Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. februar 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 33 — 16. februar 1991 gongur eisini, vit hava ikki annað. Nei, tað eru ikki nakrar »målskeivar« endingar i Orminum Langa ella nú- tíðar úttala av gomlum donskum vísum, sum av- gera um føroyska dansin- Minningarorð um Abraham Páll Abrahamsen um er lív lagað, ella um hann skal verða bara MENTAN, arvagóðs á bókahillum. Men, endar dansurin sum BREIN MENTAN, sleppa vit samstundis undan fráviki frá bókini, onki fótatraðk og orðabókin fær síðsta orðið. Jú, her er nakað, sum er vert at hugsa um, thi evigt ejest kun det tabte. Tann foroyski dans- urin stendur og fellur við, um nakar dansar hann. Dansifeløg kring landið gera nógv burtur úr fyri at hava dansin gangandi. Onkur skipar fyri barna- dansi, og fleiri skúlar gera eisini nakað fyri dansin, tó enn meir kundi verið ynskiligt. Ikki er at gloyma í vertsskapi, hvar dansurin kann vera meira kveikjandi enn hann til tíðir meira uppstákaði dansurin. Tað kann vera líka stór fynd í at kveða: So vakrar moyggjar og... í einum stað, sum tað er at kveða Regin Smið í einum eðrum stað. Onki er fett fótatraðk, men alt kann gerast til fótatraðk. Tó, við tí dansi- aktiviteti, vit hava í dag, er tann vandin minimalur. Í dansifeløgum verður kveðið kent sum ókent, tí annars verður kveðið ov nógv uppí saman, men í almennum dansi er neyð- ugt við fyriliti, har er ikki pláss fyri solopræstatión- um, tí tað styggir ov nógv. Úti um bygdirnar er al- mennur føroyskur dansur av og å, men her i Havn er tað næstan eiðasert. Stuttligt hevði verið, um vit kundu havt almennan føroyskan dans í nøkrum av teim gomlu dansi- kveldunum. Tað er ein hópur av fólki, sum bæði tímir og dugir væl at kveða, men sum ikki ynskja at innlima seg í eitt dansifelag, hetta hevði gavnað øllum. Við dansikveðu Regin Eikhólm HAVNAR FAT Tel. 88100 føddur 8/2-68 - deydur 21/11-90 Tad er ein stutt ein stokkut løta, verður ofta sungið í sálma 316 í sálmabókini. At skula skriva minn- ingarorð um Abraham Páll, er ikki lætt fyri meg, tí hann var sum ein sonur í okkara húsi, sjálvt um hann átti for- eldur og systkin, ið vóru góð við hann, ja, tey elskaðu hann yvir alt, so var hann hvenndags- gestur her hjá okkum, og kom tað einamest av at Gunnleif og hann vóru bestu vinmenn. Lívið er ikki eins fyri oll. Fyri 18 árum síðani var Abraham Páll fyri tí lagnu at detta á sjógv á Piddabrúgv, men har var ein hægri makt uppii, tí ongin var til staðar og så tilburðin, men Sammulina, sum tå budi i Fuglafirdi, så hetta ur vindeyganum hjå mammu sini, og sig- ur hetta vid Arnley, sum helt at hon kundi ikki siggja so langt, men før Arnley so út og tók eina súkklu, ið stóð uttanfyri og súkklaði norð. Jú, tá lá Abraham Páll har og fleyt. Hjálp kom til og ringt varð til lækna, ið hevði vakt úti á Skála. Arbeitt bleiv uppá hann allan vegin út. Tá tey komu út ímóti Skála- botni, fingu tey lív í hann, men vit vita ikki, um hann kann hava fing- ið skaða av hesum. At Abraham Páll var annarleiðis enn onnur, tað vistu vit ell. Hann var sterkt orðblindur og dugdi tí ikki so væl at lesa og skriva sum onn- ur, men hann kláraði seg allastaðni, hvar hann so kom. Hann var ikki tann typan, ið leyp framav, men var altíð klárur við eini hjálpandi hond, og munnu tað ikki vera so fá eldri fólk her í bygd- ini, ið kunnu prógva tað, tá tey komu úr Keyps- samtekuni við eini tung- ari tasku, so var hann al- tíð klárur, við hesum orðum, skal eg ikki hjálpa tygum. Hetta fingu vit eisini prógv fyri, tá hann nú doyði. Tá vit fríggja- kveldið kl. 19.30 komu til Fuglafjarðar við líkin- um, var kirkjan full, og var hetta ein stór troyst einamest fyri foreldur og avvarðandi at síggja. Og eisini sunnudagin, tað er nokk stersti líkskari, ið hevur verið í Fuglafirði. Tá Abraham Páll var konfirmeraður, fingu foreldrini hann til Havn- ar at ganga í skúla, og var tað Dánial Vang, ið hjálpti foreldrunum við tí. Har gekk hann í tvey ár í skúlanum á Treðni. Har dámdi honum væl og fekk har góðan lær- dóm. Tá hann kom norð- ur aftur, fór hann at ganga í skúla í Getu hjá Niels, har gann gekk tveir vetrar. Eisini hev- ur hann gingið tvey ár hjá Óla Jákup her í skúl- anum, og var hann byrj- aður nú aftur, men var bert eitt kveld í skúla, tí tá mátti hann suður aft- ur til behandlingar, men sigur við Óla Jákup, ið hann helt nógv av, — eg komi aftur, tá eg komi norður aftur, men so varð ikki. Ongin følir mein i ann- an manns bein, er eitt gamalt orðatak. At Abraham Páll var so sjúkur, tað vardi ongan, tí hann tosaði ongantíð um sjúku. Hann fór nið- ur á Ríkishospitalið triðja hvítusunnudag til kanningar, og var eina viku niðri, so fór hann niður aftur 10. septemb- er og bleiv opereraður fyri eygað 24. sept. Tá hann kom heim aftur, skuldi hann binda frið til hann skuldi niður aftur til kanningar. Síðani hevur hann ar- beitt hjá E.S.T. saman við pápa sínum, sum hann helt ógvuliga nógv av, og altíð tosaði um. Tað var gott hjá Ed- mundi at hava Abraham Páll hjá sær, tí hann var raskur og álítandi, tað, sum Abraham Páll hevði gjørt, noyddist ongin at gera um aftur, sjálvt um hann ongan lærdóm hevði og bert var 22 ár. Tað at Abraham Páll ikki er ímillum okkum meira, virkar so mein- ingsleyst, tí ein unglingi í 22 ára aldri, skuldi man trúð hevði nógv góð ár fyri framman, men Harr- in spyr ikki um aldur. Vit standa mangan so spyrjandi og siga um aftur og um aftur hví, hví hann, ein so fittur og skikkiligur drongur. Eg tosaði mangan við pápa um hetta evnið, men segði pápi altíð, — Anna góða, alt tað sum Vár- harra ger hevur eina meining. Jú, tað er rætt. Seinastu ferð Abra- ham Páll var inni hjá okkum, var leygarnátt- ina. Tá sigi eg við hann: — Abraham Páll, hví sært tú so út um andlit- ið. Hann hugdi uppá meg, so sigur hann: — Fastur, eg havi so ilt í hevdinum, eg haldi eg fari bara norð í song. Vit hevdu onki ljós, so eg fylgdi honum oman í kjallaran = við einum stearinljósi, og var tað seinastu ferð, vit sóust, sjálvt um hann segði, — vit síggjast í morgin. Abraham Páll small um sunnudagin heima hjá foreldrunum við heilabløding og um læknarnir i Havn bóru skjótt at og sendu hann nidur, so var nokk onki at gera. Góðu tit, bæði Ed- mund og Elspa, har sótu tit sum foreldur yvir tykkara elsta barni, bert 22 ára gamal. Lá í respi- rator, kláraði seg ikki uttan. Sum tú hevur greitt okkum frá, Ed- mund, fingu tit alt so væl forklárað frá lækn- unum, og sum tit komu at sanna passaði alt næstan uppá minuttir. Tað var tungt at skula taka eina avgerð um at skula slekkja ein respira- tor, men tá man situr uppi yvir einum, ið man elskar, og sær hvenn veg tað ber, ger man tað, ið rætt er, og tað gjørdu tit bæði. Men áðrenn vildu tit vera saman við soni tykkara, hvar tit hildu í hver sína hond, meðan tit bóðu eina ben, og síð- an lósu tit benina, ið Gud sjálvur hevur lært okkum, Faðir vár, síðan signaðu tit hann sum eitt síðsta farvæl. Við lið tykkara teir dagarnar niðri var Gord- on Martin og var hann tykkum ein góður og sterkur stuðul. Góðu tit, foreldur, systkin og ommurnar báðar. Saknurin er tung- ur, men Harrin vildi spara Abraham Páll fyri meiri pínu og tí var so brádliga boð eftir hon- um. Góði Abraham Páll, tú ert nú heima í Guds ríki saman við teim, sum undan tær fóru, og gleða vit okkum til at síggja teg aftur, tá okkara tíð er. Tú fylgdi mær fyrst tá í vøggu eg lá og so tá eg stetlaði gólvinum á — og síðan tá omman meg tók á sítt knæ og lærdi meg har fyrstu bøn, ið eg bað. Tú fylgdi mær við tíni verjandi hond tá smápiltar leiktu um hamrar og strond. Tá lívið var burtur, mín fótur ei gleið, Tú studdi oss væl, so vit snávaðu ei. Tú fylgdi mær gjøgnum mitt lívsfríska vár, vid frei og strev fóru unglingaár, Tin Andi, tin kærleiki vardi so meg, at aldri eg viltist av frelsunnar veg. Tú fylgdi mær væl mína reystastu tíð, um lagnan var herð, ella leiðin var blíð. Um neyð ella sorg inn at hjarta mær gekk, tá linna og troyst eg altíð frá tær tó fekk. Tú fylgir mær fullvæl í ellini nú, og byggir frá jorð móti Himli mær bú. Um liðir og limir mær vikna hvønn dag eg nærkist tær Gud mín, og sálin gerst glað. Tú fylgja mær vilt, tá ið slókna eg skal. Tú gavst mær títt lyfti, tað styrkir meg væl. Ja, áðrenn eg spurdi, tú gavst hetta svar >Ver tryggur! Eg vera skal verja hjá tær«. Í kvinum helt tú teg trúfast til mín, í deyðanum verði eg bjarganin tín! so troystarríki náði so góð til mín rokk! »O faðir, tær veri lov, pris og øll tøkk«. Friður veri við minnin- um um Abraham Páll. Anna fastur við húski