Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 - 11. mars 2003 15 KPMG hevur útgivið árliga bóklingin um skattaviðurskifti. Bók- lingurin kallast eitt sind- ur um skatt, og tað er eisini tað, lesast kann um í bóklinginum. Til ber at lesa um ymisk skattaviðurskifti – bæði hjá einstakling- um og virkjum. KPMG sigur í skrivi, at bókling- urin bert umfatar før- oysk skattaviðurskifti, og hann fevnir ikki um øll skattaviðurskifti. Men sagt verður frá eitt sindur um skatt. -HR Eitt sindur um skatt KPMG gevur aftur í ár út bóklingin »Eitt sindur um skatt«. Starvsfólkið á Føroya Fornminnissavni fáa um eina viku nýggjan stjóra. Men hesin er so óynsktur sum tilber LANDSANTIKVARUR Heri á Rógvi Um eina viku stendur ein maður á trappuni uttan fyri Fornminnissavnið í Hoy- vík. Hesin maðurin eitur Steffen Stummann Hansen, og hann skal vera stjóri á stovninum. Hann hevur verið ein av høvuðspersón- unum í mest umstrídda og mest almenna setanarmál- inum í longri tíð. Men starvsfólkið á Forn- minnissavninum sita ikki beinleiðis og gleða seg til teirra nýggi leiðari kemur. Starvsfólkið á Forn- minnissavninum hevur áður gjørt vart við sína misnøgd, og nú venda tey sær aftur til løgmann og fyribils mentamálaráðharr- an, Høgna Hoydal. Sagt verður í skrivum til teir báðar millum annað: »Tað hevur alstóran týdn- ing at virða starvsfólka- politikkin, verja sálarliga arbeiðsumhvørvið og endurreisa álitið á setanar- skipanina. Hetta gerst ikki uttan at setanin verður ógildað, tí eingin – og als ikki starvsfólk stovnsins – kann liva við einum stovns- leiðara, ið er settur á ein hátt, sum sambært løg- manni sjálvum hevur sett trúvirðið á okkara umsiting í vanda. Vit ivast ikki í, at málið verður viðgjørt við fyriliti fyri almenna stovninum og starvsfólkinum har heldur enn fyri møguligum fíggj- arligum avleiðingum, ið kunnu standast av at gera tað, sum rætt er. Mist trú- virði og týnt sálarligt ar- beiðsumhvørvi fara eisini í longdini at hava størri útreiðslur við sær enn tað, tað møguliga fer at kosta at rætta teir skeivleikar, ið gjørdir eru. Tí heita vit inniliga á tygum, at ógilda setanina hjá fyrrverandi landsstýrismanninum av nýggjum landsantikvari.« Gíslar Arne Thorsteinsson, eitt av starvsfólkunum á stovnin- um og fyrrverandi lands- antikvarur, sigur, at øll tey føstu starvsfólkini á stovn- inum hava skrivað undir áheitanirnar. – Vit kenna okkum sum gíslar í einum politiskum spæli, sum vit als ikki skilja. Tá løgmaður hevur tikið hetta stigið, hví skulu vit so sita eftir við svarta- peri, sigur Arne Thorsteins- son. Hann kallar støðuna fyri groteska, og hann sigur, at tey skilja einki. Sum tað sær út hava starvsfólkini kortini ikki annan møguleika enn at mótmæla við skrivum av hesum slag. Starvsfólkini fáa illa boykotta stovnin, men tey rokna við týndum sálarligum umvhørvi, sum tikið verður til í skrivinum til landsstýrismannin og løgmann. Stummann er óynsktur á Fornminnissavninum Arbeitt verður við at seta eitt áhugafelag á stovn fyri ferða- vinnuna í allari Streymoynni. Hetta var eitt mál á skránni, tá Felagið Tórshavn helt aðalfund um vikuskiftið AÐALFUNDUR Heri á Rógvi Leygardagin hevði Felagið Tórshavn aðalfund. Felagið virkar fyri at skipa fyri tiltøkum í høvuðsstaðnum og at vekja um áhugan fyri mongu tilboðnum í lands- ins størstu kommunu. Fremsta aktivið hjá fel- agnum er Kunningarstovan. Um veturin starvast 2,5 fólk á Kunningarstovuni, og um summar eru tey fimm til arbeiðis. Hetta er høvuðsorsøkin til, at Felag- ið Tórshavn arbeiðir við einari fíggjarætlan, ið eftir ætlan javnvigar við 1,4 mió. Kunningarstovan fær stuðul frá Tórshavnar kommunu, og Ferðaráðið veitir eisini eitt sindur av stuðuli. Kunningarstovan hevði 27.000 vitjanir í fjør. Ingigerð á Trøðni, sum er skrivari fyri felagið og starvast á Kunningarstov- uni, sigur, at aðalfundir var sum aðalfundarnir plaga at vera. Felagið hevur fleiri ætl- anir fyri hetta árið. Teir kendu gongutúrarnir vera aftur á skránni. – Vit fara at ganga runt um kommunumarkið hjá Tórshavnar kommunu. Tað er langur teinur, og vit ætla at royna at náða allan vegin runt, sigur Ingigerð á Trøðni. Fyri uttan at gongutúrar, so hevur felagið eisini størri verkætlanir í hugan- um. – Vit vilja fegin gera nak- að við gøturnar kring Havnina. Eitt nú til Kirkju- bøar er standurin ringur tað mesta av leiðini, og hetta vilja vit fegin hava gjørt nakað við, sigur Ingigerð á Trøðni. Hon leggur afturat, at her verður neyðugt hjá komm- ununi at gera arbeiðið, og felagið vil gera vart við støðuna og gera uppskot til møguligar betringar. Felagið Tórshavn er eis- ini ein av stigtakurum til at fáa gjørt eitt felag fyri alla Streymoynna við tí fyri eyga at stimbra tiltøk og ferðavinnu. – Greitt er, at útboði í Vestmanna og aðrastaðni og Norðstreymoy er ov lítil til at kunna fíggja eitt felag, og tí má stuðul frá komm- unum til, sigur Ingigerð á Trøðni. Enn er tað mesta ógvu- liga ógreitt viðvíkjandi hes- um nýggja felagið, tí finn- ast skal útav, hvussu skipast skal fyri og ymiskt annað. Av øðrum tiltøkum, sum Felagið Tórshavn hevur í kvittani, kunnu nevnast Mentanarnáttin, sum verð- ur 6. juni, og sum hevur verið á skránni seinastu tvey árini eisini. Somuleið- is ætla limirnir í felagnum sær at ferðast úr Fugloynni til Mykinesar. So vítt gjør- ligt verður ferðast til gongu, men uttan andaliga hjálp verður neyðugt at nýta Strandferðsluna sjó- vegis. Nevnd Eingin aðalfundur uttan eitt nevndarval, og soleiðis var eisini hjá Felagnum Tórs- havn. Formaðurin í felagn- um flytir burtur, og tískil má nýggjur finnast. Thord- ur Thorsteinsson hevur ver- ið formaður, men enn er eftirmaðurin ikki funnin, tí nevndin ikki hevur skipað seg. Hetta verður væntandi gjørt seinni í vikuni. Nevndin er nú mannað við: Àsmundi Joensen, Juttu Midjord, Kristiannu Høgnesen, Johan Morten- sen, Anidu Johannesen, Ega Dam og Jákupi Simon- sen. Kristianna Høgnesen er formaður fyri starvsnevnd- ina hjá felagnum, og Ingi- gerð á Trøðni skrivari. Felagið Tórshavn víðkar sjónarringin Mentanarnáttin er eitt av tiltøkunum, sum Felagið Tórshavn skipar fyri í ár. Felagið ynskir, at hetta skal vera fastur táttur, og í fjør var áhugin stórur. Mynd: Álvur Haraldsen. Arne Thorsteinsson og hini starvsfólkini á Føroya Fornminnissavnið kenna seg sum gíslar í einum politiskum spæli, har tey fara at sita eftir við svartaperi. Mynd: Jens Kristian Vang 15 14 Nr. 48 - 11. mars 2003 Um vikuskiftið varð skipað fyri legu fyri bygdunum báðum í Hvannasunds kommunu í Nesvík BYGDALEGA Orð: Solby A. Eliasen Myndir: Jens K. Vang Umleið 240 fólk úr bygd- unum Hvannasund og Norðdepil fóru fríggjadag- in til Nesvíkar á legu. Tað búgva umleið 400 fólk í báðum bygdunum, so tað merktist væl, at yvir helm- ingurin var farin av bygd- unum um vikuskiftið. Sagt varð í skemti, at onkur mátti vera eftir og sløkkja í Hvannasundi, tí har var meginparturin av bygdini farin avstað. Og hóast streymurin hevur verið góður hetta vikuskiftið, so valdu flestu av útróðrar- monnunum í Hvannasundi at lata bátarnar liggja og heldur fara á legu í Nesvík. Tá tey komu til Nesvíkar fríggjakvøldið var saman- sjóðing og onkur kapping á skránni. Síðani vórðu myndir frá tí fyrstu leguni vístar. Leygardagin vóru tey í gongdi allan dagin. Har var mangt og hvat á skránni. Kappingar og uppgávur av ymsum slag. Eisini var ein áhugatími, har evnið var sorg. Tað var Jógvan Fríðr- iksson, sum hevði hann. Fyriskipararnir royna at hava evni, sum røra øll, og sum Bíblian kann knýtast til. Eisini var ein fótbólt- kapping fyri menn, kvinnur og børn leygardagin. Um kvøldið ótu tey ræst kjøt, sum menn úr bygdunum báðum høvdu latið. Og tá var eisini undirhald, til dømis ein mótasýning av klæðum frá sjeyti-árunum og innsløg frá degnum. Sunnudagin var lestur um morgunin og aftaná døgurða høvdu tey eisini sunnu- dagsskúla, áðrenn leiðin gekk norðureftir aftur. Fyriskiparar av leguni, sum hevur verið hildin seinastu fýra árini, eru Pól Johannesen, trúboðari í KFUM í Klaksvík, Sig- bjørg Olsen og Alith í Frammistovu við familjum. Pól sigur, at tað hevur verið vanligt at skipa fyri tílíkum legum fyri til dømis KFUM og K, men so hugsaði hann við sær sjálvum, at tað kundi verðið eins stuttligt at skipa fyri eini legu fyri bygdini. Og tað royndi hann so fyrstu ferð í 1999, og væl hevur eydnast. Fyrsta árið vóru tey 170 og undirtøkan er bara voksin fyri hvørja ferð. Hesuferð vóru tey so 240 í tali. – Endamálið við eini tí- líkari legu er at grannar og bygdafólk skulu koma nærri hvørjum øðrum og eisini nærri Gudi, sigur Pól Johannesen, sum heldur at legan var væleydnað, og leguhúsið í Nesvík, sum er nógv umbiðið er longu bí- lagt til leguna í 2004. Bygdalega í Nesvík C M Y K 14