í ár. Val verður í Sveríki til heystar, og vil stjórnin hava hetta málið avgreitt fyri valið. Tað er stórur meiriluti í Sveríki fyri limaskapi í EF. Teir fýra sterstu flokkarnir eru fyri at senda umsókn til Bruxell- es sum skjótast. Men stjórnin hevur boðað frá, at hon sær helst, at ein av- tala millum Efta og EF er klár fyrst, og vónar, at hon verður veruleiki í apríl ella mai. Við eini slíkari avtalu halda sviar at tað verður lættari hjá teimum at koma inn í EF seinni. Hetta er tann avtalan, sum skal fevna um tað nógv umredda EES-sam- arbeiði, t.v.s. eitt euro- peiskt búskaparligt sam- arbeiðseki. Hetta skal vera karmurin um eina av- talu millum Efta-londini og EF, og tað er eini slík- ari avtalu, sum eitt nú norðmenn við spenningi bíða eftir. Svenski uttanríkisráð- harrin, Sten Anderson, sær fegin, at fleiri norður- lod gerast limir í EF um sama mundið sum Sve- ríki. Við blaðið Arbetet sigur hann, at best hevði verið um norðurlond í fe- lag lótu inn umsókn um limaskap í EF. Noreg hevur tó ikki í hyggju at sekja um lima- skap, sum steðan er nú. Noreg vil heldur hava eina avtalu millum Efta og EF sum eitt alternativ til limaskap. Finland hevur ikki i hyggju at sekja um lima- skap. Orsøkirnar til tað eru tvær. Fyri tað fyrsta ynskir Finland at standa neutralt og harnæst eru tað viðurskifti tess við Sovjetsamveldið. Annars hava grenlend- ingar tosað um limaskap nú í seinastuni. Herfyri vóru grenlendskir politik- arar og embætismenn í Keypmannahavn, har teir umreddu meguleikan at gera Grenland til lim í EF. Feroyingar hava roynt at fáa eina fríhandilsav- talu við EF, men samráð- ingarnar um tað eru fyri- bils steðgaðar. Møguliga fara føroyskir politikarar nú at royna at fáa EF at innsíggja, hvussu stóran týdning ein avtala hevur fyri okkum. Allir politisku flokkarnir í Feroyum eru ímóti limaskapi sum steð- an er í dag. JON De ek ———————— 2,