hósdagur 14. februar 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 31 — 14. februar 1991
bøtt um sambandið við
Sýrialand, sum nú eisini
er ein týðandi partur av
herdeildunum hjá teimum
sameindu í Golfkrígnum.
Sýrialendski leiðarin, sum
sær Saddam Hussein sum
George Bush:
sín stersta mótsteðumann
í Miðeystri, vil fegin hava
ta lyklasteðu, sum Sadd-
am Hussein nú í fleiri ár
hevur verið við til at fáa í
Miðeystri. Um hetta fer at
eydnast honum, vil bara
tíðin vísa. Men hann fýrir
so ikki fyri at brúka øll
vápn móti Saddam Huss-
ein, og eitt tað seinasta er
propagandavápnið, har
Saddam Hussein verður
samanborin við menn sum
— Mínar rakettir raka
ikki bara sivil, tær raka
enntá jodisk sivilfólk.
Tekningin er úr danska
blaðnum Politiken.
Hitler og Stalin. Tað eru
fleiri eygleidarar, sum
halda, at henda samanber-
ing er uppá sítt pláss, men
at tað átti ikki at verið
Hafez al-Assad, sum var
fyrstur at vísa á hana.
Bíða við landbardaganum
— Tað gongur eftir ætlan,
og tað gongur væl. Vit
hava ongan skund at
byrja landbardagan, men
fara at halda fram við loft-
álopunum í eina tíð enn,
segði amerikanski forsetin
George Bush eftir fund
við sínar næstu ráðgevar-
ar um kríggið í Golfinum.
Hóast tað hevur eydn-
ast teimum sameindu at
oyðileggja stóran part av
irakisku stríðsmegini, so
er landið tó framvegis so
væl fyri hernaðarliga, at
tað er neyðugt at halda
fram við loftálopunum í
enn eina tíð, áðrenn tann
stóri landbardagin kann
byrja.
Amerikanski verjumála-
ráðharrin Dick Cheney,
sum júst er afturkomin av
eini ferð í Saudi-Arabia,
heldur ikki, at nakar eigur
at undirmeta irakisku
krígsmaskinuna. Hon er
millum heimsins sterstu
og nógv sterri enn bert til
at gera innrás í Kuwait og
taka landið.
Kríggið hevur nú vart í
skjótt ein mánað, og tað er
greitt, at spenningurin øk-
ist fyri hvenn dag. Teir
sameindu vita, at tað fer
at kosta teimum nógv
mannalív, tá landbardag-
Teir sameindu royna at
oyðileggja so nógu av
irakisku deildunum sum
gjørligt vid flogforum
og herskipum, áðrenn
teir byrja sjálvan land-
bardagan.
Kelda irbetet
in byrjar av álvara, og tí
er taktikkurin at royna at
meða irakar at gera av við
sterri part av teirra stríðs-
megi í Kuwait.
Loftálopini á brýr, flog-
vellir og onnur mál í Irak
nú í fýra vikur, hava sam-
bært teir sameindu givið
úrslit. Ti nú er sera torført
hjá irakum at flyta mat og
eykalutir til deildirnar í
Kuwait.
Um somu tíð sum teir
sameindu herða loftálop-
ini og gera seg út til land-
bardagan verður eitt stórt
arbeiði gjørt fyri at finna
eina diplomatiska loysn.
Bæði Sovjetsamveldið,
Kina, Frakland, Týskland
og Iran royna at fáa sam-
ráðingar í lag, men higar-
til hevur tað ikki givið
nakað úrslit. Hverki Bush
ella Hussein eru sinnaðir
til eina vápnahvíld nú.
Í gjár fór franski uttan-
ríkisráðharrin Roland
Dumas til Moskva at
hitta Gorbatjov á máli, og
í Washington skal nýggi
franski verjumálaráðharr-
in Pierre Joxe hitta Dick
Cheney.
Gorkatjov hevur sent
ein av royndastu diplo-
matum sínum, Jevgenij
Primakov, til Bagdad, har
hann skal hitta Saddam
Hussein. Boðini, hann
hevur við til Bagdad, eru,
at eitt landkríggj fer at
fáa sera álvarsligar fylgj-
ur.
Kinesiski varauttan-
ríkisráðharrin Yang Fu-
chang er farin á eina vitj-
an í Sýria, Iran og Turka-
landi og at enda til Jugo-
slavia. Hann hevur eini
boð við frá kinesisku
leiðsluni og skal kanna
meguleikan fyri at fáa
eina skjóta loysn á Golf-
krígnum.
Týski verjumálaráð-
harrin Gerhard Stolten-
berg hevur havt ein fund
við italska forsetan
Andreotti, sum stendur í
neyvum sambandi við
iranska forsætisráðharr-
an. Stoltenberg skal síð-
ani til Turkalands og
Grikkalands.
Í Jugoslavia hevur verið
ein fundur fyri afturlatn-
um hurðum millum tey 15
alliansufríu londini. Ætl-
anin er at koma við einum
nýggjum friðarútspæli til
partarnar í krígnum.
Tað seinasta, sum er
hent, er at eitt umboð fyri
irakisku stjórnina skal
hava sagt, at landið er
sinnað at ganga við til
vápnahvíld. Men irakar
vilja als ikki tosa um at
taka seg úr Kuwait áðrenn
eina tílíka vápnahvíld, so-
leiðis sum USA og tess
sameindu hava kravt.
RIGET DN
ALLIERAT BOMBARDEMANG AV IRAKIERNA INFOR EN EVENTUELL MARKOFFENSIV
elittrupperna i Republikanska
gardet i
€ Amerikanska
B-52:or från baser
i Storbritannien och $ NM
Diego Garcia i SN
Indiska oceanen fåller
bombmattor øver
lraks førsørjningslinjer
och trupper
i Kuwalt
REUTER/
| Ola Winge
| Alliørade attackplan angriper de irakiska
Á 5” Amerikanska och brittiska minsvepare rensar
Persiska viken infør en kommande landstigning
e F-15 plan angriper
mål Á ar TV-s'
Maverick missiler
oavsett våder
øl
P” radarstationer och bunkrar | Kuwait.
rda
57 Slagskepen Missouri och
Wisconsin skjuter sønder
irakiska artilleristålininger,
en I)
Saddam Hussein gevst
ikki so. Hann heldur
fram vid at senda sinar
Scud-rakettir móti
Ísrael og Saudi-Arabia.
Mánadagin skeyt hann
32. rakettina móti Ísra-
el, men hon gjerdi ong-
an skaða.
Scud-rakettir vórðu
eisini skotnar móti
hevuðsstaðnum í
Saudi Arabia, men
heldur ikki har gjørdu
tær stórvegis skaða.
Tær vórðu skotnar nið-
ur av Patriotverju-ra-
kettum og ein Scud-
rakett datt niður í ein
skúlabygning, men
gjørdi bara materiellan
skada.
i Israel økist spenn-
ingurin alsamt og fleiri
og fleiri israelar visa å,
at landið kann ikki
bara standa og hyggja
at, meðan Saddam
Hussein ger seg inn á
teir.
Enn hava ísraelar so
latið vera við at gera
mótálop og tað er eisini
ógvuliga ivasamt, um
tað hevði tænt nekrum
hernaðarligum enda-
máli — annað enn bara
einum moralskum. Teir
sameindu eru betur
ferir fyri sum steðan er
nú at gera álop á Irak.
Men ísraelar, sum altíð
hava svarað slíkum
álopum aftur, vilja eis-
ini sjálvir sleppa at
vísa, at teir ikki bera
ótta fyri Saddam
Hussein.
Eitt stendur greitt,
og tað er, at ger Sadd-
am Hussein av at
senda kemiskt leddar
rakettir móti Ísrael, so
svara ísraelar aftur.
Higartil hava tvey
fólk latið lív og 600 eru
særd undir Scud-álop-
unum á Ísrael. Men ra-
kettirnar hava gjert
stóran materiellan
skaða. Meira enn 6000
íbúðir eru oyðilagdar.
Týskaland — jåttadi
mánadagin 18 milliónir
kr. til Ísrael. Peningur-
in skal brúkast til at
gera íbúðirnar aftur.
Ísland fyrsta landið at
viðurkenna Litavia
Sum fyrsta landið í
heiminum hevur Ís-
land nú viðurkent Li-
tavia sum eina sjálv-
steðuga tjóð. Ís-
lendska altingið sam-
tykti við stórum meiri-
luta eitt uppskot um
diplomatiska viður-
kenning av Litavia.
Tilsamans 41 ting-
limir tóku undir við
uppskotinum frá
stjórnini, bert ein var
ímóti. Sambært upp-
skotinum skal sam-
bandið millum Litavia
og Ísland setast í verk
skjótast gjerligt. Einki
ítekiligt verður tó sagt
um, hvat hetta
band merkir.
Men tá samband er
knýtt millum tey bæði
londini, so verður Is-
land fyrsta landið í
heiminum, sum alment
knýtir = diplomatiskt
samband við Litavia,
eftir at landið lýsti seg
sjálv steðugt.
Ikki alla staðni hev-
ur uppskotið fingið
góða undirteku. Rokn-
að verður við, at russar
fara at seta tiltøk í
verk móti Íslandi, eitt
nú við at gevast við
handilsligum
arbeiði.
sam
sam-
Her verður serliga
hugsað um tær stóru
negdirnar av íslendsk-
ari ull, sum russarar
keypa.
Íslendingar vóru eis-
ini teir fyrstu at vísa
samhuga sín við balt-
isku londunum, tá sov-
jettiskir hermenn her-
fyri gjørdu seg inn á
íbúgvarnar í Vilnius og
Riga. Tá vitjaði is-
lendski uttanríkisráð-
harrin, Jón Baldvin
Hannibalsson,
baltisku londini.
Formelt góðkendi Ís-
land sjálvstýri Litaviu
saman við Danmark í
1922. Tey bæði londini
ru tá eitt samveldi
og hevdu felags uttan-
ríkispolitikk. Viður-
kenningin frá 1922
stendur framvegis við.
Herfyri atkveddu
meira enn 90% av øll-
um íbúgvunum í
Litavia fyri at gera
landið sjálvsteðugt.
Nú fer tingið í
átavia at heita á onn-
ur lond við um at við-
urkenna tess sjálvstýr
og limaskapur i ST
verður so eitt av kom-
andi málum hjá tingin-
um.
tey
vo