Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 48 - 11. mars 2003 Nr. 48 - 11. mars 2003 7 Seta strangar treytir Landsverkfrøðingur- in setir strangar treytir til nýggju sam- ferðsluhavnina á Trongisvágsfirði SAMFERÐSLUHAVN Í SUÐUROY Áki Bertholdsen Landsverkfrøðingurin setir setir rættiliga harðar treytir til eina samferðsluhavn. Tað upplýsti Evald Kjøl- bro hjá Landsverkfrøðing- inum á almenna fundinum leygardagin, har suðuroy- ingar vórðu kunnaðir um ætlanina. Hann segði, at treytin er, at havnin skal kunna brúk- ast 98% av tíðini. Sostatt er tað bara einar 175 tímar um árið, at tað ikki skal vera sleppandi at fyri veðri. Evald Kjølbro segði, at havnin, sum ætlanin er at gera á Trongisvági, lýkur allar treytir. Tað vóru eisini drúgvar kanningar, sum vórðu gjørdar, áðrenn funnið var fram til at besta staðið var at byggja havnina við Lìtlu Hólmar. Talan var bæði um aldu- kanningar av øllum fjørðin- um og um royndir í tangum í Danmark, har tey høvdu roynt fleiri ymsar loysnir. Evald Kjølbro segði, at havnin varð løgd, har hon var, tí har fekst mest fyri peningin, tá i hugsað verð- ur um dygdina og prís. Hann segði, at tann innari hólmurin fer partvíst undir grótkastið og at tað verða út við 30 metrar út til tann størra hólmin. Má kannast umaftur Landsverkfrøðingurin varð spurdur um tað bar til at flyta havnina einar 50 metr- ar longur inn, fyri at bjarga hólmunum. Í hesum sambandi gjørdi bæði Evald Kjølbro greitt, at alt læt seg gera, bara tú betalti fyri tað! Men teir høvdu ikki gjørt royndir av tí í kanningun- um, sum vóru gjørdar. – Tað er sógvuliga ógvu- liga dýrt at gera model- royndir og tí tí ber ikki til at kanna allan fjørðin út í æsir, men tað var neyðugt at velja nakrar møguleikar. Og møguleikin at leggja hana 50 metrar longri inni varðikki valdur, men møgu- leikin at leggja hana 250 metrar longri inni varð kannaður. Tær royndirnar vístu, at havnin bleiv verri, tá ið skipið skuldi liggja framvið landi, men skuldi skipið liggja út eftir molan- um, kundi tað gera tað sama. Men hetta verður ein havn, sum verður munandi dýrari, tí har er so nógv djúpari. Umboðini fyri Lands- verkfrøðingin søgdu, at ongar metingar vórðu gjørdar av, hvat tað fór at kosta at flyta havnina einar 50 metrar inneftir, so at hólmarnir verða bjargaðir. Ein leyðslig meting sigur at tað fer at kosta ímillum 5 og 10 milliónir , bara fyri at flyta hana. – Men skal havnin flytast, verður neyðugt at lata alt málið ganga umaft- ur, tí so verður neyðugt við nýggjum modelroyndum og kanningum. Tað er trupult at meta um, hvussu sjógvur ber seg at og tí er neyðugt at gera modelroyndir akk- urát har, havnin skal vera. Og tað var kanska tann mest álvarsami spurningurin, tí tað kundi taka mánaðir at sleppa framat at gera mod- elroyndir. Somuleiðis skuldi málið til friðingarmynd- ugleikarnar einaferð enn. Og sum nevnt í aðrari grein, eru teir longu komnir í tíðarneyð. Men av tí, at ongar royndir vórðu gjørdar av at flyta havnina 50 metrar, veit ongin. hvat tað í veru- leikanum fer at kosta, tí so- statt veit heldur ongin, hvat tað fer at krevja av grótkasti og útfylling o.s.fr. Eru kunnað Annars vísti Landsverk- frøðingurin á, at allar kommunur í oynnu vóru fyri langari tíð síðani kunn- aðar um, hvar ætlanin var at gera havnina og allar høvdu góðkent tað. Somuleiðis hevði ein fylgibólkur sitið og fylgt við allari tilgongd- ini og har høvdu Finnleif Guttesen og Jógvan Kross- lá umboðað kommunurnar í Suðuroynni, men heldur ikki teir høvdu tikið fyri- varni við plássinum, har ætlanin var at leggja sam- ferðsluhavnina. Finnleif Guttesen, fyrr- verandi borgarstjóri á Tvøroyri, segði, at hann hevði ikki skilt tað soleiðis sum um at kommunurnar høvdu eitt orð at siga, men at talan einans var um kunning. Men hann vísti eisini á, at í býráðnum á Tvøroyri høvdu tey mett, at tað var ein góð loysn, sum Landsverkfrøðingurin hevði skotið upp. Tað verður ikki sum at siga tað at flyta samferðsluhavnina so at hólmurin verður bjargaður. Her eru gestir og fyrireikarar til fundin leygardagin við stuttleikabátinum hjá Viberg Sørensen á veg út á Hólmarnar at hyggja eftir nattúruni har. Teir fýra menninir aftanfyri eru frá vinstru: Johan xx,. um smíðaði Nadodd, Jóannes Eidesgaard, sum greiðir frá, Oyvindur Brim- nes, landsverkfrøðingur og Johan Dahl, Løgtingsmaður. Í fremra raðið frá vinstru eru teir Helgi Enni, sum hyggur til viks, Viberg Sørensen, sum hyggur upp í loft, Kristian Rasmus- sen, verkfrøðingur hjá landsverkfrøðinginum og Eyðun Elttør, landsstýrismaður í umhvørvismálum – Tað eru ríkar løtur at liggja við Lítlu Hólmar, so tað má ikki henda, at teir verða lagdir undir eitt grótkast, soleiðis, sum ætlanin er, sigur Helgi Enni á Tvøroyri SAMFERÐSLUAVN Í SUÐUROY Áki Bertholdsen – Lítlu Hólmar eru ein Guds gáva og hana hava vit skyldu at varðveita. Helgi Enni á Tvøroyri var ein av teimum, sum tók stig til fundin leygardagin, har suðuroyingar fingu høvi til at hitta landsverkfrøðingin, Oyvind Brimnes, lands- stýrismannin í umhvørvis- málum, Eyðun Elttør, um- framt løgtingsmenninar Jó- annes Eidesgaard, Henrik Old og Johan Dahl. Helgi Enni sigur at síðani tað varð alment kent, at ætlanin var at leggja nýggju samferðsluhavnina í Trong- isvágsfirði beint við Lítlu Hólmar, so at Innari Hólm- ur fór undir grótkastið, hava einstaklingar tikið málið til sín, tí við hesi ætl- anini er talan um, at nátt- úruvakrasti blettur á fjørð- inum verður lagdur undir grót, betong og asfalt. Tí hava teir tikið stig til at fáa landsverkfrøðingin og landsstýrismannin í um- hvørvismálum suður at greiða frá ætlanini og at spyrja teir um tað ikki ber til at flyta samferðsluhavn- ina nakrar metrar inneftir so at hólmarnir ganga fríir. Hann sigur at teir vendu sær síðani eisini til Jóannes Eidesgaard, sum hevur reist málið í Løgtingi og eisini reisti tað alment bløðunum og til Henrik Old, sum er formaður í vinnunevndini, sum hevur málið til við- gerðar. Síðani er eisini Johan Dahl komin við. Men Helgi Enni leggur annars dent á, at fundurin leygardagin var púra ópoli- tiskur. Hann heldur avgjørt, at vit eiga at leggja stóran dent á at varðveita Lítlu Hólmar, tí teir eru ein nátt- úrugripur á Trongisvágs- firði. Hann sigur, at Lítluhólm- ar eru eitt av best dámdu frítíðarmálum á Trongis- vágsfirði. – Tá ið veðrið er gott, er ikki dagur, at tað ikki liggja bátar úti við hólmarnar. Og at liggja har úti eina ljósa summarnátt og njóta kvirr- una, kann als ikki forklárast í orðum. Hann vísur eisini á tað ríka fulglalívið, sum er á og við hólmarnar. – Tað er óspilt náttúra og tað hava vit ikki loyvi til at forkoma. – Tí eigur samferðslu- havnin avgjørt at verða flutt eitt sindur inneftir, hóast tað kanska kostar eitt sind- ur eyka. – Og tað má gerast nú, tí eru hólmarnir farnir undir grótkastið, vendst ikki aftur. Og tað haldi eg ikki, at vit hava loyvi til at gera, tí okkara náttúruríkidømi er ein guds gáva og tað hava vit ikki loyvi til at beina fyri. Hann ivast ikki í, at tað er eitt stig á rættari leið at fáa landsstýrismannin í um- hvørvismálum og Lands- verkfrøðingin suður. – Tað eru skilamenn. Nú hava teir sæð umstøðurnar og hoyrt, hvat vit hava at siga og eg haldi, at teir fingu ein góðan førning við sær norðuraftur, leggur hann afturat. Annars hava bæði frið- ingarnevndin og yvirfrið- ingarnevndin góðkent ætl- anin at bygga samferðslu- havn við Lítlu Hólmar. Guds gávu er tað skylda okkara at varðveita Eru hólmarnir farnir, vendst ikki aftur og tað kunnu vit ikki loyva okkum, sigur Helgi Enni, sum her er avmyndað- ur umborð á Svalanum hjá Viberg Sørensen, sum politik- arar og Landsverkfrøðingurin sigldi út á Lítlu Hólmar við Hetta er so tað, sum alt snýr seg um. Hesir báðir hólmar- nir eru best dámda frítíðar- mál á Trongisvágsfirði. Eftir ætlanini, sum nú skal setast í verk, verður tann innari hólmurin lagdur undir eitt grótkast, sum skal leggjast út á fjørðin í sambandi við nýggju samferðsluhavnina Nú er óvist um nýggja samferðsluhavnin á Trongisvágsfirði verður liðug til tíðina SAMFERÐSLUHAVN Í SUÐUROY Áki Bertholdsen Landsverkfrøðingurin kann ikki longur veita vissu fyri, at nýggja samferðsluhavnin á Tvøroyri verður liðug tá ið nýggja Suðuroyarskipið er liðugt. Hesi boðini hevur Lands- verkfrøðingurin nú givið Vinnumálaráðnum. Á fundinum, sum var í Suðuroy leygardagin um samferðsluhavnina á Trong- isvágsfirði, upplýsti Oyvind- ur Brimnes, landsverkfrøð- ingur, at hann hevði nú tikið fyrivarni fyri tíðarfreistini sum var sett fyri at nýggju ferjuleguna á Trongis- vágsfirði skuldi vera liðug. Ætlanin var, at nýggja samferðsluhavnin skal vera liðug tá ið nýggja suðuroy- arskipið er liðugt og tað verður handað Strandferðsl- uni 12. oktober næsta ár. Men nú hevur tað drigið so langt út við at sleppa undir nýggju ferjuleguna, at tað er óvist, um hon verður liðug tá. Hann segði, at Lands- verkfrøðingurin hevði boð- að frá, at skal nýggja ferju- legan verða liðug mitt í oktober næsta ár, skuldi hon helst verðið boðin út longu í januar í ár. Men nú eru vit komin út í mars og Løgtingið er enn ikki liðugt at viðgerða málið, og enn er óvist, nær Løgtingið verður liðugt. Bíða eftir eini avgerð Uppskotið um verklagslóg, sum skal geva landsstýris- manninum í vinnumálum heimild at fara undir ar- beiðið, hevur verið til við- gerðar í løgtinginum í meiri enn tveir mánaðir, og tað tað mesta av tíðini hev- ur tað ligið í vinnunevndini. Henrik Old, formaður í vinnunevndini, váttaði á fundinum, at viðgerðin hevur verið væl drúgvari enn vant. – Tað kemst av, at ein stórur spurningur hevur verið, hvaðani grótið til ferjuleguna skal takast. Tvøroyrar Býráð hevur víst á grótbrotið inni í dalinum beint við Hvalbiartunnilin. Men umboð fyri Hvalbiar Kommunu eru ikki so fegin um hetta. Talan verður um koyring við 12-14 bilum í meiri enn eitt ár og hvalbing- ar hava upplýst fyri vinnun- evndini, at teir stúra fyri, at tað fer at forða ferðsluni til og úr Hvalba rættiliga nógv. Serliga hugsa teir flakavirk- ið í Hvalba, sum nýliga er latið upp aftur. Samstundis hevur upp- skot verið frammi um at taka grótið úr Hovstunlin- um, sum ætlanin er at fara undir og nú er so aftur upp- skot frammi um nýggjan tunnil. Samstundis hava umboð fyri Tvøroyrar Bý- ráð nevnt møguleikan at gera tunlar við Drelnes og við samferðsluhavnina og taka grótið haðani, so at kommunan samstundis fær goymslupláss. – Alt hetta eru spurning- ar, sum mugu viðgerðast nágreiniliga, segði formað- urin í vinnunevndini. Hann segði, at kemur vinnunevndin aftur í í tingið við uppskotinum, uttan at siga, hvaðani grótið til sam- ferðsluhvnina skal takast, var hann reiðiliga vísur í, at nevndin fekk tað aftur í høvdið. Sostatt er enn óvist, nær uppskotið kemur aftur úr vinnunevndini. Hildið verður, at av neyð kann Smyril brúka Gomlu Havnina á Tvøroyri í eina tíð, men tað er meiri iva- samt um tað ber til at brúka Drelnes, tí skipið er so nógv longri enn bryggjan er. Ein bardagi við tíðina Eftir ætlan skuldi samferðslu- havnin verðið boðin út í janu- ar, men enn er óvist, nær Løg- tingið verður liðugt at viðgera málið , segði Oyvindur Brim- nes, sum her er avmyndaður umborð á stuttleikabátinum, Svalanum, leygardagin á veg út at hyggja eftir økinum, har ferjulegan eftir ætlan skal vera Jóannes Eidesgaard heldur, at vit mugu ikki stara okkum blind uppá, at ferju- legan skal vera liðug, tá ið ið nýggja suður- oyarskipið er liðugt SAMFERÐSLUHAVN Í SUÐUROY Áki Bertholdsen – Eg vildi ynskt at hetta end- ar við, at nattúran við Lítlu Hólmar verður varðveitt. Jóannes Eidesgaard, løg- tingsmaður, er ein av teim- um, sum nú hevur reist iva um ætlanin at gera sam- ferðsluhavnina við Lítlu Hólmar av umhvørvislig- um orsøkum. Hann var eisini ein av teimum, sum hevði tikið stig til almennan fund leyg- ardagin í Øravík, har um- boð fyri landsverkfrøðingin var við, umframt landsstýr- ismaðurin í umhvørvismál- um, Eyðun Elttør og løg- tingsmaðurin, Henrik Old, sum er formaður í vinnu- nevndini, ið viðgerð upp- skotið um samferðsluhavn á Drelnesi. Eini 50 fólk høvdu leitað sæa á fundin hendan al- tjóða kvinnudagin . Men um tað er tí, at konufólk ikki hava áhuga fyri um- hvøvismálum, ella um tað er tí at tær vóru upptiknar av kvinnudegnum - ella um orsøkin var ein heilt onnur- skal vera ósagt, men í øll- um førum vóru konufólkini á fundinum ikki meiri enn 5-6 í tali av teimum 50 fundarfólkunum. Møtimikið at broyta nú Sum fundur leið gjørdust meiri og meiri greitt, at verður meiri enn ivasamt um Jóannes Eidesgaard fær ynski sítt uppfylt. Hann segði, at hann ivað- ist ikki í, at Landsverkfrøð- ingurin hevði arbeitt í góð- ari trúgv av tí at kommun- urnar í oynni høvdu verið kunnaðar og sótu í bólkin- um, sum fylgdu við ætl- anini. Og nú ætlanin var komin so langt, ásannaði hann, at tað fór at vera møtimikið at broyta hana aftur. Men hann helt kortini, at vit eiga at gera alt, vit kunnu, fyri at varðveita Lítlu Hólmar, sum er nat- úruvakrasti blettur á Trong- isvágsfirði. Hann segði, at hóast hann visti, at nýggj samferðslu- havn skuldi gerast, droymdi hann ikki um, at hon fór at verða løgd júst har og tað undraði hann at friðingar- myndugleikarnir høvdu góðkent ætlanina. Orsøkin til, at ongin hevði gørt vart við seg, fyrrenn nú, var, at ongin hevði vitað av, at ferjulegan skuldi leggjast við Lítlu Hólmar fyrrenn fyri kortum. – Og vit eiga at endur- skoða ætlanina, so at hon kann flytast, hóast tað merkir, at havnin ikki verð- ur liðugt til suðuroyarskip- ið kemur og hóast tað merkir, at hon kostar eitt sindur meir. Hann vildi tí hava at vita, um at tað bar til at flyta hana einar 50 metrar longri inn og at fáa eina eins góða havn afturfyri. Til hetta svaraði Lands- verkfrøðingurin, at alt ber til, bara tú betalir fyri tað. Sí eisini aðra grein her í blaðnum um sama mál. Jóannes Eidesgaard helt, at vit hava skyldu til at varð- veita natúruna, tí er tað fyrst farið, vendst ikki aftur. Og hann helt, at verður havnin ikki liðug til nýggja Suðuroyarskipið kemur, kann Smyril brúka onkra að- ra havn í Suðuroy í eina tíð. Sakkøn á fundinum hildu, at av neyð kann nýggja suðuroyarskipið brúka gomlu Havnina á Tvøroyri í eina tíð, men tað er meiri ivasamt um tað ber til at brúka Drelnes, tí skipið er so nógv longri enn bryggjan er. Tíðin má ikki vera avgerðandi Eini 50 fólk høvdu leitað sær á fundin leygardagin at røða um samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði og um møguleikarnr fyri at bjarga Lítlu Hólmum, sum er nattúruvakrasti blettur á fjørðinum Fyrst og fremst mugu vit tryggja okkum, at vit fáa eina góða sam- ferðsluhavn, segði Eyðun Elttør, lands- stýrismaður í um- hvørvismálum SAMFERÐSLUHAVN Í SUÐUROY Áki Bertholdsen – Føroyar eru smáar og vit eiga at fara væl við natúruni. Eyðun Elttør, landsstýrismaður í um- hvørvismálum, var eisini ímillum gestirnar á al- menna fundinum í Suður- oy leygardagin um sam- ferðsluhavnina í Suðuroy. Hann helt, at vit eiga at ansa eftir natúruni, men tað er heldur ongin ivi um, at fremsta endmálið má vera, at vit fáa eina góða havn. Hann vísti eisini á, at mannagongdin í hesum máli hevði verið røtt og at bæði friðingarnevnd og yvirfriðingarnevnd høvdu góðkent ætlanina. Og tað bar ikki til hjá honum at at seta eina av- gerð hjá friðingarnevnd- ini úr gildið uttan at bróta lógina, tí avgerðir hjá yv- irfriðingarnevndini eru endaligar og kunnu ikki kærast til landsstýrið. Hann vísti somuleiðis á, at ætlanin hevði verið til hoyringar hjá komm- unalu myndugleikunum í Suðuroy. Tí var tað ómetaliga trupult at koma afturum aftur nú. Hann vísti á, at skal av- gerðin broytast nú, má alt málið ganga umaftur og má leggjast fyri friðingar- myndugleikarnar einaferð afturat, tí teir skulu eisini góðkenna eina nýggja ætlan. – Hetta málið hevur verið viðgjørt í eini tvey ár og tí var tað spell, at umhvørvisáhugaðir suð- uroyingar ikki gjørdu vart við seg, fyrrenn nú, helt hann. – Tað er øgiliga dýrt at gera royndir og kanningar og tí er tað umráðandi, at støða verður tikin til slík mál sum hetta beinanveg- in, tá ið ætlanin verður løgd til rættis og ikki nú, hon er at kalla klár at seta í verk. Av tí at tað er so dýrt at gera royndir, ber ikki til at kanna allan fjørðin og eru tað pláss, sum eru útihýst, eigur tað at vera gjørt greitt beinan- vegin, segði Eyðun Elttør. Alt má gerast umaftur Eyðun Elttør, landsstýrismaður í umhvørvismálum, heldur at nú er seint at broyta ætlanina at gera ferjulegu í Suð- uroy. Er liggur hann, fremst á myndini, fram á bummin á Svalanum hjá Viberg Sørensen í práti við Kristian Rasmus- sen hjá Landsverkfrøðinginum, tá ið teir vóru og hugdu eftir Lítlu Hólmum leygardagin. Beint aftanfyri teir er Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur. Hinir á myndini eru frá vinstru, Jóannes Eidesgaard, Helgi Enni, Johan Dahl og Viberg Sørensen, sum stýrir C M Y K 7 6