mikudagur 20. februar 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 35 — 20. februar 1991 —
- -
- suðuroyarkonan víðkar um virksemið til eisini at umfata
Havnina. Henni nýtist bert 4-5 tímar hvíld í samdøgrinum, og
heldur ikki at hon hevur ov stórar arbeiðsbyrður. Hon hevur
28 fólk í arbeiði og er mamma at trimum børnum
Tað eru ikki øll sum repa
seglini í hesum døgum.
I gjár lat upp Hjá Tor-
gerð, ein nýggj kiosk/café
í Vágsbotni 14. Tað er
har sum Gallerí List áð-
ur helt til.
Torgerð Suðuroy er við
hesum tiltakinum farin í
samstarv við Nicolinu á
Vollanum og Heðin Hja-
lt Johansen.
Í kiosk/café í Vágs-
botni fæst ein kaffi-
munnur og annars van-
ligar kioskvgrur, um-
framt tey føroysku blød-
ini. Har er opið frá kl.
sjey á morgni til kl. 23.
Her kunnu útróðrar-
menn fáa ein kaffimunn
áðrenn og aftaná útróður-
in, sigur Torgerð Suður-
Oy.
ARBEIÐS
SKEMA
Tá Sosialurin vitjaði í
gjáramorgunin, spurdu
vit Torgerð Suðuroy, um
hon nú ætlaði sær at ver-
ða havnarkona?
Í tí sama kemur Nico-
lina á Vollanum innar og
spyr um Torgerð hevur
gjørt arbeiðaskema?
- Nei, sigur Torgerð.
Eg fari suður um ein
tíma, og so geri eg ar-
beiðsskemaið umborð á
Smyrli. Eg komi aftur
hósdagin.
Torgerð Suðuroy:
Nei, eg eri vágbingur og
tað blívi eg eisini eftir
henda dag, hóast eg nú
førki meg norðureftir.
Fyri 20 árum síðani
stovnaði Torgerð Suður-
oy fyrstu handilsfyritøku
sína. Tað var ein grill-
barr í Vági. Síðani lat
hon upp kiosk í heim-
bygdini, ein tasku- og
hattahandil, Gull og Sil-
vurverksmiðju og seinast
ein "marskandisarahandil"
har gamlir lutir - oftast
deyðsbúgv útvega úr
Danmark, eru at fáa til
keyps.
Við kioskini Hjá Tor-
gerð í Vágsbotni, er
handilskonan ikki nøgd.
Hon letur upp handil við
prýðislutum um ein mán-
aða á Aarvegnum 14 -
eisini í Havn.
Hvussu megnar tú at
stovna tveir handlar í
hesum tíðum, nú onnur
repa seglini?
- Tað gerst bert við
góðum fólki, sum stuðla
meg.
LØNAR-
LÆKKING
Eg havi 28 fólk i ar-
beiði, og eingin er vorðin
arbeiðsleysur, hóast eg
stovni handlar í Havnini.
Ein orsøk er tann, at
øll arbeiðsfólkini eru
farin niður í løn. Hetta
hava tey sjálvi avrátt,
fyri at eingin skal gerast
arbeiðsleysur. Vit vóna
at tíðirnar batna og tá
fer lónin sjálvandi upp
aftur.
Hóast Torgerð Suðuroy
hevur góð hjálparfólk, so
er tað kortini bert stjórin
sum arbeiðir við for-
súlling á Gull- og Sil-
vurverksmiðjuni, og tí
verður tað hetta arbeiði,
sum Tóérgerð eisini i
framtíðini skal taka sær
av.
- Vit hava arbeitt vid
at innrætta kioskina i
Vågsbotni i umleid tri-
ggjar vikur, og eg havi ti
nógv sum liggur á láni á
verksmiðjuni.
Fyritøkur í Vági og nú
skjótt tveir handlar í
Havn, hvussu samskipar
tú arbeiðið?
- Eg eri B-fólk. Mær
nýtist ikki at sova meir
enn fýra-fimm tímar í
samdøgrinum, so har er
ivaleyst til at taka.
MAMMA
OG ARBEIDS-
GEVARI
Torgerd Suduroy sigur,
at hon arbeidir best um
næturnar, og ikki fer til
songar fyrr enn hon hev-
ur etið morgummat sam-
an við børnunum, áðrenn
tey fara í skúla. Børnini
eru trý í tali og eru frá
11 til fimtan ára gomul.
So svevur hon til mid-
dags, og er heima tá bør-
nini koma heim.
Síða 5
Tann stóra útsolan
av tapeti heldur
fram allan mánaðin
— her gert tú kvettið!
Flúgger måling
Undir Bryggjubakka 13,
FR-100 Tórshavn, tlf. 16675
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
hevur fund i felagshølunum á Argjum í
kvøld kl. 19.30.
Evni:
Samfelagid i gongd aftur,
-og fólk aftur í arbeiði
Tummas Arabo,
landsstýrismaður og
Bjarti Mohr, fiskasølustjøri leggja fyri.
Nevndin
Ringi0!
- og vit skriva
(11820
AMNESTY INTERNATIONAL,
| Føroya Delld: so
Skrivstovan i Vågsbotni ér opin mánadag. mikudag
| og iggjadas kt:11-16. TE. 15816
Annars býr mamma
Torgerð heima hjá teim-
um, og børnini kunnu
altíð koma til Tórgerð á
verkstaðnum, um tey
hava brúk fyri ti.
- Hóast eg arbeiði nógv,
so eri eg altíð tøk, um
børnini hava brúk fyri
mær, sigur Tórgerð Suð-
uroy. Hon kvikar sær at
savna saman vidføri og
samráðist við starvsfel-
agarnar, áðrenn hon fer
suður við Smyrli.
Dagny;