týsdagur 11. mars 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 48 - 11. mars 2003
Nr. 48 - 11. mars 2003
13
UTTAN ÚR HEIMI
Hjálparfólk verða verandi
í Irak
Teir norsku hjálparfelagsskapirnir, sum hava fólk í
Irak, hava boðað frá, at teir fara ikki at taka síni starvs-
fólk úr landinum, hóast vandi er fyri kríggi. Somu
felagsskapirnir hava fólk í fleiri av grannalondunum
hjá Irak, og tey fáa heldur ikki boð um at fara haðani.
Talsfólk hjá felagsskapunum siga, at tey fylgja gjølla
við tí, sum hendir í Irak og í økinum yvirhøvur. Tey
halda seg til tær upplýsingar, sum tey fáa frá ST, og
sambært hesum er eingin vandi á ferð í løtuni, siga
talsfólkini.
Sunnudagin fór ST undir at flyta síni starvsfólk úr Ir-
ak og Kuwait orsakað av vandanum fyri kríggi við Irak.
Mæla til at avtaka
miðnámsskúlar
Sjey danskir serfrøðingar í undirvísingarviðurskiftum
mæla í einari nýggjari frágreiðing myndugleikunum til
at taka av studentaskúlan, handilsskúlan og vinnuskúl-
arnar. Ístaðin skal skúlin hava eina trý ára útbúgving
frá 9. til 11. flokk, siga tey.
Tey sjey vísa á, at sum er gevst fimti hvør næmingur
í danska skúlaverkinum orsakað av vantandi evnum, og
hetta halda tey vera eitt prógv um, at verandi skúla-
skipan virkar ikki eftir ætlan.
Ístaðin mæla tey til at skipa eina grundútbúgving frá
9. til 11. flokk, har næmingarnir kunnu velja ymsar
fakbólkar. Ikki fyrr enn aftan á 11. flokk skulu næm-
ingarnir so velja, um teir ætla sær at taka eina vinnuút-
búgving ella eina ástøðiútbúgving. Tey sjey siga, at
hesin hátturin hevði gjørt, at nógv fleiri næmingar
høvdu verið førir fyri at velja ta røttu útbúgvingina, og
harafturat hevði tann nýggja skipanin serliga gagnað
teimum veiku næmingunum.
OPEC leggur krígsætlan
Felagsskapurin hjá oljuútflytaralondunum, OPEC, fer
hesa vikuna at leggja eina ætlan um, hvat gerast skal,
leypa amerikanarar og bretar á Irak.
Málið við fundinum er at sannføra heimin um, at nóg
mikið av olju verður á altjóða marknaðinum, sjálvt um
kríggj skuldi brostið á. Eitt annað endamál við fundin-
um er at forða fyri, at oljuprísurin fer ov langt upp.
Undir Flógvakrígnum í 1991 kom oljuprísurin upp í 41
dollarar fyri tunnuna, men hesaferð ætlar OPEC ikki,
at hann skal koma so langt upp.
Tað drúgva verkfallið í Venesuela herfyri hevur
longu órógvað altjóða oljumarknaðin, og tað hevur
noytt onnur lond at økja sína framleiðslu. Eitt nú er
framleiðslan í Saudiarabia so stór, sum hon næstan
ongantíð hevur verið fyrr. USA hevur biðið Saudi-
arabia framleiða meiri olju fyri at nøkta tørvin og fyri
at halda prísinum niðri, og hesum hava saudiarabar
játtað.
Funnu jarnaldargrøv
Fornfrøðiongar í Kroatia hava funnið eina grøv, sum
eftir øllum at døma er frá jarnøldini umleið 700 ár fyri
Kristi føðing, skrivar ein kroatisk tíðindastova.
Grøvin varð funnin í Papuk-fjallinum, sum er einar
150 kilometrar eystan fyri høvuðsstaðin Zagreb.
Sambært tíðindastovuni hava fornfrøðingarnir funnið
ymisk amboð í grøvini so sum øksir umframt nakrar
prýðislutir.
-Vit hava longu avdúkað ein part av søguni, sum
vísir, at her búðu fólk fyri umleið 2700 árum síðani,
sigur fornfrøðingurin Hrvoje Potrebica, sum starvast á
fornfrøðiliga stovninum í Zagreb.
Minst ein ráðharri og
tíggju stjórnarskriv-
arar hótta við at
leggja frá sær, taka
bretar lut í álopinum
á Irak, og í undirhús-
inum hótta nógvir
Labour-limir við at
atkvøða ímóti forsæt-
isráðharranum.
BRETLAND
Árni Joensen:
Higartil hava tríggir av
teimum persónligu skrivar-
unum hjá bretskum ráð-
harrum boðað frá, at teir
fara at leggja frá sær, tekur
Bretland lut í einum álopi á
Irak uttan ST-góðkenning.
Men sambært blaðnum The
Sunday Times umhugsa
einir sjey aðrir skrivarar at
gera tað sama.
Ein av ráðharrunum í Bla-
ir-stjórnini hevur longu
kunngjørt, at hon fer frá, eru
bretskir hermenn við í ein-
um álopi á Irak uttan ST-
góðekking. Tað er .
Samstundis er greitt, at
Tony Blair fær harða mót-
støðu frá sínum egnu í und-
irhúsinum. Tá Irak-kreppan
var til viðgerðar í undirhús-
inum herfyri, atkvøddu 122
floksfelagar hjá Blair ímóti
stjórnini, men nú verður
roknað við, at umleið 200 av
floksfeløgunum hjá for-
sætisráðharranum eru til
reiðar at atkvøða ímóti hon-
um, tekur ST-trygdarráðið
ikki undir við at leypa á Irak.
Tann vanligi bretin er
eisini ímóti kríggi uttan góð-
kenning
frá
ST.
Tann
seinasta kanningin vísti, at
62 prosent eru ímóti kríggi
við Irak, tekur ST ikki undir
við tí. Bara 15 prosent halda
tað ikki vera neyðugt við ST-
góðkenning.
Tveir synir yvirgangs-
mannin Khalid Sheikh
Mohammed sita sam-
bært blaðnum Wash-
ington Post í varðhaldi
hjá amerikansku
fregnartænastuni CIA.
YVIRGANGUR
Árni Joensen
Blaðið veit at siga, at CIA
fekk fatur á tí níggju ára
gamla Yousef al-Khalid og
tí sjey ára gamla Abed al-
Khalid undir einum átaki í
Pakistan í september í fjør.
CIA leitaði tá eftir Khalid
Sheihk Mohammed, og
undir einari húsarannsókn
komu menn hjá fregnar-
tænastuni fram á teir báðar
smádreingirnar,
skrivar
Washington Post.
Khalid
Sheikh
Mo-
hammed var í somu húsun-
um, men tað eydnaðist
honum at flýggja, áðrenn
CIA kom hagar. Teir báðir
smádreingirnir og ein mað-
ur vórðu verandi eftir, og
hóast teir royndu at fjala
seg, vórðu teir tiknir.
Síðani handtøkuna hava
teir báðir dreingirnir verið í
varðhaldi hjá pakistansku
trygdartænastuni, men um
vikuskiftið vórðu teir fluttir
við flogfari til USA. Tað
váttaði CIA sunnudagin, og
sagt varð, at dreingirnir eru
á einum loyniligum staði.
Í USA ætlar CIA at av-
hoyra teir báðar smádreing-
irnar fyri at vita, hvat teir
vita um virksemið hjá páp-
anum. Ein talsmaður hjá
CIA sigur við Washington
Post, at teir báðir dreingirnir
fáa góða viðferð, men at
fregnartænastan kortini ætl-
ar at kanna, hvat teir báðir
vita um pápan, ella um teir
yvirhøvur vita nakað um,
hvat hann hevur tikist við.
Samstundis verður 37 ára
gamli pápi teirra avhoyrdur á
amerikansku
herstøðini
Bagram í Afghanistan. Wa-
shington Post skrivar, at hann
hevur fingið at vita, at CIA
hevur synir hansara í varð-
haldi, og á tann hátt vónar
fregnartænastan at fáa hann
at siga tað, sum hann veit um
al-Qaeda og at avdúka, hvar
sjálvur leiðarin í al-Qaeda,
Osama bin Laden, er.
CIA flutt smádreingir til USA til avhoyringar
Labour-uppreistur ímóti Blair
Fríggjadagin var
rættiligt kaos á ferju-
leguni í Klaksvík. Or-
søkin var illa fyri-
reikað vaktarskifti, tá
Ternan varð tikin úr
aftur siglingini, sum
hon hevur røkt fyri
Dúgvuna seinastu 7
vikurnar
SAMFERÐSLA
Rúna Sivertsen
Ferðafólk, sum skuldu um
Leirvíksfjørð fríggjadagin,
vóru snøgt sagt á gosi.
Orsøkin var, at Ternan varð
tikin úr sigling mitt í
ringastu “myldretíð” og
send av Klaksvíkini tóm.
Har slapp ikki ein einasti
bilur við, hóast bíðirrøðin
fylti fleiri ferjur.
Sosialurin hevur spurt
Poul
Jákup
Thomsen,
ferðafólkaflutningsleiðara
á Strandferðsluni, hví hetta
hendi.
-
Ja, har kiksaði
okkurt, og har hendi onkur
misskiljing, sigur hann.
Spurdur, hví slíkur kiks-
ari hendir, sigur Poul Ják-
up, at tað er ein góður
spurningur.
- Ein onnur ætlan varð
gjørd, men eg minnist ikki
rættiliga, hvat tað var. Eg
má tosa við Páll Heinesen,
sum fyrireikaði skiftið,
fyrst, áðrenn eg kann úttala
meg, sigur Poul Jákup.
Spurdur,
hvør
hevur
ábyrgdina av hesum, sigur
hann:
- Tað burdi verið eg. Poul
Jákup sigur, at Sam sigldi
longri út á kvøldið henda
dagin, so at allir bilar
kundu sleppa tvørturum í
sámiligari tíð. Hann við-
gongur tó, at teir kundu
havt gjørt okkurt betur, og
tað munnu mong vera samd
við honum í.
Undarlig undanførsla
Søgur vilja vera við, at
Ternan kundi ikki taka
ferðafólk og bilar við henda
túrin, tí bilett-maskinurnar
máttu umborð á Dúgvuna.
Hetta er eitt sindur ilt at
skilja hjá teimum, sum
seinastu
vikurnar
hava
ferðast við Ternuni, tí
ferðaseðlarnir verða altíð
seldir við landgangin, tá
fólk eru á veg umborð. Tí
mátti borið til at gjørt sum
vanligt,og síðani sett bilett-
maskinurnar í land til
nýtslu hjá Dúgvuni, tá hon
byrjaði aftur at sigla.
Í vikuskiftinum vóru leg-
ur bæði í Nesvík og á Zar-
epta. Legan í Nesvík var
fyri hvannasundsfólk; tí
fóru óvanliga nógv ferða-
fólk á veg úr Klaksvík til
Leirvíkar fríggjadagin.
Vit settu okkum eisini í
samband við stjóran á
Strandferðsluni, Kristian
Davidsen, og spurdu hann,
hví Ternan fór tóm av
Klaksvík.
Hann sigur, at Ternan var
ikki longur í sigling, og tí
eftir reglunum um trygd,
ikki kundi taka ferðafólk
ella bilar.
Kristian leggur tó aftrat,
at teir møguliga kundu
gjørt okkurt betur.
- Vit vilja fegin koma í
ein dialog við norðoyingar
um, hvussu farleiðin um
Leirvíksfjørð kann virka
betur, sigur hann.
Hann sigur, at tað tó er
neyðugt at hava virðing fyri
teimum
fíggjarkarmum,
sum politiski myndugleikin
hevur ásett.
Tað vóru júst 7 vikur
fríggjadagin, síðani Dúgv-
an brádliga varð tikin úr
sigling, tí hol var á gronini.
Tá sótu fólk í Leirvík og
bíðaðu í tímavís og ánaðu
ikki, hvat var galið. Tey,
sum ringdu á Farstøðina,
vórðu lika “klók”, tí har
vistu tey einki at siga, hvar
Dúgvan bleiv av.
Hurlivasi hjá Strandferðsluni
Hóast bíðirøðin á ferjuleguni
fylti fleiri ferjur, fór Ternan
tóm av Klaksvík fríggjadagin.
Eingin góð frágreiðing frá
teimum, sum hava ábyrgd-
ina, er nóg goða at blíðka tey,
sum máttu bíða í tímar
henda dagin. Hetta var ikki
fyrstu ferð at slíkt, undarligt
er komið fyri hjá Strand-
ferðsluni
(Mynd: Norðlýsið)
Íblásturin kom frá
Afrika, tá árligu rút-
misku musikkskúla-
dagarnir vóru hildnir
um vikuskiftið. Tórs-
havnar Musikkskúli
skipar fyri, og 160
ungfólk úr øllum
landinum luttóku, tá
Big Band, poppur,
blues, gospel og
rockur funnu saman í
sannari harmoni
TÓNLEIKUR
Ingi Rasmussen
Rútmur, gleði og talent.
Tey trý orðini lýsa fræg-
ast Rútmisku musikkskúla-
dagarnar 2003, sum vórðu
hildnir í Kommunuskúlan-
um í Havn um vikuskiftið
og endaðu við einum braki
í Norðurlandahúsinum.
Musikkskúladagarnir
byrjaðu fríggjadagin klokk-
an 15, tá børn og ung úr øll-
um landinum settu hvørjum
øðrum stevnu. Tey vandu út
á midnátt fríggjadagin,
allan leygardagin og høvdu
ljóðroyndir sunnudagin.
Tórshavnar Musikkskúli
við Napoleon Nolsøe á
odda skipar fyri, men lut-
takarar og lærarar koma úr
øllum heraðshornum at
blása,
sláa,
spæla
og
syngja.
Gleði fyri lívið
Sunnudagin klokkan 16 var
konsert í Norðurlandahús-
inum, og teir nógvu, ungu
luttakararnir borgaðu fyri,
at stóri salurin varð fyltur.
Útselt varð, og tónleikarar-
nir megnaðu eisini væl og
virðiliga at røkka út í hvønn
krók.
Hóast byrjanin var nakað
trilvandi, so gekk konsertin
væl, og spírandi evnini
fingu víst, hvussu stóran
týdning musikkskúlin hev-
ur fyri menningina av før-
oyskum tónleiki.
Fleiri gávurík stórtalent
vóru á pallinum, og haraft-
urat fingu fólk høvi at
hoyra og síggja sanna
spæligleði. Og hon er ikki
at forsmáa. At duga at
handfara eitt ljóðføri er ein
gáva, sum kann gleða teg
alt lívið, hóast tær ikki
nýtist at vera nakar virtuos-
ur fyri tað.
Svart og hvítt
Ársins tema var Afrika.
Allur tónleikurin hevði
onkursvegna rútmiskar røt-
ur til svarta meginlandið,
har upprunafólk samskiftu
sínámillum við trummum.
Trummuskinnini úr Afrika
vórðu so við og við blandað
upp í tey klassisku instru-
mentini hjá teimum hvítu, ið
róptu seg siviliserað. Svørtu
rútmurnar settu futt í tann
hvíta mannin, og tað mátti
áskoðarin í Norðurlandahús-
inum eisini sanna sunnudagin.
Hendan dagin bygdi tón-
leikurin ikki bara brýr millum
ungdóm á ymsum oyggjum í
Føroyum. Vit vóru sam-
stundis mint á, at tónleikur er
gott amboð, tá byggjast skulu
brýr millum lond, fólkasløg
og ymsar fatanir, sum hava ilt
við at tosa saman.
Trummur og klimaks
Konsertin var skilagott
skipað á tann hátt, at tvey
orkestur vóru inni á gólv-
inum í senn. Meðan annað
spældi, bíðaði hitt, og
soleiðis gekst so skjótt sum
yvirhøvur til bar at fáa
drúgvu skránna frá hondini.
Eitt sera gott hugskot, sum
kann endurnýtast, tá onnur
stór tiltøk skulu fyriskipast.
Tað vóru heili 160 luttak-
arar til rútmisku musikk-
skúladagarnar í ár. Og tað
er eitt bragd at fáa tað av-
greitt upp á 1 tíma og 40
minuttir.
Í ár vóru trý Big Band,
sum vóru minni og meiri
vand. Tey sótu vinstrumeg-
in á gólvinum. Høgrumegin
vóru poppbólkarnir, og tey
skiftust so um at spæla. Og
luttakararnir bæði fingu og
góvu eitt stórt upplivilsi.
Serliga stórt var uppliv-
ilsi kanska hjá klarinettun-
um og floytunum, sum van-
liga blása klassiskar tónar.
Við íblástrinum úr Afrika
sluppu tey rættiliga at
útfolda seg, og tað hóvaði
teimum væl.
Ongin
Afrika-konsert
uttan eina trummufinalu.
Tá trummur, jambur og
afrokór endaðu konsertina
við 160 glaðum ungdómum
úr 8 upp í 16 ár, sum sungu
felagssang, so fingu tey
smáu hárinin rættiliga at
kenna, hvat orðið klimaks
merkir.
Musikkskúlin byggir rútmiskar brýr
160 børn og ung blástu,
spældu og sungu, tá
Rútmisku
musikkskúladagarniar
endaðu við einum braki í
Norðurlandahúsinum
sunnudagin. Her er tað
Eirikur Skála, sum stjórnar
einum av trimum Big
bandum, sum vóru við
Myndir: Ingi Rasmussen
C
M
Y
K
13
12