týsdagur 11. mars 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 48 - 11. mars 2003
Nr. 48 - 11. mars 2003
9
Helst ov seint at fara undir nakað nýtt
- Nú líður so væl, til
vit aftur fara at taka
laks, og tí er ivasamt,
um tað loysir seg at
fara undir nakra aðra
framleiðslu á virkin-
um nú, sigur Heri
Hjelm
ALIVINNA
Vilmund Jacobsen
Einki framleiðsluvirksemi
hevur verið á Suðurlaks í
Vági og Roykivirkinum í
Porkeri síðan einaferð seint
í ár 2002. Orsøkin til, at
steðgur kom í, var, at Heri
Hjelm misti ein stóran part
av laksinum, tá ið aliringar
slitu í illveðri og fórust í
brimi. Eingin fiskur var at
taka, tá ið leið út á árið og
tey, sum starvaðust í fram-
leiðsluni, vórðu uppsøgd.
Heri umhugsaði ymiskar
møguleikar, eitt nú at keypa
laks aðrastaðni til virking-
ar, og somuleiðis var uppá
tal at arbeiða feskan fisk
undan Føroyum, meðan
bíðað varð eftir, at laksurin,
sum gongur í ringunum,
gjørdist tøkuførur.
Føroya Fiskavirking, sum
eigur virkið, ið Heri leigar í
Vági, hevur ikki viljað, at
Suðurlaks fór at arbeiða
fisk undan Føroyum.
50-60 tons
Suðurlaks er eitt stórt og
dýrt virkið, sum er ógvu-
liga væl útgjørt við maskin-
um til meirvirking av ali-
fiski.
Nú nógv hevur verið
frammi um norska felagið,
Pan-Fish, sum Heri sam-
starvar við, hava søgur ging-
ið um, at støðan hjá norska
felagnum kundi fara at
ganga útyvir virksemið í
Vági.
Men Heri sigur, at alt
gongur sína gongd.
- Vit hava einki fram-
leiðsluvirksemi
havt
á
virkjunum seinastu mánað-
irnar, men gongst sum ætl-
að, fara vit at taka fisk aftur
úr ringunum um mánaðar-
skiftið, juni/ juli.
Hann sigur, at vøksturin
hevur verið góður í vetur, og
væntar, at eini 50-60 tons
kunnu takast um dagin, tá ið
gongd kemur á aftur.
Ov seint
Spurdur, um ætlaninar nú
eru sleptar at arbeiða
keyptan fisk í Vági, sigur
Heri:
- Nú er so nógv útliðið,
og nú líður so væl, til
fiskurin hjá okkum aftur er
tøkuførur, at ivasamt er,
hvat loysir seg.
Hann sigur, at maskin-
menninir hava alla tíðina
verið til arbeiðis á Suður-
laks, og virkið er klárt at
taka ímóti alifiski.
- Men skuldu vit arbeitt
annan fisk, hevði verið
neyðugt við nøkrum broyt-
ingum, sum ikki eru gjørd-
ar, sigur Heri Hjelm.
Nú steðgur hevur verið í
framleiðsluni í Vági og í
Porkeri, hevur alingin gingið
sína vanligu gongd, bæði
smoltalingin og alingin úti á.
Í Noregi
Dóttir Hera, Rúna Hjelm,
sum er stjóri í fyritøkuni, er
í Noregi í løtuni. Sum
skilst, er ætlaninin hjá
henni at fáast við kræk-
lingaaling í Trønderlag ein-
ar 2-3 mánaðir, nú steðgur
er í framleiðsluvirksemin-
um í Vági og Porkeri.
Maskinmenninir eru til
arbeiðis á virkinum, Suður-
laks í Vági, og alingin gongur
sína gongd. - Í juni/ juli hava
vit aftur tøkuføran fisk, og tá
vænta vit at kunna taka eini
50-60 tons um dagin, sigur
Heri Hjelm.
ÍDNAÐARLAND-
INGAR
Vilmund Jacobsen
Fuglafjørður: Írski báturin,
Western Endeavour, hevur
seinastu tíðina lagt tríggjar
svartkjaftalastir upp til
Havsbrún í Fuglafirði.
Sunnumorgunin kl. 9
vóru teir á Fuglafirði av
triðja túrinum á hesum
sinni. Landingin byrjaði kl.
13 sunnudagin, og mána-
morgunin kl. 06 vóru
seinastu fiskarnir komnir
upp úr lastini.
Western Endeavour hev-
ur havt umleið 2300 tons av
svartkjafti hvønn túrin. Teir
royna vestanfyri Írland, og
tað tekur teimum tvey
samdøgur at sigla heim til
Føroya við lastini.
Hini skipini
Á Havsbrún veit Jákup
Oluf Joensen at siga, at
Krúnborg og Chr. í Grótin-
um royna eftir lodnu í
Faksabuktini,
vestanfyri
Reykjanes. Teinurin úr
Reykjanesi og higar til
lands er stívliga 450 fjórð-
ingar.
Jákup Oluf heldur, at
Saksaberg eisini er á lodnu-
veiði í Íslandi, men skipið
lastar bert 800 tons, og tí
leggja teir helst veiðina upp
har yviri.
Tróndur í Gøtu fór ætl-
andi á svartkjaftaveiði vest-
anfyri Írland; teir byrjaðu
hendan túrin í seinnu helvt
av síðstu viku.
Høgaberg,
fyrrverandi
Gullfinnur, sum herfyri
kom í flotan fyri Jón Sig-
urðsson og Norðborg, eru í
Barentshavinum.
GRÆKARISMESSA
Vilmund Jacobsen
Saltangará: Mikudagin,
12. mars, skipar Runavíkar
býráð fyri grækarismessu-
haldi á torginum við bý-
ráðshúsini í Saltangará.
Røðari hendan dagin
verður Harry Hansen,
skúlatænari, á Toftum.
Skótarnir fara at seta
sín dám á dagin við skrú-
gongu, og Nes sóknar
Musikfelag fer at undir-
halda við hornatónleiki.
Grækarismessuhaldið
byrjar kl. 17.30.
Harry Hansen er ikki
ókendur um hesar leiðir.
Umframt at hava verið
skúlatænari í mong ár, sæst
hann javnan renna eftir
vegunum, hóast hann ikki
er nakar ársungi longur.
Harry er pápi Absalon
Hansen, sum vann mar-
athon-renningina
á
Oyggjaleikunum í Før-
oyum í 1989.
Sjálvur hevur Harry
verið við í nógvum renni-
kappingum, og hóast ár-
ini, er hann lættari og ork-
ar betri enn mangur ein
unglingur.
Harry Hansen fer at halda grækarismessurøðuna á
torginum í Saltangará
Grækarismessu-
hald á torginum í
Saltangará
Western Endeavour aftur á
Fuglafirði
Írski báturin, Western Endeavour, hevur í seinastuni lagt tríggjar lastir upp til Havsbrún í Fuglafirði. Teir hava havt umleið 2300
tons av svartkjafti hvørja ferð.
Mynd: Jens Kr. Vang
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
PE 20 ár
Mánadagin 10. mars vóru
liðin 20 ár síðan matvøru-
handilin í Stoffalág, sum í
dag eitur Sp/f PE, bleiv
stovnaður. Tað var Petur
Eirik Djurhuus úr Søldar-
firði, sum stovnaði handilin
sum P.W. Kolonial 10. mars
1983. Seinni skifti handilin
navn til P.E. Kolonial. Í dag
er navnið bert Sp/f PE Petur
Eirik sigldi eina tíð, áðrenn
hann fór í læru sum kram-
búðarkallur í rør og sanitet
handlinum hjá Hans M.
Reinert við Hoyvíksvegin í
Havn frá 1976-79. Síðan
sigldi hann eina tíð og ar-
beiddi hjá famljufyritøkuni
P.W. Kolonial í Søldarfirði,
til hann stovnaði sín egna
handil. Hann er uppvaksin
við handli í familjuni, og er
hann ein av eftirkomarun-
um hjá Hans Petur Weihe,
sum byrjaði at handla í
Søldarfirði fyri meria enn
100 árum síðan. Handilin í
Søldarfirði er nú afturlatin.
Umframt handilin í Stoffa-
lág, har sjey fólk arbeiða, er
eisini ein PE handil á Argj-
um við tveimum starvs-
fólkum. Skúlanæmingar ar-
beiða eisini í handlunum
eftir skúlatíð. Síðan 1990
hevur handilin verið limur í
handlisketuni
Samkeyp,
sum í dag telur 23 handlar
kring landið. Í sambandi
við føðingardagin hava PE-
handlarnir fleiri góð tilboð
hesa vikuna.
mg
Asbjørn Heinesen
60 ár
Í dag, 11. mars, fyllir
Asbjørn Heinesen í Havn
60 ár. Asbjørn er ættaður úr
Klaksvík, sonur Stinu í
Ánunum og Martin Heine-
sen, kallaður Martin hjá
Kornelius og seinasta barn,
sum varð føtt á Skarði.
Asbjørn tók realprógv í
Klaksvík í 1960 og fór so
til skips við Esther, sum
pápin førdi. Eitt hálvt ár
seinni kom Pison hjá Segl-
húsmonnunum til Klaks-
víkar sum eitt av teimum
mongu nýbygdu stállínu-
skipunum. Martin fekk
Pison at føra, og Asbjørn
fór við.
Eitt ár seinni fór hann
sum
deksdrongur
við
farmaskipinum Karini K
hjá Kjølbro. Teir sigldu
nógvar túrar niður í Mið-
alhavið við fiski og høvdu
salt heimaftur við. Eisini
vóru teir á hvørjum ári
fleiri túrar í Grønlandi við
og eftir útróðrarmonnum
og bátum. Asbjørn var við
Karini K í hálvtfjórða ár og
var í næstan hvørjum landi
í Evropa, sum siglast kundi
til.
Karin K varð seld til
Týsklands í 1965, og As-
bjørn fór við Tjaldrinum.
Hann var við tí, til tað varð
selt til Chile í 1967.
Hann fór nú á Sjómans-
skúla í Havn, tók stýri-
mansprógv í 1969 og skips-
føraraprógv í 1970. Síðani
fór hann út at sigla sum
yvirmaður við skipum hjá
A.P. Møller. Hann legðist
uppi í 1978 og tók við
starvi sum havnarumsjón-
armaður og loðsur í Havn,
og tað starvið røkir hann
enn.
Í 1967 giftist Asbjørn við
Gertrud Berg úr Havn. Tey
eiga fýra børn: Jógvan
Martin 1967, Jákup Hans
1969, Elin 1971 og Rógvi
1973.
Asbjørn
eigur
ein
beiggja, sum eitur Harry.
Hann er giftur við Gunn-
leyg Rasmussen úr Klaks-
vík. Eisini tey búgva í
Havn.
80 ár
Í dag, 11. mars verður Thala Rókstein, Fuglafjørður
80 ár. Dagurin verður hildin hjá Kaj Eli Blábjørg,
Mørkin 22.
Silvurbrúdleyp
Í dag, 11. mars hava hjúnini Ann og Johan Hansen
silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við
familjuni í Tinghøjvej 25, 7330 Brande.
Svenning Reinert
40 ára starvsdag
Í dag, 11 mars, hevur
Svenning Reinert í Norðra-
dali arbeitt hjá Færøernes
Kommando í 40 ár. Svenn-
ing er fyrsti persónur, sum
hevur arbeitt hjá Færøernes
Kommando í so langa tið.
Hann arbeiddi uppá Oyggj-
arvegin í 1959/60, síðan ar-
beiddi hann hjá skógfútan-
um í eitt styttri tíðarskeið. Í
1961/62 arbeiddi hann hjá
SEVvið el-linjuni millum
Vestamanna og Havnina.
Tann 11. mars 1963 bleiv
Svenning settur í starv hjá
Flyvestationen Thorshavn,
seinni Færøernes Kom-
mando. Høvuðsuppgávan
hjá honum hevur øll árini
verið at halda vegin niðan á
Sornfelli viðlíka og ymiskt
annað fyrifallandi arbeiði.
Síðan 1976 hevur hann ver-
ið Posthúsleiðari í Norðra-
dali. Svenning dámar væl
at fara á flot, eisini hevur
hann ross, gæs og seyð.
Móttøka verður í dag, 11.
mars, frá kl.11.00-14.00
hjá Færøernes Kommando
í Mjørkadali.
mg
Ingi Gunnarsson
til PM
1. januar varð Ingi Gunn-
arsson settur í starv sum
sølumaður
hjá
Poul
Michelsen heilsølu, við
ábyrgd fyri sølu í Suður-
oynni og Sandoynni v.m.
Ingi er 47 ára gamal og
havnarmaður. Hann tók
útbúgving sum fiskivinnu-
atstøðingur í Íslandi frá
1976-79 og HH prógv á
Føroya
Handilsskúla
í
1982. Hann hevur arbeitt
við sølu í mong ár. Seinastu
10 árini sum sølumaður hjá
Landshandlinum í Havn.
mg
Elsuba Iversen
60 ár
Sunnudagin 9. mars fylti
Elsuba Iversen í Kvívík 60
ár. Elsuba er ættað úr Havn,
dóttir Johannes Samuelsen
(Hannis í Horni) og Petru,
fødd Gregersen, úr Syðru-
gøtu.
Petra og Hannis fingu
fýra børn: Heðin, Sigrun,
Elsuba og Hjørdis.
Elsuba giftist til Kvívíkar
við Tummas Iversen, sum
var sonur Hansinu og Han-
us í Kollinum. Elsuba og
Tummas
fingu
børnini
Hans, sum býr í Noregi,
Petru, sum býr í Kvívík, og
Høgna, sum lesur uttan-
lands.
Tummas varð ikki gamal
maður. Hann doyði longu á
jólum í 1976, og Elsuba
varð einkja bert 33 ára
gomul.
Í 1985 fór Elsuba at ar-
beiða í Norðurlandahúsin-
um, men við síðuna av
hevði hon handilin, sum
Hanus í Kollinum hevði
havt í Kvívík. Hon hevði
handilin, til dóttirin Petra
tók yvir. Elsuba eigur trý
ommubørn.
Mong
munna
annars
kenna Elsubu frá hennara
stóra áhuga fyri sangi, tí
hon hevur sungið í kóri í
mong Harrans ár.
Nú Elsuba rundaði tey
seksti arbeiðir hon fram-
vegis í Norðurlandahúsin-
um og koyrir hvønn dag til
Havnar og norður aftur til
Kvívíkar, tá arbeiðsdagur
er lokin.
Teddy Michelsen
75 ár
9.
mars
bleiv
Teddy
Michelsen í Tvøroyri 75 ár.
Teddy er føddur og upp-
vaksin í Valinum á Tvør-
oyri. Hann fór til skips sum
17 ára gamal og sigldi
undir krígnum. Sum 20 ára
gamal fór hann á Føroya
Sjómansskúla, og hann
sigldi í tilsamans 25 ár.
Miðskeiðis í 60-unum fekk
hann arbeiði hjá Lands-
verkfrøðinginum í Øravík
sum maskinførari. Hetta
arbeiði fevndi yvir alla
Suðuroynna, og hevði hann
ábyrgd av kavaruddingini
til Hvalbiar og Sandvíkar.
Sum limur í fakfelagnum
Fylking, var hann formaður
í eitt tíðarskeið. Eisini var
hann nøkur ár í nevndna í
Føroya
Arbeiðarafelag.
Teddy giftist í 1956 við
Odu, fødd Bech, úr Trong-
isvági. Tey eiga fýra døtur,
tríggjar búgva í Danmark
og ein býr í Havn.
mg
Navnið á degnum í dag
11. mars: Thala. Ókend ung genta, sum tíðliga í fornkirkj-
uni varð tikin av døgum fyri trúgv sína.
Petur Eirik Djurhuus í PE-handlinum á Argjum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
9
8