týsdagur 11. mars 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 48 - 11. mars 2003
Nr. 48 - 11. mars 2003
3
Fyrstu búfólkini í
eldrasambýlinum
undir Kráarbrekku
flyta væntandi inn
týsdagin 18.03.Turið
Zachariasen, vara-
økisleiðari hjá Norð-
oya heimarøkt er
fyribils sett at taka
sær av sambýlinum
ELDRARØKT
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Elsba Lutzen,
økisleiðari hjá heimarøktini
í Norðoyggjum sigur, at
síðani tað varð avgjørt, at
ongin leiðari skuldi setast
til eldrasambýlið, hava tey
fingið at vita, at tey skulu
halda seg innan fyri gald-
andi karmar á økinum. Og
tað hava tey so gjørt og sett
Turið Zachariassen sum
leiðari fyri sambýlinum.
– Tað er slettis ikki vist,
at hon verður sitandi har,
men á henda hátt vóna vit,
at tann neyðuga samskipan-
in og tann neyðugi kunn-
leikin er á staðnum, sigur
Elsba Lutzen.
Tað er ein sannroynd, at
tey flestu eldrasambýlini í
dag í veruleikanum ikki
liva upp til teirra heiti. Tað
vil siga, at tey í teimum
flestu førunum virka sum
smá røktarheim, har bú-
fólkið í veruleikanum ikki
megnar at taka sær av sær
sjálvum. Og tí heldur
Elsba, at tað er alneyðugt at
hava serstakar leiðarar, sum
hava tann neyðuga kunn-
leikan og ta neyðugu út-
búgvingina til at fáa eitt
tílíkt heim at virka sum
best.
Hon sigur, at verandi
starvsfólk í flestu førum
ikki hava tann neyðuga
kunnleikan til at taka sær
av búfólkunum, tí hesi ikki
lúka treytirnar fyri at kunna
búgva í einum sambýli.
– Eitt sambýli er jú eitt
kollektiv, har hugsanin upp-
runaliga var, at tey, ið bú-
leikast har, skulu klára seg
sjálvi. Og so skulu starvs-
fólkini virka á sama hátt
sum heimarøktarar, men
munurin er hann, at alt er á
einum og sama staði, men
støðan er bara ikki so, sigur
økisleiðarin fyri Norðoya
heimarøkt, sum varð tikin á
bóli, tá landsstýrismaðurin
í almannamálum, Páll á
Reynatúgvu tók lýsingina
eftir leiðara aftur á sinni og
segði seg ikki vita, at nakað
tílíkt var í umbúnað.
– Vit høvdu arbeitt við
hesum málinum í so langa
tíð tá, at tað er ótrúligt, at
hann ikki visti av tí, sigur
Elsba Lutzen.
Fyribils eru fólk sett í
starv í eldrasambýlinum
undir Kráarbrekku fyri at
tað kann lata upp, men
størvini verða lýst leys at
søkja ein av fyrstu døgun-
um.
– Vit hava fingið eina
serstakliga vánaliga byrjan
við eldrasambýlinum, men
nú er at vóna, at alt fer at
ganga betur, sigur Elsba
Lutzen at enda.
Eldrasambýlið letur sum
sagt upp týsdagin í næstu
viku, og í hesum sambandi
verður ein móttøka í sam-
býlinum komandi sunnu-
dag. 16 fólk fara at búgva í
sambýlinum.
Eldrasambýlið undir Kráarbrekku
letur upp týsdagin
Elsba Lutzen, økileiðari fyri Norðoya heimarøkt hevur sett
varaleiðara sín, Turið Zachariassen sum leiðara í
eldrasambýlinum undir Kráarbrekku
Samgongusamstarvið
verður í hesum døg-
um tikið álvarsliga
upp til eftirmetingar,
sigur Høgni Hoydal í
hesi samrøðuni, og
tað tykist ógvuliga
óvist, um samgong-
uni er lív lagað.
Formaður Tjóðveldis-
floksins viðgongur í
øllum førum, at
støðan er óhaldbar.
Hann sigur eisini, at
hann nú sjálvur er
farin inn í málið um
landsantikvarin
SAMRØÐA
Ingi Rasmussen
Tað ganga helst nakrir
dagar, áðrenn fólk vita, um
samgonguni er lív lagað.
Landsstjórn, tingmann-
ing og landsstýrisfólk hjá
Tjóðveldisflokkinum hava
alt vikuskiftið fundast um
støðuna, sum kom í, eftir at
løgmaður segði landsstýris-
kvinnuna hjá flokkinum úr
starvi.
Enn hevur flokkurin ikki
gjørt upp, um tað er vert at
halda lív í samgonguni.
Men tað er tað, sum flokk-
urin
viðger,
sambært
Høgna Hoydal, formanni
Tjóðveldisfloksins.
– Vit hava ikki gjørt
nakra endaliga niðurstøðu
enn. Vit skulu fyrsta hava
nakrar fleiri fundir millum
ting- og landsstýrismann-
ing, og tá vit eru komin til
eina niðurstøðu, so boða vit
fyrst bæði løgmanni og
samgongufeløgum frá, sig-
ur Høgni Hoydal.
Nær verður tað?
– Tað er eitt sindur ilt at
siga. Vit hava nógv mál á
skránni bæði í dag, morgin
og ovurmorgin, tá grund-
lógarráðstevnan er, so tað
kann gerast eitt sindur tep-
urt við tíðini, og tí vil eg
ikki seta nakra tíð á. Tað
verður ikki í dag ella í mor-
gin, sigur Høgni Hoydal.
Alt tikið upp
Tit fara undir grundlógar-
ráðstevnuna við góðum
treysti. Tað ljóðar, sum
samgongan heldur fram?
– Tað kunnu vit onki siga
um. Tað, sum vit hava við-
gjørt, er ikki eitt einstakt
mál. Vit viðgera samgongu-
samstarvið sum heild. Øll
tey politisku málini, hvussu
gongdin hevur verið í teim-
um, hvussu útlitini eru fyri
framman, og sjálvandi sam-
starvsformarnir, sum hava
verið, og hátturin, sum ar-
beitt hevur verið eftir, sigur
Høgni Hoydal.
Tit umhugsa altso álvars-
liga at siga samgongusam-
starvið upp?
– Vit eftirmeta samstarv-
ið álvarsliga. Tað kanst tú
siga.
Hava tit so viðgjørt, hvør
skal gerast landsstýrismað-
ur við mentamálum fyri
Annlis Bjarkhamar?
– Nei, vit hava onga
støðu tikið í tí málinum, tí
vit vilja fyrsta avklára hetta
við samgonguni. Tað er
ongin meining í at velja ein
nýggjan landsstýrismann,
um vit ikki velja at halda
fram, sigur Høgni Hoydal.
Hetta er ikki tann fyrsta
kreppan í samgonguni, og
nú tekur eisini tíð hjá
tykkum at gera støðuna
upp. Eru tit bangin fyri at
missa ávirkan og vald í
Tjóðveldisflokkinum?
– Tað haldi eg als ikki, at
til ber at siga. Tá hetta nú
stingur seg upp, so er tað
ikki orsakað av einum máli,
men eini røð av málum. Vit
sita rætt og slætt og eftir-
meta, hvørji útlit eru fyri
hesum samstarvinum. Vit
hava havt góðar fundir, har
vit hava viðgjørt alla
gongdina frá 1998 og fram-
eftir. Hvat hendi, tá fólka-
atkvøðan varð avlýst? Hvar
stendur fullveldismálið og
onnur mál, sum vit hava
sett okkum fyri? Vit hava
gjøgnumgingið alla polit-
isku støðuna og sjálvt trú-
virðið á alla ta politisku
skipanina, sigur Høgni
Hoydal.
Er trúvirðið hjá politisku
skipanini
um
at
vera
uppbrúkt?
– Eg vil ikki gera nakra
endaliga niðurstøðu, áðr-
enn hon er gjørd. Tað vil eg
hava høvi at siga á røttum
stað fyrst, sum eg plagi at
siga.
Inn í málið
Nú ert tú so virkandi lands-
stýrismaður við mentamál-
um og hevur so í øllum før-
um nú fingið høvi til at fáa
fult innlit í málið um setan
av landsantikvari.
– Tað høvið nýti eg eisini.
Eg siti beint nú í menta-
málastýrinum og hava júst
biðið um at fingið alt mál-
ið, sum eg fari at seta meg
inn í. Her eru nógvir lutir í
málinum, sum eg noyðist at
seta meg inn í. Eg skal eis-
ini
svara
brøvum
frá
Magistarafelagnum og øðr-
um, sum er komið, so eg
fari inn í málið nú.
Hevur tú sæð nakað
higartil, sum staðfestir, at
avgerðin hjá løgmanni var
»óanstendig«, sum tú tókst
til?
– Tað var tað undir øllum
umstøðum. Eg reageraði
upp á sjálva handfaringina
hjá løgmanni frá byrjan av,
har ivi varð sáddur um
landsstýrismannin beinan-
vegin. Tað var jú tað, sum
gjørdi málið eyka trupult.
Og í øðrum lagi, at hann
ikki segði tað beinleiðis við
okkum, so vit fingu høvi at
viðgera tað, men segði tað,
meðan eg var av landinum.
Í samanbering við øll onnur
mál, so haldi eg framvegis
tað sama. Og eg kann
leggja afturat, at mín virð-
ing fyri Annlis Bjarkhamar
bara er økt fyri tann mátan,
hon takklaði hetta málið.
Hon setti ikki seg sjálva í
fokus, men tosaði um polit-
isku útlitini, sigur Høgni
Hoydal.
Kemur tað upp á tal at
ógilda setanina av lands-
antikvarinum?
– Nú seti eg meg inn í
málið, og so geri eg eisini
mína niðurstøðu um tað.
Leitar eftir leka
Málið um setanina av
landsantikvarinum hevur
verið lagt út sum eitt stríð
millum
embætisfólk
í
mentamálastýrinum
og
politikaran.
Og
Annlis
Bjarkhamar segði eisini, at
hon fór at finna ein leka í
skipanini. Er tað nakað,
sum tú fert at gera nakað
við?
– Tað fari eg sjálvandi at
fylgja upp. Tað ber eisini til
at síggja uttan at kenna alt
málið, at her (í mentamála-
ráðnum, blðm.) er okkurt
ravruskandi galið við tagn-
arskylduni við tí mátanum,
sum alt hetta málið er við-
gjørt alment. Og tað er
ótrúliga óheppið fyri allar
umsøkjararnar, at teir hava
verið viðgjørdir persónliga
í
fjølmiðlunum,
sigur
Høgni Hoydal.
Hevur hetta málið við
landsantikvarinum
skatt
flokkin?
– Tað vil eg ikki gera
nakra meting um, men tað
er greitt, at tá eitt mál av
hesum slag hevur rumblað
so nógv í fjølmiðlunum og
er vorðið eitt politiskt ping-
pong millum flokkar, tá er
tað óhaldbart. At mál fáa
slíka viðgerð er ótrúliga
keðiligt fyri alla ta politisku
skipanina.
Samgongan á skafottinum
C
M
Y
K
3
2