týsdagur 19. februar 1991síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
- ber lønina í sjålvum sær. Alt tað sum er uttan
fyri pallin eru lutir, sum tú noyðist at taka við,
sigur Sissel Kyrkjebø m.a. í samrøduni
Hóast nógv hevur verið
skrivað seinasta árið um
songkvinnuna úr Bergen,
sum flutti ul Danmarkar
í fjør, so hevur skriving-
in einki havt við hennara
yrki at gera.
Tað er heldur ikki so
løgid, ti í fjør var fyrsta
árið Sissel Kyrkjebø hev-
ur hildið frí.
Hon hevur nomið sær
sangútbúgving og tikid
sær stundir at steðga á
eitt bil, fyri at kanna,
hverjar avbjóðingar hon
komandi árini skal fara í
holt við
KROGVADI SEG
FYRI PRESSUNI
Sissel Kyrkjebø vitjaði
i Føroyum i farnu viku,
og har var gjørt nógv
burturúr at verja song-
kvinnuna mót fjølmiðla-
iki. Ferðin var ætlað
sum Kkunningarferð í
komandi
framførslurnar í juni
samband vid
laða tá hon skal
rá í Klaksvík og í
Fuglafjarðar
ntukór og gentukórið
la í Sandagerði
"Va gå tur
Kyrkjebø hevur
ER
rstaka rødd, og
sangarayrkið
eftir skal men
} > På * x
hevur ti staðið á
semasta árið
sskúla og tvey ára
framførslur í sangleikin-
I "South of Music" i
Hóast hon ikki hevur
staðfest seg sum lista-
kvinna í stóru verð - hon
hevur havt eina fram-
førslu í New York og
eina i Berlin - so er hon
kortint kend og væl
umtékt i Nordurlondum.
Sissel Kyrkjebø er bert
21 åra gomul, og ti
hevur hon roynt at fjalt
seg fyri fjølmidlunum,
sum áhaldandi tey sein-
astu fimm árini hava
fylgt hvørjm fótafeti
hennara.
At songrødd hennara er
cin gimsteinur, sum
krevur at hjúklast um, er
einki ivamål. Annað er,
at so nógv fólk kring
songkvinnuna hava fingið
ul uppgåvu at pallseta
arbeiði hennara, og tað er
kanska eisini eitt haft,
sum voldar so ungari
kvinnu trupulleikar.
BERT VANLIG
GENTA
Sissel Kykejebø skilir
ikki, at hon skal vera so
áhugaverdur persónur, og
sigur um seg sjálva:
- Eg eri bert ein ung
genta, sum fyri fimm
árum síðani varð biðin
um at syngja ein sang, í
samband við at Grand
Prix tiltakið varð sent úr
heimbýi mínum Bergen.
- Í veruleikanum fekk
eg hesa uppgávu, ti ein
onnur songkvinnan, sum
skuldi synga, hevði givið
avboð.
Eg var bert 16 ára
gomul, og var júst farin
á Handilsskúla. Eg gekk
i 1. flokki, og tað var
kanska bjargingin, at eg
ikki vaknaði næsta morg-
um varð kend og bein-
leiðis fór inn í "show-
biz," hóast boð vóru eftir
mær úr gllum londum.
Um barnaárini og
skúladagar sínar, sigur
Sissel Kyrkjebø: - Eg eri
uppvaksin í einum
vanligum íbúðarblokki.
Pápi mín er roknskapar-
haldari og mamma starv-
ast á teldudeild á uni-
versitetinum í Bergen.
Eg eigi tveir beiggjar
annar er landafrødingur
og hin ger fyrifallandi
arbeiði, og hevur ikki enn
tikið stóðu til, hvørja
útbúgving hann skal ogna
SÆT.
I heimi okkara hava vit
øll lurta nógv til tón-
leik, men eingin - áðrenn
eg - hevur beinleiðis
spælt á ljóðfori ella sun-
gið. Tað var bæði Tom
Jones og James Last, um-
framt klassiskan tónleik,
sum vit spældu heima.
Á ROSSABAKI Í
HAVNARDALI
Sissel Kyrkjebø er hug-
tíkin av føroysku náttúr-
uni og kennir seg stimb-
raða av at hitta føroysku
tónleikarar og limir í
gentukórunum.
Eftir vitjanina í Kirk-
jubø, har hon hómar sam-
band við slekt sína - hon
er ættað Kyrkjebø i
Sognefjorden - helt hon
likust nåttåruni i fjøll-
unum i Noregi Hon
var hugtikin av hav-
lufuni og tararoykinum i
Kirkjubø, og helt tad
vera munin millum fjal-
laumhvørvid i Noregi og
Føroyum.
- Fyri beinleidis at
koma í samband við nátt-
úruna, spurdi eg Páll
Patursson, bónda, um tað
bar til at sleppa ein túr á
rossabaki, tí tað helt eg
skuldi roynast, nú er var
stødd her.
- Eg eri so hugtikin av
skaldsgguni "Barbara"
hon er ein myndbering
øll sum hon er, og gevur
mær kenslu av at hava
verið her áður. Ferðin
hevur rættiliga givið
mær innblástur, sum eg
fái brúk fyri, tá eg. komi
aftur á konsertferðini í
summar.
Hvussu var tað at gerast
kend út um landsmark, tá
tú sang í Grand Prix?
- Eg var bert 16 ár og
púra ókend, men tað
Nr. 34 — 19. februar 1991
bjargaði mær, at eg gekk
í skúla og var saman við
ungfólki, sum spældu
fótbólt, hondbólk og
tónleik. Skúlin vardi meg
móti fjølmidlunum, og
eg kendi skúlaumhvgrvið
sum mítt frípláss, har eg
bert var ung genta, saman
við vinkonum og skúla-
vinum mínum.
GAVST IKKI Á
HALVARI LEIÐ
- Eg havi altíð hugsað
soleiðis, at tað tú fert
undir, skalt tú fullføra.
Tí var tað als einki
ivamál, at eg skuldi gera
skúlan lidnan, áðrenn eg
fór víðari sum song-
Glæsiliga løtan á palli
kvinna.
- Tað hevur kortini
ikki verið uttan trupul-
leikar, tá ein kennir tað
sum Øll tjóðin hevur
eyguni við tí minsta
fótafetinum, sum tú tek-
ur.
Tá eg var liðug í
sangleikinum "South of
Music" umhugsaði eg
støðuna. Eg havi altíð
havt áhuga fyri sangi,
dansi og sjónleiki. Tá eg
fekk mær handilsút-
búgving var tað tí eg ikki
kendi meg nóg búna til at
flyta heimanífrá. Skuldi
eg fáa mær slíka útbúgv-
ing, noyddist eg at flyta
úr Bergen til Oslo.
Nú ert tú flutt til Dan-
markar at búgva. Leingist
tú ikki heimaftur?
- Eg eri ikki beinleiðis
flutt til Danmarkar, eg
havi ikki flutt bústað.
Munurin er bert tann, at
eg havi íbúð í Keyp-
mannahavn, tí eg gangi
til sangundirvising i
Danmark, har eg eisini
havi fingið nógvar vinir.
Foreldur míni vitja meg
ofta, og tað er bert ein
tími at flågva úr Noregi
til Danmark.
Tad hava fjølmidlarnir
gjørt nógv burturúr?
- Tað noyðist eg at á-
sanna. Hóast eg havi havt
eitt "sabbatár" so hava
blýðini ongantíð áður
skrivað so nógv um meg,
sum júst hetta árið. Tað
er basidan av "medalj-
uni,” tá tú hevur slíkt
A
Orð: Dagny
Mynd: Kalmar
Sissel Kyrkjebø: - Eg
taki undir við
orðatakinum: Hvat
nyttar tað at vinna
allan heimin, um tú
missir teg sjálvan
burtur. Eg visti kortini
frammanundan, tá eg
valdi at halda fram
sum songkvinna, at so
mangt annað fylgir
við, sum tær ikki altíð
dámar. Tí er tað so
umráðandi at vera
erligur fyri sær
sjálvum, og eg veit
hvat eg standi fyri. Tí
nervar tað meg ikki, tá
blødini skriva okkurt
um meg, sum eg ikki
kennist við
PUNTA