Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 48 - 11. mars 2003 Nr. 48 - 11. mars 2003 5 Grækarismessuhald og 35 ára hald Grækarismessuhaldið í Vági í ár var eitt sindur øðrvísi enn vanligt. Tað eru 35 ár síðani Skótaliðið Royndin varð endur- stovnað og gjørt var burturúr eftir sjálvt grækarismessuhaldið í Vági, har røðarin var ein teirra, sum endur- stovnaði skótaliðið og sum starvaðist sum prestur í Vági tá GRÆKARISMESSA Dagfinn Olsen Grækarismessa er 12. mars, men vanligt er at hava grækarismessuhald sunnu- dag. Í Vági var eisini hald, eins og undanfarin ár. Kjartan Mørkøre, prest- ur, helt røðu, sum hann m.a. bygdi á hornasteinarnar mál, mentan, tjóðskap og umhvørvi. Kirkjukórið Ljómur setti dám á tiltakið, sum kórið vanliga ger til tiltøk í Vági. Fitt av fólki hevði leitað sær til græk- arismessuhald, hóast veðrið ikki var av tí besta, men ein skái var løtuna, haldið fór fram. 35 ára hald Røðarin í Vági í ár, Kjartan Mørkøre, leitaði so at siga aftur á slóðina. Hann starv- aðist sum prestur í Vági fyri 35 árum síðani og var tá ein teirra, sum endurstovnaði skótaliðið Royndina, saman við Jákupi Olsen og øðrum. Onkur av stovnarunum fyri 35 árum síðani, eins og gamlir skótar, taldust mill- um áhoyrararnar og eisini Kjartan Dalsgarð, kendur skóti í mong ár, og sum hevur fingist nógv við landsumfatandi skótaar- beiði, t.d. deplin á Selatrað, hevði leitað sær suður til Vágs í samband við dagin. Royndin varð uppruna- liga stovnað í 1940, tá Thulesen prestur stóð á odda, men arbeiðið datt niðurfyri í sekstiárunum, fyri síðani at verða endur- reist í 1968. Eftir grækarismessuhald- ið var móttøka í skótahús- inum, har kaffi og køkur vóru at fáa. Men umframt var høvi hjá vitjandi og núverandi og fyrrverandi skótum at síggja myndir frá ymsum legum og lesa gamlar dagbøkur. Tilfar var lagt fram og røður hildnar og Sosialurin fer komandi at kaða nærri at hesum for- vitnisliga tilfari. Skótaliðið Royndin telist millum elstu lið í landinum, um enn ikki tey størstu, og er vanliga á legum í Føroy- um og í útlondum og nógv hevur verið vitjað í Íslandi. Fyri stuttum hevur Royndin eisini gingið Suðuroyna á tamb, úr enda í annan, so lív er framvegis í, nú 35 ár eru síðani endurstovnan. Kjartan Mørkøre, prestur, helt grækarismessurøðuna í Vági í ár. Hann var millum teirra, sum endurstovnaði skótaliðið Royndina fyri 35 árum síðani. Hann starvaðist tá í Vági. Á myndini eru eisini aðrir skótahugaðir menn: Jákup Olsen, Kjartan Dalsgarð og Bent Mortensen (Mynd: D.Olsen) Línuskipið Jógvan S hevur fingið fiskiloyvi frá einum útróðrarbáti, sum bara hevði loyvi at royna við snellu undir Føroyum FISKILOYVI Edvard Joensen Skjøl fra Fiskiveiðieftirlit- inum vísa, at útróðrarbátur- in Nakkur, sum er annað skipið, ið skal lata fiski- loyvi til Jógvan S, hevur fingið dupult so nógvar fiskidagar tillutaðar, sum Fiskimálaráðið hevur upp- lýst. Rólant Poulsen, formað- ur í felagnum línuskip, sig- ur, at hann hevur fingið at vita frá Fiskiveiðieftirlit- inum, at útróðararbáturin Nakkur, sum fyrr æt Barð- ið, í hesum fiskiárinum hevur fingið tillutaðar 158 fiskidagar móti teimum 80, hann hevði í fiskiárinum 2001-2002. Hesir 80 dag- arnir eru eisini tað, sum Fiskimálaráðið hevur upp- lýst saman við døgunum hjá Skørini at liggja sum grundarlag undir fiskiloyv- inum hjá Jógvani S. Eisini hevur landsstýris- maðurin við fiskivinnumál- um boðað frá á tingsins røðarapalli, at hesir 80 dag- arnir eru tað, Nakkur hevur latið til Jógvan S. Men við skjalainnliti frá Fiskiveiðieftirlitinum verð- ur nú váttað, at dagatalið er tað dupulta í hesum veiði- árinum. Kortini er talan um snelludagar, sum við um- rokning eru gjørdir til helvtartal av línudøgum. Formaðurin í Felagnum Línuskip er ikki nøgdur við, at hetta verður sett upp soleiðis. – Tað er heilt ótrúligt, sigur Rólant Poulsen, at slíkt kann koma fyri. Ann- aðhvørt hava bæði embæt- isfólkini í Fiskimálaráðn- um, sum hava latið skjala- innlitið, og landsstýrismað- urin, sum var á røðarapall- inum í Løgtinginum, sagt ósatt. Ella hava tey ikki vitað betur, og hesir dag- arnir so eru tillutaðir efitr, at hini uppýsinarnir eru komnir út. Jacob Vestergaard, lands- stýrismaður við fiskivinnu- málum, sigur í viðmerking til nýggju tølini, Sosialurin hevur fingið, at hann er ikki vitandi um hatta skjalið. Tað hann hevur fingið at vita og hevur borið víðari, er, at talan er um 80 dagar, sum Nakkur hevur havt at latið til Jógvan S. Hann hevur sum øll onnur gingið út frá, at talan var um línudagar. Formaðurin i Felagnum Línuskip, Rólant Poulsen, heldur, hetta bendir á, at Nakkur nú knappliga hevur tvey fiskiloyvi, tá hann hevur so nógvar dagar. So eru vit aftur við eitt annað mál, sum kemur í stríð við grein 8 í lógini um vinnuliga fiskiskap. Ta lóg- ina, sum Fiskimálastýrið sigur liggja til grund fyri hasari viðgerðini. Sambært teirri lógar- greinini og útleggingini hjá Fiskimálaráðnum, er bert loyvt at leggja tvey fiski- loyvi saman, fingin frá skipum, sum løgd eru med alla og ikki skulu aftur í flotan. Elmar Højgaard, leiðari á Fiskiveiðieftirlitinum sigur, at teir 158 fiskidagarnir, nevndir eru í uppgerðini hjá Fiskiveiðieftirliitnum fyri Nakk, eru snelludagar. Um- roknaðir til línudagar, verða teir hálveraðir og sostatt 79,5 ella teir 80 í tali, sum upplýst er frá Fiskimálaráðnum. Men so kemur aftur ein annar spuringur upp. Og hann er, hvussu ein útróðr- arbátur, sum er ræðisav- markaður til at fiska við snellu nú knappliga kann selja línudagar til eitt linu- skip í heilt øðrum høvuðs- bólki? Sosialurin hevur biðið um innlit í málið hjá Fiski- málaráðnum, men hevði ikki fingið svar, áðrenn blaðið fór til prentingar seinnapartin mánadagin . Snelludagar gjørdust til línudagar Landsstýris- maðurin við fiskivinnu- málum vil sleppa undan meira roki um fiskidagar av tí slagnum, vit hava sæð seinastu vikuna FISKIDAGAR Edvard Joensen Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum vil koma tí hurlivasa, sum tykist valda í samband við lógina um vinnuliga fiskiskap, til lívs. Fleiri eru, sum halda lógina vera bæði tor- skilda og mótsigandi og kunna toyggjast sum best ber til, alt eftir hvør hálar í. Men nú skulu kunn- gerðir gerast, sum ikki skulu vera til at misskilja, sigur Jacob Vestergaard, landsstýris- maður við fiskivinnu- málum í tíðindaskrivi. Til tess at skapa størri gjøgnumskygni í umsit- ingini av slíkum málum fer landsstýrismaðurin at taka stig til, at í nærm- astu framtíð verða kunn- gerðir gjørdar, sum stað- festa tær umsitingarligu mannagongdirnar, sigur hann. Øll endalig avgreiðsla av málum um saman- leggingar av veiðuloyv- um og avhending av fiskidøgum verður útsett, til kunngerðirnar eru endaliga lýstar og settar í verk, sigur landsstýris- maðurin. Meira gjøgnumskygni skal til Línuskipið Jógvan S hevur fingið tvey fiskiloyvi úr tveimum øðrum skipabólkum, enn Jógvan S hoyrir til Annað loyvið er fra útróðrarbátinum Skørini, sum í síni tíð fekk fiskiloyvi frá einum upp aftur minni útróðrarbáti, sum varð lagdur. Hitt fiskiloyvið er frá úróðrarbátinum Nakki, sum er ræðisavmarkaður til at fiska við snellu og hevur snelluloyvi, men nú letur einum línuskipi línudagar á ytru leiðunum C M Y K 5 4