Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 48 - 11. mars 2003 Nr. 48 - 11. mars 2003 11 Tað eru fimm ár síðani, at Tjóðveldisflokkurin og Fólka- flokkurin gingu saman í politiskt hjúnarlag. Stóra málið var fullveldi. Hetta skuldi ornast eftir trimum árum. Alt vald skuldi á føroyskar hendur, føroyingar skuldu sjálvir reka uttanríkispolitikk, og Føroyar skuldu gerast limir í ST. Hvíta bók stakk út í kortið. Tvær fólkaatkvøður – ein um sáttmálan, sum skuldi gerast við danir, og ein um eina før- oyska grundlóg – skuldu hava verið í 2002. Danir skuldu aller nådigst sleppa at umsita tað, sum føroyingar í fyrsta umfari ikki hildu seg til at taka sær av. Hetta er søga nú. Søgan um buldur og brak og um stórar og luftigar ætlanir, sum ikki høvdu kjølfestu. Tankin um, at danir ikki uttan víðari aktivt og við stórum peningaupp- hæddum fóru at hjálpa til, var púra fremmandur í Tinga- nesi, tá ið stóra samráðingarnevndin fekk krakk frá donsku stjórnini. Síðani tá hevur talan verið um eitt eljustríð millum stóru samgonguflokkarnar. Stríðið hevur verið um, hvussu fram skal farast í sjálvstýrispolitikkinum, og stríðið hevur verið um, hvussu fram skal farast í vinnupolitikkinum. Sosiala politikkin hava teir tosað millum lítið og einki um. Eingin ivi er um, at tað er Fólkaflokkurin, sum hevur verið við yvir- lutan, og at tað er Tjóðveldisflokkurin, sum hevur rumblað og rópt mest. Í sjálvstýrisspurninginum hevur løgmaður konstruerað eina loysn, sum umboð fyri stóru flokkarnir fyri einum mánað síðani í Sosialinum søgdu seg væl og virðiliga kunna liva við. Loysnin er ikki so víðgongd, sum uppskotið hjá Javn- aðarflokkinum um eina sjálvstýrislóg í síni tíð var. Men flokkurin kann væl liva við nýggja leistinum. Tað sama søgdu Sambandsflokkurin og eisini Tjóðveldisflokkurin. Fullveldið og avgerðin um republikk ella ikki republikk er skotin langt út í framtíðina. Løgmaður helt, at mentunarmálaráðharrin klokkaði so í setanini av landsantikvari, at løgmaður kendi seg noyddan at loysa hana úr starvinum. Takk fyri Jørgen Niclasen, søgdu tjóðveldismenn. Tað mest óanstendiga, hann hevur verið vitni til í sínum lívi, legði formaðurin í Tjóðveldisflokkinum afturat yvirfyri løgmanni. Fyri opnari mikrofon í sjónvarp- inum. Málið hongur framvegis í leysari luft, og nú er eldur í fiskivinnupolitikkinum. Fólkaflokkurin definerar, tambar og togar lógirnar og ger, sum hann heldur vera best. Tjóðveldismenninir rópa og hótta við morði og brandi. Royndirnar siga Fólkaflokkinum, at tað liggur ikki so nógv aftanfyri rópini. Fyri tveimum árum síðani skýrdu tjóðveldismenn á Vaglinum løgmann fyri líkt og serliga ólíkt, men tá ið alt kom til alt, góvu teir seg undir viljan hjá løgmanni. Nú vísa tjóðveldismenn so stóra forakt fyri fiskivinnu- politikkinum hjá Fólkaflokkinum, at teir siga seg ætla at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap. Teir siga seg ikki hava álit á, at landsstýrismaðurin við kunngerðum er førur fyri at útinna rætta politiska viljan. Royndirnar siga, at tað fer ikki at spyrjast tað stóra burturúr. Eingin hevur gloymt goragangin undan ólavsøkuni í fjør. Profilurin hjá samgonguni er klandur. Teir hava klandrast og víst hvørjum øðrum misálit í fimm ár, og tað fara teir at gera sum samgongufelagar í hvussu so er í trý ár afturat. Tjóðveldisflokkurin rópar um visiónirnar, sum hann heldur seg hava á so mongum økjum, men tað er Fólkaflokkurin, sum stýrir. Tí tola teir, at ein spannin fyri og onnur eftir verður hálvd omanyvir teir. Føroyska samfelagið alt sum tað er bløðir undir hesum óverduga spælinum. DAGSINS MEINING Sosialurin Fimm ára kríggið fram VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jacob Vestergaard landsstýrismaður Seinastu dagarnar hevur eitt ávíst mál viðvíkjandi samanlegging av veiðu- loyvum elvt til nógv orða- skifti. Hetta orðaskiftið hevur avdúkað, at tað tykist vera stór politisk ósemja um tulkingar av viðkom- andi ásetingum í lógini um vinnuligan fiskiskap. Politikkarar, vinna og umsiting tykjast at fata ásetingarnar ymiskt. Lógin um vinnuligan fiskiskap gevur landsstýris- manninum heimild í kunn- gerð at áseta reglur fyri, hvussu fram verður farið í sambandi við samanlegg- ingar av veiðuloyvum, og hvussu mett verður um fiskiorku. Eisini heimilar lógin landsstýrismanninum í kunngerð at gera reglur um avhending av fiski- døgum millum fiskifør í bólkunum 2, 3 og 4. Har reglurnar ikki eru ásettar í kunngerð, hevur Fiskimálaráðið í avgreiðslu av slíkum málum fylgt fastløgdum umsitingarlig- um mannagongdum. Til tess at skapa størri gjøgnumskygni í umsiting- ini av slíkum málum fer landsstýrismaðurin at taka stig til, at í nærmastu fram- tíð verða kunngerðir gjørd- ar, sum staðfesta tær um- sitingarligu mannagongd- irnar. Øll endalig avgreiðsla av málum um samanleggingar av veiðuloyvum og avhend- ing av fiskidøgum verður útsett, til kunngerðirnar eru endaliga lýstar og settar í verk. Jógvan Arge Býráðslimur fyri Tjóðveldisflokkin Tað var fríandi at lesa í bløðunum, at tann mestsum tunguleysi meirilutin í Tórshavnar Býráð loksins hevur fingið orðið upp. Tað er jú fyrsta treytin fyri at fáa ein dialog í lag. Orðini hjá býráðslim- inum Sjúrði Olsen prógv- aðu, at meirilutin er vilstur í sínum egnu skýmaskot- um. Sjúrður váttaði hvørt orð av tí, sum vit í minni- lutanum hava ført fram um, at tað verður lumpað og lirkað meir enn gott er á Vaglinum. Hann skrivar sjálvur um trætuna á seinasta býráðs- fundi, har meirilutin ikki vildi lata stórar og prinsipi- ellar avgerðir koma til at- kvøðugreiðslu og avgerðar í sjálvum býráðnum: »Honum og minnilutan- um varð gjørt kunnugt, at um eingin broyting skuldi gerast til samtyktina, ið varð løgd fram á býráðs- borð, so var nokk at fram- leggja hana, tí avgerðin varð tikin í teirri nevndini, sum málið hoyrdi undir«·. Hetta er kjarni málsins. Minnilutin hevur ferð eftir ferð ført fram, at hetta er at fara út um reglurnar, tí sjálvandi skal býráðið sjálvt taka støðu til, hvørji stig kommunan tekur. Býráðið skal taka støðu til um ein barnagarður, ein skúli, eitt eldraheim ella annað skal byggjast, og býráðið skal eisini játta pengarnar. Við at leggja allar enda- ligar avgerðir í slíkum mál- um út til nevndirnar og lata tær játta pengarnar av eini ikki neyvt defineraðari íløgukonto verður býráðið tikið sum gísli. Ongin opinleiki, onki gjøgnumskygni og býarins evsta vald sett út av spælin- um. Nakrir fáir nevndar- limir taka stórar og prin- cipiellar avgerðir, uttan at sjálvt býráðið sleppur upp í at viðgera málini. Av tí, at nevndarfundir eru fyri læstum hurðum og framløgurnar í býráðnum sum nú er einans eru til kunningar, verða avgerðir- nar tiknar í loyndum, peng- arnir brúktir uttan váttan býráðsins og møguligar mótstríðandi hugsanir køvdar. Vit í minnilutanum kunna ikki standa modell til hetta, og vit høvdu mis- røkt tað álit, sum borgarnir hava givið okkum, høvdu vit ikki mælt ímóti og rópt varskó, sjálvt um tað kostaði eitt gult kort frá tí partíska borgarstjóranum, sum stendur á odda fyri hesi gíslatøku. Havnarborgarar hava betri uppiborið, og tí er kravt, at tey málini, sum meirilutin noktaði at við- gera á seinasta býráðsfundi, koma á dagsskránna fyri býráðsfundin nú hósdagin. So leingi býráðið ikki hevur tikið tær formligu avgerðirnar í hesum mál- um, skila vit okkum rætt til at meta, at alt arbeiði við teimum fer fram í heimild- arloysi. Vegna Foreldrafelagið Tórhallur Áslaksson, Argir Foreldrafelagið hjá børnum við »Faroe Syndrom« tekur fult undir við yvirlýsingini hjá Giktafelagnum við at- finningum ímóti hjálpar- tólamiðstøðini. M.a. um ta alt ov longu avgreiðslutíð- ina. Vit kunnu leggja afturat, at vit ikki vænta, at tað loysir trupulleikan bert at seta fleiri fólk. Manna- gongdirnar mugu broytast – gerast einklari! T.d. átti ein barnatera- peutur verið burturav til børnini, ella átti alt viðvíkj- andi børnum verið lagt til Sernámsdepilin at umsita. Hetta fyri at leggja ábyrgd- ina, at leiðbeina foreldur at fjølbrekaðum børnum á eitt stað! Øll avgreiðsla av veiðuloyvum útsett Tunguleysur talar Yvirlýsing LØGREGLUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein Ein maður varð um viku- skiftið tikin fyri at hava brotið ein rút niðri hjá Val- demar Lützen í Vágsbotni. Politiið sigur, at fleiri smærri herverk hava verið um vikuskiftið, og hesuferð fangaðu teir mannin á staðnum. Hann bløddi í hondini og hevði brotið ein rút. Leygardagin bað ein bát- ur um hjálp, tí hann tók vatn inn. Hann var tá staddur útfyri eystara mola. MRCC fekk boðini og pressarin fór út til bátin. Men tá motorurin varð sløktur gavst báturin at taka vatn inn, og kom sjálvur inn til lands. Sunnunáttina vóru tveir mans tiknir fyri rúsdrekka- koyring. Annar í Havn og hin í Sundalagnum. Eisini hava nøkur mál um húsaófrið verið um vikuskiftið. Tað eina málið snúði seg um ein mann, sum hevði sligið konuna. Talan var ikki um nakað lívshóttandi slag, men hann varð meldaður fyri at sláa hana í høvdið. Leygarmorgunin tá menn vóru í holt við at taka høllina niðri á Farstøðini niður, sum Føroya Ríðingarfelag skal hava niðan í Havnardal, datt ein maður ígjøgnum takið ÓHAPP Ingrid Bjarnastein Leygarmorgunin vóru menn í holt við at taka eina høll niðri á Farstøðini nið- ur. Høllin skal flytast niðan í Havnardal, tí Føroya Ríð- ingarfelag hevur fingið høllina. Ein av monnunum var áhaldsin og trakkaði á eitt takvindeyga. Hann datt hálvan fjórða metur niður og breyt vinstra arm og alboga. Av politistøðini í Havn verður upplýst, at maðurin var eisini lagdur undir skurð. Óhappið kemur undir lóg um arbeiðsumhvørvið, og var Arbeiðseftirlitið tí eis- ini boðsent. Um óhappið komst av ósketni ella um tað var eitthvørt, ið ikki var í lagi, er upp til Arbeiðs- eftirlitið at meta um. Tað eydnaðist okkum tíverri ikki at fáa fatur á Arbeiðseftirlitinum áðrenn blaðið fór til prentingar. STULDUR Ingrid Bjarnastein Um vikuskiftið hevur eitt russiskt skip ligið á Eystara armi á Skálafjørðinum. Fleiri boðaðu politinum frá, at hesir russar hava gingið runt og stolið úr parkeraðum bilum. Politiið sigur, at teir hava tikið tað, teir hava fingið hendur á. Tað verið seg bilstereo, fløgur og annað. Hetta er ikki ókent. Tað kemur ikki so ofta fyri longur, tí so fá russisk skip eru á Skálafjørðinum, men fyrr í tíðini var heilt galið, tá skip lógu á Skála. Annars var enn eitt umfar av Prix Føroyum um vikuskiftið. Politiið letur væl at, og sigur, at onki hevur verið í samband við hetta. Ein maður var tikin fyri spirituskoyring sjálvan leygardagin, men hetta hevði onki við prixið at gera. – Eg haldi, fólk skikka sær væl. Tey vita, at vit eru eyka ansnir tá prixið er, og tá vit koma inn í hølini við jøvnum millumbilum og vit koyra runt, so skikka fólk sær væl, sigur vakthavandi á politistøðini í Runavík. Fríggjadagin var ein sjáldsom hending í Argja skúla. Tá fingu tær tríggjar Rakul Debes, Durita Olsen og Rakul Svabo Egholm 13 fyri eina verkætlan, sum tær hava arbeitt við síðani januar mán- aða. Verkætlan hevði evnið »Menniskja - skapandi og oyðandi« SKÚLI Ingrid Bjarnastein Tær tríggjar Rakul Debes, Durita Olsen og Rakul Svabo Egholm fingu fríggjadagin eitt 13 tal í part fyri teirra verkætlan við evninum »Menniskja – skapandi og oyðandi«. – Eg havi arbeitt her á skúlanum í 20 ár, og eg veit ikki um eg havi givið nakað trettantal fyrr, sigur Eyðun á Borg, lærarin, sum hevur staðið fyri verkætlanini. Tær tríggjar høvdu undir hesum evninum valt sær list sum høvuðsevni, og viðgjørt tær trý listarlig øki, orðlist, myndlist og tónlist. Fyrireikað Verkætlanin hevur verið í gongd síðani januar mán- aða, og hava tær tríggjar gjørt nógv burturúr fyri- reikingunum. Tær høvdu gjørt video- upptøkur, har tær høvdu tosað við trý listarfólk um- boðandi hvørja grein. Ingálvur av Reyni, Oddvør Johansen og Brandur Enni vórðu spurd, hvat loyndar- málið var við listini, og hví tað liggur í menniskjum at skapa. – Eisini høvdu tær yrkt ein romantiskan sang, sum tær sjálvar høvdu gjørt lag til. Til framløguna sungu tær sjálvar, meðan tær spældu klaver og gittara, og meðan sangurin varð spæl- dur vórðu myndir vístar, sum vóru tiknar í Sandá- gerði, sum hóskaðu seg til orðini, greiðir Eyðun á Borg frá. Eisini varð stovan pyntað við ljósum, perum og reyð- um hjørtum. Harafturat høvdu tær málað á nøkur toypetti, sum tær hongdu upp, meðan framløgan var. Rakul, Durita og Rakul fingu eisini skreytblað handað, og á tí stóð: »Framúrskarandi framløga. Alt væl fyrirekað frá byrjan til enda. Evnið lýst á fjøl- broyttan og hugvekjandi hátt, m.a við samrøðum við listarfólk, sjónbandsupp- tøkum, sjálvgjørdum máln- ingum, sjálvgjørdum og sjálvframførdum filmi og sangi. Sera gott samstarv og arbeiðsbýti. Snøgt sagt: Eitt listarverk! Próvtal: 13«. Eisini varð ein køka bak- að, sum var bjóðað, meðan framløgan var. Hon var pyntað við góðgæti, og var orðið »list« skrivað við bommum á henni. Rakul, Durita og Rakul ganga í 9. b í Argja skúla. Trý trettantøl Datt ígjøgnum takið Brotin rútur Russar stjólu Rakul, Durita og Rakul fingu fríggjadagin 13 fyri eina verkætlan tær hava arbeitt við síðani januar mánaða. Verkætlanin hevði evnið »Menniskja – skapandi og oyðandi« Mynd: Álvur Haraldsen Í blaðnum leygardagin vóru tíðindi um roknskapir frá virkjum fyri 2002. Har stóð m. a., at Com Data hevði havt undirskot í fjør. Hetta er kortini ikki beint, tí roknskapurin hjá Com Data var ikki fyri 2002, tí felagið hevur roknskaparár frá 1. mars til 28. februar. Tískil er nevndi roknskapur frá 1. mars 2001 til 28. februar 2002. Nýggi roknskapurin, sum er frá 1. mars 2002 til 28. februar 2003 er ikki enda- liga uppgjørdur enn, men hann vísir yvirskot, verður sagt av Com Data. el Gamal roknskapur hjá Com Data Leygarmorgunin um tíggju tíðina datt ein maður ígjøgnum takið á høllini niðri við Farstøðina. Hann breyt vinstra arm og alboga Mynd: Eirikur Lindenskov C M Y K 11 10