Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. februar 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 ST-aðalskrivarin: Hjálpið teimum Kríggið í Golfinum hevur nú skjótt varað í ein mánað, og millum teirra, sum eru farin at bera stóran ótta fyri avleiðingunum av kríg- num, er ST-aðalskriv- arin Perez de Cuellar. Hann sigur í eini sam- reðu við bretska blaðið The Independent, at hann ber stóran ótta fyri, at kríggið skal halda fram og gerast ein vanlukka fyri ser- liga tey sivilu í Irak. ST-aðalskrivarin sig- ur, at trygdarráðið í ST hevur ikki eftirlit ella ábyrgd av krígsatgerð- unum. Hetta er ikki eitt ST-kríggj, skilt á tann hátt, at her er einki ST-eftirlit, eingir ST-hermenn ella nakað ST-flagg, sigur hann. Alt vit vita um kríggið er tað, vit frætta frá teimum trimum límunum í trygdarráðnum, sum eru við í krígnum, Fraklandi, USA og Bretlandi, og sum geva upplýsingar til ST aft- an á at atgerðir eru framdar, sigur hann. De Cuellar sigur víð- ari, at hann er ikki hernaðarserfreðingur og hevur tí ikki nakra fatan av, um atgerðir- nar, sum verða framd- ar í Irak og í Kuwait eru neyðugar fyri at liva upp til samtyktir- nar hjá ST um at Irak skal taka seg ur Ku- wait og sum gevur londum loyvi at brúka hermegi fyri at fáa Irak úr Kuwait. De Cuellar sigur við bretska blaðið, at hann ber stóran ótta fyri fylgjunum av krígnum. Her hugsar hann ser- liga um sivil í Irak og ikki minst bernini. ST hevur sent fleiri lastbilar til Irak við neyðsynjarverum, eitt nú mjólkarpulvuri til bernini. Higartil hava m.a. amerikanarar sagt seg vilja forða, at hesar verur koma fram, tí vandi er fyri, at tær enda hjá hermonnun- um, sum hava terv á slíkum, siga amerikan- ararar. Men De Cuellar er ikki samdur við ameri- kanarar. Hann sigur, at tað eftir hansara tykki er talan um hjálp til neyðstedd bern og ikki til hermenn. — Mjólkarpulvur er eftir míni fatan meiri heili- vágur enn tað er matur fyri bern, sigur hann. Tað eru ST-felags- skapirnir UNICEF og WHO, sum standa fyri neyðhjálpini til Irak. Tað er greitt, at ST- aðalskrivaranum hóv- ar lítið gongdina í Mið- eystri í letuni. Hann hevur ikki dult fyri, at hann fegin sær, at sanktiónirnar móti Irak ikki fevna um neyðsynjarverur, nú sivilfólkið er komið so illa fyri. Golfkriggið kostar nógv Golfkríggið kostar vesturheiminum Ó- metaliga stórar upp- hæddir. Fer kríggið at vara í eitt hálvt ár, fer tað at kosta vestur heiminum meira enn 300 mia. krónur. Tað merkir, at kríggið fer at leggja hald á meira A enn 7% av allari upp sparingini í Vestur- heiminum, upplýs: tann kendi barkin Mogan Stanley í Lond on. Kríggið fer tá eisini at steðga tí búskapar- liga vekstrinum í heim- inum sum heild við 1,5% í 1992. Mett verður at krígg- ið kostar eina hálva mia. kr. um dagin. Spurningurin er so eisini, hvat tað íer at kosta at byggja upp londini eftir kríggið. Verður kríggið skjótt liðugt, verður neyðugt at brúka einar 80 mia. kr. til at byggja Irak uppaftur og einar 20 mia. i Kuwait. Nr. 31 — 14. februar 1991 Yasser Arafat trugvur irakisk hornunum | MÓti Saddam Hussein Eitt av teimum tingunum, sum eygleiðarar íikki rættiliga skilja í sambandi við Golfkríggið, er steðan hjá PLO og leiðara tess. Higartil hevur Yasser Arafat, leiðari í PLO, sagt seg stuðla Saddam Huss- ein hundrað prosent í kríg- num móti teimum sam- eindu og Ísrael. Eygleiðarar halda, at henda steðan hjá PLO kann fara at koma pale- stinarum aftur um brekku eftir kríggið, tí tá fara palestinarar ongan góðan at eiga eftir. Men PLO og Yasser Arafat tykjast ikki at vera óttafullir av hesi sannroynd. Hann heldur fram við at úttala seg til frama fyri Irak og Sadd- am Hussein. Í eini samreðu við franska blaðið La Croix sigur Arafat, at Saddam Hussein sum einki er fer- ur fyri at føra kriggj móti teimum sameindu í trý ár. Hann sigur, at vandi er fyri at kríggið fer at breiða seg til alt Miðeyst- ur, og at tað tá fer at vera ein vanlukka fyri allan heimin. — ØL, sum hava irak- iskt blóð á hondunum, fara at verða revsað, segði Arafat, sum endurtók stuðul sín til Saddam Hussein. Henda hóttan Arafats var helst eisini adresserað til Noreg, sum júst hevur sagt seg vilja stuðla teim- um sameindu við eini hálvari mia. kr. afturat. Frammanundan hevur Noreg latið nógvan pen- ing til teir sameindu. Hóast tað eru teir pale- stinarar, sum duga at síggja vandan í at leiðari teirra Yasser Arafat al- ment stuðlar Saddam Hussein, so tykjast pale- stinarar í teimum hersettu ekjunum og í Jordan at taka undir við honum. Teir síggja Saddam Huss- ein sum teirra einasta meguleika at vinna aftur frælsi og land sítt. Flestu eygleiðarar eru samdir um at tað verða palestinarar, sum fara at gerast veruligu tapararnir eftir kríggið. Undan her- setingini av Kuwait vunnu palestinarar nógv- an pening í Kuwait. Nú hava teir allir mist sítt ar- beiði. Spurningurin er so, hvussu steðan hjá pale- stinarum fer at vera í teimum hersettu økjunum á Vestara áarbakka og í Gaza eftir kríggið. Ísraelar eru sum heild sera uppestir av, at pale- stinarar taka undir við Saddam Hussein, sum nú sendir eina rakett fyri og aðra eftir móti Ísrael. Av- gerðin hjá Shamir at víðka stjórnian við einum sera hegravendum jeda bendir á, at ísraelska stjórnin ikki ætlar at vera mjúk við palestinarar eftir kríggið. Men tað eru eisini teir ísraelar, sum ongan annan útveg síggja fyri at fáa eina varandi friðarliga loysn í egnum landi og í grannalondunum fyrr enn palestinarar hava fingið sítt egna land. Í samreðu við bretska sjónvarpið BBC sunnu- dagin segði kendasti rit- hevundin í Ísrael Amon Os, at hverjum enn pale- stinarar halda við í Golf- krígnum, so eru ísraelar noyddir at taka palestina- spurningin upp til við- gerðar og loysa hann. — Vit verða noyddir at tosa við palestinarar og ganga við til at teir fáa sítt egna land eins og vit hava fing- ið okkara, segði kendi ísra- elski rithevundin. Eisini framstandandi politikarar í vesturheimin- um hava í seinastuni út- talað seg um palestina- spurningin. Bretski uttan- ríkisráðharrin Douglas Hurd sigur í eini blað- grein, at palestinarar eiga at fáa sítt land, og at Ísrael eigur at taka seg aftur av teimum hersettu økjunum. Visa Saddam Hussein fram sum nyggja Hitler Tad er einki nytt i ti, at irakiski leidarin Saddam Hussein verður sammett- ur við týska Adolf Hitler. Hetta hvur m.a. verið ein av afturvendandi orðing- unum hjá amerikanska forsetanum, tá hann hevur umtalað steðuna í Golfinum. Men nú eru teir sam- eindu eisini farnir at BORNINI Í brúka Hitler-myndina í teirra propagandakríggi. Í sýrialendska hevuðs- staðnum Damaskus er í letuni ein stór framsýn- ing, sum kuwaitiska sendistovan har hevur tikið stig til. Hon fevnir um myndir, tekningar og plakatir av ymsum slag, sum alt setir líkheitstekin millum Saddam Hussein og Adolf Hitler. Á framsýningini verður greitt frá brotsgerðunum hjá irakiska leiðaranum í Kuwait, Irak, Iran og nógva aðrastaðni. Greitt verður frá, hvussu loyni- liga politiið hjá Saddam Hussein arbeiðir og hvussu tað pínir og ger av við øll, sum bara so mikið sum verða mistonkt fyri ikki at stuðla Saddam Hussein. Hóast framsýningin er sera provokerandi og ó- hugnalig, so tykist hon ikki rættliga at bíta á hjá tí vanliga sýrialendingin- um. Hóast hann heldur lít- ið um Saddam Hussein, so er misnegdin við sýria- lendska einaræðisharran eisini stór. Hafez al- Assad, sum eins og Sadd- am Hussein, stendur á odda fyri tí hataða Baath- flokkinum, hevur nógv morð á síni samvitsku. Men fólkið í landinum torir ikki at tala at av ótta fyri avleiðingunum. Hóast Assad ikki verð- ur mettur at vera líka stór hóttan móti umheiminum sum Saddam Hussein, so er eingin í iva um, at hann í mangar mátar er eins stórur einaræðisharri sum irakiski forsetin. Bæði bretar og ameri- kanarar hava sitið illa um sátt við Sýria í nógv ár, tí landið skal hava hýst nógvum terroristum. Nú eru umsteðurnar so broyttar og hava bæði bretar og amerikanarar Jan Miller skrivar