hósdagur 14. februar 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
;
*
2
5
8
;
i]
|
Í
Nr. 31 — 14. februar 1991
Summarfrítíðin
verður nú flutt
Skúlarnir fara í ár í summarfrí eina viku fyrr enn
vant. Grundgevingin er at hava summarfrí sam-
stundis sum grannalondini, so skúlaungdómurin
kann fara uttanlands, og tí so torfórt er at
undirvísa í góðveðrinum í juni mánaði. Hvat so
við hoynum? spyrja lærarar á bygd
Higartil hevur tað verið so,
at skúlarnir í Føroyum eru
farnir í summarfrí 1. juli og
eru byrjaðir aftur umleið 18.
august. Men nú skal tað
broytast.
Landsskúlafyrsitingin
hevur sent út rundskriv um
friud og frídagar, og har
verður m.a. sagt, at summ-
arfrítíðin verður flutt eina
viku fram. Hetta merkir, at í
ár fara skúlarnir í summarfrí
21. juni og byrja aftur 12.
august.
Grundgevingarnar = hjá
Landsskúlafyristingini eru
fleiri.
Ein er, at hava summafrí
samstundis sum skúlarnir
aðrastaðni. Føroyskur skúl-
aungdómur hevur nógv
samband við skúlaungdóm
aðrastaðni, luttekur í kapp-
ingum o.g. Føroyskir skúla-
næmingar fara burtur, og
hinir koma higar. Vitjanir-
nar eru altíð, beint sum skúl-
arnir í hinum londunum júst
eru farnir í summarfrí, og tá
ganga hesi framvegis í
skúla.
Ein onnur grundgeving
er, at juni mánaður ikki er
egnaður ul skúlagongd. Tað
er mánaðurin við besta
veðrinum, og torført er at
halda næmingarnar inn,
sigur Hensar Ellingsgaard,
landsskúlastjóri, sum ivast
í, at nakað petti kemur
burturúr undirvisingini i
juni. Tað mátti eisini verið
betri at fingið frí sum mest
tær ljósastu vikurnar á ár-
inum, heldur Hensar Ell-
ingsgaard.
Lærarafelagið er ímóti at
flyta summarfrítíðina.
Teirra uppskot er at lata
skúlarnar sjálva avgera, nær
teir halda summarfrit.
Tað eru serliga lærarar á
bygd, sum eru ímóti at flyta
summarfrítíðina. Teir hava
m.a. hoyggingina í hugan-
um. Tað mest vanliga er at
hoyggja frá ólavsgku og
vikumar aftaná.
Arne Jensen, sum er
útbúgving lærari, er bóndi í
Skúvoy, giftur við lærarar
og virkar sum vikarur beint
nú, sigur tað soleiðis.
TVØRT FYRI
A BYGDUNUM
- Tað kemur sera tvørt fyri,
ú bygdirnar hava brúk fyri,
at skulanæmingamir hava
fri hasa vikuna i august
månadi fyri at hjålpa vid i
hoynum. Ikki bara tey
yngru, sum ganga her i
skúla, men eisini tey størru,
sum eru farin av oynni í
víðari skúla.
- Fyri okkum, sum ikki
fyrst og fremst hugsa um
ítrótt, er tað torført at skilja,
at tað skal vera neyðugt at
flyta summarfrítíðina. Líka
sum í hesyt, tá ætlanin var at
flyta heystfrítíðina orsakað
av landsdystinum í fótbólti,
heldur Arne Jensen, sum
sjálvur minnist hvussu tá
var, tá hann gekk í skúla, og
tey altíð skundaðu sær at fáa
sum mest hoyggjað, áðrenn
Tit ringja
Tað eru nógvir
fyrimunir við at flyta
summarfritidina eina
viku fram, heldur
Landsskúlafyristingin.
Men á bygd kemur tað
illa við, tí har eru tey
von at hoyggja í august
mánaði, og tey kunnu
ikki vera børnini fyri-
uttan í tí arbeiðinum
skúlarnir byrjaðu aftur.
Hensar Ellingsgaard,
landsskúlastjóri, sigur, at
skulanevndirnar hava fing-
ið rundskrivid um fritid og
fridagar, og tær kunnu boda
frå, um tær ynskja summ-
arfrítíðina ødrvisi.
Landsskúlafyristingin
hevur onga klagu fingið um
broytingina, men Hensar
Ellingsgaard, kennir grund-
gevingarnar hjá teimum,
sum eru ímóti broytingini.
Og til tað hevur hann hesar
viðmerkingar.
- Eg loyvi mær at ivast i,
hvussu nógv børnini eru
uppí hoyggingini. Tað er í
hvussu er ikki tað sama sum
fyrr, tí tað verður ikki so
nógv hoyggjað longur.
Harnæst ber til at hoyggja
fyrr. Bøndumir siga eisini,
at tað fæst betri hoyggj í juli
mánaði, sigur Hensar
Ellingsgaard.
randi
— vit skriva
"Na telefon
ZEN 11820
síða 11
LFU misti
800 krónur
Í seinastu viku, onkuntíð
millum týsdag og leyg-
ardagin, hevur onkur
verið í LFU í Kongaggtu
og brotið inn. Teir eru
farnir inn gjøgnum eit
vindeyga. 800 krónur
funnu teir í kassanum.
Tóku fleiri
túsunn
Mikunáttina varð brotið
inn í eina tannlækna-
stovu í Havn. Eitt vind-
eyga var brotið, síðan
ett skáp og harnæst ein
kr.
læstur pengakassi. Mill-
um fimm og tiggju tús-
unn krónur vóru í kass-
anum.
Fyri rættin
I næstu viku
Seinnapartin í gjár varð
ákæruritið lisið upp í
Føroya rætti fyri einum
manni, sum fyri 14
døgum síðan stakk ein
annan mann í økslina
við springknívi.
Tann ákærdi hevur
verið fongslaður síðan
ulburdin.
Málið kemur vænt-
andi fyri í rættinum í
næstu viku.
Hús árend
Leygardagin hevur ein
bilur rent á eitt hús á
Tvøroyri. Hetta var ein
handil, so eingin hoyrdi
bresun. Og løgreglan
vert ikki, hver rendi á.
Ein pláta á húsunum fór
inn.
Á føstulåvint tók
løgreglan í Suðuroynni
tveir = bilfgrarar, sum
koyrdu við kenning.
Neyðrakett
Tysmorgunin fekk løg-
reglan i Havn bod um, at
onkur hevdi sæd eina
neyðrakett dt móti
Nósloynni. Boð fóru
beinanvegin úl Vaktar-
á Bjargingartænastuna
og ul Marinustødina.
Farið var at leita, men
einki óvanligt var at
finna.
Maður vísti
Seint tyskvøldi& fekk
løgreglan í Havn boð
um, at ein maður hevði
víst fyri eini gentu. Hetta
hendi í Eysturbýnum.
Maðurin var ikki at
finna, tá løgreglan var at
leita.
Tóku bil
Týskvgldið varð ein
bilur tíkin í Havnini.
Seinni vórðu nakrir
unglingar sæddir renna
frá bilinum, sum teir
settu frá sær á Argjum.
Bilin høvdu teir ikki
skatt.
æB