týsdagur 19. februar 1991síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 34 — 19. februar 1991
Hvar fór líkarætturin?
Viðmerking til lim í The Royal Club
Tað var sera áhugavert at
lesa grein tína >Klubba-
virksemi — likarættur«.
Tú greiðir sera væl frå
klubbavirkseminum, men
orsaka meg, eg hevði eitt
sindur ilt við at fáa eyga á
líkarættin.
Tú byrjar við at saman-
bera Royal Club og Havn-
ar Klubba. Jú, eg skal
geva tær rætt í, at tað er
undarligt um ólógligt
virksemi verður minni
ólógligt við tíðini, og eg
skilji tí í ávísan mun tína
undran, tå løgreglan fyrst
leggur eftir teimum
yngstu og nýggjastu
klubbunum. Men eitt
lógarbrot er kortini eitt
lógarbrot, uttan mun til
um tað eru ein ella fleiri,
sum fremja brotið. Ann-
ars kundi hugsast, at um
bert nóg nógv fólk snýttu
í skatti, so hevði hetta við
tíðini blivið lógligt, og so-
leiðis er samfelag okkara
tíbetur ikki skipað enn.
Men hvar er hesin góði
likarætturin, sum tú
nevnir i yvirskriftini? Er
tad likarættur hjå øllum
at melda seg inn i tykkara
klubbar? Er tad likarætt-
ur, at summi vid at stovna
feløg, partafeløg og klubb-
ar sleppa undan lógini,
sum galdandi er fyri tey,
sum ikki eru limir í onkr-
um av ådurnevndu felags-
skapum? Er tað líkarætt-
ur, at bert tey við lima-
prógvi í vestalummanum
sleppa at keypa sær ein
lítlan ella fáa sær ein góð-
an degurða við víni aftur-
við? Er tað líkarættur, at
nakrir samfelagsborgarar
við at taka seg saman í
klubbar kunnu fáa frami-
hjárættindi, sum aðrir
borgarar í sama samfelag
ikki hava meguleika at
fáa? Sanniliga er tað ein
login líkarættur, sum tú
og restin av klubbarersl-
uni i Føroyum standa fyri.
Tu tosar um demokrati.
Føroya Løgting er eitt
demokratiskt valt parla-
ment. T.e. at tad er saman-
sett av fólki, sum veljarar-
nir i Føroyum hava valt,
vónandi við tí fyri eyga, at
hesi á skilagóðan hátt
kunnu skipa soleiðis fyri,
at neyðugar reglur og lóg-
ir verða settar í verk til
tess at tryggja, at veljarin
fær síni ynski framd. Tað
er jú tí vit velja hesi fólk
ella hvussu? Men tú hevur
verið við til at bróta
galdandi føroyska lóg
(helst er tað tí, tú ræðist
at seta navn undir tað tú
skrivar), hvussu kanst tú
tosa um demokrati? Tað
eru jú júst tú og tínir
líkar, sum við tykkara
virksemi eru við til at
niðurbróta fortreytirnar
fyri demokratinum. Hví er
tú so bangin fyri, at onnur
skulu fáa lut í tí, sum tú
heldur vera ynskiligt og
gott? Hví nýta tú og tínir
líkar ikki tykkara demo-
kratiska rætt til at gera
vart við ónegd tykkara í
sambandi við galdandi
lóg? Helst er tað tí at tit
ikki orka tankan um at
skula berjast fyri eini sak.
Tykkum dámar hesar
smáu klikurnar við væl-
sorteraðum limalista, har
tit nakrar ferðir um vik-
una kunnu ganga og
spæla »Dollars« við gløs-
um á hegum stelkum í
hondini og ektaðum leður-
deymi undir gumpinum.
Men líkarættur verður
klubbavirksemi á tykkara
steði ongantíð.
Klávus á Kálteigi
Seriøst uppskot til gagns fyri
okkara eftirkomarar
Stovnan av áhugafelag,
sum skal skipa fyri at eitt
føroyskt akvarium verður
stovnað, til frama fyri
okkara eftirkomarar, so
eisini teir fáa hevi til
igjøgnum — um ikki ann-
að so skúlaverkið — at
læra um og síggja tey
fiskasløg, sum okkara hav
fyri bert fáum árum síðan
var so ríkt av, men sum
vit — okkara ættarlið —
hava týnt og lagt oyði.
Tá okkara fíggjarmála-
ráðharri neyvan hevur
fleiri privatar bygningar,
hann ætlar sær av við, og
landskassin er temdur,
kundi tað verið eitt hug-
skot, um helmingurin av
tí bygningi, sum nú húsar
miðsteðini fyri undirvís-
ingaramboð fyri lærarar í
Feroyum, eisini kom at
húsa einum feroyskum
akvarium.
Tá hesin bygningur er
sear væl egnaður, við ljós-
um stórum rúmum og
vindeygum, og liggur so
sera væl fyri, so høvdu
hesir neyðars fiskar, sum
nú vóru á turrum, kortini
trivist og hugna sær. Væl
sæst út á hav, og har
kundu teir so droymt um
gamlar dagar.
Umframt kundi verið
Hvor rindar rokningina?
Í hesum sparitíðum undr-
ast ein enn meir, hví peng-
ar í sterri mun ikki verða
tiknir frá teimum, sum
hava ráðini. Hví verður
»meinigi madurin« enn
eina ferð so knokkroyttur
í skatti. Er tað ti, at hesi í
mun til ríkmannin ell hesi
mongu árini eru sloppin
munandi lættari í skatti?
Hesa nidurstødu er okk-
ara landsstýrið nú komið
til, annars høvdu teir væl
ikki gjørt hetta nýggja
uppskotið. Ikki ti, eg
væntaði hetta alla tíðina
— bert spell fyri tykkum
mongu, sum enn einaferð
lótu tykkum lokka.
Kom nú at hugs: um
eitt annað Ikki tí er „avi
nakað ímóti okkara prest-
um — tverturímóti. Men
er nekur meining í, at
prestur skal hava rætt til
fría íbúð, so leingi hann
virkar sum prestur. Er løn
hansara so lítil, at mett
verður, at hann ikki, sum
onnur (rík og fátek) kann
seta fetur undir egið borð?
Um so er, má len hans-
ara setast upp beinanveg-
in. Tað er tó komið mær
fyri oyra, at prestar fáa
góða len — ja, í minsta
lagi fýra ferðir arbeiðs-
mannalenina. So kann tað
væl ikki vera rætt, at so-
leiðis verður gjørt — er
tað ikki mannminkandi
fyri prestin sjálvan?
Eini hús eru nýliga upp-
komin her í Havn, og tey
kosta ivaleyst ikki smá-
vegis. Hver rindar grund-
stykkið (væl ikki býráðið
nú í hesum tíðum), og
hver rindar slík hús — eg
fari kanska heilt skeivur í
mínum gitingum?
Myndugleikarnir svara
mær neyvan, so kanska
onkur prestur sigur,
hvussu er við hesum.
P.
umhugsað at biðið um
stuðul til føroyska
akvariumi frå trolvirkjun-
um og eðrum góðum
monnum so sum trolara-
og partrolaraeigarum,
sum væntuliga taka væl
undir vid tiltakinum —
sum rættir fiskavinir.
Åhugadur forngripa-,
fiski- og ættargranskari
Kiosklógin
Nú skal KIOSKLÓGIN
viðgerast og endalig lóg
samtykkjast. Umráðandi
er tí NÚ at fáa fram mest
meguligt, ið kann geva
grundarlag fyri eini sak-
ligari viðgerð, har minst
meguligt verður burtur-
gloymt:
Higartil hava bert verið
nevnd tey veruslegini,
loyvd skulu verða at selja
í kioskum. Eingin hevur
enn — mær vitandi —
nevnt tænastur.
Her hugsi eg um olju
bensinselusteðirnar, ið
hava »snikt« seg inn um
heitið KIOSK.
Tað einasta hesar
»SERVICUSTØDIR«
veita eftir vanliga handils-
tid og um vikuskiftini eru
olja/bensin og so góðgæti,
harundir flestu keyp-
mansvørurnar! — Men
ONGA TÆNASTU!
Tvørleikarnar vid einum
tílíkum »frælsi« hjá ser-
vicusteðunum skal eg
lýsa her:
Fyri 3/4 ári síðani hevdu
føroyingar vitjan úr Ong-
landi, Írlandi, Skotlandi
' og Wales — 50 ára minn-
ingarhald um seinna
heimsbardaga.
Vit høvdu 2 walisarar
búgvandi, sonur okkara
tað sama. Vit hoyra til
undantekini — við einum
„felags bili« — so tað kom
illa við, at bilurin ein leyg-
armorgun stóð »flatur« i
túninum, júst tá vit
skuldu vísa gestunum
land okkara.
(Vit hava eitt av teim-
um eykahjólunum, ið bert
eru ætlað at „klára túrin
til næstu servicustød«).
Farið varð niðan í
Gundadal, til Statioil: Nei,
ikki fyrr enn månamorg-
unin, tíverri! Før síðani út
á Frælsið, til Shell: Sama
svarið!
Í hvergum feri hevdu
»SERVICUSTØDIR-
NAR« nakran, ið kundi
beta eitt bilhjól!
Biltúrurin varð avlýst-
ur. Vit spákaðu ein túr í-
staðin, so gestirnir fingu
ongantíð land okkara at
síggja, sum vit høvdu unt
teimum!
Demið skuldi verið nóg
greitt til at lýsa kveld- og
vikuskiftistervin, so
KRAVT VERÐUR, at
servicusteðirnar VIÐ
KIOSKLOYVI, SKULU
LÚKA ALLAR VAN-
LIGAR TÆNASTU-
VEITINGAR UTTAN
FYRI VANLIGA HAND-
ILSTÍÐ, so sum dekkum-
vælingar, oljuskift, filtur-
skift o.a. smávegis, ið er
neyðugt, skal biltúrurin
halda fram — eitt nú hjá
turistinum, ið ikki eigur at
standa sum »kånus«, tá
hann kanska kemur í
somu steðu sum vit.
Servicusteðirnar
sleppa sær
SKYLDUM við at spara
eitt faklært fólk (munnu
ikki lærlingar kunna klára
so frægt — og so fáa nak-
að av yvirtíð at liva av?)
Lærlingar og sveinar
kunnu, fyri tað, eisini selja
bomm, margarin, breyð,
mjólk o.s.fr.!
Við tí omanfyri stand-
andi vóni eg at hava »giv-
ið bóltin upp« til eina upp-
aftur gjelligari viðgerð av
KIOSKMÁLINUM.
X
Hvat meinar madurin?
„Fólk, ið hava rikar kensl-
ur, skapa eitt rikt samfe-
lag«. Soleidis sigur Poul
Michelsen i seinastu
Dimmu, og eg kann i ein
vissan mun taka undir vid
honum. Um Havnin ikki
hevði átt sina gomlu søgu
við ellum sínum gomlu
bygningum, sínum skeld-
um, listamálarum og rit-
hevundum — ja enntá
onkrum góðum fótbólts-
leikara, so høvdu vit væl
verið væl fátækari. Men
at vevja ein flogvell á
Glyvursnesi upp í hetta
menta prát er at tosa utt-
an um veruleikan.
Einum nýtist ikki at
hava ríkar kenslur fyri at
droyma um ein flogvøll á
Glyvursnesi. Eg vildi
heldur sagt, at tá ein nýtir
fleiri milliónir at kanna
eitt slíkt ervitisprojekt
fyri rokningina hjá borg-
arunum í Havn, tá er ein
kensluleysur.
At Poul Michelsen ong-
ar kenslur hevur, hava vit
fingið prógv fyri ferð eftir
ferð nú seinastu tíðina —
hugsið bert um rokning-
na, hann hevur sent
mammum og pápum í
Havn fyri einnýtslubekur
í fólkaskúlanum. Hesir
pengar fíggjað neyvan
raksturin av tí nýggja
flogvellinum hjá Pouli.
Forrestin, er tað eingin í
býráðnum, sum kann upp-
lýsa, hvussu nógvir peng-
ar eru nýttir til allar hesar
kanningar?
P.
Ringið! :
- og vit skriva
(O11820