Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Norski fiskimálaráðharrin: Stuðulin til fiski- vinnuna skal burtur Tað er ikki bert í Fer- oyum, at tosað verður um at minka og heilt avtaka stuðulin til fiskivinnuna — og at gera vinnuna meira lenandi við at minka um veiðuorkuna. Hetta eru eisini spurningar, sum eru nógv frammi í Noregi. Tann almenni stuðulin til norsku fiskivinnuna skal heilt burtur um nekur fá ár. Hetta segði nýggi norski fiskimálaráð- harin, Oddrun Petter- sen, í einum fyrilestri í Bergen í vikuni. Pettersen segði, at tað í framtíðini bert verður áhugi fyri eini fiskivinnu, sum veru- liga lenar seg. »Profilen på vår nye fiskeripolitikk bør være at hver enkelt gis mulighet til bedrifts- økonomisk tilpasning« segåi fiskimålarådharr- in sambært norska blaðnum Aftenposten. Hon visti å, at tann nógvi almenni studulin seinastu árini hevur medvirkað til at varð- veita ein alt ov stóran fiskiflota. Hetta hevur so aftur seinkað eini til- laging, sum svarar til strukturbroytingarnar í samfelagnum. Norska stjórnin legg- ur upp til eina skila- góða tillaging í fiski- vinnuni longu í hesum árinum, segði fiski- málaráðharrin. Kapp- ingarferið skal økjast og tervurin á almenn- um stuðuli minkast. Í samráðingunum við EF hevur Noreg pliktað seg til at allur almennur stuðul, sum skerjir kappingina, skal burtur áðrenn end- an av 1993. Eftir tað verður stuð- ulin latin sum menn- ingarhjálp til ávís eki og bert í lítlan mun sum beinleiðis vinnu- studningur. Fiskivinn- an eigur tí í framtíðini at leggja seg eftir meira at hugsa um marknaðin og góðsku, segði Oddrun Petter- sen. — Hesi seinastu 30 árini hevur vánaligt lensemi sett sín dám á fiskivinnuna. Hetta er eisini orsekin til at vit hava fingið ein ov stór- an fiskiflota. Spurning- urin um hvussu vit kunnu fáa eina meira lenandi vinnu fer tí í fyrstu syftu at snúgva seg um, hvussu veiðu- orkan kann minkast, segði norski fiski- vinnumálaráðharrin í Bergen. Doktari í grindahvalum og nýsum Liselotte Wesley And- ersen, ið starvast sum lærari og granskari í lívfreði á Náttúruvís- indadeildini á Fróð- skaparsetrinum, hevur 18. januar 1991 frá Náttúruvísindaliga fakultetinum, Aarhus Universiteti vunnið sær Ph.D. heitið í lív- freði fyri ritgerð sína: >The Population Struc- ture and Sex Deter- mination of the Long- finned Pilot Whale, Globichephala Melas, and the Harbour Por- ise, Phocoenia Pho- oenia«. Liselotte Wesley Andersen tók i 1985 progv sum cand.scient. i lívfríði við Aarhus Universitet og kom í starv sum adjunktur í lívfreði á Náttúruvís- indadeildini 1. sep- tember 1989. Ritgerdin hjå Lise- lotte Wesley Andersen er ein av fleiri Ph.D-rit- gerðum, ið eru komnar burtur úr teirri stóru altjóða grindakapping- ini, ið m.a. Náttúru- gripasavnið og Fróð- skaparsetur Feroya hava verið uppi í. Í Spania kemur ein Ph. D.-ritgerð um grinda- hval við tilfari frá hesi kanning um stutta tíð, og ein er á veg í Frankaríki. Nr. 34 — 19. februar 1991 Gorbatjov ger eina síðstu roynd at fáa frið í Golfinum Í gjár vóru samráðingar í Moskva millum irakiska uttanríkisráðharran = og ovastu sovjettisku leiðsl- una við sjálvum Gorba- tjov á odda. Hesin fundurin verður mettur at vera seinasti meguleiki at steðga kríg- num í Golfinum, áðrenn teir sameindu byrja tann stóra landbardagan móti irakisku deildunum í Ku- wait. Tað var vitjanin hjá sov- jettiska diplomatinum Primakov í farnu viku, sum fekk glið á royndirnar at finna eina friðarliga loysn á kreppuni og kríg- num í Golfinum. Eftir vitj- an Primakov kunngjerdi útvarpið í Bagdad, at Irak vildi taka seg úr Kuwait og harvið lúka krevini í ST-samtyktini nr. 660, har ST sigur, at Irak bein- anvegin og treytaleyst skal taka seg úr Kuwait. Men saman við hesi frá- boðan kundi útvarpið í irakiska hevuðsstaðnum eisini greiða umheiminum frá, at Irak setti fleiri treytir fyri at taka seg úr Kuwait. Eitt nú at teir sameindu skulu taka seg úr ekinum innan ein mán“ aða, at Ísrael skal taka seg úr sínum hersettu økj- um, at Sýria skal taka seg úr Libanon, at tey sam- eindu skulu gjalda fyri uppbyggingina av Irak, at ell uttanlandsskuld hjá Irak skal strikast osfr. Irakiska tilboðið um at taka seg úr Kuwait fekk misjavna mótteku. Ameri- kanski forsetin kallaði tað eitt svindulnummar, með- an eitt nú russarar hildu tað vera áhugavert. Russarar hava síðani tikið stig til at fáa irak- iska uttanríkisráðharran, Tariq Aziz, til Moskva at tosa um eina treytaleysa afturtøku úr Kuwait. Um sama mundið hevur irakiski sendiharrin í ST sagt, at heimurin hevur misskilt boðini frá Irak. Landið hevur ongar treyt- ir sett, men tað sum ser- liga teir sameindu hava skilt sum treytir, er meira at meta sum eitt katalog yvir mál, sum Irak ynskir at tosa um. Tað er greitt, at russar- ar eru í eini rættiliga góð- ari meklarasteðu, tí teir hava áður havt nógv sam- arbeiði við Irak. Ikki minst teir ortodoksu kommunistarnir og herur- in í Sovjetsamveldinum ynskja at »hjålpa« Sadd- am Hussein, tí hann hevur verið ein av teirra sam- eindu í mong ár og hevur havt stóran týdning fyri vápnaídnaðin hjá russar- um. Nú sær Gorbatjov ein meguleika at gera seg galdandi aftur og liva upp til frðarvirðislenina, hann fekk herfyri. Verður tað Gorbatjov, sum fær Irak at taka seg úr Kuwait treytaleyst, men við eini undirhonds avtalu um at Saddam Hussein sleppur at varð- veita sítt vald í Irak, so er tað greitt, at hann fer at fáa stóra viðurkenning fyri tað kring allan heim- in. Tað kann stuðla hon- um í royndunum at fáa bú- skapin á fetur aftur og minka um ftrýstið, nú roynt verður at varðveita Sovjetsamveldið í sínum uppruna líki. Tað er eisini greitt, at fyri Saddam Hussein er tað tann besta loysnin at gera eina avtalu við russ- arar, tí teir hava verið hansara sameindu. Teir eru so eisini so mikið sterkir, at teir kunnu tryggja Saddam Hussein valdið í Irak eftir kríggið. Alt meðan hesar avger- andi samráðingar eru í Moskva, bíðar tann stóri landbardagin í Kuwait. Teir sameindu eru klárir til landbardagan og hava longu gjert fleiri fyrireik- ingar, eitt nú bumbað irakisku deildirnar við markið við ávísum slag av bumbum. Tíðindi siga, at land- bardagin longu skuldi verið byrjaður, men at Gorbatjov hevur skrivað til Bush og biðið hann bíða til samráðingarnar við irakar eru lidnar. Tað eru teir, sum ikki eru so fegnir um at kríggið skal enda nú, um tað hev- ur við sær, at Saddam Hussein fer at sita við valdinum í Irak í framtíð- ini eisini. Ísraelar bera stóran ótta fyri hesum, og summir eygleiðarar vilja vera við, at Ísrael rætt og slætt góðtekur ikki, at Saddam Hussein verður sitandi við valdinum eftir kríggið. Ein kann tí rokna við at Ísrael fer at fyri- taka sær »okkurt«, um teir sameindu gevast. Greið ST-boð til ísraelar: Gevist við búsetingini í teimum hersettu økjunum Í eini samtykt, sum ST hevur gjørt nú um dagar- nar, verður tað álagt Ísrael at gevast við búset- ingini í teimum hersettu økjunum á Vestara áar- bakka og í Gaza. Hetta seinasta árið eru fleiri hundraðtúsund sov: jettiskir jødar komnir til Israels og fleiri teirra hava búsett seg í teimum hesettu økjunum. Tað er politikkurin hjá tí sera høgravenda íbúðamálra- ráðharranum Sharon, at allir teir sovjettisku jødar- nir skulu búseta seg í teimum hersettu økjun- um. Hann segði herfyri við bretska sjónvarpið BBC, at tað hevði verið gott, um einar 2 mill. sov- jettiskir jødar búsettu seg í teimum hersettu ekjun- um, sum hann heldur Ísra- | Entíð eigur at lata frá sær aftur. Tað er tó ikki semja í stjórnini um henda spurningin. Sharon umboðar teir mest víð- gongdu á hegravonginum, og sær fegin palestinarar, har piparið grer. Jú spurningurin um bú- seting í teimum hersettu økjunum tykist nú at kunna seta ein kíla í tað annars so góða samarbeiði millum USA og Ísrael. Nú um dagarnar hevði israelski sendimaðurin i USA at amerikonsku stjórnini fyri at liggja á pengunum, hon hevur játtað til Ísrael og sum skulu brúkast til búset- ingina hjá teimum mongu sovjettisku jødunum, sum eru komnir og koma til Ísraels. Orð hansara hava fingið fleiri amerikanskar po- litikarar at tala at ætlan- ini hjå israelsku stjørnini at lata sovjettisku jødar- nar búseta seg í teimum hersettu økjunum. Orsøkin til at stjørnin enn ikki hevur latið Ísrael peningin er tann, at ameri- kanarar eru ónegdir við, at ísraelska stjórnin ikki uppá forhond vil geva lyfti skulu ikki brúkast til bú- seting í teimum hersettu økjunum. um, at pengarnir Tað eru so tey, sum bera ótta fyri, at amerikonsk krev um hvat pengarnir ikki kunnu stjórnina at broyta steðu í spurninginum um at gera álop á Irak. mugu brúkast til, fáa ísraelsku Eygleiðarar halda, at spurningurin um at lata sovjettiskar jødar búseta seg í teimum hersettu ekj- unum kann vera sum at koyra bensin á bálið, nú júst ein av spurningunum um eina varandi loysn . Miðeystri er, at Ísrael tek- ur seg aftur av teimum hersettu økjunum. EFTIR Jan Miller skrivar