Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-02-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. februar 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Trygdin i hásætið Felagið Fiskimannakonur og Fóroya Fiskimannafelag hava tikið upp spurningin um trygd- ina umborð á skipum gartil hevur alt ov líuð verið gjørt burturúr heilsu- trygdarvidurskiftunum orð á skipum. tetta sigur Felagið Fiski- jannakonur, sum varð yvnað í fjør, og sum hevur | endamál at fáa fiski- og sjómannakonur at standa saman í felagsskapi at bóta um kor fiski- og sjómanna og teirra húski. Í seinasta mánaði hevdi felagið Fiskimannakonur og Føroya Fiskimannakon- ur fund vid arbeiðsmedisin- aran og vid leiðaran á skipa- eftirliúnum, og fundurin vidgjørdi nakrar trygdar- spurningar. Eitt mál er, at bert teir fægstu siglandi vita, hvussu ein bjargingarbátur verður settur út. Á fundinum var semja millum feløgini og skipaefurliuð um, at teir, sum sigla mugu kunnast meira um bjargingarútgerð- ina, og tá bjargingarbáturin fer ul årligt eftirlit, skal hann blásast upp við skipið, meðan manningin er hjá- stødd. Feløgini ætla hamæst at senda gllum skipum ein videofilm, ið sigur, hvussu ein bjargingarbátur verður nýttur. Ásett er, at í 1994 skulu øll skip hava bjargingar- draktir umborð. Tad er ov leingi at bida, halda feløg- ini, sum heita å skipaeft- irlitið og landsstýrið um at fáa skipunum bjargingar- "FO. draktir beinanvegin. Feløg- ini vilja eisini hava, at menn, sum arbeiða á dekk- inum altíð eru ílatnir "ar- beidsbjargingarvestar”. Feløgini ætla at senda skipunum kunnandi ulfar um heilsuviðurskiftini um- borð. Í fyrsta umfari fáa tey útlendskt tilfar, t.d. norsku bókina "Fiskerens Helse- bok". Nr. 35 — 20. februar 1991 Annars ætla felagið Fisk- imannakonur og Føroya Fiskimannafelag at halda skeið fyri sjómonnum i desember um heiluvernd og trygd. Umboð fyri mann- ingar og álitisfólk hjá feløg- unum verða boðin við á hetta skeiðið. Limagjaldið hjá felag- num Fiskimannakonur er 100 kr. um árið. Menn kunnu gerast hvílandi limir, og teir gjalda SO kr. Øll, sum taka undir við endamáli fel- agsins, kunnu gerast limir. Tað br ul at tekna seg sum lim við at ringja ul Føroya Fiskimannafelag, 11569, ella til forkvinnuna, Lillian Isaksen i Kvivik, tlf. 21327. Fægstu sjó- og fiski- menninir vita, hvussu ein bjargingarbåtur verður settur út, sigur felagið Fiskimanna- konur (Sakk eftir lítlari løtu Enn er ikki heilt greitt, hvør orsøkin var til, at 33 fót glastrevjabåturin Dalaklettur år Kaldbak månamorgunin knapp- liga fór at leka og sakk efur litlan løtu. Ein madur var einsa- mallur umborð á bát- inum, ið var staddur á Norðhavinum. Hann hevur greitt frá, at hann stóð við snelluna, tá hann hoyrdi sjógv koma inn á båtin. Leka så hann ongan, men båturin fyltist skjótt, so hann skundaði sær at senda út neyðarkall og neyðrakett og fór so í bjargingarbåtin. Klokkan var tå try korter til tiggju. 25 min- uttir seinni varð hann tíkin upp av Haldis úr Klaksvík og settur inn á Klaksvík. Maðurin hevði tað gott. Rokna Ut Drisirnar Um nakrar vikur fæst at vita, hvat ætlaðu íbúðirnar á Skåla- tróð í Havn fara at kosta Tórshavnar byråd hevur ikki slapt ætlanini um at byggja eigaraíbúðir ul eldri fólk á Skålatrød. Men stígur kom í málið, og ti hevur einki verið at frætt, síðan ætlanin varð kunngjørd seinasta summar. Nú er aftur glið komin á, og arbeitt verður av fullari megi við ætlanini. Arkitekt- arnir í býráðnum fáast við at rokna út, hvat byggingin fer at kosta fyri at fáa eina met- ing av, hvat íbúðirnar fara at kosta. Tey tølini skuldu ver- ið greið um tvær vikur ella so, væntar Katrin Dahl, for- kvinna í nevndini fyri ætl- aðu íbúðarbyggingina. Íbúðirnar skulu vera til eldri fólk í Havn. 60 ár er sett sum aldursmark í vidtøk- unum, men Katrin Dahl hevur uppskot um at broyta reglurnar, soleiðis at fólk eitt sindur undir 60 ár við undantaksloyvi eisini kunn- u keypa sær íbúð á Skála- rød, um teirra viðurskifti t.d. eru so, at tey fegin vilja fara úr húsunum sínum fyri at fáa eina minni íbúð á Skálatrgð. Íbúðirnar skulu verða í ymiskum støddum, 48 og 63 fermetrar, men tað ber eisini til at byggja tær 93 fermet- rar, um onkur skuldi havt tørv á so stórari íbúð. Vidtøkurnar fyri íbúðir- nar siga annars, at tey, sum ogna sær íbúð á Skálatrgð, ikki frítt kunnu selja íbúðina víðari. Fer ein eigari út, skal hon seljast viíðari til onnur eldir fólk, og nevndin skal í hvørjum einstøkum føri góðkenna keyparan. Íbúð- irnar mugu heldur ikki selj- ast víðari við vinningi. Katrin Dahl sigur, at fleiri fólk hava skrivað seg upp til íbúð á Skálatrgð. Tá tølini fyri metta byggikostandin eru greið, verður farið at kanna, hvussu nógv av teimum uppskrivaðu veru- liga hava áhugað. Aðrenn farið verður at byggja, vil býráðið eisini hava uygd fyri, um hesi fólk fíggjarliga eru før fyri at keypa íbúð. Og eitt er púra vist, sigur Katrin Dahl: Býráðið vil eisini hava váttan fyri, at tann, sum fær arbeiðið at gera, figgjarliga er førur fyri at gera arbeiðið, so býráðið BORNINI Í ikki brennir seg aftur. randi Við rattið er tað tú sum ræður ferðini! Katrin Dahl, forkvinna í nevndini fyri ætlaðu íbúðarbyggingini á Skålatrød, ætlar at broyta vidtøkurnar, soleidis at folk undir 60 år kunnu søkja um undantaksloyvi og fåa íbúð til keyps HÓVLIGA í