Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. februar 1991síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Yvirbygningar Fyri ikki so mongum ár- um síðan varð farið undir at seta. yvirbygningar á tað føroyska samfelagið. Hesir yvirbygningar fingu heitið stovnar. Teir vóru sjálvandi hart til- trongdir í fleiri ferum, bæði hvat arbeiðspláss- um, arbeiðslag, upplýsing o.ø. viðvíkti Men tí fíggjarliga grundarlag- num sleppa vit ikki frá, hvat vit nú einaferð fáast við, ella hvat heiti hesir stovnar haa. Og tað er ikki fyri blindan at bera, at har hava vit ikki verið nóg fyrivarnir, vit hava í vissum føri bara latið staðið til. Urslitiå av okkara húsarhaldi vísir hvat steðu vit nú eru í, og hon verður ikki broytt uttan minkað verður um mangt og hvat, og eisini hesar yvirbygningar. Tveir av hesum stovn- um eru útvarpið og sjón- varpið, tier eru báðir kom- nir fyri at verða og tey allarflestu eru glað fyri teir. Útvarpið hevur hesa seinastu tíðina havt so nógv og gott tilfar, at onk- ur hevur kært seg um at tað órógvar fólk á summ- um arbeiðsplássum, so ar- beiði verður tarnað, t kann ein siga at stovnurin hevur gjert sína skyldu. Hendan morgunin út- varpið var og vitjaði sjón- varpið, hoyrdu vit sjón- varpsstjóran greiða frá teimum umsteðum, teir nú høvdu í mun til hvat teir hevdu havt, har vóru fleiri hundrað fermetrar á muni á gólvplássi og er tað bara gott. Men tá so hesin sami stjóri sigur at tey eru bert 30 fólk, sum arbeiða í sjónvarpinum og helst skuldu verið 60, tá hava vit vanligu lurtarar hug at etast, og serliga tá hugsað verður um, at ein partur av hesi arbeiðs- megi skal nýtast til at týða danskt mál til fer- oyskt, eitt mál, sum hvert mansbarn í Feroyum lærir í 10 ár og dugir uttan á fingrunum sum fadervor. Vit kunnu ikki hava sjónvarp í mun til onnur lond, tí tað eru vit ov fá- ment til, vit mugu heldur ikki gera sjónvarpið alt ov foroyskt, tí vit treingja til at síggja partar av tí stóru verð eins og øll onnur. Danska TV-avísin var ein saknur at verða av við, við henni komu vit nokk so langt til tíðir. X tíðindablaðið Nr. 32 — 15. februar 1991 Klubbavirkisemi — líkarættur Í okkara grannalandi Bretlandi er. vanligt at vera limur í onkrum klubba. Endamålini hjá klubbunum eru ymisk. Somuleiðis kann eisini sigast um okkara klubba- virksemi í Feroyum. Tó hava hesir klubbar tað til felags, at teir eru privatir. Tað vil siga, at fólk við sama áhuga hava tikið seg saman í bólkar og stovnað klubba. Klubbagkið er pri- vat og sostatt friðhalgað stað. Alt, sum privat fólk hava loyvi til, tá ið tey koma saman í veitslu, er at samanbera við ein klubba. Sostatt burdu tær regl- ur, sum hesi fólk/klubbar á sínum privata eki, eru samd um skulu galda, ver- ið í lagi. Havnar Klubbi sum landsins elsti hevur virk- að yvir 120 ár, og fingið frið at ment seg. Teir eiga bygningin, leiga út, hava drivið Havnar Bio, hava veitslur fyri limum og skeinkja vín og el og ann- að rúsdrekka. Sjálvandi við vinningi, sum skal gjalda lenir og aðrar út- reiðslur. Havnar Klubbi hevur sítt endamál, teir halda veitslur, hava dag- liga vitjan av limum við gesti, spæla bridge, billi- ard v.m. og mong hugna- Undirsjóvartunnil | 8 ed millum Streymoy og Vågoy Hetta var sera aktuelt mål, ja, agitationsmål til legtingsvalið 1988. Flest allir flokkar skirdu hinar flokkarnar ikki at vilja fremja hetta arbeidi. Ser- liga fekk javnadarflokkur- in, sum sat í landsstýrin- um saman við tjóðveldis- og framburðs- og fiski- vinnuflokkinum brigslað, at teir vóru ímóti tunnils- gerðini. Javnaðar-landsstýrið fekk byrjað tunnilsgerð- ina. Tað var eitt vónbrot, at fólkafloks-landsstýrið skuldi steðga tunnilsgerð- ini. Tó er ein vón um at 1. jan. 1992 skal arbeiði tak- ast uppaftur. .t er tilbúgvið. Útgerð- in il undirsjóvartunnilin ur "ir Vestmannasund st:adur og bíðar. Tað er klárt at fara und- i tunnilin. Øl] útgerðin er komin upp å plåss i Leyn- um. Eisini eru barakkir gjørdar til arbeiðsfólk at búgva i. Í Leynum stendur bori- útgerðin klár. Munnin er sprongdur inn í fjallið og smiðja og annað, sum skal til, er fingið til vega. Tíð- indi hava gingið um, at hetta hevur kostað ca. 50 milj. kr. Læntar vóru 150 milj., sostatt skuldu 100 milj. verið eftir at nýtt beinanvegin. Vit vóna at nýggja javn- aðar-landsstýrið eina ferð enn setur alla orku sína í at taka arbeiði uppaftur. Virðingarmest VN í ið. Sjálvandi verða eisini | undantek gjørd har, tá | dansifeløg og onnur í bólki eru á vitjan. Umframt Havnar klubba eru fleiri aðrir. All- ir riknir á sama hátt. The Royal Club er eisini ein klubbur, rikin á sama hátt sum hinir, tó við eitt sindur eðrvísi endamáli: nevnliga ein matklubbur og nu eisini ein dansi- klubbur. Limirnir i The Royal Club eru ymiskir. Tad eru limir, sum bert vilja gera nytslu av matklubbanum og onki vilja hava við dansiklubban at gera. Hesir limir hava tað til felags, at teir gjarna vilja hava meguleika at fáa góðan mat í eini fyrsta- floks restauratión við víni afturvið. Hetta var ikki møguligt i Føroyum, og tí tóku fleiri privatir pers6n- ar seg saman og gjørdu ein klubba. Hesin klubbur fekk eina reglugerð, sum varð >kon- firmerað< av fútanum. - Nógv tann stersti part- urin í matklubbanum eru fólk úr okkara vinnulívi, sum vanliga fáa gestir, sum teir sostatt hava hevi at bjóða við sær í klubban, á sama hátt sum teir verða bjóðaðir uttanlands, sum t.d. í Bretlandi. Eisini eru nógv vanlig fólk limir, sum ynskja at koma út í matklubban við gestum, sambært reglugerð klubb- ans. Soleiðis hevur verið koyrt í fleiri ár og soleiðis verður framyvir, so leingi sum tað eru limir/persón- ar, sum ynskja at varð- veita matklubban. Hin parturin av The Royal Club er dansiklubb- in. Har veru tað nekur fólk úr matklubbanum, sum hava kravt dansi- klubban í week-endini. Meirilutin av klubbafólk- inum hevur talað og fingið dansiklubban — ógvuliga demokratiskt. Dansi- klubbin hevur fingið nógvar limir afturat, og er tann sterri parturin í dag. Hesi gera nú eisini nýtslu av matklubbanum, soleið- is at tiltekini eru fleiri og sterri. Leiðslan í klubbanum hevur so uppaftur givið okkum limum meguleika at fáa hotelrabattir í fleiri londum, umframt ymiskar sertænastur, sum koma limunum til góðar. Klubbahelini eru dýrt utgjørd, og tað vilja limir- nir hava tey at vera. Klubburin hevur fyrsta floks tænarar at servera matin til matklubban, um- framt hjálparfólk, tá dansiklubburin er opin. Alt hetta kostar pengar, sum limirnir góðtaka at gjalda í teirra persónliga klubba. Tey gjalda til sín sjålvs, ti tå øll skuldin einaferð er goldin til bank- ar og fyritøkur avgera lim- irnir sjálvir, hvat skal ger- ast við peningin, sum tá stendur á conto. Møguleikar verða tå at keypa høli, byggja ut ella okkurt annað. Fyri at ongin misskilj- ing skal vera, skal upplýs- ast, at limirnir í The Royal Club ikki persónliga hefta fyri nakrari skuld, ella fyri teimum tiltøkum, sum klubbin fremur. Nevndin í The Royal Club hevur einsamell á- byrgd fyri, at alt fer lóg- liga fram sambært reglu- gerðini galdandi fyri klubban. Nakrir persónar hava stovnað eitt partafelag p/f Maxim, sum bert hevur eittans endamál, at virka sum eitt fíggjarligt bol- verk og garantur millum banka og klubba. Hetta partafelag skal avtakast, tá ið klubbin hevur aftur- goldið skuldina, sum p/f Maxim vegna klubban kautionerar fyri. Sostatt fáa limirnir í The Royal Club bara fyri- munir uttan ábyrgd. Ongin vinnur pening burtur úr klubbanum. Hann skal tverturímóti blíva sjálveigandi sum frálíður, alt bara limunum tilgóða. Sum limur í The Royal Club havi eg spurt meg fyri hjá álítandi keldum, aftan á tann sera áhuga- verda fund, sum varð hild- in fyri ca. 2 vikum síðani, og ynski tí at upplýsa okk- ara limum um saman- hangin í klubbanum. Góðu klubbalimir, latið okkum nú ikki svíkja leiðsluna í The Royal Club, sum hevur opnað klubban aftur, sambært einmælta fundarsamtykt á limafundi. Klubburin startar aftur á berum, allur kontantur peningur, kreditkort, vín og rúsdrekka v.m. av ein- um virði oman fyri 200.000 krónur hevur poli- tiið tikið. Umframt eru mistar inntøkur í ein mánað uppá fleiri hundrað túsund krónur. Ongin leiga er goldin, ongin renta og av- dráttur, ongir kreditorar goldnir, alt er í letuni eitt fíggjarligt turbolens. Umframt hetta, at fólk eru bangin fyri at vitja klubban aftan á ta mann- minkandi razziu, sum okk- ara alvápnaða fremmanda politi framdi í ektaðum kolonianda, við tí útstatio- neraða fútanum á odda. Hesir gjørdu seg inn á friðarligar føroyingar, við gestum, sum sótu til há- borðs og ótu degurða í sín- um privata klubba í sínum egna feðilandi. Orð eru ikki nóg mikið til at fordøma ein slíkan frekleika — vónandi finnst hóast alt eitt rætt- arsamfelag, sum gevur klubbanum viðhald og rættindi eins og hinir 20 klubbarnir sýnast at hava. Vónandi fáa landsins myndugleikar eisini skil á rúsdrekka- og klubba- viðurskiftunum, annars mugu teir ganga á odda og halda uppat við ellum almennum veitslum, har rúsdrekka verður nýtt, og forbjóða ellum privat- veitslum og brúdleypum eins og forbjóða at øll før- oysk skip sum td. Norrena fáa loyvi at skeinkja rúsdrekka. Vit í The Royal Club finna okkum ikki í, at vera prevaklútur í hesum máli millum politi og lands- myndugleikar. Góði limur í The Royal Club, hjálpið okkara leiðslu at fáa skil á aftur fíggjarliga við at vitja klubban eins væl og áður. Latið okkum vísa fútan- um, at vit krevja eisini okkara rætt fyri okkara klubba og persónligu áhugamálum. Limur í The Royal Club USA Dollari .. Bretland Pund .. V-Týskland Markur . Svøriki Kréna Noreg Kréna .. Frakland Frankur . Belgia Frankur . Svejts Frankur . Holland Gyllin ... Italia Liri ..... Finnland Markur Ísland Króna .. Eysturríki = Skillingur Spania Pesetas . Portugal Escudos Kanada Dollari .. Japan Yen .... Írland Pund .. Grikkaland Drakmur VALUTAKURSIR 14.2 síðsta mán. 563,25 573,50 1116,50 1124,30 384,90 384,95 102,55 103,13 98,29 98,47 112,93 113,40 18,700 18,715 449,38 453,20 341,57 341,52 0,5115 0,5132 158,28 159,16 10,50 10,55 54,710 54,695 6,155 6,157 4,3610 4,3610 48865 493,60 4,3555 4,3510 . 1024,30 1025,70 3,5910 3,6130 Kelda: Føroya Sparikassi BR B